fríggjadagur 18. mai 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 94 - 18. mai 2007
Plátufelagið Tutl
væntar, at felagið í
ár fer at geva út fleiri
fløgur enn nakrantíð
áður. Við 30 árum á
baki er Tutl vorðið
eitt effektivari felag,
og hetta ger felagið
áhugavert fyri nýggj
sum gomul tónleika
nøvn úr Føroyum og
útlandinum.
Tónleikur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Plátufelagið Tutl fyllur í ár
30 ár, og sambært stovnar
unum og enn dagliga leiðar
anum Kristian Blak verður
hetta eitt ár við sera nógvum
virksemi. Kristian sigur, at
hetta árið fer felagið at geva
fleiri útgávur út, enn nak
rantíð áður.
- Sum er eru 26 fløgur og
ein DVD í gerð. Og fleiri
koma heilt víst afturat sein
ni í ár, sigur Kristian, ið
gleðist um nógva virksem
ið.
Seks fløgur higartil
Higartil í ár eru seks fløgur
komnar út. Fyrsta útgávan,
Askur hjá Yggdrasil kom út
fyrst í januar, í februar
komu fløgurnar hjá Pande
monium hjá Sic og Edel
weiss hjá Rasmusi Rasmuss
en, í apríl kom trífløgan hjá
K a j
K l e i n
ú r
Maskinrúminum og í síðstu
viku gav Teitur fløguna
Káta Hornið út. Nýggjasta
útgávan, A Beam Of Light
hjá Tjant kemur í næstum í
sølubúðirnar.
Summar við nógv
um virksemi
Sum vant er tað frá um
summarið og út til jóltíðir,
at flestu fløgurnar verða
givnar út, og í ár er eisini
so, í tíðarskeiðinum juni til
august koma nógvar spenn
andi fløgur, higartil eru 20
fløgur á skránn i.
Her eru útgávur við nýgg
jum spenn andi nøvnum so
sum Budam, Lawetz odda
manninum Høgna Reistrup,
Kvonn við Angeliku Niel
sen, Guðrið Hansdóttir, Jen
sinu Olsen, ið vann singer/
song writerkappingina hjá
Hafnia Lounge, gittarsnill
ing inum Benjamini Peter
sen og fløgan hjá Jens L.
Thomsen, m.a. við lagnum
Fjøllini standa úti, ið fekk
ann aðpláss í sang skrivara
kappingini hjá Atlantic
MusicEvent.
Nýtt frá nýggjum
og gomlum
Eisini eru nýggjar útgávur
við royndum og kendum
nøvnum so sum Jens Lis
berg, Páll Finn ur Páll, Kára
Sverrisyni, Øssi Johanne
sen, Paula í Sandagerði og
afturíaftur koman hjá Før
oya fyrsta og besta veruliga
elektroniska tónleikabólki
Maður:Glotti.
Ein av mest forvitnisligu
fløgunum, ið kemur út verð
ur uttan iva Blak-60, ið er
ein útgáva, ið Kristian Blak
fekk í 60 ára gávu. Tað eru
vinir og samstarvsfelagar
hjá Kristiani, ið høvdu
spælt fløguna inn fyri at
heiðra mann in, ið ivaleyst
hevur havt størri ávirkan á
føroyskan tónleik enn nakar
annar.
Útlendskar útgávur
Umframt allar føroysku
fløgurnar gevur Tutl eisini
útlend skar fløgur út. Nevn
ast kann tildømis, at fløgan,
sum vann heiðurslønina
sum besta fløga við fólka
tónleiki á donsku fólkatón
leikaheiðurslønini í mars,
Akkrobakkus hjá Afenginn ,
er útgivin á føroyska plátu
felagnum. Aftur í ár koma
fleiri útlendskar útgávur.
Higartil eru ein donsk, ein
finsk, ein álendsk og ein
estisk fløga á skránn i,
umframt at 3 fløgur við
klassiskum tónleiki úr
Bolivia møguliga verða
givnar út á Tutl í næstum.
Umframt tær 26 fløgurnar
verður eisini ein DVD við
føroyskum dansi givin út.
Umskipa útbreiðs
luliðið
Tutl hevur fyri stuttum
umskipað sítt virksemi fyri
at gera tað effektivari. Í hes
um sambandi er plátufelagið
farið í samstarv við Bóka
miðsøluna um at taka sær
av goymslu og útbreiðslu
fyri seg
Kristian Blak greiður frá,
at goymsluviðurskiftini hjá
Tutl hava verið sera óstøðug
í nógv ár. Tær 70.000 fløg
urnar, ið felagið hevur á
goymslu av 300 ymiskum
útgávum, hava ferðast kring
Føroyar frá stað til stað, utt
an at hava eina veruliga fas
ta goymslu. Tí kom tað væl
við, tá Magnus Tausen frá
Lærarafelagnum setti seg í
samband við Tutl og bjóð
aði, at Bókamiðsølan kundi
taka sær av at goyma og
útbreiða fløgurnar úr goyms
luhølunum hjá teimum á
Hjalla.
- Hetta er ein góð avtala,
goymslan er stabil, fólk eru
dagliga tilstaðar og taka
sær av henn i. Hetta sparir
okkum fyri eina rúgvu av
arbeiði, ið kann brúkast til
onnur ting, sigur Kristian.
Fleiri útgávur enn nakrantíð áður
Bæ›i n‡ggj og gomul nøvn
fara at geva fløgur út á
plátufelagnum Tutl í ár
Útgávu árið 2007
Januar
Yggdrasil -Askur
Februar
Sic - Pandemonium
Rasmus Rasmussen - Edelweiss
Apríl
Kaj Klein - Úr maskinrúminum
Mai
Teitur – Káta Hornið
Tjant – A Beam Of Light
Ætlaðar útgávur
Juni-juli
Budam
dupult DVD við føroyskum Dansi
Blak-60
Kvonn
Høgni Reistrup
Jens Lisberg
Qwenland (Finland)
Skrå (Áland)
EestiGrotto (Estland)
Juli-august
Guðrið Hansen
Jan Petersen
ULC (Danmark)
Jensina Olsen
Kári Sverrison
Jens L. Thomsen
Páll Finnur Páll
Øssur Johannesen
Maður Glotti #3
Pauli í Sandagerði – Lieder
Benjamin Petersen
White Raven
og møguliga 3 fløgur við klassiskum tónleiki úr Bolivia.
FAKTA