Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mars 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 45 - 6. mars 2001 25 24 Nr. 45 - 6. mars 2001 Jóannes á Váli, fíggjarstjóri Eivind Jacobsen hevur havt tvær greinar í bløðunum, har hann skrivar ímóti ætl- anini hjá Smyril Line at byggja nýtt skip. Tíverri tykist endamálið hjá hon- um meira vera at royna forkoma ætlanini enn at viðgera málið sakliga. Í tí sum hann skrivar eru so nógvar villur og skeivar niðurstøður, at tað gevur lesarum, ið ikki vita betur, eina heilt skeiva uppfatan av projektinum. Tí hesar viðmerkingar. Ferðafólkatal EJ skrivar, at budgetterað verður við einum ferða- fólkatali í 2003, sum er 43% størri enn í 2000. Hetta er rætt, men so leggur hann afturat, at hetta ljóðar ikki minni veruleikafjart, tá ferðafólkatalið í 2000 var 7-8% minni enn í 1999. Tað hava altíð verið skift- andi ár, og tá ferðafólka- talið var hægri í 1999 enn í 2000, so ber hetta nettupp boð um, at tað ikki er so veruleikafjart at rokna við einum vøkstri. Smyril Line budgetterar við umleið sama ferða- fólkatali í 2001 og 2002 sum í 1998 og 1999. Tá nýggja skipið kemur í 2003, hava vit budgetterað við eini hækking upp á 30%. Alt bendir á, at ferðafólkatalið í ár verður nógv størri enn í 2000. Higartil í ár eru bílegging- arnar 25% fleiri enn somu tíð í fjør. Tað kann tí ikki sigast at vera ov optimist- iskt, tá budgetterað verður við einum vøkstri upp á 10% í ár. Hóast bíleggingarnar í ár eru 25% størri enn í fjør, nýtist hetta ikki at merkja, at belegningurin verður tilsvarandi størri. Orsøkin til hetta er, at skipið fyllist í hásesongini, og tí eru nógv, sum ikki sleppa við. Tá bildekkið er fult, minkar áhugin, sjálvt um koyggjur enn eru tøkar. Vit vita, at tað í háse- songini er ein rættiliga stórur eftispurningur í dag, sum ikki kann nøktast vegna vantandi kapacitet. Tað merkir, at um vit høvdu eitt størri skip í dag, so hevði ferðafólkatalið eisini verið størri í dag. Tá Smyril kom í síni tíð var hann ov stórur, og tá so Norrøna kom, var hon eisini ov stór í byrjanini. Smyril Line stóð seg, hóast siglt varð 10 tey fyrstu árini í harðari kapping við DFDS. Afturat hesum eru vit sannførdir um - og tað vátta okkara søluumboð - at tað verður nógv lættari at selja ferða- seðlar, tá vit fáa eitt betri skip. EJ vísir á tað, sum vit hava skrivað, at bíligir ferðaseðlar loftvegis til Íslands viðførdu aftur- gongd í rutuni tann vegin. Sum vit hava greitt frá, kostaði hetta flogfeløgun- um nógv, og vit hava frætt, at hesi bíligu tilboð tí ikki halda fram. Eisini hetta talar fyri framgongd aftur í okkara rutu. EJ nevnir, at hetta sama er við at henda í Føroyum. Hertil er at siga, at bílig tilboð verða ikki givin í hásesong. Sjálvandi kann ikki avvísast, at onkur setist aftur í hásesong, tí hann hevur verið uttanlands í lágsesong. Men havast skal í huga, at hjá honum, ið skal hava bilin við, verður lættasta loysnin at sigla. Farmur EJ vísir á frágreiðing, sum landsstýrið læt gera í 1996 og skrivar, at tá varð mett, at totalar inntøkur av farmi vóru 68 mió. kr. Hetta verður samanborið við, at Smyril Line budgetterar við 80 mió. kr. í 2007, og so ger hann ta niðurstøðu, at Smyril Line skal hava meira enn 100% av markn- aðinum. Her jonglerar EJ við tølunum so tað forslær. Sambært frágreiðing lands- stýrisins var farmurin til og úr Føroyum ikki mettur til 68 mió., men til 100 mió. kr. í 1996. Skal ein saman- bering gerast, so er tað hetta talið, ið skuldi verið samanborið við tær farma- inntøkur, sum Smyril Line væntar at hava í 2007. Eitt er at brúka skeiv tøl í samanberingini, uppaftur meira