Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mai 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 94 • 18. - 20. mai 2007 Vikuskifti  skemt Í rangastrúpan Er okkurt komið í rangastrúpan, er hetta komið heilt skeivt í hálsin. Og soleiðis er eisini við teimum útsagnunum, sum vit hava prentað niðanfyri. Eisini hóast hesar útsagnir eru á prenti. Samstundis sum vit prenta hesar, vilja vit við hesum senda eina áheitan til lesarar okkara um at siga frá, um líknandi skeivleikar ella bara løgnar útsagnir eru at síggja í prentaðu miðlunum. Fráboðanir um hetta kunnu sendast okkum við bæði bræv- og telduposti. Trongar umstøður Ætlanin var, at dysturin millum GÍ og KÍ í Løgmanssteypinum skuldi... Sosialurin Tað endaði faktiskt 1-1... Dysturin í Gundadali er ein stórdystur, sum sær eitt av liðunum tapa fyri fyrstu ferð í fimm dystum Dimma Illir inn á stigini B36 og Skála deildu stigini www.vikublad.fo Larmandi hvalir Men grindadráp er í lagi, so leingi tað ikki ger meira skaða enn gang. Sosialurin Gingið væl at flyta Heini í Skorini hevur ikki verið at sæð í føroyskum fótbólti í longri tíð, men til hetta kappingarárið er hann fluttur heimaftur av flatlondum, og tað má sigast at hava eydnast væl higartil. Dimma Bárður fyrireikar Stórutjørn Bárður Nielsen skal standa fyri Føroya størstu byggiætlan – Stórutjørn í Hoyvík. Hann er farin til arbeiðis, og sum tað sæst á myndini, er hann longu farin í gongd. Men hevði Bárur vitað, at hann sjálvur skuldi sláa grasið á 30.000 fermetra stóra økinum, áðrenn stóru gravmaskinurnar skuldu inn á økið, so hevði hann nokk hugsað seg um eina ferð afturat... Ein tann týdningarmesti liðurin í arbeiðsgongdini á einum blað eru myndatøkurnar. Her á Sosialinum hava vit tveir myndamenn, sum burtur av taka myndir, eins og blaðfólk og aðrir myndamenn eisini taka myndir av og á. Tað eru sjálvandi ymsir teknikkir, sum kunnu nýtast við myndatøkum, og her hava vit so tikið eina mynd av eini serstakari myndatøku. Tað verða nógv sølu­tricks brúkt fyri at fáa fólk at keypa alt tað, sum tey í grundini ikki hava brúk fyri. Prísurin er lágur, tilboðið óvanliga gott, góðskan burturúr góð og so víðari. Ja, við hvørt sigur tað seg bara sjálvt, at tú mást keypa ein ljósareyðan multi-fruktpressara við átta ymiskum amboðum og variablari ferð. Men tað eru eisini tey, sum halda, at tey hava einki serligt at selja. Til dømis hendan lýsingin í gulu síðunum hjá Dimmalætting nú um dagarnar. Ljót lampa Seinastu tíðina hava vit sæð, at stórar fyritøkur hava skift navn ella samleika. Nú um dagarnar var viðlíkahald gjørt á Miðlahúsið í Vágsbotni, og einu løtuna sá tað út til, at Sosialurin fór at broyta navn... Navnabroyting? Myndatøka