fríggjadagur 18. mai 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 94 - 18. mai 2007
tíðindi
Um hundrað fólk
fingu svar upp á sínar
spurningar, staðfest
sín støðu og sett orð
á sínar tankar, tá
Ingvald á Kamarinum
og Ulrik Jensen frá
Fjordskolen í Dan
mark vitjaðu í Miðla
húsinum týskvøldið
SKÚLI
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Nærum hundrað fólk høvdu
leitað sær oman í Miðla
húsið í Vágsbotni týskvøld
ið, fyri at hoyra Ingvald á
Kamarinum og Ulrik Jen
sen frá Fjordskolen í Dan
mark greiða frá.
Longu trý korter til átta
vóru hølini fullsett, so neyð
ugt var flyta borð og stólar
og umskipa tað heila eitt
sindur, soleiðis at fólkið,
sum bíðaði í durinum, eis
ini fekk sess inni í salinum.
Ein staðfesting av, at
áhugin fyri evninum er stór
ur. Og skal nakað staðfestast
út frá tí, sum varð borið
fram á fundinum týskvøldið,
so er tað, at tørvurin á ein
um serskúla fyri næmingar
við atferðartrupulleikum er
stórur – sera stórur.
Lærarar, pedagogar,
psykologar og
foreldur
Ingvald á Kamarinum og
Ulrik Jensen skiftust báðir
um at hava orðið og greiða
frá. Og tá hesir høvdu tosað
seg heitar, komu áhoyrarar
nir meiri og meiri við í prát
ið, soleiðis at tað mest av
øllum minti um eina sam
røðu millum hesar báðar og
so fjøldina annars, sum mill
um annað taldi lærarar,
pedagogar, psykologar og
foreldur.
Hugleitt varð um næm
ingin við trupulleikum og
støðu hansara. Ingvald á
Kamarinum og Ulrik Jen
sen greiddu frá sínum
royndum og frá tilboðnum,
ið Fjordskolen bjóðar í Dan
mark og eisini hvussu hesin
skúli er skipaður. Eisini
varð nomið við, hvat kann
gerast í Føroyum, fyri at
bøta um støðuna.
Ikki nøkur útreiðsla
Spurdur ítøkiliga, um hvat
skal til, fyri at fáa eitt líkn
andi tilboð í Føroyum, svar
aði Ingvald á Kamarinum
stutt og greitt.
– Ein lógarbroyting er
tað, sum krevst.
Henda er ávegis vita vit,
tí í lógaruppskotinum, sum
liggur í tinginum í løtuni,
er ein heimild til landsstýris
mannin, um at stovnseta
serskúlar sum hesar.
Ingvald greiddi frá, at ser
skúlin, hann er stjóri á, ligg
ur í hansara heimi. Tí krevst
ikki neyðturviliga ein stórur
og nýggjur bygningur.
Síðani krevst, at nakrar
eldsálir eru, sum brenna
fyri tí. Í hesum sambandi
var nevnt, at lærarar á ser
skúlum sum hesum, ofta
skjótt brenna út, og Ingvald
nevndi á Fjordskolen vóru
tað bara hann og Ulrik, sum
høvdu verið við frá byrjan.
Spurt varð eisini, hvat ein
næmingur á Fjordskolen í
miðal kostar. Her ynskti
Ingvald staðiliga at vísa á,
at ein næmingur á ongan
hátt er ein útreiðsla. Tað má
ómøguligt vera hugsanar
hátturin, vísti hann á, men
um tað partú skuldi setast
krónur og oyrur á, so kostar
ein næmingur í miðal
300.000 krónur um árið.
– Men tað kann ikki vera
rætt, at børnini verða løgd
fram sum ein útreiðsla,
segði Ingvald á Kamarinum
og vísti á, at børnini eru ein
íløga og ikki ein tung
byrða.
Staðfest sína støðu
Prátað varð vítt og breitt.
Spurningar vórðu settir, og
spurningar vórðu svaraðir.
Tað varð tó eingin serskúli
stovnsettur í Miðlahúsinum
týskvøldið. Tað var heldur
ongantíð ætlanin. Málið var
at varpa ljós á henda bólk,
sum ongan góðan eigur í
Føroyum. At viðgera eitt
evnið, seta orð á nøkur ting,
lýsa nakrar støður og nevna
nakrar møguleikar.
Og fólkið tók í móti hes
um. Í nærum tveir tímar
varð evnið viðgjørt, og tá
sløkt varð fyri mikrofonini
kjakaðust fólk víðari um
evnið. Tey høvdu fingið
svar upp á nakrar av sínum
spurningum, staðfest sína
støðu og sett orð á nakrar
tankar.
Fjordskolen í Miðlahúsinum:
Stórur áhugi og stórur tørvur
Ingvald á Kamarinum legði dent á týdningin av, at eitt álitisforhold er millum næming og lærara. Næmingurin hevur altíð
upplivað mótgang og ósigrar, og tí verða “succes-upplivingar” dyrkaðar á Fjordskolen
Ulrik Jensen greiddi frá, at tey á Fjordskolen fylgja donsku
fólkaskúlalógini, men eru øðrvísi í so máta, at tey rokna, tá tey
hava hug til tað, og lesa danskt, tá tað er tað, sum næmingurin
tímur
Nærum hundrað fólk vóru og lýddu á
Ingvald á Kamarinum og Ulrik Jensen í
Miðlahúsinum týskvøldið