Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-16, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mai 2007síða 33

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 [ Nr. 93 - 16. mai 2007 ] UEFA-Cup finalan í kvøld Hampden Park leggur gras til, tá sponsku Sevilla og Espanyol spæla finalu í UEFA-cup kappingini. Sevilla vann kappingina í fjør eftir finalu móti Middlesbrough, og teir mugu aftur í ár roknast sum favorittar. Men eingin ivi er tó um, at Espanyol fer at spæla fyri sínum møguleika, tá teir renna á vøllin framman fyri 48.000 áskoðarum. SvF samsendir við DR1, so eisini føroyskir hyggjarar kunnu fylgja við, hvussu leikur fer. Heimsins skjótasta hat-trick Claus Lundsgaard, sum spælir við old-boys liðnum hjá danska Hillerød skrivaði søgu, tá teir mánakvøldið spældu móti Melby. Einans 180 sekund vóru farin av dystinum, tá Lundsgaard hevði skotið sítt triðja mál í dystinum, og tað verður mett sum heimsmet. Onkra tíð er komið fyri, at spælari hevur skotið hat-trick upp á minni enn 180 sekund, men ongan tíð er hetta hent fyrstu tríggjar minuttirnar av dystinum, skrivar Ekstra-Bladet. Leggjast kann afturat, at longu eftir sjey minuttum hevði Lundsgaard skorað fyri fjórðu ferð í dystinum, sum endaði við 11-2 sigri. Løgmans­ steypið aftur á skránni Tær fýra fjórðings­ finalurnar í kapp­ ingini um Løg­ manssteypið verða spældar í morgin Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Við verandi gongdini í Klaksvík í huga, er fokus helst í stóran mun á dystinum í Klaksvík millum KÍ og Skála. Hetta tykist eisini á papp­írinum at vera tann javnasti dysturin av teimum fýra. Men tað merkir nú ikki, at talan ikki eru um áhugaverdar uppgerðir. Í Suðuroy verður spenn­ingurin stórur, tá VB/Sumba og TB dyst­ ast klokkan 14.45. Eitt er, at talan er um grannauppgerð. Men tal­ an kann væl verða um heilt søguligan dyst. Í øllum førum verður frá fleiri síðum arbeitt við eini samanlegging av feløgunum. Og verður hendan veruleiki til kom­andi ár, er talan hesa ferð um seinasta kappingardystin, sum feløgini spæla móti hvørjum øðrum. Á Streymnesi má EB/­Streymur roknast sum greiður favorittur móti ÍF, eins og HB er tað, tá teir í Gundadali taka móti AB. Hinvegin hevur AB áður skelkað í Gundadali, og hóast HB ikki lærdi av teirri lektiuni í fyrsta umfari, so hava teir um ikki ann­ að fingið eina áminning um hetta seinni. Óroyndi leikluturin sum eykaspælari er ikki nakað, sum Allan Mørkøre trívist við. Tí hevur hann gjørt av at skifta aftur til AB Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Allan Mørkøre fer í næstum aftur til AB at spæla fótbólt. Allan var í fjør partur av AB-hópinum, sum vann fel­agnum uppflyting, men í ár hevur hann aftur verið í B36. Har hevur hann tó havt trup­ult við at vinna sær fast pláss millum teir fyrstu ellivu, og hetta er orsøkin til, at hann hevur valt at fara til AB. - Eg havi slettis ikki temperament til at sita á beink­inum, og tað er einasta orsøkin. Og lat meg leggja afturat, at hetta hendir í full­ari semju við bæði Kurt (venjari í B36 og beiggi All­an, blðm.) og leiðsluna í B36. Flytingarvindeygað letur upp aftur fyrst í juni mánaði, so fram til tá verður Allan framvegis partur av liðnum hjá B36. - Eg fari so at gera mítt besta í B36 komandi vikur­ nar, og eftir tað fari eg so at stríðast fyri AB. Mær dámdi væl í felagnum í fjør, og nú verður setningurin so at skava nøkur stig saman í stríðnum fyri at sleppa undan niðurflyting, sigur Allan. Kristjan á Neystabø, stjóri í FC Tórshavn, sigur, at eisini teir hava fingið boðini um, at Allan ynskir at sleppa úr felagnum. - Vit hava ikki loyst hann endaliga úr sáttmálanum enn, men hetta verður so sjálv­andi nakað, sum vit taka upp saman við Allani ein av fyrstu døgunum, sigur Kristjan. Enn er ikki greitt, hvørt B36 fer at leita eftir nýggjum áleypara til hópin, nú All­ an fer til AB. Tað hevur ljóðað, at felagið hevur havt sam­band við eitt nú Paul Clapson hjá KÍ, men hetta hevur Kristjan á Neystabø als ongar viðmerkingar til. Allan aftur til AB Fyrstu ferð hann tók við starvinum var í 1977, og var hann eisini venjari í 1978. Síðani kom hann aftur til felagið í 1999 og var høvuðsorsøkin til, at KÍ fyri bert aðru ferð í søgu felagsins vann greipuna. Síðani sendi felagið boð eftir honum á sumri 2005, og hevur hann síðani 2006 fram til dagin í dag verið høvuðsvenjari felagsins. Úrslitið í 2006 má sigast at vera tað besta hjá felagnum síðan 1999, og var hetta ein óvanliga stór framgongd í mun til árini frammanundan. Felagið hevur stóra virðing fyri Tony Paris, bæði sum venjari og sum persónur. Eingin ivi er um, at nógv er broytt til tað betra í felagnum, síðani Tony kom. Millum annað er arbeiðið kring formuladeildina meira skipað, disiplinera og samognarskapurin er meira eyðsýndur. Úrslitini í 2007 hava, sum flest øll vitað, ikki verið nøktandi. Felagið er greitt yvir, at hópurin ikki hevur verið sterkur nokk, og hava fleiri av leikarunum ikki livað upp til sítt besta. Harafturat hava vit verið sera óheppin við skaðum. Hetta hevur sjálvandi verið viðvirkandi til úrslitini. Leiðslan er tó av teirri fatan, at tað er neyðugt við broytingum, og tað er sjálvandi ikki møguligt at skifta allar leikararnar út mitt í einum kappingarárið - og tískil er tað sum altíð venjarin, sum stendur eftir við ábyrgdini. Tony Paris er ikki ein persónur, sum gevur upp og var áhugaður í at halda fram í starvinum og trýr fult og fast uppá at hann hevði kunnað realisera visión 2009. Tony ynskir í hesum sam­ bandinum at takka leik­ar­ unum fyri teirra hugburð og ynskir teimum alt tað besta í framtíðini. Somuleiðis ynskir Tony Paris at takka við­halds­ fólkunum hjá KÍ fyri tíðina og harmast skilnaðin. Felagið takkar Tony Paris fyri tað góða arbeiði, hann hevur lagt eftir seg, tíðina hann hevur verið í felagnum og ynskir honum alt tað besta í framtíðini. Leiðslan í felagnum fer nú í gongd við at finna ein avloysara. Fjórðingsfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið: EB/Streymur-ÍF HB-AB VB/Sumba-TB KÍ-Skála FAKTA Tíðindaskrivið frá KÍ Tony Paris uppsagur Í fjør Allan ein av týdningarmestu spælarunum handan uppflytingina hjá AB. Í næstum verður hann aftur partur av hópinum