fríggjadagur 18. mai 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 94 • 18. - 20. mai 2007
Vikuskifti
16
Hesi seinastu vikuskiftini hevur
Eyðun Nolsøe verið á konsertferð
í Føroyum. Við sær hevur hann
havt nakrar av Føroya frægastu
tónleikarum, og teir hava ikki
verið ikki ørindaleysir. Í skjáttuni
hava teir sjálvandi havt løgini frá
tí nýggju fløguni hjá Eyðuni, “So
nógvar røddir”. Ein fløga við 10
nýggjum sangum.
Og lat tað verða sagt beinan
vegin, at tað er ein fragd aftur at
hoyra málið á Eyðuni Nolsøe.
Hóast tað kanska ikki er vert
at taka upp á tungu, so er tað
gott at hoyra, at hann hevur
lagt tað absurda kjakið frá
Prix Føroyum fyri nøkrum árum
síðani aftur um seg. Hendan
kappingin, sum sambært enda
málsorðingini skuldi geva
føroyskum tónleikarum møguleika
at framføra egin løg á eini
professionellari konsert, varð av
fleiri mett sum ein talentkapping,
og tí fingu bólkar við sangarum,
sum m.a. sungu rættiliga falskt, í
summum miðlum betri skotsmál
enn t.d. Eyðun Nolsøe, sum
varð skýrdur ikki at vera nóg
nýskapandi. Men hvat er at vera
nýskapandi, kunnu vit spyrja?
Í 2005 góvu Frederik Sjernfelt
og Søren Ulrik Thomsen út
ta lítlu bókina við tí alinlanga
heitinum “Kritik af den negative
opbyggelighed”. Har gera teir
partvíst upp við tankan um, at
bara okkurt er provokerandi, so
er tað í sær sjálvum góð list. Ein
slík útsøgn kann kanska vera
provokerandi í sær sjálvum.
M.a. varð í eini samrøðu við
høvundarnar víst á, at hóast John
Lennon kanska eksperimenteraði
meira enn Paul McCartney í The
Beatles, so ber til at spyrja, um
Lennon hóast tað skapaði størri
list enn McCartney? Er t.d. fyrra
helvtin av “A Day in the Life”
størri list enn “Yesterday”?
Latið í lekkran
ljóðbúna
Fløgan “So nógvar røddir” kann
nokk ikki verða flokkað beinleiðis
í kategoriina “nýskapandi”.
Hon inniheldur nakað, sum
eftirhondini tíverri kann tykjast
gamaldags, men tó forkunnugt á
tí føroyska tónleikapallinum í dag,
nevniliga sera góð løg – ja, góðar
melodiir, fyri at brúka tað orðið.
Eyðun hevur skrivað øll løgini
og tekstirnar sjálvur, uttan tað
eina, har hansara gamli makkari,
Terji Rasmussen, eisini hevur
havt ein fingur við í spælinum.
Sum heild riggar fløgan
kortini væl sum ein samansett
poppheild.
Tey flestu løgini sita, sum tey
skulu, og eru vælkomponerað.
Eyðun hevur valt púra rætt, tá
hann hevur heitt á tann unga
framleiðaran, Hans Poulsen, um
at lata løgini í hansara lekkra
ljóðbúna. Hans Poulsen hevur
longu á fleiri útgávum víst, hvat
hann dugir, og serliga megnar
hann at hava eina ávísa variatión
og hugflog í produktióni, so at
tær einastu endurtøkurnar eru at
hoyra í sjálvum lagsmíðnum hjá
Eyðuni.
Frá fiólleikara til
fólkaogn og fjakkara
Tað er ikki nógvur politikkur ella
samfelagskritikkur at hoyra á
hesi fløguni eins og teimum
gomlu løgunum hjá Frændum,
ið eru fólkaogn. Men hóast
romantikkurin eigur ein stóran
part, so verða t.d. rúsevni og
bohematilverur eisini lýst á ein
trúverdugan hátt.
Eyðun er kortini ikki tað sama
sum Frændur, har hann byrjaði
sína leið sum tónleikari, m.a. sum
fiólleikari, og tað er heldur ikki
vist, at júst tað at gerast fólkaogn
er eitt beinleiðis kriterium í
sær sjálvum, hóast talan er um
reindyrkaðan popp.
At taka nakað ávíst lag framum
er tí kanska ikki heilt rætt, og tað
er eisini ilt at meta, um nakað
av hesum løgunum á “So nógvar
røddir” fer at fáa sama status
sum sum t.d. tey góðu, gomlu
romantisku løgini frá 80’unum
– og fløguni við sama navni hjá
Frændum. Tað fer tíðin at vísa
- um tey bara halda eitt kvøld í
dansinum ella fara at vara alla
tíð, um vit læna eina orðing frá
Eyðuni sjálvum.
Nøkur løg á nýggju fløguni eru
tó serliga verd at nevna.
Sterkasta sangurin á “So
nógvar røddir” er helst tann um
ein tann sterkasta kærleikan,
nevniliga kærleikan til dóttrina
hjá Eyðuni. Vøgguvísan “Skattur
mín” er sætta skering og fangar
beinanvegin. Hon er sangbær,
Eitt kvøld í dansinum
Liggur har alføgur fín! Soleiðis syngur Eyðun Nolsøe um
dóttrina í eini framúrskarandi vøgguvísu, á hansara nýggju
fløgu. Og soleiðis kundi eisini verið sagt um ta nýggju fløguna,
sum bæði er væl framleidd, ein fragd fyri oyrað og eitt frískt
lot inn í tann fámenta føroyska poppin, har tað ikki er hvønn
dag, at góð og løtt løg koma undan kavi
So nógvar røddir
Eyðun Nolsøe, 2007
Framleitt hevur Hans Poulsen
Tónleikarar: Óli Poulsen,
James Olsen, Hans Petur í
Brekkunum, Tróndur Enni,
Jákup Zachariassen og Pætur
við Keldu
Fakta
Ummæli
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo