fríggjadagur 18. mai 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 94 - 18. mai 2007
imyndin
na
Eini 15-20 fólk høvdu leitað sær niðan í skúlan at hoyra, hvat landsstýrismaðurin og stjórin
fyri Jarðfeingi høvdu at siga um orkuverkætlanina. Eisini Bjarti Thomsen, formaður í Nólsoyar
Orkufelag, hevði eitt stutt innlegg
Mynd: Leo Poulsen
Gongur sum
ætlað, verður
forprojekteringin
liðug í ár, og samlaða
verkætlanin kann
so standa klár í
2009, segði Sigurð í
Jákupsstovu á kunn
andi fundi í Nólsoy
mikukvøldið
ORKA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Stjórin á Jarðfeingi, Sigurð
í Jákupsstovu, var eisini
við á kunnandi fundinum
í Nólsoy mikukvøldið, og
hann greiddi frá, hvussu
langt málið higartil var
komið. - Tað er av ógvuliga
stórum týdningi, at fáa
potentiellu feløgini við í
verkætlanina. Talan er um
tey feløg, ið hava neyðugu
vitanina
og
neyðugu
fíggjarligu orkuna at verða
við í ætlanunum, segði
Sigurð í Jákupsstovu.
Hann greiddi frá, at líkn
andi royndir eru gjørdar í
Noregi, men at hesar royndir
bert umfata tíggju húsarhald,
og at tær í mestan mun eru
gjørdar uttan luttøku av
lokalsamfelagnum. Við
stórum áhuga í Nólsoy fyri
ætlanunum metti hann, at
tíðin var búgvin at fara
eitt fet víðari og nú gera
líknandi royndir í einum
størri øki. Talan í Nólsoy
er um góð eitthundrað
húsarhald.
Og stjórin í Jarðfeingi
er ógvuliga bjartskygdur
fyri ætlanunum, júst tí at
myndugleikarnir eru so
áhugaðir í verkætlanini.
Og hetta er nakað, sum er
neyðugt, fyri at fáa privatu
fyritøkurnar við, heldur
Sigurð í Jákupsstovu.
- Føroyar eru sum skaptar
til vetnisroyndir. El-bilar og
hydrogen-bilar eru longu
framleiddir. Trupulleikin
er bara, at uttanlands er
talan um ógvuliga stórar
avstandir, tá vit tosa um
USA og Europa, og tað
skapar trupulleikar. Her í
Nólsoy, ella fyri tann part
skuld í Havn, er talan um
ógvuliga stuttar avstandir,
og tí hevði bert verið
neyðugt við einari áfylling
arstøð, og tað er tað, sum
ger stóra munin og sum
ger Nólsoy og Føroyar so
væl egnað, segði Sigurð í
Jákupsstovu.
Komin væl áleiðis
Samlaða vcrkætlanin er
komin somikið áleiðis, at
klárt er nú so smátt at fara
undir forprojektering.
- Vit eru komin hartil, at
vit nú mugu gera upp við
okkum sjálvi, hvat tað er,
ið vit vilja. Vit mugu nú
seta okkum spurningarnar,
hvat vilja vit, hvussu skal
tað fíggjast og hvør skal
gjalda. Hvør skal eiga roynd
arverkætlanina og hvør
skal reka hana. Skal hon
vera privat og skal landið
yvirtaka hana eftir ávísum
áramáli. Tað er slíkt, vit
nú skulu finna útav, segði
Sigurð í Jákupsstovu, stjóri
á Jarðfeingi.
So nú er at finna útav,
hvør skal gera hvat í sam
bandi við verkætlanina,
hvør leikluturin hjá ymsu
aktørunum skal vera.
- Vit eru komin so væl
áleiðis í kanningunum, at vit
miða ímóti at forprojektið
skal kunna verða liðugt í
ár. Og gongur sum ætlað,
kann verkætlanin fara í
gongd av álvara í 2009.
Og tað er nakað, sum er
túgvi fult og fast upp á kann
lata seg gera, segði Sigurð
í Jákupsstovu, stjóri á
Jarðfeingi á kunnandi fundi
í Nólsoy mikukvøldið.
