Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-18, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mai 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 94 - 18. mai 2007 Uttan at fara inn á støddfrøðiligu síðurnar av málinum um Føroyar sum eitt valdømi, kann ein uttan víðari staðfesta, at uppskot ting­for­ mans­ins um Føroyar sum eitt valdømi er eitt politiskt eldfimt mál. Onkur vil møguliga fara so langt sum at kalla tað fyri eitt statskvett. Sum samfelagsgongdin hevur verið síðan heim­a­stýr­is­ lóg­ina, so má ásannast, at nógv talar fyri einum val­re­formi. Galdandi vallóg við lutbundnum vali í sjey valdømum við eykatinglimum sum út­javn­andi tátti er ikki í samljóði við tíð og sam­ felags­bygnað. Menningin er stór og broytingar í und­irstøðukervinum eru stórar. Í hesum meldri er sum vera man ótti á øllum uttan fyri høvuðsstaðin fyri at gerast við sviðið soð. Verandi valskipan er ein trygdin fyri, at ikki øll menning og øll útbygging fer fram í meginøkinum. Hetta er í hvussu so er tað, sum mong halda, og nakað er ivaleyst um hetta. Hinvegin má ásannast, at útbyggingin av samfelagnum helst hevði verið meira rationell og betur planløgd, um løgting og landsstýri ikki støðugt noyddust at hava fyrilit fyri teimum landspørtum, sum eru uttan fyri meg­in­økið. Er ein sannførdur um, at verandi val­skipan veitir trygd fyri varðveiting av einum búsetingarmynstri, sum vit øll innast inni ynskja varðveitt, so er sera torført at góðtaka eina so radikala fyri ikki at siga kollveltandi broyting við Føroyum sum einum valdømi. Men øll munnu tó ásanna, at verandi skipan gevur trupulleikar, sum fara at standa við og vaksa. Tað eru mong, sum undrast yvir, at tingformaðurin, sum meira ella minni er hevjaður yvir flokspolitikk, her stutt fyri løgtingval kmeur fram við einum so kollveltandi uppskoti. Tingformaðurin veit bet­ur enn nakar annar, hvussu eldfimt hetta mál er. Hetta kann elva til órógv og ósemjur í sam­gong­ uni, og hetta kann enntá loysa út eitt val í ótíð. Hetta er óheppið, tí nógv týðandi mál eru enn óloyst og endar hetta við, at málið fyllir so nógv í samgonguorðaskiftinum, at arbeiðsfriðurin er hóttur, hevur løgmaður lítið í at velja. Tá hetta er sagt, so slepst ikki uttan um at hyggja at valskipanini. Floksformenninir kundu roynt at funnið eina semju um at seta ein bólk av ser­ frøð­ing­um, sum kundu komið við tilmælum, sum tryggjaðu øll neyðug fyrilit og sum løgting og al­menningur kundu fingið høvi at viðgjørt í friði og náðum og ikki í skundi. Hetta er eitt sera álvarsamt mál, sum hevur uppiborðið eina seriøsa nágreinliga viðgerð í øllum samfelagsins liðum. Sosialurin Formaðurin spælir við eld Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1330 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kom til Føroya vakrastu oyggj. Vágur er perlan í Suðuroy. Millum blómur við Tvøroyar Fjørð. Bjørgini fyri vestan og øll eiðini ...........jú, satt er tað, vøkur er oyggin, eing­in ivi er um tað. Men, tað man mangan vera keð­i­lig støða at vera í hjá kunn­ing­ar­støð­ u­num í Suðuroy, tá ið ferðafólk vitj­ar og koma við teimum vanligu spurningunum um um­støðurnar á veg­a­strekkj­u­ num til tey plássini, tey ætla sær at fara til. Ein farleið er niðan á Bein­isvørð. Hon er uttan iva tann, sum liggur fremst í huga við sínum stórbara út­sýni á bjørgini fyri vestan hjá ferðandi at uppliva, báði hjá fremmanda fólki, men so sanniliga eisini hjá okkum føroyingum. Men, hvussu eru so um­støð­ur­nar, sum verða bodn­ar okkum? Úr Lopra um Hest­in og oman til Sumbiar er ein gamal, smalur vegur, sum liggur sera vakurt í lend­i­num. So leingi asfaltið hevur verið hildið við líka, hev­ur tað verið ein frægd at koyrt eftir honum báði við bili, og ikki minni við mot­ or­súkklu við einari passaliga frið­ar­ligari ferð. Tó, bara síðan í fjør er hesin vegurin so nógv