Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-18, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mai 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 94 • 18. - 20. mai 2007 Vikuskifti 12 Veðrið var tí fagr­ asta hetta mána­ kvøldið 30. apríl, tá 12 miðvingar, 12 veðrar og ein tíð­ inda­­maður løgdu til brots av Oyrargjógv Orð&myndir: Snorri Brend Hann hevði ligið við lágætt nakrar dagar, og nú vóru bæði veður og alduhædd til vildar. Endamálið hjá hesum víttfevnda ferðalagnum var at sigla hesi heystlombini norður í Miðvágsurð. Komnir á staðið, vórðu veðrar og manning stjórað í land við lítlari jollu, og síðani vórðu teir ferføttu sleptir leysir. Her sleppa teir at ganga til einaferð út í september mánað, tá farið verður eftir teimum aftur. Við í ferðalagnum vóru hesir 12: Kári á Presttrøðni, Tórður á Presttrøðni, Neinbjørn Nattestad, Wensil Nattestad, Dagfinn Petersen, Dagbjørn Hansen, Jónleif Jørgensen, Rani Hanusarson, Jón Jørgensen, Kenneth Gaardlykke, Gerhard Hansen og Jóhannus Nattestad. Við veðrum no Dagbjørn Hansen hvílir seg eina løtu Veðrarnir eru komnir væl umborð á bátin. Leiðin er løgd norður á Urðina. Á myndini síggjast Neinbjørn Nattestad og Jónleif Jørgensen