fríggjadagur 18. mai 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 94 - 18. mai 2007
Uttan at fara inn á støddfrøðiligu síðurnar av
málinum um Føroyar sum eitt valdømi, kann
ein uttan víðari staðfesta, at uppskot tingfor
mansins um Føroyar sum eitt valdømi er eitt
politiskt eldfimt mál. Onkur vil møguliga fara
so langt sum at kalla tað fyri eitt statskvett. Sum
samfelagsgongdin hevur verið síðan heimastýris
lógina, so má ásannast, at nógv talar fyri einum
valreformi. Galdandi vallóg við lutbundnum
vali í sjey valdømum við eykatinglimum sum
útjavnandi tátti er ikki í samljóði við tíð og sam
felagsbygnað. Menningin er stór og broytingar í
undirstøðukervinum eru stórar. Í hesum meldri er
sum vera man ótti á øllum uttan fyri høvuðsstaðin
fyri at gerast við sviðið soð.
Verandi valskipan er ein trygdin fyri, at ikki øll
menning og øll útbygging fer fram í meginøkinum.
Hetta er í hvussu so er tað, sum mong halda, og
nakað er ivaleyst um hetta. Hinvegin má ásannast,
at útbyggingin av samfelagnum helst hevði verið
meira rationell og betur planløgd, um løgting og
landsstýri ikki støðugt noyddust at hava fyrilit
fyri teimum landspørtum, sum eru uttan fyri
meginøkið. Er ein sannførdur um, at verandi
valskipan veitir trygd fyri varðveiting av einum
búsetingarmynstri, sum vit øll innast inni ynskja
varðveitt, so er sera torført at góðtaka eina so
radikala fyri ikki at siga kollveltandi broyting við
Føroyum sum einum valdømi. Men øll munnu
tó ásanna, at verandi skipan gevur trupulleikar,
sum fara at standa við og vaksa.
Tað eru mong, sum undrast yvir, at tingformaðurin,
sum meira ella minni er hevjaður yvir flokspolitikk,
her stutt fyri løgtingval kmeur fram við einum so
kollveltandi uppskoti. Tingformaðurin veit betur
enn nakar annar, hvussu eldfimt hetta mál er.
Hetta kann elva til órógv og ósemjur í samgong
uni, og hetta kann enntá loysa út eitt val í ótíð.
Hetta er óheppið, tí nógv týðandi mál eru enn
óloyst og endar hetta við, at málið fyllir so nógv
í samgonguorðaskiftinum, at arbeiðsfriðurin er
hóttur, hevur løgmaður lítið í at velja.
Tá hetta er sagt, so slepst ikki uttan um at hyggja
at valskipanini. Floksformenninir kundu roynt
at funnið eina semju um at seta ein bólk av ser
frøðingum, sum kundu komið við tilmælum,
sum tryggjaðu øll neyðug fyrilit og sum løgting
og almenningur kundu fingið høvi at viðgjørt
í friði og náðum og ikki í skundi. Hetta er eitt
sera álvarsamt mál, sum hevur uppiborðið eina
seriøsa nágreinliga viðgerð í øllum samfelagsins
liðum.
Sosialurin
Formaðurin spælir við eld
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kom til Føroya vakrastu
oyggj.
Vágur er perlan í Suðuroy.
Millum blómur við Tvøroyar
Fjørð.
Bjørgini fyri vestan og øll
eiðini ...........jú, satt er tað,
vøkur er oyggin, eingin ivi
er um tað. Men, tað man
mangan vera keðilig støða
at vera í hjá kunningarstøð
unum í
Suðuroy, tá ið ferðafólk
vitjar og koma við teimum
vanligu spurningunum um
umstøðurnar á vegastrekkju
num til tey plássini, tey ætla
sær at fara til.
Ein farleið er niðan á
Beinisvørð. Hon er uttan
iva tann, sum liggur fremst
í huga við sínum stórbara
útsýni á bjørgini fyri vestan
hjá ferðandi at uppliva, báði
hjá fremmanda fólki, men so
sanniliga eisini hjá okkum
føroyingum.
Men, hvussu eru so
umstøðurnar, sum verða
bodnar okkum? Úr Lopra um
Hestin og oman til Sumbiar
er ein gamal, smalur vegur,
sum liggur sera vakurt í
lendinum. So leingi asfaltið
hevur verið hildið við líka,
hevur tað verið ein frægd at
koyrt eftir honum báði við
bili, og ikki minni við mot
orsúkklu við einari passaliga
friðarligari ferð. Tó, bara
síðan í fjør er hesin vegurin
so nógv versnaður, at um
hann ikki verður bøttur, er
illa hugsandi, at nakar hættar
sær at koyra meira um Hest
in, í hvussu so er ikki í næsta
ár longu, so skjótt versnar
ein sovorðin vegur, sum bara
sleppur at liggja í órøkt.
