fríggjadagur 18. mai 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 94 - 18. mai 2007
13
tíðindi
Meðan flestu før
oysku festivalarnir
eru bundir at
einum stað er
Summartónar ein
festivalur fyri allar
Føroyar. 24 bólkar
og einstaklingar
spæla á 64
tiltøkum á 24
konsertstøðum
í 14 ymiskum
bygdum og býum
Tónleikur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Skráin fyri Summartónar er
nú almenn, og føroyski tón
leikafestivalurin, sum í
størri mun enn nakar av hin
um festivalunum leggur seg
eftir at vísa fram nýskrivað
an tónleik, er aftur í ár sera
spennandi, fjølbroyttur og
umfatandi.
– Vit leggja ikki so nógv
an dent á, hvat slag av tón
leiki vit hava á Summartón
um, sigur primus motor
Kristian Blak.
– Vit hava klassiskt, fólka
tónleik, jass, men av tí, at
tað er Felagið føroysk tóna
skøld, sum stendur fyri festi
valinum er greitt, at her
ikki er talan um siðbundið
tilfar, men fokus verður sett
á nýskrivaðan føroyskan
tónleik, greiður Kristian
frá.
Ein tónleikafagnaður
Hetta er 15. árið, at føroyska
summarið verður fylt við
Summartónum. Fyrstu árini
var tað fyrst og fremst klass
iskur og modernaður tón
leikur, ið vóru á skránni.
Men við tíðini gjørdist tón
leikaligi profilurin breiðari.
Í 2004 tóku fyriskipararnir
av Summartónum yvir, eftir
at Tórshavnar Jazz-, Fólka-
og Blues festivalur var farin
í søguna, og skipaðu hetta
árið fyri einum jassfestivali
í juli. Men árið eftir var hes
in festivalur lagdur saman
við Summartónum, og tón
leikaprofilurin gjørdist tann
hann er í dag; ein tónleika
fagnaður fyri nýskrivaðum
klassiskum, fólka- og jass
tónleiki.
Tónleikur um
alt landið
Meðan hinir føroysku festi
valarnir eru bundnir at ein
um ávísum stað, eru Summ
artónar um alt landið. Her
er talan um so ymisk støð
sum Havnar Klubba og
Havnar kirkju, Listaskálan
og skúlan í Gásadali, Norð
urlandahúsið og Fráhalds
húsið í Mikladali, Listasavn
ið á Sandi og Manhattan.
Tilsamans 24 konsertstøð í
14 ymiskum bygdum ella
býum. Hetta at fara útum
alt landið hevur altíð verið
ein partur av Summartónum,
og ein partur, sum sambært
Kristian Blak er ein av
styrkjunum við tiltakinum.
Smáplássini stóra
undirtøku
– Royndirnar hjá okkum
vísa, at tey smærru støðini
ofta hava fleiri vitjandi enn
tey størru. Á smáplássunum
eru tey ikki so von við, at
konsertir verða hildnar har,
og tí koma eisini fleiri fólk.
Sjálvt tær smølu tónleika
greinirnar savnað nógv fólk
á smáplássunum. Men vit
leggja okkum eisini eftir,
ikki at geva smáplássum
eina yvirdosis av smølum
tónleiki, men royna at viga
upp ímóti tí smala við onkr
um breiðum. T.d. á Kals
oynni verður ein solo sello
leikari, ið spælir modernað
an tónleik og so seinni
spælimanstónleikur, greiður
Kristian frá.
Fyri Kristian eru nógvar
av mest minniligu konsertu
num, ið hann hevur spælt
og verið á, júst hildnar á
smáplássum.
– Tað er spennandi at
spæla onnur støð, enn tey,
sum tú vanliga spælir. Um
hvørvið hevur nógv at siga,
og eg minnist tildømis øgi
liga væl eina konsert í Hatt
arvík við Rasmus Lyberth
fyri nógvum árum síðan,
meðan so nógvar aðrar kon
sertir eru farnar í gloymsk
una, sigur Kristian.
Níggju støð í Havn
Tiltøkini í Havnini hava
ofta verið nokkso konsen
trera í Norðurlandahúsinum,
men hesaferð hava fyri
skipararnir valt, at brúka 9
ymisk konsertstøð í høvuðs
staðnum. Hetta er sambært
Kristiani, millum annað
fyri at fáa meira orku í til
takið, at fólk kann flyta seg
ímillum støðini. Hetta er
nakað, sum Kristian millum
annað kennir av einum festi
vali, ið hann luttók á í Ung
arn, men sum eisini verður
brúkt á eitt nú Iceland Air
waves.
