fríggjadagur 18. mai 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 94 • 18. - 20. mai 2007
Vikuskifti 17
Kim Simonsen
filmar
og alla hesa tíð...
sum fáir sangir eru tað, og tekstur
og lag ganga hond í hond líka til
Hákunardrongur tekur yvir hjá
teimum smáu. Sjálvur spældi eg
sangin fyri trý ára gomlu dóttrini,
sum beinanvegin segði “Rura,
rura barnið”. Samanberingin
kundi kanska borið boð um
klassikarastatus!
Eisini er “Sum ein sól”, ið eisini
er ein heilsan til barnið, eitt fínt
lag, hvørs huglag riggar væl til
barnasinnið.
Somuleiðis er lagið “Fjakkarin”
ein stuttlig roynd at skapa eitt
væl svingandi lag við elementum
úr nógvum tónleikasløgum,
vælkoyrandi bassi og blásarum,
sum næstan endurskapar fostur
landssangsjangruna. Teksturin
fortelur um sangaran, ið hevur
verið næstan allastaðni kring
knøttin, men honum dámar best í
Føroyum, tí har hitti hann gentuna
eitt kvøld í dansinum. Jú, Eyðun
dugir enn at trýsta á teir røttu
knøttarnar sum romantikari. Og
eingin hevur pástaðið, at vit
búgva í Føroyum av praktiskum
orsøkum.
“Skjótt framvið” er ein kenslu
borin ballada, har bæði lag og
tekstur hava ta tyngd, sum skal til
fyri at fáa ein góðan poppsang.
Rein rødd
Umframt at syngja púra reint,
sum er ein av avgjørdu styrkju
num hjá Eyðuni, er eisini vert at
nevna, at hann heldur fast við
sítt bygdar/býarmál, uttan at
leggja seg eftir at syngja eitt
syntetiskt og skaput havnarmál,
sum tíverri tykist at vinda upp á
seg í føroyskum sangi. Burtursæð
frá eini tveimum “ei’um”, so eru
tvíljóðini úr Norðoyggjum enn
tey somu, og hetta ger ikki minni
trúvirði minni.
Harafturat ger Eyðun ikki tey
somu málsligu mistøkini á hesari
fløguni, sum hann onkuntíð hevur
gjørt áður, tá hann m.a. hevur
sungið “nú er grúgvin køld”,
“kanst tú siga forvæl”, “bæði
synir og døtrar” ella tautologiina
“við tær eg fylgi við”. Hesar
orðingar hava mangan undrað
meg, tí umframt at vera tikin
úr leikum sum lagsmiður, so er
Eyðun eisini ein sera dugnaligur
teksthøvundur, ið meistrar málið
sera væl og er sera tilvitaður,
hvat tónleikaslag hann skrivar
til. Umframt hetta hevur hann
seinastu fjórðingsøldina verið
roknaður sum ein tann besti
mannligi sangarin í Føroyum
og hevur tí rokkið hvørjum
útvarpslurti í landinum, og hetta
gevur eisini eina serliga ábyrgd.
Fløguhúsin er snøggur og
hóskar væl til heildina, og
hesum er multikunstnarin Høgni
Egholm Magnussen bara komin
væl frá. Tó hevði tað ikki gjørt
fløguna verri sum prentlut, um
ein rættlesari var sloppin framat
í støðum at lúka tað ringasta
burtur.
Um Eyðun Nolsøe er komin
víðari, sum onkur hevur eftirlýst,
veldst um, hvat tú leggur í tiltakið
at koma víðari, og um tað er eitt
endamál í sær sjálvum. Í øllum
førum ber til at staðfesta, at
Eyðun Nolsøe er komin sterkt
afturíaftur.
Røddirnar eru so nógvar, men
tann hjá Eyðuni man enn vera ein
tann frægasta, ið er at hoyra á
føroyska tónleikapallinum í dag.
Filmurin 300 er eitt
tetestoronkent urbrøl og
tónleikurin er vælvaldur.
Meginparturin av filmi
num er ein stór og ógvus
lig bardagasena frá
bronsualdrinum, ja,
ongantíð sá eitt slátur so
gott út á filmi fyrr sum nú
300 er blóðugta søgan hjá Frank
Miller um kenda søguliga slagið
við Thermopylæ, har kongurin
Leonidas og 300 djarvir spartanar
bardust móti persarakonginum
Xerxes. Her stóðu spratanarar
framman fyri einari ómøguligari
uppgávu at berjast við eina
millión hermenn, tí fyri teir var
einki við at yvirgeva seg, bert
bardagin um deyða og æru.
Vit eru í árinum 480 f. kr., har
dekadenti Kongurin Xerxes, sum
heldur seg vera ein gud, hevur
vunnið á øllum Asia, og nú skuldi
hann vinna restina av heiminum
fram til Atlantshavið. Iran hevur
longu funnist at hesari søguligu
framsetingini og kalla hann fyri
reina rasismu.
Grikkaland var tá býtt í minni
býarstatir, sum høvdu býir
sum sentur. Í Sparta búðu teir
fremstu hermennirnir, ið longu
frá barnsbeini vóru vandir við
at berjast – hesir gjørdu einki
annað.
