Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mai 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 94 - 18. mai 2007 13 tíðindi Meðan flestu før­ oysku festivalarnir eru bundir at einum stað er Summartónar ein festivalur fyri allar Føroyar. 24 bólkar og einstaklingar spæla á 64 tiltøkum á 24 konsertstøðum í 14 ymiskum bygdum og býum Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Skráin fyri Summartónar er nú almenn, og føroyski tón­ leikafestivalurin, sum í størri mun enn nakar av hin­ um festivalunum leggur seg eftir at vísa fram nýskrivað­ an tónleik, er aftur í ár sera spennandi, fjølbroyttur og umfatandi. – Vit leggja ikki so nógv­ an dent á, hvat slag av tón­ leiki vit hava á Summartón­ um, sigur primus motor Kristian Blak. – Vit hava klassiskt, fólka­ tónleik, jass, men av tí, at tað er Felagið føroysk tóna­ skøld, sum stendur fyri festi­ valinum er greitt, at her ikki er talan um siðbundið tilfar, men fokus verður sett á nýskrivaðan føroyskan tónleik, greiður Kristian frá. Ein tónleikafagnaður Hetta er 15. árið, at føroyska summarið verður fylt við Summartónum. Fyrstu árini var tað fyrst og fremst klass­ iskur og modernaður tón­ leikur, ið vóru á skránni. Men við tíðini gjørdist tón­ leikaligi profilurin breiðari. Í 2004 tóku fyriskipararnir av Summartónum yvir, eftir at Tórshavnar Jazz­, Fólka­ og Blues festivalur var farin í søguna, og skipaðu hetta árið fyri einum jassfestivali í juli. Men árið eftir var hes­ in festivalur lagdur saman við Summartónum, og tón­ leikaprofilurin gjørdist tann hann er í dag; ein tónleika­ fagnaður fyri nýskrivaðum klassiskum, fólka­ og jass­ tónleiki. Tónleikur um alt landið Meðan hinir føroysku festi­ valarnir eru bundnir at ein­ um ávísum stað, eru Summ­ artónar um alt landið. Her er talan um so ymisk støð sum Havnar Klubba og Havnar kirkju, Listaskálan og skúlan í Gásadali, Norð­ urlandahúsið og Fráhalds­ húsið í Mikladali, Listasavn­ ið á Sandi og Manhattan. Tilsamans 24 konsertstøð í 14 ymiskum bygdum ella býum. Hetta at fara útum alt landið hevur altíð verið ein partur av Summartónum, og ein partur, sum sambært Kristian Blak er ein av styrkjunum við tiltakinum. Smáplássini stóra undirtøku – Royndirnar hjá okkum vísa, at tey smærru støðini ofta hava fleiri vitjandi enn tey størru. Á smáplássunum eru tey ikki so von við, at konsertir verða hildnar har, og tí koma eisini fleiri fólk. Sjálvt tær smølu tónleika­ greinirnar savnað nógv fólk á smáplássunum. Men vit leggja okkum eisini eftir, ikki at geva smáplássum eina yvirdosis av smølum tónleiki, men royna at viga upp ímóti tí smala við onkr­ um breiðum. T.d. á Kals­ oynni verður ein solo sello­ leikari, ið spælir modernað­ an tónleik og so seinni spælimanstónleikur, greiður Kristian frá. Fyri Kristian eru nógvar av mest minniligu konsertu­ num, ið hann hevur spælt og verið á, júst hildnar á smáplássum. – Tað er spennandi at spæla onnur støð, enn tey, sum tú vanliga spælir. Um­ hvørvið hevur nógv at siga, og eg minnist tildømis øgi­ liga væl eina konsert í Hatt­ arvík við Rasmus Lyberth fyri nógvum árum síðan, meðan so nógvar aðrar kon­ sertir eru farnar í gloymsk­ una, sigur Kristian. Níggju støð í Havn Tiltøkini í Havnini hava ofta verið nokkso konsen­ trera í Norðurlandahúsinum, men hesaferð hava fyri­ skipararnir valt, at brúka 9 ymisk konsertstøð í høvuðs­ staðnum. Hetta