fríggjadagur 18. mai 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 94 - 18. mai 2007
nøvn
Týsdagin 22. mai verður
Torgir Strøm í Nøgrum í
Porkeri 70 ár.
Torgir er ættaður úr Vági,
og foreldrini eru Torkil
Strøm og Herborg, fødd
Mortensen, ættað úr Mýrini
í Øravík. Herborg og Torkil
fingu 5 børn, og Torgir er
elstur av teimum.
Barnaheimið hjá Torgir
stendur beint niðan frá,
har tað stóra reiðaravirkið
á Løðhamri stóð, og sum í
hansara barna- og ungdóms
árum stóð í sínum besta
blóma. Har upplivdi hann
tað pulserandi lívið, sum
knýtti seg til eitt slíkt virki
og eisini til øll hini virkini,
sum tá í tíðini settu sín dám
á dagliga lívið í Vági og
bygdunum her um leiðir.
Slíkt virksemi sum tá
sluppirnar vórðu riggaðar til
um várið, og so tá tær komu
fullfermdar aftur og løgdu
til brúgvarnar at landa, tá
sluppu børnini upp í part. Ella
útróðurin um vetrarnar við
deksbátunum og sluppunum,
tá dreingirnir kappaðust um
at sleppa framat í skúrunum
til at egna uttan at hugsa um
at fáa nakað afturfyri.
Slík viðurskifti hava sjálv
andi sett síni spor í hugan
og sinni hjá einum drongi
sum Torgir og komu tí at
leggja lunnar undir lívsyrki
hansara.
Hugurin til sjógvin og
til at veiða hevur ivaleyst
sínar røtur frá forfedrunum
í Mýrini í Øravík, so tá skúla
árini í Vági, sum endaðu við
realskúlanum, vóru løgd
afturum, tá var tað sum
bygdarmaðurin Jákup Dahl,
sáli, yrkir um longsulin og
dreymurin til havið, ráddi
um hjá Torgir, tí nú lá leiðin
út á tað fongríka hav.
Fyrsti túrurin var á Suð
urlandið um várið 1954 við
stóru skonnartini Borgini,
sum Thorvald Hjelm var
skipari á, og seinri á árinum
gekk leiðin til Grønlands,
men tá hendi tað óhappið,
sum so lættliga kundi tikið
dirvið frá einum ungum
drongi, tí eldur kom í hetta
stásiliga farið, so tað brendi
og sakk, men tíbetur varð
manningin bjargað.
Hóast henda skelkin, misti
Torgir ikki mótið og hugin
til sjógvin, men hann helt
áfram og tað bleiv og hevur
verið lívsstarv hansara til
fyri stuttum.
Torgir hevur eisini roynt seg
í sigling uttanlanda eitt skifti,
men meginparturin av tíðini
hevur verið við fiskiskipum.
Tá stállínubátarnir komu
sigldi hann við Jógvan á
Gørðunum.
Torgir tók skiparaprógv í
Tórshavn og hevur siglt sum
stýrimaður og skipari við
fleiri skipum m. a. „Pork
erisnes“, men tó mest við
„Kyrjasteini“, sum hann átti
saman við øðrum, og sum
teir í fleiri ár fiskaðu laks við
norðanfyri Føroyar. Hetta
mundi mangan vera hart lív,
men veiðan var ofta góð og
prísurin høgur, so nógv bleiv
lagt fyri.
Seinni árini hevur heilsan
ikki verið tann besta, men
ein stálsettur vilji og góður
hugur til sjógvin og ivaleyst
við eitt sindur av treiskni
uppií hevur Torgir tó til fyri
stuttum drivið útróður við
„Glyvraberg“ í Hvalba og
„Emely“ í Porkeri, og við
teimum ført mangan góðan
fong til lands.
Torgir fylgir væl við í øllum
samfelagsviðurskiftum
og er søgufróður maður.
Hann hevur serstakan
áhuga fyri og gott innlit í
ættarsøgu, og tí hevur boð
verið eftir honum til at hava
frálæru í ættargransking í
kvøldskúlum í Suðuroynni.
Við loyvi frá børnunum
hjá Johan O. Samuelsen,
sjómansskúlalærara, ættaður
úr Sumba, fekk Torgir í 1998
loyvi til at skriva av og geva
út „Fólk í Suðuroy 1584
- 1840“. Hetta bókaverkið
hevur verið til stórt gagn
hjá teimum, sum fáast við
at kanna ættarsøgu.
Eisini í Porkeris Forn
minnafelag hevur Torg
ir verið hollur stuðul og havt
sín stóra leiklut, og helst í
telduarbeiði við gomlum
myndum.
Torgir flutti til Porkeris í
1961, tá Amy og hann giftist
og festu búgv í Nøgrum.
Tey eiga tríggjar døtur;
tvær búgva í Porkeri og ein
í Tórshavn.
Abbabørnini eru 7 í tali, og
tey trívast væl hjá abbanum,
sum er barnavinur burturav.
Heimið í Nøgrum hevur
altíð verið „fjálgt“ at koma
í, og ivaleyst verða tað mong
sum týsdagin fara at støkka
inn á gólvið.
Hjartaliga til lukku og
blíðan „byr“ framyvir .
Kenningur
Beiggi okkara, Torgir Strøm
í Porkeri, fyllir 70 ár 22.
maj. Torgir er elsti sonur
Torkil og Herborg Strøm í
Vági. Barnaheimið var á
Løðhamri, og har vaks hann
upp saman við okkum 4
systkjum, Maritu, Jonhild,
Hans Paula og Mariu. Meðan
hann var smádrongur búðu
eisini í húsunum á Løðhamri
omman og abbin, Maria og
Petur Strøm, Vera, pápa
systur okkara, og Osvald,
pápabeiggi, við konuni Selmu
og børnum teirra, Annemiu,
Piddi og Jóanis.
