mikudagur 16. mai 2007síða 32
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
[ Nr. 93 - 16. mai 2007 ]
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
- tað er sjálvandi ikki møguligt at skifta allar
leikararnar út mitt í einum kappingarárið
Tíðindaskriv frá KÍ
Meðan leitað verður
eftir nýggjum venjara,
tekur Trygvi
Mortensen sær av
besta KÍ-liðnum, tá
KÍ spælir
fjórðingsfinalu móti
Skála hósdagin
Fótbóltur
Jákup Mørk
Hetta váttar formaðurin í
KÍ-fótbóltur, Aksel Johan-
nesen.
Trygvi, sum hevur A-ven-
jaraprógv, hevur í ár verið
venjari hjá næst besta lið-
num hjá KÍ. Eisini hjálpar-
venjarin hjá Tony Paris,
Eyðun Klakstein, hevur A-
venjaraprógv, men hann
verður ikki á beinkinum
hósdagin.
- Eyðun er eisini ung-
dómsvenjari hjá okkum, og
hann skuldi undir øllum
umstøðum til Suðuroyar við
dreingjaliðnum hósdagin.
- Tað er tó eingin ivi um,
at vit sera fegin vilja hava
Eyðun at halda fram sum
hjálparvenjari. Fyribils hev-
ur hann tó biðið um at verða
fríttstillaður, og so verður
tað upp til komandi venjaran
at gera av, hvør skal verða
hjálparvenjari. Og undir øll-
um umstøðum heldur Eyð-
un fram sum ungdómsvenja-
ri, sigur Aksel.
Umframt Trygva og Eyð-
un er ein triði venjari við
A-venjaraprógvi knýttur at
KÍ. Hesin er Pætur Clement-
sen, ið virkar sum ungdóms-
venjari.
Trygvi situr
á KÍ-beinkin-
um hósdagin
Fyribils stendur Trygvi Mort-
ensen við stýrisvølin hjá KÍ
Uppsøgnin av Tony
Paris kann verða ein
dýrur umgangur fyri
KÍ. Sambært upplýs-
ingum hjá Sosialin-
um, er lønin restina
av sáttmálaskeiðnum
oman fyri milliónina.
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Ein álitisváttan frá nevndini
er ofta seinasta tekin um, at
ein fótbóltsvenjari stendur
fyri sínum seinasta arbeiðs-
degi. Soleiðis verður ofta
tikið til, og í gjár fekst so
enn ein staðfesting av hes-
um. Bert 24 tímar eftir, at
Aksel Johannesen í fjølmið-
lunum staðfesti, at nevndin
í KÍ hevði fult álit á Tony
Paris, fekk venjarin sekkin.
Tað er eingin loyna, at
tónin millum Tony Paris og
fleiri av ábyrgdapersónunum
í felagnum ikki hevur verið
serliga hjartaligur seinastu
tíðina. Laku úrslitini saman
við ónøgd frá parti av við-
haldsfólkunum hava sjálv-
andi havt sína ávirkan á het-
ta. Og sum avleiðing av
hesum hevur meira enn
eina ferð verið spurt um,
hvørt Tony Paris er stóru
lønina verdur.
$100.000 um árið
Lønarupplýsingar hjá føroy-
skum venjarum eru ikki
alment atkomuligar, men
tað skilst á øllum brøgdum,
at venjarin í Klaksvík er
tann best lønti í landinum.
Tá Tony Paris gjørdi av ven-
da aftur til KÍ, var grein um
hetta í amerikanska St. Pet-
ersburg Times. Her verður
upplýst, at talan var um
seks-siffraða upphædd, og
tá er talan væl at merkja um
dollarar.
Og hetta samsvarar eisini
væl við upplýsingar, sum
Sosialurin hevur fingið um
lønina. Sum skilst, so er
sjálv lønin $80.000, meðan
aðrar útreiðslur til ferðing,
uppihald v.m. eru á leið
$20.000 um árið.
Sáttmálin, sum varð gjørd-
ur, fevndi um fýra ár, og tí
ber illa til hjá KÍ at sleppa
snikkaleyst
úr
hesum.
Spurningurin er so, hvørjar
reglur sáttmálin hevur fyri
uppsøgn, og í hvønn mun
venjarin eigur at kompen-
serast í slíkum føri.
Longu mánadagin frætt-
ist, at nevndin í KÍ-fótbóltur
hevði sett sær fyri at tosa
við venjaran. Endamálið
við hesum skuldi vera at
samráðast um endurgjaldið
fyri sáttmálauppsøgnina.
Hetta má tulkast soleiðis,
at KÍ hevur hildið sáttmála-
upphæddina verið órímiliga
høga, men ein slík samráð-
ing gevur samstundis venja-
ranum øll kort á hondina.
Tí byrjar tú fyrst at samráð-
ast um hetta, er væl eyðsýnt,
at sáttmálin skal sigast upp.
Og tí hevur venjarin sum so
ongan orsøk at bakka, ann-
að enn ein møgulig sam-
kensla við felagnum.
Skal útgangsstøði takast í
sáttmálalønini, so er talan
um góðar $200.000, ið eru
eftir av sáttmálaskeiðnum.
Og hetta gevur við dagsins
kursi eina upphædd millum
1,1 og 1,2 milliónir krónur.
Og so er spurningurin,
hvørt KÍ megnar at samráða
hesa upphædd niðureftir.
Kanska kundu ráðini her
verið, at KÍ-formaðurin
fekk hjálp frá beigganum,
ið jú fekk nógvar rósur, nú
hann stóð fyri seminingi á
privata arbeiðsmarknaðin-
um.
Aksel Johannesen, nevn-
darformaður í KÍ-fótbólti
vil als ikki gera viðmerking-
ar til lønarspurningin, ella
um semja er fingin um upp-
sagnarlønina. Hann vísir
einvíst til tíðindaskrivi, sum
felagið skrivaði í gjár. Men
tað kann so undir øllum
umstøðum staðfestast, at
kostnaðurin fyri Tony Paris
higar til hevur verið um
tríkvart millión krónur.
Og so kann leggjast aftur-
at, at hetta ikki er fyrsta
ferðin, at KÍ fær fíggjarligan
smeit av venjarauppsagnum.
Tað ljóðaði, at talan var um
ein av teimum heilt dýru
umgangunum,
tá
Ove
Flindt-Bjerg varð sendir til
hús fyri tveimum árum síð-
ani. Ta ferðina eydnaðist tó
klaksvíkingum at samráða
uppsagnarupphæddina nið-
ur.
Tað hevur ikki eydnast
okkum at fáa viðmerkingar
til málið frá Tony Paris.
Kann kosta meira
enn milliónina
Tað verður eftir øllum at
døma ein dýrur umgangur,
nú KÍ hevur gjørt av at slíta
samstarvið við Tony Paris