Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mai 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Filmir í hópatali • Barnasendingar • Dokumentar • Náttúra • Tí›indi alt samdøgri› FRÍGGJADAGUR 11. MAI 2007 VARPIÐ Canal+Film1 • Fríggjadagin kl. 19.00 Jarhead Sum 20 ára gamal verður Anthony Swofford servandur sum marinuhermaður fyri síðani at verða sendur til Kuwait og operation Desert Storm. Han var ein av mongum ungum amerikumonnum, ið vórðu sendir til ein ókendan part av heiminum, har teir skuldu stríðast í einum kríggi, sum teir einki skiltu av. 3+ • Mikudagin kl. 18.00 AC Milan-Liverpool FC Finalan í Champions League er á skránni. Talan er um endurtøku av longu klassiska finaludystinum fyri tveimum árum síðani. Ta ferðin vendi Liverpool 0-3 til 3-3, fyri síðani at vinna eftir brotsspørk. Eingin ivi er um, at Milan nú vil hevna tann dystin, men Liverpool hevur hinvegin kósina móti sínum sætta sigri í stóru kappingini. TV3 • Sunnudagin kl. 23.50 Brotherhood of Murder Bygdur á veruleika: Thomas Martinez býr í Philadelphia saman við konu síni. Gamli krígsveteranurin er desperatur at finna sær arbeiði, nú konan er við barn, men hetta er ikki lætt. Tá hann hittir leiðarin av høgra-ekstremistunum “the Order” gongst tó betri. Við militeru bakgrund síni veksur Thomas skjótt í tign, men hann verður tó skelkaður, tá hann spakuliga kemur eftir, at rasistiska orðalagið als ikki eru tóm orð. At enda ger Thomas av, at tosa við FBI, men hann veit væl, at hetta kann kosta honum lívið.