Gjógv er ein miðdepil
Umframt Havnina við sín
um 9 spælistøðum er Gjógv
eitt slag av miðdepli á
Summartónum. Konsertir
verða hildnar í gjónni á
Gjáargarði og í bygdarhúsi
num. Kristian vísir á, at
Gjógv hevur fingið eina ser
liga støðu sum mentanar
stað.
– Fólk úr øllum landinum
koma til Gjáar á konsertir.
Hetta er m.a. orsakað av
góða arbeiðinum hjá Eiriki
Suna, ið rekur Gjáargarð og
orsakað av góða viljanum
hjá bygdaráðnum. Umframt
konsertirnar í sjálvari
Summartóna vikuni, verður
skipað fyri Summartóna
konsertum við Gjógv í
allan juli mánað, undir
heitinum Mánadagur við
Gjógv
Samstarva við
Eysturíki
24 bólkar og einstaklingar
luttaka á Summartónum.
Tey flestu av hesum eru úr
Føroyum, men harumframt
eru eisini Ísland, Svøríki,
Noreg og Eysturríki umboð
aði.
– Skulu vit tosa um okk
urt yvirordnað tema, so má
tað vera luttøkan úr Eystur
ríki, vísir Kristian Blak á.
– Vit samstarva við tvey
almenn feløg í Eysturíki,
og tónleikarar haðani koma
til Føroyar at spæla saman
við føroyingum og at spæla
føroysk verk. Hetta er eitt
samstarv, sum eisini merkir,
at Aldubáran í Heyst skal
til Eysturríki at framføra
føroysk verk. Tað er annars
ofta trupult, at sleppa uttan
lands at framføra tílíkan
nýskrivaðan føroyskan tón
leik, sigur Kristian Blak.
Hann vónar at hetta við at
samstarva við feløg í útland
inum kann halda fram, og
vísir á, at longu nú verður
arbeitt við at fáa samstarv
við Suðurafrika í lag til
Summartónar 2008.
Summartónar
alt summarið
Summartónar er í døgunum
25. juni til 2. juli, men fevn
ir eisini um mánadag við
Gjógv konsertrøðina, ið er
allan juli mánað og Con
certo Grotto konsertirnar,
ið byrja í dag og halda fram
til 25. august. Tilsamans
fevnir Summartónar um
ikki færri enn 64 tónleikatil
tøk.
Summartónar um alt landið
Bólkar og einstaklingar
Aldubáran Sinfonietta (Føroyar/Eysturríki), Bernharður
Wilkinson, leiðari
Benjamin Petersen Kvintett (Føroyar)
BenJammin (Føroyar)
Budam (Føroyar)
Crawling Blue (Føroyar)
Dánjal á Neystabø (Føroyar)
Duo Rima (Ísland/Svøríki)
INÖK · forum elektroakustik‚ audio·video (Eysturríki)
JazzTrio & Joel Wästberg (Føroyar/Svøríki )
Kiezelmayer (Føroyar)
Kvonn (Føroyar)
Odd-Arne Jacobsen & Edvard Nyholm Debess (Føroyar/
Noreg)
Tjant (Føroyar)
Tórshavnar Kamarkór (Føroyar)
Uni Debess (Føroyar)
Watkins’ Kids (Føroyar)
Yggdrasil (Føroyar)
ÖKB · kamarmusik (Eysturríki)
Anmari van der Westhuizen (Eysturríki)
Guðrið Hansdóttir (Føroyar)
Gunnhildur Halla Guðmundsdóttir (Ísland)
Kári Sverrisson (Føroyar)
Ólavur Jakobsen (Føroyar)
FAKTA
Kristian Blak hevur
øll 15 árini luttikið á
Summartónum sum
tónleikari, tónaskald og
fyriskipari.
Konsertstøð
Tórshavn:
Norðurlandahúsið
Miðlahúsið
Listaskálin
Havnar Klubbi
Hafnia Lounge
Manhattan
Posthúskjallarin
Müllers Pakkhús
Havnar kirkja
Gjógv:
Gjáargarður
Bygdarhúsið
í Gjónni
Bygd:
Oyndarfjørður, Kirkjan
Toftir, Fríðrikskirkjan
Gásadal, Skúlin
Sandur, Listasavnið
Hestur, Klæmintsgjógv
Nólsoy, Kunningarstovan
Hvalba, Roynhøllin
Kirkjubøur, Kirkjan
Trøllanes, Skúlin
Mikladalur, Fráhaldshúsið
Bøur, Kirkjan
Tvøroyri, Klubbin
FAKTA