fríggjadagur 18. mai 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 94 • 18. - 20. mai 2007
Vikuskifti
14
Á ferðini vitjaðu vit m.a bátaverk
smiðjuna Sarin´s Båter, sum selur
eitt sindur av bátum til føroyingar.
Vit høvdu undan ferðini biðið
stjóran, Thomas Sarin, um eina
samrøðu. Tann 19. apríl um 9
tíðuna settu vit honum stevnu á
snotiligu verksmiðju hansara.
Tá vit so koma inn í skrivsto
vuna, kemur ein eldri kona ímóti
okkum, “er dette færingerne?”
spyr hon, og vit nikka.
“Jag forstår, at i skal tala med
chefen”, og við eitt er ein ungur
maður har sum heilsar uppá
okkum. Vit høvdu næstan hug at
spyrja hvar stjórin var, men við
eitt sigur hann “dette er Thomas
Sarin”, ein sera fryntligur maður,
sum so avgjørt ikki sá út til at
hava “stjóranykkir”, nei, heldur
tvørturímóti, hann var í kovboy
buksum, ternutari skjúrtu og
einum svørtum trygdarskóm.
Stjórin er 37 ára gamal og
hevur arbeitt her á verksmiðjuni
síðan 1997. Hann tók við sum
stjóri í 2004.
Thomas sigur, at Sarin´s Båter
byrjaði so smátt í 1967, tá pápi
hansara fór undir at gera ymiskt
monteringsarbeiði fyri aðrar. Ì ár
eru tað eru sostatt 40 ár síðani
vit byrjaðu, og tað hevur gingið
ómetaliga skjótt við menningini
av fyritøkuni, leggur hann afturat.
Fyritøkan er enn í dag ein fam
iliufyritøka, tí umframt Thomas,
sum er stjóri, so er mamma
hansara á skrivstovuni og ein
yngri beiggi, sum er tekniskur
leiðari. Tvey onnur syskin eru
eisini eigarar, men arbeiða ikki á
verksmiðjuni. Pápin, sum settið
fyritøkuna á stovn, er farin uppá
pensjón.
Í 1969 fór pápin sjálvur undir at
gera lítlar seglbátar úr glasfiburi,
og sum ískoyti til ta framleisluna
gjørdið hann eisini lítlar jollur.
Hetta vant skjótt uppá seg, tí í
1975 byrjaði framleislan av bát
um við motori, sum vit kenna tað
í dag.
Rættuliga ferð kom á teir heilt
flottu frítíðarbátarnar í 1977, og
framleislan bara veksur, sigur
Thomas við einum smíli. Tað er so
stórur eftirspurningur í løtuni, at
bíðitíðin er uppí eitt heilt ár eftir
teimum stórstu bátunum, men
fólk bíða gleðiliga, sigur hann.
Á sama hátt sum um allan
knøttin, so eru lág og hákon
jukturar eisini í Finlandi, sigur
Thomas, t.d. var tíðin í byrjanin av
80´unum sera tung fyri okkum, og
tí ansa vit nú sera væl eftir ikki at
vit ikki gera ov stórar íløgur, sum
kunnu koma at “kvala” okkum í
síðsta enda.
Hann sigur, at Sarin´s Båter
hevur í dag ein umsetning uppá
á leið 6 mill. og tað er hann sera
vælnøgdur við, tí framleiðslan er
uml. 80 bátar árliga .
Vit gera allar støddir av bátum,
men serliga eru tað støddirnar 21
fót til 37 fót ið selja best. Umleið
85 prosent av framleisluni fer til
útflutnings og marknaðurin er
serliga Svøríki, Norra, men vit
selja eisini til Russland, Japan,
Grønland og sjálvandi til Føroyar.
Fyri uml. 15 árðum síðani seldu
vit ein politibát til Svøríkis, men
seinastu árðini hava vit selt 14
politibátar til Týsklands og fyri
kortum hava vit fingið ein ordra
uppá tveir slíkar til Romenia, so
ordrar uppá sergjørdar bátar fáa
vit av og á, sigur Thomas.
Sum nevnt, so hava vit selt
nakrar bátar til Føroyingar
gjøgnum áðrini. Hvussu nógvar
veit eg ikki her og nú, men vit
hava eitt einastandandi samstarv
við føroyingar, tá teir keypa bát,
sigur Thomas.
Tað liggur ein serlig veiðumen
tan í føroyingum, tí hóast teir
keypa ein ein flottan t.d. 34 fót
bát, sum vit her í Finlandi helst
vildu brúkt til sól og summar og
t.d. bátastevnur, so er spurning
urin altíð hjá føroyingum, hvussu
stórt dekkið er, so teir kunnu fáa
fiskin til høldar. Eitt sum teir altíð
spyrja um, er, hvar teir kunnu
standa tá teir skjóta fugl ella fara
Sosialurin í Finlandi
Birgir Waag Høgnesen
birgir@sosialurin.fo
Føroyingar
keypa bátar
úr Kokkula
í Finlandi
Sosialurin var tann 18. til 24. apríl á
ferð í Finlandi. Vit vóru í býnum
Kokkula í Botnisku víkini, har teir eru
serliga kendir fyri sítt bátabyggjarí