Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mai 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 94 - 18. mai 2007 7 tíðindi Um hundrað fólk fingu svar upp á sínar spurningar, staðfest sín støðu og sett orð á sínar tankar, tá Ingvald á Kamarinum og Ulrik Jensen frá Fjordskolen í Dan­ mark vitjaðu í Miðla­ húsinum týskvøldið SKÚLI Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Nærum hundrað fólk høvdu leitað sær oman í Miðla­ húsið í Vágsbotni týskvøld­ ið, fyri at hoyra Ingvald á Kamarinum og Ulrik Jen­ sen frá Fjordskolen í Dan­ mark greiða frá. Longu trý korter til átta vóru hølini fullsett, so neyð­ ugt var flyta borð og stólar og umskipa tað heila eitt sindur, soleiðis at fólkið, sum bíðaði í durinum, eis­ ini fekk sess inni í salinum. Ein staðfesting av, at áhugin fyri evninum er stór­ ur. Og skal nakað staðfestast út frá tí, sum varð borið fram á fundinum týskvøldið, so er tað, at tørvurin á ein­ um serskúla fyri næmingar við atferðartrupulleikum er stórur – sera stórur. Lærarar, pedagogar, psykologar og foreldur Ingvald á Kamarinum og Ulrik Jensen skiftust báðir um at hava orðið og greiða frá. Og tá hesir høvdu tosað seg heitar, komu áhoyrarar­ nir meiri og meiri við í prát­ ið, soleiðis at tað mest av øllum minti um eina sam­ røðu millum hesar báðar og so fjøldina annars, sum mill­ um annað taldi lærarar, pedagogar, psykologar og foreldur. Hugleitt varð um næm­ ingin við trupulleikum og støðu hansara. Ingvald á Kamarinum og Ulrik Jen­ sen greiddu frá sínum royndum og frá tilboðnum, ið Fjordskolen bjóðar í Dan­ mark og eisini hvussu hesin skúli er skipaður. Eisini varð nomið við, hvat kann gerast í Føroyum, fyri at bøta um støðuna. Ikki nøkur útreiðsla Spurdur ítøkiliga, um hvat skal til, fyri at fáa eitt líkn­ andi tilboð í Føroyum, svar­ aði Ingvald á Kamarinum stutt og greitt. – Ein lógarbroyting er tað, sum krevst. Henda er ávegis vita vit, tí í lógaruppskotinum, sum liggur í tinginum í løtuni, er ein heimild til landsstýris­ mannin, um at stovnseta serskúlar sum hesar. Ingvald greiddi frá, at ser­ skúlin, hann er stjóri á, ligg­ ur í hansara heimi. Tí krevst ikki neyðturviliga ein stórur og nýggjur bygningur. Síðani krevst, at nakrar eldsálir eru, sum brenna fyri tí. Í hesum sambandi var nevnt, at lærarar á ser­ skúlum sum hesum, ofta skjótt brenna út, og Ingvald nevndi á Fjordskolen vóru tað bara hann og Ulrik, sum høvdu verið við frá byrjan. Spurt varð eisini, hvat ein næmingur á Fjordskolen í miðal kostar. Her ynskti Ingvald staðiliga at vísa á, at ein næmingur á ongan hátt er ein útreiðsla. Tað má ómøguligt vera hugsanar­ hátturin, vísti hann á, men um tað partú skuldi setast krónur og oyrur á, so kostar ein næmingur í miðal 300.000 krónur um árið. – Men tað kann ikki vera rætt, at børnini verða løgd fram sum ein útreiðsla, segði Ingvald á Kamarinum og vísti á, at børnini eru ein íløga og ikki ein tung byrða. Staðfest sína støðu Prátað varð vítt og breitt. Spurningar vórðu settir, og spurningar vórðu svaraðir. Tað varð tó eingin serskúli stovnsettur í Miðlahúsinum týskvøldið. Tað var heldur ongantíð ætlanin. Málið var at varpa ljós á henda bólk, sum ongan góðan eigur í Føroyum. At viðgera eitt evnið, seta orð á nøkur ting, lýsa nakrar støður og nevna nakrar møguleikar. Og fólkið tók í móti hes­ um. Í nærum tveir tímar varð evnið viðgjørt, og tá sløkt varð fyri mikrofonini kjakaðust fólk víðari um evnið. Tey høvdu fingið svar upp á nakrar av sínum spurningum, staðfest sína støðu og sett orð á nakrar tankar. Fjordskolen í Miðlahúsinum: Stórur áhugi og stórur tørvur Ingvald á Kamarinum legði dent á týdningin av, at eitt álitisforhold er millum næming og lærara. Næmingurin hevur altíð upplivað mótgang og ósigrar, og tí verða “succes-upplivingar” dyrkaðar á Fjordskolen Ulrik Jensen greiddi frá, at tey á Fjordskolen fylgja donsku fólkaskúlalógini, men eru øðrvísi í so máta, at tey rokna, tá tey hava hug til tað, og lesa danskt, tá tað er tað, sum næmingurin tímur Nærum hundrað fólk vóru og lýddu á Ingvald á Kamarinum og Ulrik Jensen í Miðlahúsinum týskvøldið