fríggjadagur 18. mai 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 94 - 18. mai 2007
Løgmaður hevur
fingið leyðsliga
áheitan um at taka
ætlanina um at
gera Føroyar til eitt
valdømi, til umrøðu
í samgonguni, men
løgmaður vil ikki seta
eld í og tí vil hann
ikki út við, hvat hann
sjálvur heldur
Valskipan
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú eru útlit til, at uppskotið
hjá Edmundi Joensen um at
gera allar Føroyar til eitt
valdømi, verður tikið til
umrøðu í samgonguni.
Jóannes Eidesgaard, løg
maður, sigur, at tinglimir í
samgonguni hava leyðsliga
heitt á hann um at taka mál
ið upp í samgonguni.
- Tá ið eg fái slíkar áheit
anir, plagi eg at eftirlíka
teimum og tað geri eg eisini
hesuferð, sigur hann.
Hinvegin sigur hann, at
fyribils er hesin spurning
urin komin so stutt áleiðis,
at enn tað er óvist um tað
verður eitt ítøkiligt mál og
tað verður so ikki tikið til
umrøðu í samgonguni, fyrr
enn hann fær eina formliga
áheitan um tað.
Men hinvegin sigur Løg
maður, at tað er púra greitt,
at tað verður ikki samgong
an, sum fer at leggja upp
skot fyri Løgtingið um at
gera allar Føroyar til eitt
valdømi.
Hann ásannar, at tað er
ikki semja í samgonguni
um hetta.
- Hetta er ikki eitt sam
gongumál og tað verður
ikki eitt samgongumál.
Hetta er eisini eitt mál, sum
flokkarnir eru ósamdir um
innanfloks og har hvør ting
limur hevur sína støðu.
Um vikuskiftið staðfesti
Marjus Dam, sambands
maður úr Vágum, at leggur
partamaður
hansara,
Edmund Joensen, uppskot
fyri Løgtingið um eitt val
dømi, er tað at seta sam
gonguna í vanda.
Sostatt hevði hann hug at
gera hetta til eitt samgongu
mál.
Men tað er Løgmaður
ikki treytaleyst samdur í.
- Sum sagt er hetta ikki
eitt samgongumál, men
ábendingar eru um, at tað
verður tikið upp í samgong
uni.
Men fæst semja ikki í sam
gonguni um málið og
Edmund Joensen, sum eis
ini er í samgongu, kortini
leggur tað fyri Løgtingið av
sínum eintingum er tað so
ein politiskur trupulleiki
fyri samgonguna og ert tú
samdur við Marjus Dam
um, at hetta er at seta sam
gonguna í vanda?
Men hesum fæst ikki eitt
greitt svar frá Løgmanni
upp á.
- Lat okkum síggja, hvat
viðgerðin í samgonguni fer
at bera við sær. Hinvegin
hevur Edmund Joensen full
an rætt at leggja tey uppskot
fyri Løgtingið, hann hevur
hug til.
Men um tað verður ein
politiskur trupulleiki, vissi
ein tinglimur hjá samgong
uni leggur eitt so víðgongd
uppskot fyri Løgtingið, utt
an at samgongan er samd
um tað, kann løgmaður
onki siga um enn.
- Tað vita vit ikki enn.
Tað er væl tí, at tinglimir í
samgonguni rógva fram
undir at fáa tað til umrøðu í
Løgtinginum.
Men hvat skal so enda
málið við eini møguligari
umrøðu í samgonguni
vera?
- Tað er fyrst og fremst
fyri, at hvør tinglimur skal
sleppa at siga sína hugsan,
er tað einasta, løgmaður vil
siga um tað.
Sjálvur fæst Løgmaður
ikki siga, hvussu nógv val
dømi, hann heldur, skulu
vera í Føroyum
Eigur tú sum Føroya Løg
maður ikki at hava ein
støðu til hetta?
- Tað havi eg eisini. Men
hetta er eitt mál fyri Løg
tingið burturav og har havi
eg ikki atkvøðurætt og tí vil
eg ikki ávirka støðuna. Sam
stundis er greitt, at flokk
arnir standa ógvuliga
spjaddir í hesum máli og tí
haldi eg ikki at tað er rætt
av løgmanni at seta eld í
við at geva sína støðu til
kennar.
Fyri og ímóti
Annars heldur Løgmaður,
at tað eru bæði fyrimunir
og vansar við at skipa Før
oyar sum eitt valdømi.
- Tað er ongin loyna, at
soleiðis, sum tinglimir eru
býttir ímillum flokkarnar,
er ikki heilt rættvíst eftir
atkvøðutalinum. Og tað er
matematiskt prógvað, at
verðar Føroyar eitt valdømi,
hevði hesin ójavni verið
útjavnaður.
Tað er eisini greitt, at tað
er ójavnt, hvussu nógvar
atkvøður, hvør tinglimur
kostar í teimum ymsum val
dømum og sostatt eru
summi valdømi yvirumboð
að á Løgtingi og onnur eru
undirumboðað. Verða Før
oyar skipaðar í eitt valdømi,
var hesin mismunur sjálv
andi eisini burtur.