versnaður, at um hann ikki verður bøttur, er illa hugsandi, at nakar hætt­ar sær at koyra meira um Hest­ in, í hvussu so er ikki í næsta ár longu, so skjótt versnar ein sovorðin vegur, sum bara sleppur at liggja í órøkt. Fyrst í maimánað vóru vit báðir vinmenninir Robert og eg ein biltúr norðuri við Riskivatn. Tað er eisini ein nattúruppliving at koyra tann túrin. Mann kemur so høgt upp, at útsýnið er berg­tak­andi – niður í Botn – niður á Saksaberg, og so oman yvir Vágsbygd. Eitt satt undur fyri sjón og sansir. Men gakk, sannheitin var tann, at vit komu nærum í óføri, long­ur vit komu burtur úr bygd­um – at enda sum at koyra ígjøgnum urðargrót. Slíkar umstøður kann mann ikki bjóða ferðandi, hvørki fremmandum ella okk­um sjálvum. A veg oman aftur til Vágs møttu vit gomlum kenningi, og spurdu, um hann visti hvør ið hevur ábyrgdina av hesum vegastrekki. Honum vit­andi eru tað Sev og Lands­ verk. Tað mátti verið ráð til at lagt nakað av asfalti á hes­ar smølu vegirnar tá ið krevst, í hvussu er somikið, at tað ikki verður hættisligt at koyra eftir. Heldur ikki hevði verið av vegnum at havt eitt nossligt skýli við wc og vaski á leiðunum, ser­ liga á Sumbiarvegnum. Alt gott um tunnlar og aðr­ar hentleikar til frama fyri vinnulív og trivna ann­ars, men verða teir vøkr­u fjallavegirnir ikki varð­veitt­ir í góðum standi, fer ongantíð at eydnast at bjóða Føroyar fram sum ferð­a­mann­aland. Eingin tím­ir at offra í túsundavís at koma til Føroyar at “fresa” ígjøgnum eitt ótal av meir ella minni ógvusligum hol­ um undir tungum fjøllum og sundum, og so koma upp­und­an aftur hinumegin og gnýggja eyguni sum ein moldvørpa. Tað verður bara ein effektivur máti at halda ferðafólki burtur higani. So fæst eingin vinna burt­ ur úr. Ferðavinna Th. M. Smith Á seinasta løgtingsvali, 20. januar 2004, bleiv Sam­bands­ flokk­urin størstur við 7.501 stemm­um, 580 stemmur framm­an fyri næststørsta flokk, Javnaðarflokkin. Sam­ bands­flokk­urin kom í breiða samgongu og fekk lands­stýr­ is­menn í fíggjarmálum og fisk­i­vinn­u­málum. Bárður Niel­sen og Bjørn Kalsø hava røkt hesar landsstýrissessir fyri­myndarliga. Men boð eru eftir góðum fólki. Bárður bleiv ‘head­ hunt­­að­ur’ og fekk tilboð um sera avbjóðandi starv fram um ein hóp av væl­ kval­­i­­fi­ser­að­um um­søkj­ar­ um. Tískil segði hann lands­ stýr­­is­sess­in frá sær, hóast hann treivst í hesum starvi. So mátti annað fólk finn­ ast í staðin. Tingmanning Sam­bands­floks­ins vísti bein­an­veg for­mann­i­num Kaj Leo Johannesen álit, men hann bar seg undan, tí trygd fekst ikki fyri, at Sam­ bands­flokk­ur­in varð­veitti ting­ses­sin hjá formann­i­ num. Á spennandi fundi tað mesta av einum fyrraparti, har nógv nøvn vóru á skránni, samdist leiðslan í Sam­bands­flokk­inum um at peika á Magna Laksafoss sum nýggjan lands­stýr­is­ mann. Fá fólk í Føroyum munnu vera so væl kval­i­fi­ ser­að til hetta starvið sum Magni. Magni er útbúgvin cand. polit. (tjóðar-bú­skap­ ar­frøð­ing­ur) frá lærda há­skúl­a­num í Keyp­mann­a­ havn og hevur arbeitt innan hetta øki bæði í Føroyum og í Grønlandi. Magni hev­ ur eisini royndir frá nógvum ym­isk­um greiningum um før­oyska og grønlendska bú­skap­in og eisini sum lim­ ur í Búskaparráðnum. Tí­skil er hann sum skrædd­ ar­a­seym­að­ur til starvið sum lands­stýr­is­maður í fíggjar­ mál­um. Sum formaður í velj­ar­a­ fel­ag Sambandsfloksins í Suð­ur­streymi vil eg hervið ynskja Magna Laksafoss hjart­a­liga tillukku við nýggja starvinum og blíðan byr við hesi stóri av­bjóð­ ing. Sambandsflokkurin tók røttu avgerðina, og hetta kem­ur at styrkja flokkin enn meir. Vilt tú verða við til at styrkja Sam­bands­ flokk­in kann tú gerast limur á heimasíðuni www. samband.fo ella ringja á tel. 318870 ella 312492. Sambandsflokkurin gjørdi rætt Nólsoy, form. í Føroya Væl, valfelag Sambandsfloksin í Suðrstreymi Bjarti Thomsen