Jú, har var gaman. Og
Tórgir dugdi væl at fylla
sínar dagar. Altíð niðri í
mølini á flaka ella í báti á
fjørðinum við glúpi, ella
í bjørgunum eftir pisum.
Mangar karmar tók mamma
upp meðan hon sang: ”onki
gerð, vátur er, ofta raskur
drongur”. Men hann dugdi
eisini so væl at tekna,
sum oftast skip við fullum
seglum. Skemtiligar tekn
ingar eisini, ikki minst av
skúlalærarunum. Hugflogið
var stórt.
Altíð varð hann glaður
og í góðum lag. Ein føddur
optimistur. So lívsappetitt-
urin var stórur. Hann varð
aldrin í iva um, hvat hann
skuldi verða, tá hann bleiv
stórur. Sjómaður! Men tó
ráddi pabba: skúlan fyrst,
realeksamin áðrenn hann
slapp nakran veg.
Endiliga upprann dagurin.
Liðugur við skúlan og so til
sjós 16 ára gamal. Fyrst í
sildina við Agnes Louise.
Men so fekk hann tjans við tí
prýðiligu skonnartini, Borg
ini hjá Torvaldi Hjelm. Fyrst
vártúrin á Suðurlandið. Og
so seinna túrin til Grønlands.
Hetta gjørdist vanlukkutúrur,
tí eldur kom í Borgina, og
hon sakk, men manningin
varð bjargað. Hetta fekk ikki
Torgir til at missa hugin til
sjógvin. Havið varð hansara
lagna. Hann hevur altíð
elskað lívið til sjós, sjálvt
um tað gav nógvar harðar
brestir.
Eftir hetta fór hann við
Hermani í Garðinum, fyrst
við Beinisvørð og síðani við
City of Norwich. Tó tá stóð
hugurin út í stóru verð, so
Torgir fór sum so mangur
unglingi í farmasigling utt
anlands – ella sum man
segði, út í verðina at sigla
á langfart til fjarskotnar
strendur. Eftir tveimum árum
vendi hann heimaftur. Tá var
grønlandsútróðurin upp á
tað besta, og tað skuldi eisini
roynast. Tá síðst í 50’unum
og fyrst í 60’unum kom ein
nýggjur føroyskur fiskifloti
við øllum stállínubátunum.
Í Vági komu nógvir, fyrstur
Jógvan á Gørðunum, síðani
Magnus og Petur á Gørð
unum, Óla Horn og Tummas
við Kráir. Hetta var aftur ein
nýggj avbjóðing fyri ungar
raskar menn, og sjálvandi
stóð Tórgir á bakkanum tá
Jógvan á Gørðunum við Henn
ingi Jensen í skipararútinum
legði út á sín fyrsta túr.
Torgir fór á skiparaskúla,
og í Havnini fann hann pork
erisgentuna Amy. Tey giftist í
1961 og búsettust í húsunum
á Nøgrun í Porkeri.
Torgir fór at føra skip.
Langt er at siga alla søguna,
men nevnast má tá hann og
aðrir keyptu Kyrjastein í
1974 og høvdu hann í 15
ár, m.a. til laksuveiðu. Í
1990 fingu hann og aðrir ta
stásiligu Vársól til bygdina.
Seinastu árini róði Torgir út,
tey flestu árini førdi hann
Glyvraberg hjá Manne Næs
í Hvalba.
Alt sítt drúgva lív sum
sjóðmaður var Torgir nógv
heimanifrá. Heima ein stuttan
støðg, lorar koyggisekkin
upp á land, altíð gávur við,
fyrst til tey yngru systkinini,
so til børnini. Og so avstað
aftur.
Í dag sært tú hann standa
við vindeyga og hyggja út á
fjørð. ”Gott útróðrarveður í
dag. Hevði man verði yngri”.
Ikki man tað vera aldurin,
men heldur heilsubrekið íð
heldur honum aftur. Men
so tekur hann abbungarnar
við sær til fjals, leiðir tey
á bólini og reiðrini og vísir
teimum út á havið. Heimaftur
komin bakar hann teimum
pannukakur.
So ferð hann vestur í teldu
kamarið hjá sær, og har tekst
hann so við tí, ið nú í mong
ár hevur verið hansara stóri
áhugi. At skjalprógva og
útgreina ættarbondini. Hann
fortelur gjarna okkum um
slektina. Í 1997 kom so í
bókabúðirnar bók hansara
”Fólk í Suðuroy 1584-
1840”. Og í 2005 og 2006
gav hann út 8 bøkur um
”Fólkatal í Suðuroy 1801
– 1911”. Ongin ivi er um
at hesar bøkur eru dýrgripir
hjá ættargranskarum, eins
og hjá vanligum fólki, ið
sjálvi royna at kunna seg
um uppruna sín. Torgir
undirvísur eisini í kvøld
skúlum í ættargransking.
Eitt sindur av frískari
luft skal man hava. So ferð
hann út til seyðin ella ein túr
vestur til gæsirnar.
Torgir hevur verði sínum
góður. Altíð so hjartansgóður
og gávumildur. Hann hevur
tað best við øllum sínum
tætt hjá sær. Vit systkin tíni
ynskja tær tillukku við degn
um og takka tær og Amy fyri
alla góðsku og fyri at vit
altíð eru vælkomin í heimi
tykkara í Porkeri.
Systkini
Torgir Strøm sjeyti
Torgir Strøm 70 ár