ósakligur gerst EJ, tá hann samanber tøl frá 1996 við 2007. Vit vita, at bæði inn- og útflutningurin er vaksin ógvuliga nógv síðani kanning landsstýri- sins varð gjørd í 1996, sum var eitt tað ringasta kreppu- ár í Føroyum í nýggjari tíð. Sb. Hagstovu Føroya var útflutningur Føroya í 1995 230.386 tons og í 2000 var hann vaksin til 307.638 tons, sum svarar til ein vøkstur uppá 5% um árið í meðal. Vit hava eisini víst á, at útlit eru fyri stórum vøkstri í útflutninginum av alifiski. Í 2000 var tøkan av alifiski 32.000 tons, og metingarnar fyri tey fýra komandi árini eru hesar: 2001: 55.000 tons, 2002: 70.000 tons, 2003: 92.000 og í 2004: 105.000. Hetta svarar til ein vøkstur uppá 57% um árið í meðal. Til hesar metingar hevur EJ longu gjørt ta viðmerking, at inntøkan av farmi kann standa í stað, hóast framleiðslan av laksi tvífaldast. Ein slík viðmerking talar fyri seg. Tað er rætt, sum skrivað verður, at farmainntøkurnar eftir budgettinum skulu vaksa við 70% í 2001 og so aftur tvífaldast í 2003. Men ein skal vera varin bert at tosa um prosentir uttan at hyggja at tølunum, sum prosentini verða roknað av. Sum tað týðuliga sæst í budgettinum, er ein partur av forkláringini, at tá nýggja skipið kemur, slepst undan eini stórari útreiðslu til leigu av skipi á sumri: Sí talvu! Føstu útreiðslurnar EJ skrivar, at føstu útreiðsl- urnar vaksa ikki, hóast nýtt og størri skip verður keypt, og hann nevnir í hesum sambandi oljuna. Viðvíkjandi oljuni er at siga, at budgetterað verður við einum oljuprísi upp á 25Z fyri tunnuna við einum dollarkursi upp á 8 DKK. Síðani verður roknað við einum árligum vøkstri upp á 3%. At oljuútreiðslurnar ikki veksa meira enn tær gera við tí nýggja skipinum kemst av, at hetta skipið brúkar bíligari olju, og at tað er meira økonomiskt. Tá ein hyggur at útreiðsl- unum fyri summarsigling skal havast í huga, at siglt verður 16 vikur í 2001 í mun til 17 vikur í 2000. Tað er annars ikki rætt, at budgettið ikki roknar við hækkandi útreiðslum við nýggjum skipi. T.d. verður budgetterað við meira enn 300% hækking av havna- kostnaði og trygging frá 2002 til 2003, og í markn- aðarføring verður longu frá 2001 budgetterað við mun- andi hækkingum. Ein útreiðsla, sum vit harímóti ikki vænta verður størri við nýggja skipinum er viðlíkahald av skipi. Hetta hongur saman við, at Norrøna er útivið 30 ára gomul og krevur nógv við- líkahald. Eitt nýtt skip skuldi ikki kravt líka nógv viðlíkahald sum eitt gam- alt, men fyri at vera varin, er henda útreiðsla tó ikki lækkað, tá nýggja skipið kemur. ‘Álítandi leysatíðindi’ EJ illteinkir Smyril Line fyri at rokna baklens og skrivar, at úrslitið í 2000 var verri enn væntað, men samstundis verður bud- getterað við einum til- svarandi betri úrsliti í 2001. Her skjýtur hann sjálvsagt eina ferð enn við síðuna av. Nakrar reguleringar eru gjørdar í budgettinum, bæði á inntøku- og út- reiðslusíðuni, men orsøkin til tað vaksandi avlopið eru rentuinntøkurnar av teim- um 125 mió., sum ætlandi skuldu koma inn sum partapeningur í mars mán- aði. Nevnt kundi verið ymiskt annað villleiðandi, sum EJ skrivar. T.d. sigur hann, at Smyril Line hevur lán í skrivstovubygningi upp á 13,5 mió. kr. Hetta hevur kanska ikki tann stóra týdningin í hesum sam- bandi, men er líka langt frá veruleikanum, sum so mangt annað, tí við árslok var lánið í skrivstovu- bygninginum hjá Smyril Line kr. 3,8 mió. kr. Tað er heldur ikki rætt, sum hann vil vera við, at hetlendski grunnurin, ið vil seta pening í Smyril Line, bert kann seta pening í nýggjar ætlanir. EJ sigur seg liggja inni við nógvum ‘álítandi leysa- tíðindum’, hvat tað so er. Tað er harmuligt, at hetta álvarsmál verður viðgjørt í so lítlum álvara, og tað er at vóna, at onnur, sum hava við tað at gera, halda seg meira til tað sum er álítandi og minni til leysatíðindi. 