Sparta var eitt samfelag, har
tað ikki var pláss fyri teim veiku,
tí spartanarar sóu seg sjálvar sum
eitt nærum fasistiskt harrafólk, ið
heldur vildu liggja eftir á, enn at
gerast partar av eini samgongu.
Kongurin Leonidas tekur
lívið av boðberunum, ið koma
fyri at biða hann yvirgeva seg.
Politikarnir vita ikki hvat teir skulu
gera, og teir elstu heita á Oraklið
í Delphi.
Thermopylæ
Slagið við Thermopyle vardi í
fýra dagar og kostaði óteljandi
persarum lívið. Tað var her, at
søgan og mytan sigur, at grikkar
komu at steðga persarakonginum,
og var hetta ikki hent, so meta
nógv at t.d. fólkaræði helst
ongantíð hevði sæð dagsins ljós.
Sum reinur estetikkur er hesin
filmurin heilt ótrúliga nær við
teknirøðina hjá Frank Miller, ið
gav okkum kultrøðina og filmin
”Sin City!.
Ein teknirøð
Filmurin ”300” er gjørdur eftir
einum forleggi hjá kenda tekn
aranum Frank Miller. Hann sá
filmin ”Teir 300 spartanarnir”
sum barn og fór sum vaksin undir
hetta megnarverk.
Tað klæðir filmin, at tey,
sum leika, eru so ókend. Tó er
okkurt merkiligt homoerotiskt
við filminum og øllum hesum hálv
naknu vøddamonnum.
Samanumtikið er 300 verdur at
síggja. Øll tey, sum elskaðu Troy,
Braveheart og Gladiator, fara at
elska hendan filmin, ja, kanska
enn meiri enn hesar. Hetta er
stórsligið undirhald.
300% Filmurin 300 rokkar for svakt
Ummæli
Kim Simonsen
kimsimonsen@hotmail.com
Wallander er ein røð av krimifimum, ið byggja á søgur eftir kenda
Henrik Mankell. Hesir filmar hava eitt budgett uppá 190 milliónir
krónir. Í partinum Containeren finna tey eina bingju fulla av deyðum
fólkum. Bert eitt barn er á lívi. Hetta er hópdráp á stakkals ólóglig
flýggjandi fólk. Wallander er nógv betur gjørdir krimifilmar enn
vanligt er. 89 minuttir.
4 stjørnur av 6
Snow Cake er ein hugtakandi søga um kærleika og eitt løgið
forhold millum ein mann, sum krógvar seg frá síni fortíð, eina
autistiska mammu og eina aðra meiri litinskapiliga kvinnu. Sigourney
Weaver leikar væl, men onkunsvegna er filmurin ov stillur og løgin.
2 stjørnur av 6
Lykkens Musikant er er ein endurútgivin gamal danskur klassikari
um eina eldri damu, sum letur nógvar ungar tónleikarar búgva
ókeypis, bert um tey duga at spæla okkurt ljóðføri. Hetta er klassiska
søgan um list mótvegis fornuft, bohemin mótvegis vinnulívinum.
Sjálvt um filmurin er fittur, so er hann ótrúliga gamaldags og naivur.
2 stjørnur av 6
Babel er hin mest rósti filmurin higartil í 2007,
og hann hevur fingið hópin av Oscarvirðislønum
og virðislønina í 2006 í Cannes fyri bestu
leikstjórn.
Ein heitur bussur í Marokko við móðum
heitum og sløvum amerikanskum ferðafólkum.
Við eitt verður ein kvinna skotin inn gjøgnum
vindeygað. Í støðum er filmurin vakur og minnir
okkum um, at vit liva í einum heimi, har sam
skifti og tað, at fólk veruliga skilja hvørt annað, er horvið. Filmurin
fer beint niður í okkara tíðar andadrátt og tekur globalu vandamálini,
órættin og hvussu útsett og sart vit øll eru í veruleikanum. Filmurin
er politiskur, men mest av øllum er hann poetiskur, stillur og vakur.
5 stjørnur av 6
Feast og The Goat er um seks menn, ið ofraðu sítt lív fyri at at
sleppa av við ónda einaræðisleiðaran í Dominikanska Lýveldinum.
35 ár seinni kemur Urania Cabral (Isabella Rosselini) aftur til Santo
Domingo at tosa við pápan, ið arbeiddi fyri einaræðisleiðaran. Her
eru loyndarmál, órættur og samansvørjingar. Syrgiligt at síggja
Isabellu leika í einum so vánaligum filmi. Sjálvt um søgan byggir
á skaldsøguna ”Bukkens Fest’” eftir kenda Mario Llosa Vargas.
Filmurin er melodramatiskur og patetiskur.
2 stjørnur av 6
Fakta
300
Leikandi
Kong Leonidas: Gerard Butler
Dronning Gorgo: Lena Headey
Dilios:
David Wenham
Leikstjóri: Zack Snyder
1 tíma og 57 minuttir
Framførdur í Havnar Bio frá 16. mai
Loyvdur fyri øll yvir 15 ár