fríggjadagur 18. mai 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 94 - 18. mai 2007
Stutt sagt
Svølta seg
Tólv menn, sum eru
ákærdir fyri yvirgangs
virksemi í Spania, eru
farnir at svølta seg í
fongslinum. Menninir eru
ákærdir fyri at hava verið
uppi í atsóknini at fýra
tokum í Madrid í 2004.
Teir tólv siga seg vera
ósekar, og umvegis verjan
hava teir sagt, at teir verða
brúktir sum finnur í ein
um politiskum talvi.
Sponsku myndugleikarnir
siga, at tað fær onga ávirk
an á málið, at teir tólv
svølta seg, og ein dómari
í Madrid gav í gjár fong
sulsverkinum heimild til
at tvangsfóðra fangarnar,
vilja teir ikki eta sjálvir.
Kendur
fangi tikin
Týskarin Khaled El-
Masri, sum gjørdist kend
ur um allan heimin í 2004,
tá amerikanska fregnar
tænastan CIA burturflutti
hann til Afghanistan og
seinni til Guantanamo,
varð tikin í gjár og skuld
settur fyri at hava sett eld
á eina byggibúð í býnum
Neu-Ulm í Suðurtýsk
landi. Verji hansara sigur,
at El-Masri hevur sálar
ligar trupulleikar, men at
hann ikki fær ta neyðugu
hjálpina. Sambært verja
num setti El-Masri eld á
byggibúðina, so hann
kundi blíva tikin og fáa
neyðuga viðgerð. Hann
hevur eisini rokkið máli
num fyribils í hvussu er,
tí í gjár bleiv hann lagdur
inn á eitt sinnissjúkrahús,
skrivar DPA.
Blíva ríkis-
borgarar
12 milliónir fólk, sum eru
í USA, men sum eru kom
in hagar á ólógligan hátt,
fáa kanska amerikanskan
ríkisborgararætt um stutta
tíð. Demokratiskir og
republikanskir senatorar
samdust í gjár um at orða
eitt lógaruppskot, sum
skal gera teir ólógligu inn
flytararnar lógligar. Sam
stundis skulu tey fremm
andu, sum ikki ætla sær at
verða verandi í USA, fáa
uppihalds- og arbeiðs
loyvi. Ætlanin er, at Kon
gressin skal samtykkja
uppskotið í hesum ári
num.
SAMBAND
árni joensen
fartekst@mail.dk
– Eg havi ikki so stóran áhuga fyri politikki longur,
og eg vænti ikki, at eg stilli upp, men eg veit ikki
(Al Gore)
útlond
Fyri átta árum síðani
varð løgreglumaðurin
Piancho Blanco burt
urfluttur í Kolombia.
Nú er hann komin
afturíaftur
Í 17 dagar kreyp hann ígjøg
num Amazonas-frumskóg
in, til hann mikudagin kom
fram á eina deild hjá
kolombisku rúsevnaløgregl
uni.
Jhon Piancho Blanco
bleiv burturfluttur fyri átta
árum síðani, og tann vinstra
sinnaða uppreistrarrørslan
FARC leyp á býin Mitu. 53
fólk doyðu í álopinum, og
61 vórðu burturflutt. Sjey
av teimum 61 eru framvegis
ikki latin leys.
Jhon Piancho Blanco
sigur við CNN, at hann sat
fangi saman við tveimum
amerikanarum, sum vórðu
burturfluttir í 2003, tá flog
far teirra mátti neyðlenda í
kolombiska frumskóginum.
Hann sigur eisini, at millum
fangarnar var politikarin
Ingrid Betancourt, sum
hvarv í 2002, og sum eingin
hevur hoyrt nakað frá síð
ani. Fyrr enn nú.
Kolombisku myndugleik
arnir siga, at FARC burtur
flytur umleið 60 fólk á
hvørjum ári, og at tey burt
urfluttu vanliga verða latin
leys í býti við FARC-limir,
sum sita í fongsli.
Fyrrverandi vara
forsetin vil ikki siga,
um hann ætlar sær at
verða forseti
Tær seinastu vikurnar hava
amerikanskir fjølmiðlar
fleiri ferðir nevnt, at
fyrrverandi varaforsetin Al
Gore ætlar at royna at gerast
valevni hjá demokratunum
til forsetavalið næsta ár.
Men høvuðspersónurin
sjálvur sigur seg hava lítlan
hug at royna. Við vikublaðið
Time sigur Al Gore, at hann
hevur ikki so stóran áhuga
fyri politikki longur. Men
Time heftir seg við, at hann
sigur ikki, at hann ikki fer
at stilla upp, og tað ger
hann heldur ikki nú.
– Eg havi ikki víst tanka
num frá mær, men eg vænti
ikki, at eg fari at royna,
sigur hann við blaðið.
Annars heldur Al Gore,
at hann hevur eina týdn
ingarmikla uppgávu sum
talsmaður fyri tiltøkum,
sum skulu tálma veðurlags
broytingunum.
Al Gore veit framvegis ikki,
um hann fer at stilla upp
næsta ár
Blair iðrar
seg ikki
Tony Blair, sum fer frá
sum bretskur forsætis
ráðharri í næsta mánað,
var í gjár í Washington
og segði vinmanninum
George W. Bush, forseta
farvæl. Í Bretlandi hevur
Blair verið fyri hvøssum
atfinningum, tí hann
valdi at stuðla Bush í
krígnum við Irak, men á
tíðindafundi í gjár segði
hann, at hann iðraði seg
ikki um ta avgerðina.
- Bretland fer altíð at
vera ein álítandi og trúgv
ur stuðul í bardaganum
ímóti yvirgangi, segði
fráfarandi forsætisráð
harrin.
Var fangi í átta ár
Jhon Piancho Blanco vísir ketuna,
sum hann sat leinkjaður við í
fangaleguni.
Gore sigur
ikki nei