fríggjadagur 18. mai 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
8
Nr. 94 • 18. - 20. mai 2007
Kári um at broyta seg
Listin er soleiðis í dag, at alt er loyvt. Eg havi ongantíð
bundið meg heilt fastan í einum ávísum stíli ella motivi.
Eg leiti altíð eftir onkrum nýggjum – kanska eitt øðrvísi
landskap ella aðrar litir. Eg vil altíð royna at koma
víðari og fáa nýggj ting inn í verkini hjá mær. Tað má
ongantíð blíva samlibandslist.
Kári um at tosa
við málningar
Tað eru mangar løtur, at eg standi her við
penslinum og tosi við málningarnar. Tað
er næstan sum at tosa við eitt fólk, og eg
kenni meg ongantíð heilt einsamallan her
í atelierinum.
hátt. Hetta er nakað heilt annað,
enn tað eg eri vanur við, so eg
eri spentur og kanska eisini eitt
sindur nervøsur, segði Kári, tá ið
vit vitjaðu hann á Velbastað beint
fyri fráferðina.
Steingir seg inni við
inntrykkunum
Umstøðurnar hjá Kára Svensson
á Velbastað eru av teimum allar
bestu. Hann hevur eitt gott og
rúmligt atelier at mála í, húsini
standa undir liðini av atelierinum,
og úr húsunum hevur hann eitt
framúr útsýnið vestureftir – til
Hest og Kolturs millum annað.
- Tá ið eg havi brúk fyri at
fáa nøkur inntrykk, so spáki eg
mær ein túr her á Velbastað
ella sitið frammanfyri vindeygað
og filosoferi. Eg vil ikki síggja
út frá atelierinum, tí tað hevði
bara órógvað ljósið og motivini
hjá mær. Eg vil heldur fara út og
brúka náttúruna til íblástur, og
so kann eg steingja meg inni í
atelierinum við tí, sum eg havi
verið úti og sansað, sigur Kári.
Hóast umstøðurnar at arbeiða
undir eru av teimum allarbestu,
roynast allir dagar ikki líka væl
við penslinum í hendi.
- At mála er sum at fara á
flot. Tú veist ongantíð, hvat tú
fært heimaftur við tær. Við hvørt
komi eg væl upplagdur her um
morgnarnar og eri klárur at mála,
men eg fái einki burturúr. Aðrar
dagar gongur tað sera væl, og
eg fái nógv á løriftið. Eg máli
vanliga fimm málningar í senn, tí
um eg renni meg fastan í tí eina
málninginum, so kann eg flyta til
ein annan.
- Tað er sjáldan, at ein
málningurin verður júst soleiðis,
sum eg hevði hugsað mær
frammanundan. Eg havi eitt
hugskot, tá ið eg byrji, men tað
hendir altíð okkurt, meðan eg
arbeiði við málninginum. Við
hvørt upplivi eg, at eg fari yvir til
ein málning og máli okkurt, men
eg veit ikki rættiliga, hvat tað er,
sum eg geri.
Nógv verður vrakað
Ein listamaður er í støðugum
bardaga við seg sjálvan fyri at
fáa nakað gott burturúr, og tað er
langt frá alt, sum verður málað
í atelierinum á Velbastað, sum
yvirlivir sum listaverk.
- Tað kemur fyri, at eg komi til
arbeiðis um morgunin og finni út
av, at eitt hugskot, sum eg helt
verða sera gott kvøldið fyri, als
ikki er so gott, og so má eg byrja
umaftur. Og eg vraki eisini ofta
málningar, sum eg havi málað
lidnar.
- Tá ið eg skal senda málningar
avstað til eina framsýning ella
eitt gallarí, so sensureri eg meg
sjálvan, áðrenn nakað fer avstað.
Ivist eg í, um ein málningur er
nóg góður, so fer hann ongan
veg. Eisini tá ið verk eru send
avstað, og eg skal seta tey upp í
einum framsýningarhøli, so velji
eg ímillum verkini, og summi
koma ongantíð upp at hanga.
Tað hendir seg eisini, at onkur
málningur kemur upp at hanga
á einum gallarí, sum eg má taka
niður aftur, tí eg eri ikki heilt
nøgdur við hann.
- Tað er umráðandi hjá einum
listarmanni at sensuerera seg
sjálvan, tí tað ger teg betur sum
listarmann. Um tú ikki ert vísur í,
um ein málningur er nóg góður,
skal tú ikki brúka hann til nakað.
Á tann hátt fært tú tað fram, sum
tú ert allarbest nøgdur við, og so
hækkar støðið hjá tær.
- Eg velji nógvar málningar
frá, og eg eri strangur við meg
sjálvan, sigur Kári Svensson.
- Tað er sjáldan, at ein málningurin verður
júst soleiðis, sum eg hevði hugsað mær
frammanundan. Eg havi eitt hugskot, tá ið eg
byrji, men tað hendir altíð okkurt, meðan eg
arbeiði við málninginum. Við hvørt upplivi eg,
at eg fari yvir til ein málning og máli okkurt,
men eg veit ikki rættiliga, hvat tað er, sum eg
geri. Mynd: Jens Kr. Vang