fríggjadagur 18. mai 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 94 - 18. mai 2007
19
tíðindi
bygdarfólkið
Trý á gøtuni
Eitt er, hvat bygdaráðið heldur og ætlar um í framtíðini. Men hvat
sigur bygdarfólkið?
Vit vóru í Hvannasundi mikudagin og spurdu nøkur fólk á gøtuni í
Norðdepli og í Hvannasundi.
– Tosa seg til sættis
Páll Trondesen úr Depli er fyri eini
samanlegging við Klaksvík.
Orsøkin til hetta er hin einfalda: -
Vit verða helst tvungin saman við
lóg, fyrri ella seinni allíkavæl.
Páll dugir sjálvur ikki at síggja
nakrar fyrimunir við hesum sum so.
Men hann heldur tað vera betri, at
kommunurnar sjálvar tosa seg til
sættis í hesum máli.
- Eg haldi, at rættiliga nógv fólk eru
fyri eini samanlegging, sigur hann.
– Eingin fyrimunur
fyri okkum
Mai Fuglø stóð og egndi henda seinnapartin.
Men fyri hana er eingin ivi um, at hon er
ímóti eini samanlegging:
- Hygg bara eftir Árnafirði. Eg dugi ikki
at síggja, at henda bygdin hevur havt nakran
fyrimun at vera saman við Klaksvík, sigur
Mai.
Hon dugir kortini at síggja, at tað kunnu
vera fyrimunir við eini samanlegging. Men
tað er alt treytað av, hvørjar sømdir tann
minna kommunan kann fáa.
- Men sum nú er, eri eg ímóti eini
samanlegging, sigur hon avgjørd.
– Hopi ikki at teir
leggja saman
John Simonsen er ættaður úr Hvannasundi,
men býr í Klaksvík.
Hann kennir tí til málið frá báðum síðum. Men
sum hann tekur til:
- Eg eri bangin fyri, at vit verða forsømd í
eini samanlegging. Eg vil ikki hopa, at teir
leggja saman, sigur John.
Hann hevur hesa støðuna út frá tí veruleika,
at Hvannasund er eitt minni øki í mun til
Klaksvík, og at tað vísir seg mangan, at tey
størru økini verða meiri raðfest enn tey
smærru.
- Tað er so skjótt, at átrokandi mál verða
forsømd, til dømis tá talan er um útstykkingar
og umstøðurnar til vinnulívið.
- Hygg bara eftir Árnafirði. Teir sum tá vóru
í mínum aldri, høvdu trupulleikar við at fáa
grundøki har. Har hevur lítil menning verið
tey seinnu árini, og tí hon er við at doyggja út,
sigur hann avgjørdur.
um teir í bygdaráðnum vilja
selja bygdina til tann, ið
bjóðar hægst.
- Fyrr vóru helst fleiri
fyri eini samanlegging,
men í dag eru tey helst í
minniluta, tí einki er hent í
so máta, siga fólk.
Markið við Djúpini
Ein annar partur, sum
kanska er nakað minni enn
tann omanfyri, eru tey sum
meta tað sum eina sjálv
fylgju at báðar kommunur
nar fara í enn størri enn í
dag.
- Fyri mær er eingin ivi
um, at allar Norðoyggjar
áttu at a og kunna verðið til
eina einstaka og sterka
kommunu.
- Tá átti ein ikki at tosa
um mark millum bygdirnar
her í økinum, men bara sett
Djúpini sum mark millum
Eysturoynna og ta stóru
Norðoyar kommunu í fram
tíðini, siga onnur.
Fleiri bera haraftrat ótta
fyri, at um kommunurnar
ikki verða samanlagdar
sjálvbodnar, so verða tær
rætt og slætt tvungnar at
leggja saman í framtíðini.
- Tí hevði verið nógv
betri, at vit gjørdu tað nú í
beinleiðis samráðingum, og
altso ikki við knívinum á
barkanum.
- Lívið er alt ov stutt til
innanhýsis klandur. Latum
okkum finna eitt gott stev
og fara í positivar samráð
ingar við klaksvíkingar,
siga tey.
”
Taðvejden, fara vit saman við Klaksvík, so
steðgar øll menning upp her í bygdini. Vit
verða snøgt sagt svølgd av tí stóra
SAMSTARV: Fólk í
Hvannasund eru ójøvn
á máli, hvørt bygdin skal
leggja saman við Klaksvík
ella ikki. Ein teirra sum
er fyri samanleggingini
er Palli Simonsen (uttast
høgrumegin) sum her prátar
við Gulak og Louis. – Eg dugi
ikki at síggja annað, enn at
vit mugu øll samstarva, sigur
Palli
Mynd: Høgni Thomsen