Fyrst í maimánað vóru vit
báðir vinmenninir Robert
og eg ein biltúr norðuri við
Riskivatn. Tað er eisini ein
nattúruppliving at koyra
tann túrin. Mann kemur
so høgt upp, at útsýnið er
bergtakandi – niður í Botn
– niður á Saksaberg, og so
oman yvir
Vágsbygd. Eitt satt undur
fyri sjón og sansir. Men
gakk, sannheitin var tann,
at vit komu nærum í óføri,
longur vit komu burtur úr
bygdum – at enda sum at
koyra ígjøgnum urðargrót.
Slíkar umstøður kann
mann ikki bjóða ferðandi,
hvørki fremmandum ella
okkum sjálvum.
A veg oman aftur til Vágs
møttu vit gomlum kenningi,
og spurdu, um hann visti
hvør ið hevur ábyrgdina av
hesum vegastrekki. Honum
vitandi eru tað Sev og Lands
verk. Tað mátti verið ráð til
at lagt nakað av asfalti á
hesar smølu vegirnar tá ið
krevst, í hvussu er somikið,
at tað ikki verður hættisligt
at koyra eftir. Heldur ikki
hevði verið av vegnum at
havt eitt nossligt skýli við
wc og vaski á leiðunum, ser
liga á Sumbiarvegnum.
Alt gott um tunnlar og
aðrar hentleikar til frama
fyri vinnulív og trivna
annars, men verða teir
vøkru fjallavegirnir ikki
varðveittir í góðum standi,
fer ongantíð at eydnast at
bjóða Føroyar fram sum
ferðamannaland. Eingin
tímir at offra í túsundavís at
koma til Føroyar at “fresa”
ígjøgnum eitt ótal av meir
ella minni ógvusligum hol
um undir tungum fjøllum
og sundum, og so koma
uppundan aftur hinumegin
og gnýggja eyguni sum ein
moldvørpa. Tað verður bara
ein effektivur máti at halda
ferðafólki burtur higani.
So fæst eingin vinna burt
ur úr.
Ferðavinna
TH. M. SMITH
Á seinasta løgtingsvali, 20.
januar 2004, bleiv Sambands
flokkurin størstur við 7.501
stemmum, 580 stemmur
framman fyri næststørsta
flokk, Javnaðarflokkin. Sam
bandsflokkurin kom í breiða
samgongu og fekk landsstýr
ismenn í fíggjarmálum og
fiskivinnumálum. Bárður
Nielsen og Bjørn Kalsø hava
røkt hesar landsstýrissessir
fyrimyndarliga.
Men boð eru eftir góðum
fólki. Bárður bleiv ‘head
huntaður’ og fekk tilboð
um sera avbjóðandi starv
fram um ein hóp av væl
kvalifiseraðum umsøkjar
um. Tískil segði hann lands
stýrissessin frá sær, hóast
hann treivst í hesum starvi.
So mátti annað fólk finn
ast í staðin. Tingmanning
Sambandsfloksins vísti
beinanveg formanninum
Kaj Leo Johannesen álit,
men hann bar seg undan, tí
trygd fekst ikki fyri, at Sam
bandsflokkurin varðveitti
tingsessin hjá formanni
num.
Á spennandi fundi tað
mesta av einum fyrraparti,
har nógv nøvn vóru á
skránni, samdist leiðslan í
Sambandsflokkinum um at
peika á Magna Laksafoss
sum nýggjan landsstýris
mann. Fá fólk í Føroyum
munnu vera so væl kvalifi
serað til hetta starvið sum
Magni. Magni er útbúgvin
cand. polit. (tjóðarbúskap
arfrøðingur) frá lærda
háskúlanum í Keypmanna
havn og hevur arbeitt innan
hetta øki bæði í Føroyum
og í Grønlandi. Magni hev
ur eisini royndir frá nógvum
ymiskum greiningum um
føroyska og grønlendska
búskapin og eisini sum lim
ur í Búskaparráðnum.
Tískil er hann sum skrædd
araseymaður til starvið sum
landsstýrismaður í fíggjar
málum.
Sum formaður í veljara
felag Sambandsfloksins í
Suðurstreymi vil eg hervið
ynskja Magna Laksafoss
hjartaliga tillukku við
nýggja starvinum og blíðan
byr við hesi stóri avbjóð
ing.
Sambandsflokkurin tók
røttu avgerðina, og hetta
kemur at styrkja flokkin
enn meir. Vilt tú verða við
til at styrkja Sambands
flokkin kann tú gerast limur
á heimasíðuni www.
samband.fo ella ringja á tel.
318870 ella 312492.
Sambandsflokkurin gjørdi rætt
Nólsoy,
form. í Føroya Væl,
valfelag Sambandsfloksin í
Suðrstreymi
BjARTI
THoMSEN