Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mai 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 94 • 18. - 20. mai 2007 Vikuskifti  Kristian Olsen úr Klaksvík hevur júst sligið metið í 50 metrar frí­ svimjing, sum hevur staðið síðani 1997. Hann svam teinin á 23,97 sekund, og er hann fyrsti føroyski svimjarin at fara undir 24 sekund. Í fjør fekk hann eisini met í 100 metrar frí. - Eg havi stríðst fyri at klára hesi metini. Eg venji 21,5 tímar um vikuna, so tað krevur nógv at svimja á høgum støði, sigur Kristian. Hann byrjaði at svimja sum fimm ára gamal, tá ið eldra systurin, sum tá var sjey ár, tók hann við í svimjihøllina. - Eg havi svomið so leingi, sum eg kann minnast. Eg havi eisini spælt fótbólt, hondbólt og róð kapp. Svimjingin hevur tó altíð verið nummar eitt, og sum 16 ára gamal gjørdi eg av at venja veruliga miðvíst, sigur Kristian. Venur hart Kristian hevur lært hjá Norðhús og varð útlærdur í fjør. Hann arbeiðir frá 8 – 16, og restin av degnum fer til venjing. - Eg venji um 21,5 tímar um vikuna. Summar dagar svimja vit klokkan 5.30 um morgunin og verða lidnir klokkan 7.15. Síðani er tað til arbeiðis, og klokkan 16 fara vit í Ídni at venja styrkisvenjing. Klokkan 17.30 til 19.30 svimja vit aftur, so tað er ein langur dagur, sigur Kristian við einum smíli. Hann viðurkennir, at tað er hart at venja so nógv, og hann hevur ikki nógva frítíð. - Eg eri um at fáa stress. Eg eigi at fara í song klokkan 21, men eg tími ikki í song ein tíma aftaná, eg eri komin heim. Eg fari sum oftast í song eitt sindur yvir midnátt, og eg fái tí ov lítið svøvn, sigur Kristian og slær fast, at hann ikki kann halda fram soleiðis leingi afturat. - Um eg ikki fái stuðlar, má eg slakka av við venjingini, tí at annars bukki eg undir fyri stress. Nevndin í Ægir roynir at skaffa stuðlar, og so nú má tíðin vísa, hvat tað verður til. Tað hevði verið gott, um eg til dømis hevði kunnað stytt arbeiðsdagin tveir tímar, so at eg fekk tíð til at hvíla. Tað er ein fortreyt fyri, at eg kann gerast betri, sigur Kristian. Einstaklingaítróttin vegurin fram Kristian vísir á, at einstaklinga­ ítróttin er vegurin fram, um føroyingar skulu gera seg galdandi í heimshøpi. - Vit mugu hyggja eitt sindur burtur frá fóbóltinum, tí at vit eru ov fá til at gera okkum galdandi í liðítrótti. Um allir pengarnir í fótbóltinum vórðu brúktir til svimjing og annað, høvdu vit kunnað rokkið langt. Hugsa til dømis um talv og tað positiva umtalu tað hevur givið Føroyum, sigur Kristian og heldur fram: - Eg venji 10 ferðir um vikuna. Fótbóltsleikarar venja 4 ferðir um vikuna, og summir av teimum fáa mestsum fulltíðarløn. Tað kann sjálvandi vera eitt stórt trýst at stuðla einum einstaklingi, tí at eg kann jú gerast skaddur. Men vit mugu til at hugsa øðrvísi, um vit skulu gera okkum galdandi, sigur Kristian. Vil vera trúboðari Í fjør tók Kristian ein steðg frá svimjingini og fór at arbeiða hjá Kristian um Champions League finaluna - Eg hyggi nógv at fótbólti í sjónvarpinum. Eg haldi við Liverpool, og eg vænti, at teir fara at vinna Champions League finaluna í ár. Liverpool hava verið so mikið góðir í Champions League í ár, og tí vænti eg, at teir vinna. AC Milan vóru óhugnaliga góðir móti Manchester United, men eg vænti at Liverpool fer at klára teir Kristian um KÍ - Tað hevur gingið sera illa hjá KÍ. Eg haldi sjálvur, at venjarin hevur lagt skeivan taktikk. KÍ er ofta komið framum, men teir hava lagt seg ov langt aftur og hava lovað hinum liðnum við í dystin. Eg havi ikki tímað at goldið fyri at síggja KÍ í seinastuni, tí at teir hava spælt so illa Føroya skjótasti svim 22 ára gamli Kristian Olsen úr Klaksvík eigur føroyskt met í 50 og 100 metrar frísvimjing. Hann venur 21,5 tímar um vikuna. – Eg eri um at fáa stress. Um eg skal halda áfram at gerast betri, má eg fáa stuðlar, so at eg kann arbeiða minni, sigur Kristian, sum arbeiðir hjá Norðhús. Kristian gongur á møti í Betesda, og hann hevur leingi ynskt at verða trúboðari Ítróttarprofilurin Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo - Um eg ikki fái stuðlar, má eg slakka av við venjingini, tí at annars bukki eg undir fyri stress. Tað hevði verið gott, um eg til dømis hevði kunnað stytt arbeiðsdagin tveir tímar, so at eg fekk tíð til at hvíla, sigur Kristian Olsen. Mynd: Høgni Thomsen