2000 2001 2003 Frakt summar netto 9.206 +8% 9.920 +61% 15.980 Kostn. - 889 - 920 - 980 Leiga av skipi - 10.870 - 7.000 - 2.553 2.000 15.000 Frakt vetur netto 15.439 +30% 20.000 +50% 30.000 Avlop 12.886 +71% 22.000 +105% 45.000 Tað er realistiskt at budgettera við lægri leigu av skipi í 2001, tí vit hava tilboð upp á bíligari skip. Smyril Line svarar Eivindi Jacobsen VIÐMERKINGAR Kári Hansen keypm. á Strondum. Nú um dagarnar hevur verið greinarøð í bløð- unum, fyribils partur 1. og 2. skrivað av Eivind Jacobsen um framtíðar- ætlanirnar hjá Smyril Line. Hetta er alt skrivað í vanligum "Eivind stíli", eg haldi, eg meti o.s.fr. Fyri tað fyrsta, so er ikki eitt einasta menn- iskja, ið hevur nakran áhuga fyri, hvat Eivind heldur og meinar. Fyri tað næsta, so er hetta tann gamla søgan umaftur, har ein løðir, meðan ein annar skjýtur. Hvør ið løðir skal tað lítil fantasi at hugsa sær. Hevur man so ein hent- an býttling, sum skjútta, so kann úrslitið blíva ein greinarøð sum henda omanfyrinevnda. Danir siga, at man ikki skal sláa eitt størri breyð upp, enn man klárar at baka. Tað kann væl vera at hetta breyðið er í størra lagi, men tað veit so ongin fyrr enn nøkur ár eru fráliðin. Vit hava tíbetur enn fólk í Føroyum sum tora at váða nakað. Hvussu ofta hava tað ikki verið projekt, har rist hevur verið uppá høvdið og sum alíkavæl hava klár- að seg ?? Føroya land tørvar slík fólk við intiativi. - Eins væl og vit eru góð Atlantic Airways, eiga vit eisini at vera góð við Norrønu. Hóast tað ikki bara eru føringar ið ferðast við Norrønu, so rokni eg við at tað ger ein góðan mun, at vit føringar sláa ring um Norrønu og ferðast á føroyskum kjøli. Vit fara eisini at seta nakrar krónur í skipið afturat, - eru vit nóg nógv, so ger tað eisini mun. Eg haldi at tað var rætt av landsstýrinum ikki at játta veðhald, men haldi at Landsstýrið skuldi sett tær 25 mió. í fe- lagið, havandi í huga teir risastóru ringvirkningar ið skipið hevur á alt samfelagið. Í ringasta føri, at partapeningurin verður mistur, so eru tær 25 mió langt síðani inn- afturkomnar í samfelag- ið. Hetta kundi væl verið hentastu krónur, ið hetta øðrvitislandsstýrið, vit nú hava havt, hevur latið út. Hvat ætlar so Eivind, - ja, tað eru mangir leikir í longum talvi og Eivind er gamal telvari. S a m b a n d s by g d i n Strendur, hevur ikki havt nakran atkvøðuslúkara, til tey seinastu valini, Guð viti um øll henda blaðskriving og sjón- varpsviðmerkingar er eitt slag av, at "leggja í ovnin" til næsta val. Haldi bara, at er onki frægara vælevni at finna, enn hesin sjálv- klóki maður, so fer atkvøðan eisini næstu- ferð til formannin. P.S.: Tá eg nevni at vit mugu stuðla Norrønu og øðrum føroyskum fyri- tøkum eftir førimuni, so rokni eg við, at tað vera fleiri við mær, ið um- hugsa hvaðani málingin næstu ferð, skal keypast, - ella kanska rættari ikki keypast.... Hvat feilar Eivindi? – Vit kenna bæði fyrimunir og vansar frá eini oljuvinnu og vilja fegnir lata føroyingum burtur av okkara royndum sigur bretski orku- málaráðharrin Peter Hain eftir samrøðu við Anfinn Kallsberg, løgmann ALMENN VITJAN Jan Müller úr London Á vitjan síni í Bretlandi nýtti Anfinn Kallsberg, løgmaður eisini høvi til at støkka inn á gólvið hjá spildurnýggja orku- og ídnaðarmálaráðharranum, Peter Hain. Hann tók við nýggja starvinum, eftir at broytingar vórðu gjørdar í bretsku stjórnini herfyri. Frammanundan var Peter Hain varauttanríkisráð- harri. Tann