- Royndirnar vísa eisini,
at nógv torførari at fáa
konufólk at stilla upp í teim
um smærru valdømunum,
enn tað er í teimum størru
og tí er væl trúligt, at fyri
javnstøðuna í Løgtinginum,
hevði tað verið ein fyri
munur við einum valdømi
og at tað hevði styrkt
kvinnuligu umboðanina í
Løgtinginum.
Tey, sum vilja hava Før
oyar til eitt valdømi, hava
ført fram, at ein stórur fyri
munur við tí er, at so høvdu
vit sloppið undan tí, ið
summi av teimum kalla
oyðileggjandi lokalpoli
tikki.
Men tað ivast løgmaður
í.
- Spurningurin er, hvat er
lokalpolitikkur og, hvat er
landspolitikkur. Tað krevst
altíð ein meiriluti í Løgting
inum til at samtykkja eitt
mál, antin tað so viðvíkur
Tórshavn ella Svínoy.
Avgerðin verður ikki tikin
bara av teimum tinglimum,
sum umboða tað einstaka
valdømi.
- Men hóast Føroyar
verða eitt valdømi, veit
hvør einstakur løgtingslim
ur, hvar hann er sterkastur
og fer altíð at føla serliga
ábyrgd fyri tí økinum, har
hann fær flest atkvøður.
- Hinvegin kunnu allar
avgerðir kallast lokal
politikkur og alt kann kall
ast landspolitikkur. At út
byggja flogvøllin í Vágum
er sanniliga landsmál
Løgmaður vísir eisini á,
at orsøkin til at býta Føroyar
sundur í valdømi, er at
tryggja, at øll øki í landinum
fáa umboð á tingi.
- Verða Føroyar eitt val
dømi, er vandi fyri, at
summi øki detta heilt niður
ímillum og onki umboð fáa
á Føroya Løgting. Um tað
so er ein fyrimunur ella ein
vansi, veldst um, hvønn ein
stakan.
Nei til uppskot
frá Kallsberg
Hinvegin ger Løgmaður
púra greitt, at hann tekur
ikki undir við uppskotinum
frá formanni fólkafloksins,
Anfinni Kallsberg, um at
skipa Føroyar í 32 einmans
valdømi.
-. Tað er ein skipan, tey
hava í Bretlandi, har tann
flokkur, sum vinnur, fær
sítt umboð valt. Hjá øllum,
sum hava valt onnur val
evni, dettur atkvøðan burtur
og fær onga ávirkan.
- Hetta er ein skipan, har
ein flokkur saktans kann
fáa meirilutan einsamallur
og spurningurin um hetta
er ein ynskilig skipan.
- Tað eru tað nógv í Bret
landi, sum ikki halda. Tey
halda ikki, at hetta er ein
skipan, sum hoyrir einum
nýmótans fólkaræði til, tí
allar atkvøður, sum eru fyri
øðrum valevnum enn tí
eina, sum verður valt, fara
fyri skeytið. Og tað er ikki
eftir nýmótans, fólkaræðis
ligari hugsan, at eitt stórt
tal av atkvøðum skal fara
fyri skeytið og onga ávirkan
hava, sigur Løgmaður.
Løgmaður vil ikki seta eld í
Nýggjur formaður vil styrkja eftirútbúgving
Blaðmannafelagið hevur fingið nýggjan formann. Á eykaaðalfundi hjá felagnum varð 40 ára
gamla Anna V. Ellingsgaard úr Klaksvík, vald til formann. Hon er útbúgvin cand. mag. í
enskum og norðurlendskum máli, men er í løtuni í ferð við at leggja seinastu hond á útbúgving
sína sum journalistur á Danmarks Journalisthøjskole í Århus. Anna V. Ellingsgaard hevur
fimm ára royndir sum skrivandi blaðfólk á Sosialinum og Fregnum.Umframt at fáa gongd á
eftirútbúgving fyri limirnar, ætlar nýggi formaðurin sær at arbeiða miðvíst fyri at gera
Blaðmannafelagið til fakfelag fyri øll fjølmiðlafólk í landinum. Í løtuni er felagið bert fakfelag
fyri redaktionell starvsfólk á bløðunum og áhugafelag hjá teimum, sum arbeiða í útvarpi og
sjónvarpi. Síðstnevndu eru eru limir í Starvsmannafelagnum. Hinir nevndarlimirnir í
Blaðmannafelagnum eru Álvur Haraldsen, myndamaður á Sosialinum, og Ingolf S. Olsen,
journalistur, úr sjónvarpinum.
Anna V. Ellingsgaard
er nýggjur formaður í
Føroya Blaðmannafelag
Løgmaður vil ikki siga um hann heldur, at Føroyar skulu verða eitt valdømi. Men uppskotinum frá Anfinni Kallsberg tekur hann
so undir ongum umstøðum undir við