Sigurð í Jákupsstovu, stjóri í Jarðfeingi:
Fyribils verkætlan
gerast í ár
Myndatxt: Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Jarðfeingi,
greiddi frá gongdini higartil í ætlanunum um Nólsoy, sum
sjálvforsyrgjandi innan hita og el
Mynd: Leo Poulsen
Vilja hava meiri fisk
Danskir fiskimenn eru í øðini, tí ES-nevndin hevur bannað
teimum at fiska meiri nebbasild í Norðsjónum í ár. Nevndin
sigur, at stovnurin er so illa fyri, at hann tolir ikki meiri
veiði. ES sigur seg eisini vera bundið av avtalu við Noreg
um kvotuna, og Noreg vil ikki hoyra talan um at hækka
kvotuna. Men danska stjórnin krevur 50.000 tons oman á
kvotuna og sigur, at hon góðtekur ikki, at Noreg skal gera
av, hvat danir fiska.
Mótmæla í Qaanaaq
Í kvøld koma Hans Enoksen, landsstýrisformaður, og
landsstýrismenninir Aleqa Hammond og Aqqala Abelsen til
Qaanaaq, sum hevur fingið nógva umrøðu í seinastuni, eftir
at ein frágreiðing hevur avdúkað umfatandi drykkjuskap í
bygdini. Men politikararnir fáa onga hjartaliga móttøku.
Tvørturímóti fara fólk at ganga mótmælisgongu. Tey krevja
millum annað Karen Littauer, ið skrivaði frágreiðingina,
skal koma til Qaanaaq.
letur rættindini frá SEV yvir
til landsstýrismannin.
Hendan lógin verður vænt
andi samtykt inna einar
fjúrtan dagar í løgtinginum,
og tá tað er hent, liggur
heimildin at geva loyvir
til varandi orkukeldur so
sum vatn og vind hjá lands
stýrismanninum og ikki hjá
SEV, sum nú, segði Bjarni
Djurholm.
Hetta merkir í stutt
um, at tað verður lands
stýrismaðurin, umvegis
Jarðfengið, sum frameftir
fer at hava heimild at geva
loyvir til vindmyllur.
Nólsoy sum fyrimynd
Bjarni Djurholm greiddi frá,
at vit í dag framleiða um 6
prosent av okkara orku frá
vindi, og at aðalmálið var,
at vit við tíðini skulou gerast
minni og minni tengd at
oljuni. Vit eru longu sum er í
allarfremstu røð, tá tað ræður
um at útvinna orku úr vatni,
og av samlaðu oljunýtsluni
stava knappliga helvtin frá
nýtslu umborð á skipum.
- Tað er tí ein stór avbjóðing
at fáa skipini at nýta minni
olju. Og tað er lættari
sagt enn gjørt. Vit arbeiða
fram ímóti, at komandi
nólsoyarferjan kann nýta
vetni sum drívmegi, tá tann
tøknin er komin nóg langt
áleiðis, men tað er munandi
lættari við einari ferju enn
við einum fiskiskipi, segði
Bjarni Djurholm.
Landsstýrismaðurin
segði, at tað sum er ikki er
tøkniliga gjørligt at seta ein
motor í nýggu ferjuna, sum
nýtir vetni, men at skipið
skuldi projekterast soleiðis,
at ein vetnismotorur lættliga
kundi setast í í staðin fyri
traditionella oljumotorin.
Hann vísti víðari á, at
Nólsoy er ógvuliga pass
andi í stødd, bæði hvat við
víkur umráði og fólkatali,
og hann vísti víðari á, at
oyggin er nevnd sum dømi
í uppskotinum um orkupol
iktikk, sum løgtingið altso
tók væl ímóti.
Bjarni Djurholm fjaldi
ikki yvir, at hann er ógvuliga
spentur upp á møguleikarnar,
sum liggja í royndini um
Nólsoy sum sjálvforsýnandi
oyggj hvat hita og streymi
viðvíkur.
- Nólsoy kann gerast
fyrimyndin, ikki bara her í
Føroyum, men eisini um allan
heim í so máta, segði Bjarni
Djurholm, landsstýrismaður í
orkumálum á kunnandi fundi
í Nólsoy mikukvøldið.