Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mai 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 94 • 18. - 20. mai 2007 Vikuskifti  fullkomiliga útvatnað og helst oyðiløgd, tí øll eru knappliga blivin listafólk og hava lista­ fram­sýningar. Tað ger teg ikki til listarmálara, at tú hevur gingið eitt ár á kvøldskúla, og omma tín heldur, at málningarnir hjá tær eru øgiliga góðir, sigur Kári Svensson. - Hevur tú hinvegin knoklað í nógv ár við tínum málningum, tú vilt veruliga nakað við teimum og ert komin víðari og kanska ert farin at arbeiða burturav við tínum verkum, ja, so kunnu vit kanska tosa um, at tú ert listamálari. List er ikki, at onkur situr heima á einum kamari og málar og heldur tað vera pent. Tað skal meira til. Stillar mest út uttanlands Tað hevur gingið væl hjá Kára Svensson sum listamálari sein­ astu árini. Hann kann málað so nógv, honum lystir til útlendsk gallarí, og nakrar ferðir um árið hevur hann eisini sínar egnu framsýningar heima ella uttanlands. - Eg stilli minst fram í Føroyum. Eg havi fimm gallarí uttanlands, sum eg lati málningar fast til. Har er avtalan, at eg skal bara senda teimum mínar málningar, og so verða teir sýndir fram. Nógvir av mínum málningum verða tí sýndir fram og seldir uttanlands, sigur hann. Millum støðini, har Kári sýnir síni verk fram á gallaríum, eru Reykjavík og París, og so er eisini stórur áhugi fyri hansara verkum í Danmark. Í hesum døgum hevur Kári eina serframsýning á Art Gallery í Havn, men hann er sjálvur farin til Litava, har hann hevur fingið eina heldur sermerkta uppgávu saman við øðrum listarfólki. Kári skal mála ein stóran málning upp á tvær vikur, og hesin skal síðani á eina ferðandi framsýning, og málningurin verður eisini endur­ givin í einari bók. - Hetta er ein avbjóðing at fara avstað og skula mála ein málning á hendan Kári um hvíta løriftið Tað ringasta hjá mær sum listamanni er at byrja at mála eitt hvítt lørift. Eg brúki ofta lørift sum palett, tá ið eg máli aðrar málningar, og tá ið eg so taki hesi lørift í brúk, so eru tey ikki hvít longur. Tá er ofta lættari at byrja upp á ein málning. Kári um eldri málningar Tað kann verða løgið at taka ein gamlan málning hjá sær sjálvum fram. Onkuntíð blívi eg kløkkur av tí, sum eg málaði fyri 15 árum síðani, men eg virði allar mínar gomlu málningar m at fara á flot Navn: Kári Svensson Aldur: 53 ár Starv: Listamálari Bústaður: Havn Fakta ➘ (Mynd tvørtur um opnuna: Kári Svensson 1): - Í dag eru orð sum listaverk, listamaður og listaframsýning fullkomiliga útvatnað og helst oyðiløgd, tí øll eru knappliga blivin listafólk og hava listaframsýningar. Tað ger teg ikki til listarmálara, at tú hevur gingið eitt ár á kvøldskúla, og omma tín heldur, at málningarnir hjá tær eru øgiliga góðir, sigur Kári Svensson. Mynd: Jens Kr. Vang