er sambært Kristiani, millum annað fyri at fáa meira orku í til­ takið, at fólk kann flyta seg ímillum støðini. Hetta er nakað, sum Kristian millum annað kennir av einum festi­ vali, ið hann luttók á í Ung­ arn, men sum eisini verður brúkt á eitt nú Iceland Air­ waves. Gjógv er ein miðdepil Umframt Havnina við sín­ um 9 spælistøðum er Gjógv eitt slag av miðdepli á Summartónum. Konsertir verða hildnar í gjónni á Gjáargarði og í bygdarhúsi­ num. Kristian vísir á, at Gjógv hevur fingið eina ser­ liga støðu sum mentanar­ stað. – Fólk úr øllum landinum koma til Gjáar á konsertir. Hetta er m.a. orsakað av góða arbeiðinum hjá Eiriki Suna, ið rekur Gjáargarð og orsakað av góða viljanum hjá bygdaráðnum. Umframt konsertirnar í sjálvari Summartóna vikuni, verður skipað fyri Summartóna­ konsertum við Gjógv í allan juli mánað, undir heitinum Mánadagur við Gjógv Samstarva við Eysturíki 24 bólkar og einstaklingar luttaka á Summartónum. Tey flestu av hesum eru úr Føroyum, men harumframt eru eisini Ísland, Svøríki, Noreg og Eysturríki umboð­ aði. – Skulu vit tosa um okk­ urt yvirordnað tema, so má tað vera luttøkan úr Eystur­ ríki, vísir Kristian Blak á. – Vit samstarva við tvey almenn feløg í Eysturíki, og tónleikarar haðani koma til Føroyar at spæla saman við føroyingum og at spæla føroysk verk. Hetta er eitt samstarv, sum eisini merkir, at Aldubáran í Heyst skal til Eysturríki at framføra føroysk verk. Tað er annars ofta trupult, at sleppa uttan­ lands at framføra tílíkan nýskrivaðan føroyskan tón­ leik, sigur Kristian Blak. Hann vónar at hetta við at samstarva við feløg í útland­ inum kann halda fram, og vísir á, at longu nú verður arbeitt við at fáa samstarv við Suðurafrika í lag til Summartónar 2008. Summartónar alt summarið Summartónar er í døgunum 25. juni til 2. juli, men fevn­ ir eisini um mánadag við Gjógv konsertrøðina, ið er allan juli mánað og Con­ certo Grotto konsertirnar, ið byrja í dag og halda fram til 25. august. Tilsamans fevnir Summartónar um ikki færri enn 64 tónleikatil­ tøk. Summartónar um alt landið Bólkar og einstaklingar Aldubáran Sinfonietta (Føroyar/Eysturríki), Bernharður Wilkinson, leiðari Benjamin Petersen Kvintett (Føroyar) BenJammin (Føroyar) Budam (Føroyar) Crawling Blue (Føroyar) Dánjal á Neystabø (Føroyar) Duo Rima (Ísland/Svøríki) INÖK · forum elektroakustik‚ audio·video (Eysturríki) JazzTrio & Joel Wästberg (Føroyar/Svøríki ) Kiezelmayer (Føroyar) Kvonn (Føroyar) Odd-Arne Jacobsen & Edvard Nyholm Debess (Føroyar/ Noreg) Tjant (Føroyar) Tórshavnar Kamarkór (Føroyar) Uni Debess (Føroyar) Watkins’ Kids (Føroyar) Yggdrasil (Føroyar) ÖKB · kamarmusik (Eysturríki) Anmari van der Westhuizen (Eysturríki) Guðrið Hansdóttir (Føroyar) Gunnhildur Halla Guðmundsdóttir (Ísland) Kári Sverrisson (Føroyar) Ólavur Jakobsen (Føroyar) FAKTA Kristian Blak hevur øll 15 árini luttikið á Summartónum sum tónleikari, tónaskald og fyriskipari. Konsertstøð Tórshavn: Norðurlandahúsið Miðlahúsið Listaskálin Havnar Klubbi Hafnia Lounge Manhattan Posthúskjallarin Müllers Pakkhús Havnar kirkja Gjógv: Gjáargarður Bygdarhúsið í Gjónni Bygd: Oyndarfjørður, Kirkjan Toftir, Fríðrikskirkjan Gásadal, Skúlin Sandur, Listasavnið Hestur, Klæmintsgjógv Nólsoy, Kunningarstovan Hvalba, Roynhøllin Kirkjubøur, Kirkjan Trøllanes, Skúlin Mikladalur, Fráhaldshúsið Bøur, Kirkjan Tvøroyri, Klubbin FAKTA