Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mai 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 94 - 18. mai 2007 imyndin na Eini 15-20 fólk høvdu leitað sær niðan í skúlan at hoyra, hvat landsstýrismaðurin og stjórin fyri Jarðfeingi høvdu at siga um orkuverkætlanina. Eisini Bjarti Thomsen, formaður í Nólsoyar Orkufelag, hevði eitt stutt innlegg Mynd: Leo Poulsen Gongur sum ætlað, verður forprojekteringin liðug í ár, og samlaða verkætlanin kann so standa klár í 2009, segði Sigurð í Jákupsstovu á kunn­ andi fundi í Nólsoy mikukvøldið ORKA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Stjórin á Jarðfeingi, Sigurð í Jákupsstovu, var eisini við á kunnandi fundinum í Nólsoy mikukvøldið, og hann greiddi frá, hvussu langt málið higartil var komið. - Tað er av ógvuliga stórum týdningi, at fáa potentiellu feløgini við í verkætlanina. Talan er um tey feløg, ið hava neyðugu vitanina og neyðugu fíggjarligu orkuna at verða við í ætlanunum, segði Sigurð í Jákupsstovu. Hann greiddi frá, at líkn- andi royndir eru gjørdar í Noregi, men at hesar royndir bert umfata tíggju húsarhald, og at tær í mestan mun eru gjørdar uttan luttøku av lokalsamfelagnum. Við stórum áhuga í Nólsoy fyri ætlanunum metti hann, at tíðin var búgvin at fara eitt fet víðari og nú gera líknandi royndir í einum størri øki. Talan í Nólsoy er um góð eitthundrað húsarhald. Og stjórin í Jarðfeingi er ógvuliga bjartskygdur fyri ætlanunum, júst tí at myndugleikarnir eru so áhugaðir í verkætlanini. Og hetta er nakað, sum er neyðugt, fyri at fáa privatu fyritøkurnar við, heldur Sigurð í Jákupsstovu. - Føroyar eru sum skaptar til vetnisroyndir. El-bilar og hydrogen-bilar eru longu framleiddir. Trupulleikin er bara, at uttanlands er talan um ógvuliga stórar avstandir, tá vit tosa um USA og Europa, og tað skapar trupulleikar. Her í Nólsoy, ella fyri tann part skuld í Havn, er talan um ógvuliga stuttar avstandir, og tí hevði bert verið neyðugt við einari áfylling- arstøð, og tað er tað, sum ger stóra munin og sum ger Nólsoy og Føroyar so væl egnað, segði Sigurð í Jákupsstovu. Komin væl áleiðis Samlaða vcrkætlanin er komin somikið áleiðis, at klárt er nú so smátt at fara undir forprojektering. - Vit eru komin hartil, at vit nú mugu gera upp við okkum sjálvi, hvat tað er, ið vit vilja. Vit mugu nú seta okkum spurningarnar, hvat vilja vit, hvussu skal tað fíggjast og hvør skal gjalda. Hvør skal eiga roynd- arverkætlanina og hvør skal reka hana. Skal hon vera privat og skal landið yvirtaka hana eftir ávísum áramáli. Tað er slíkt, vit nú skulu finna útav, segði Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Jarðfeingi. So nú er at finna útav, hvør skal gera hvat í sam- bandi við verkætlanina, hvør leikluturin hjá ymsu aktørunum skal vera. - Vit eru komin so væl áleiðis í kanningunum, at vit miða ímóti at forprojektið skal kunna verða liðugt í ár. Og gongur sum ætlað, kann verkætlanin fara í gongd av álvara í 2009. Og tað er nakað, sum er túgvi fult og fast upp á kann lata seg gera, segði Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Jarðfeingi á kunnandi fundi í Nólsoy mikukvøldið. Sigurð í Jákupsstovu, stjóri í Jarðfeingi: Fyribils verkætlan gerast í ár Myndatxt: Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Jarðfeingi, greiddi frá gongdini higartil í ætlanunum um Nólsoy, sum sjálvforsyrgjandi innan hita og el Mynd: Leo Poulsen Vilja hava meiri fisk Danskir fiskimenn eru í øðini, tí ES-nevndin hevur bannað teimum at fiska meiri nebbasild í Norðsjónum í ár. Nevndin sigur, at stovnurin er so illa fyri, at hann tolir ikki meiri veiði. ES sigur seg eisini vera bundið av avtalu við Noreg um kvotuna, og Noreg vil ikki hoyra talan um at hækka kvotuna. Men danska stjórnin krevur 50.000 tons oman á kvotuna og sigur, at hon góðtekur ikki, at Noreg skal gera av, hvat danir fiska. Mótmæla í Qaanaaq Í kvøld koma Hans Enoksen, landsstýrisformaður, og landsstýrismenninir Aleqa Hammond og Aqqala Abelsen til Qaanaaq, sum hevur fingið nógva umrøðu í seinastuni, eftir at ein frágreiðing hevur avdúkað umfatandi drykkjuskap í bygdini. Men politikararnir fáa onga hjartaliga móttøku. Tvørturímóti fara fólk at ganga mótmælisgongu. Tey krevja millum annað Karen Littauer, ið skrivaði frágreiðingina, skal koma til Qaanaaq. letur rættindini frá SEV yvir til landsstýrismannin. Hendan lógin verður vænt- andi samtykt inna einar fjúrtan dagar í løgtinginum, og tá tað er hent, liggur heimildin at geva loyvir til varandi orkukeldur so sum vatn og vind hjá lands- stýrismanninum og ikki hjá SEV, sum nú, segði Bjarni Djurholm. Hetta merkir í stutt- um, at tað verður lands- stýrismaðurin, umvegis Jarðfengið, sum frameftir fer at hava heimild at geva loyvir til vindmyllur. Nólsoy sum fyrimynd Bjarni Djurholm greiddi frá, at vit í dag framleiða um 6 prosent av okkara orku frá vindi, og at aðalmálið var, at vit við tíðini skulou gerast minni og minni tengd at oljuni. Vit eru longu sum er í allarfremstu røð, tá tað ræður um at útvinna orku úr vatni, og av samlaðu oljunýtsluni stava knappliga helvtin frá nýtslu umborð á skipum. - Tað er tí ein stór avbjóðing at fáa skipini at nýta minni olju. Og tað er lættari sagt enn gjørt. Vit arbeiða fram ímóti, at komandi nólsoyarferjan kann nýta vetni sum drívmegi, tá tann tøknin er komin nóg langt áleiðis, men tað er munandi lættari við einari ferju enn við einum fiskiskipi, segði Bjarni Djurholm. Landsstýrismaðurin segði, at tað sum er ikki er tøkniliga gjørligt at seta ein motor í nýggu ferjuna, sum nýtir vetni, men at skipið skuldi projekterast soleiðis, at ein vetnismotorur lættliga kundi setast í í staðin fyri traditionella oljumotorin. Hann vísti víðari á, at Nólsoy er ógvuliga pass- andi í stødd, bæði hvat við- víkur umráði og fólkatali, og hann vísti víðari á, at oyggin er nevnd sum dømi í uppskotinum um orkupol- iktikk, sum løgtingið altso tók væl ímóti. Bjarni Djurholm fjaldi ikki yvir, at hann er ógvuliga spentur upp á møguleikarnar, sum liggja í royndini um Nólsoy sum sjálvforsýnandi oyggj hvat hita og streymi viðvíkur. - Nólsoy kann gerast fyrimyndin, ikki bara her í Føroyum, men eisini um allan heim í so máta, segði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í orkumálum á kunnandi fundi í Nólsoy mikukvøldið.