sessurin fór til fyrrverandi orkumálaráð- harran John Battle, sum løgmaður eisini vitjaði á ferð síni. Løgmaður sigur, at tað vóru sera positivar og áhugaverdar samrøður hann hevði við Peter Hain, sum tó varð nakað merktur av at vera nýggjur í starvinum. Men rundan um seg hevði hann fyrrverandi og nýggjar embætismenn, sum hava sera gott innlit í oljumál, sum viðvíkja bæði Føroyaøkinum og økinum vestan fyri Hetland. – Vit viðgjørdu nýggju vinnu okkara, oljuvinnuna og tað samstarv, sum vil vera rætt og náttúrligt at hava við bretar, her m.a. at venja og útbúgva fólk til nýggju vinnuna og hvat viðvíkur hjálparveitingum av ymsum slag, tá talan er um trygd og umhvørvi, her ikki minst við atliti til dálking í tí stóra havøkin- um, sum jú er felags fyri bæði londini. Anfinn Kalls- berg sigur, at teir fingu positivt svar frá bretska orkumálaráðharranum um, at teir fegnir vilja sam- starva. Millum málini, sum eisini vórðu umrødd, vórðu møguligir trupulleikar av, at oljufelt kunnu ganga tvørtur undir markið. Bretski ráðharrin greiddi frá 19. útbjóðingarumfari- num í bretskum øki, sum nettupp liggur heilt uppat føroyska markinum. -Vit bóðu tí bretar um at bera so í bandi at hava við í sínum útbjóðingar politikki, hvussu vit føroyingar hava disponerað, og soleiðis at man fekk tað mest ratio- nella burtur úr bæði fyri myndugleikar og operatørar í øllum økinum. Hesum váttaði Peter Hain og segði, at tað høvdu teir tikið við í sínum metingum, nú gerast skuldi av, hvørji feløg fingu loyvi at bora og hvar. Sosialurin skilur, at eini 20 feløg hava boðið uppá 19. umfarið í bretskum øki og at loyvini verða latin rættiliga skjótt. Nógv av feløgunum, sum hava loyvi við Føroyar, hava bjóðað men eisini onnur stór olju- feløg skilst. Tað kann hugsast, at møguligar olju- goymslur, sum feløgini halda seg síggja føroysku megin markið, eisini eru inni á bretskum øki. Løgmaður sigur, at avtalað varð tættari sam- starv millum føroyskar og bretskar embætismenn á oljuøkinum. Vilja hjálpa føroyingum Eftir fundin við løgmann spurdu vit Peter Hain, hvat hann fekk burtur úr. -Eg var sera væl nøgdur við sam- røðurnar við Anfinn Kalls- berg og hansara fólk. Eg haldi vit hava lagt lunnar undir eitt komandi og gevandi samstarv. Vit í Bretlandi hava nógvar royndir á oljuøkinum og eg skilji eisini væl føroyingar, sum eru eitt sindur ótta- fullir fyri hesi nýggju og stóru vinnu, bæði tá tað snýr seg um umhvørvið, mentanina, fiskivinnuna og um vanligu siðirnar hjá føroyingum. Tað er rætt at gera brúk av teimum møgu- leikum, sum oljan gevur, men samtíðis skal man eis- ini leggja seg eftir at verja tey tjóðskaparligu virðini, og tað er nakað, sum vit stuðla fult út segði bretski orkumálaráðharrin. Peter Hain sjálvur heldur, at føroyska økið kann vera sera áhugavert í komandi leiting eftir olju og sigur, at bretar vilja fegnir hjálpa føroyingum tøkniliga og á annan hátt. Hann fegnast um, at bretsk feløg hava fingið leitiloyvi. -Vit hava so sanniliga eisini sæð óhepnar avleiðingar av oljuvinnuni og kunnu vit hjálpa føroyingum á hesum øki, so vilja vit tað fegnir. Føroyar og Bretland samstarv á oljuøkinum Løgmaður her saman við bretska orkumálaráðharranum, Peter Hain Mynd Jan Müller Løgmaður og føroysku embætismenninir á fundi í bretska orku- og ídnaðarmálaráðnum. Við endan bretski orkumálaráðharrin Peter Hain Mynd Jan Müller Herálvur Joensen, stjóri í oljumálastýrinum her uttan fyri DTI, sum er ráðharrastovan fyri handli og ídnaði, og harímillum oljumálum. Í næstum kema embætismenn frá DTI til Føroya at hava samrøður við okkara embætisfólk um komandi samstarvið Mynd Jan Müller