Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-18, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mai 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 94 - 18. mai 2007 21 tíðindi 21 Nú bert tríggjar vikur er til Asfalt fer av bak­ kastokki eru 20% av skrán­n­i kun­n­gjørd, og hon­ sær higartil spen­n­an­di út. Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Asfalt hevur kunnger nú fimm nøvn afturat á skrán­ na fyri tónleikatiltakið í Tórsgøtu. Her er harður treskimálmur, rokkur í strømmum kovboybuksum, kristin poppur og eitt kór. Við øðrum orðum Sic, Boys In A Band, Torkil Mørkøre, Gunnar G. Gutte­ sen og Vox Strammar kov­ boy­buksir Boys In a Band eru ein av best umtóktu bólkunum í løtuni. Teir siga seg spæla kovboyrokk, sum stutt sagt er ein blanding av aggandi gomlum bluestónleiki og spildurnýggjum rokki. Bólkurin er fullkomiliga elektriskur á palli, og øll vita, at tað er nyttuleyst at standa ímóti. Boys In A Band knúlva teg sum áhoyr­ ari niður. Eftir AME fram­ førsluna í Kagganum fyri kortum, vórðu teir bókaðir til ikki færri enn tríggjar festivalar niðri í summar, umframt stóran áhuga mill­ um útlendsk plátufeløg. Teir eru somuleiðis vælum­ tóktir á 15 teim bestu, hava vunnið Planet Award fyri at vera besti nýggi bólkurin í fjør. Vakur larmur Síðan SIC gav fløguna "Pan­ demonium" út fyrr í ár, hev­ ur bólkurin veruliga havt undanvind. Í føroyskum miðlum hevur fløgan fingið avbera góð ummæli og eisi­ ni uttanfyri klettarnar hevur áhugin fyri SIC verið stór­ ur. Avstralska alnet­útvarps­ rásin Dark Cloud Radio hevur spælt SIC javnan. Við "Pandemonium" hevur Sic skrivað seg inn í føroys­ ka tónleikasøgu. Tí eru SIC sjálvandi eisini millum høv­ uðsnøvnini á ársins Asfalt. Útgávan er framúrskarandi og brýtur upp úr nýggjum innan føroyskan tónleik. Sjangran er harðligur melodiskur treskimálmur, ella sum tey flestu vilja vera við: bara sera vakran larm Fólkaligur rokkur Torkil Mørkøre er best kendur frá vælumtóktu útgá­ vu sínari, A Matter of Time. Tónleikurin, sum hann og vinir fara at framføra á Asfalt, er fyrst og fremst sprottin úr gleðiboðskapin­ um um Jesus Kristus. Tón­ leikastílurin er west coast­ popprokkur, men fer hann eisini eitt sindur yvir í fólka­ ligan rokk. Við Torkili á pal­ li vera Beddi Hansen, Leiv­ ur Vitalis og Mikkjal Hvan­ nastein. Framtíðin er avgerandi Gunnar G. Guttesen hevur spælt og framleitt tónleik fyri mong ígjøgnum árini. Hann er fulltíðar tónleikari og framleiðari. Gunnar er fullkomiliga originalur. Hann peikar á, at tað er ikki so umráðandi, hvat hann hevur gjørt, men heldur, hvat ið hann fer at gera. Og tað gleða vit okkum sum vera man sjálvandi til at vera vitni til á ársins Asfalt. Við Gunnar á palli vera Kristoffur Mørkøre og Brandur Jacobsen. Torført er at siga, júst hvønn tón­ leikastíl Gunnar spælir, men er trygt at siga, at Gunnar kemur altíð við eini fjølbroyttari konsert. Av bestu gospelkórum Gospelkórið VOX hevur rót í Heimamissiónini. Tað tel­ ur sekstan sangarar pluss eitt sjeymans orkestur. Kór­ ið hevur sungið saman í skjótt eitt áratíggju.VOX hevur m.a. sungið tvær kon­ sertir saman við navnframu gospelsangarinnuni Ettu Cameron og eisini við heimskenda gospelsangar­ anum Jessy Dixon. Kórið er millum tey allarbestu før­ oysku. Skráin tekur skap Skráin telur nú 14 nøvn, hetta er tó bert eini 20% av teimum út við 60­70 nøvn­ unum, ið fara á pall í døgun­ um 7. og 8. juli. Umframt hesi fýra nøvnini eru fram­ manundan kunngjørd Budam, Martin Joensen og Hinir, Petur Pólsson, Side Effect, Lív Hansen, Procla­ im, Martin í Grund, Rannvá Jacobsen og Nátt. Dan­ska R’n­’B stjørn­an­ Alex vitjar byin­.fo hetta viku­ skiftið. Han­n­ fer á pall í Cippo fríggja­ kvøldið og í Ec­lipse leygarkvøldið, sam­ stun­dis er Bon­ Jovi á skrán­n­i í REX har Bon­ Jovi Jam úr Dan­­ mark vitjar. Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Hetta vikuskiftið vitja tvey útlendsk tónleikanøvn hjá byin.fo. Danski R’n’B sang­ arin Alex vitjar á øðrum sin­ ni í Føroyum, og spælir hesaferð tvær konsertir, hitt navnið er Bon Jovi jam, somuleiðis úr Danmark, ið undirheldur í REX í kvøld og leygarkvøldið. Yngri gestir í Cippo Rúni Djurhuus frá byin.fo sigur við planet.fo, at tey hava sett Alex á pallin í Cip­ po í kvøld og í Eclipse í annaðkvøld. Síðsta viku­ skiftið royndi byin.fo á fyrs­ ta sinni, at lata dyrnar í Cip­ po upp fyri yngri gestum. Hetta riggaði sera væl. ­ Tey 15­18 ára gomlu hava einki stað at fara í dan­ sa, og vit hildu tí, at tað var upplagt, at lata eitt av okk­ ara støðum upp fyri teim­ um. Tí royndu vit hetta síðs­ ta vikuskiftið, og fólk tók ótrúliga væl ímóti tí, sigur Rúni Djurhuus og heldur fram: ­ Vit høvdu ikki færri 200 ung har seinasta fríggja­ kvøld, og vit fingu so nógv­ ar góðar reaktiónir. Nógv foreldur hava eisini ringt til okkum og takkað okkum fyri, at vit hava gjørt hetta, so tað eru vit øgiliga glað fyri tað. Hetta gevur okk­ um eisini ein eyka møgulei­ ka hetta vikuskiftið. Vit kunnu hava Alex, at spæla til rúsfrían dans í Cippo fyri teimum yngru í kvøld og so hava hann í Eclipse í annaðkvøld, har hann spæl­ ir fyri teimum, sum eru yvir 20 ár. Sostatt er talan um tveir ymiskar bólkar av fólki, og tí ber til at hava eitt útlendsk navn tvey kvøld á rað í Havn, vísir Rúni á. Danskt R’n’B Alex er kendasta andlitið í donskum R’n’B. Hann gjørdist fyrst kendur í heim­ landinum, tá hann sum lut­ takari í Popstars valdi at fara burtur úr sjónvarps­ sendingini fyri at royna sína egnu yrkisleið. Hetta hevur gingið væl fyri hann. Nýggjasta fløga hansara var á donskum, og fekk góða móttøku bæði millum fólk og fjølmiðlar. Hon varð skapt í samstarvi við kenda danska framleiðslu­ samstarvið MadnessFor­ Real, ið m.o. hava arbeitt við Black Eyed Peas og Ice Cube. Ummælarnir vóru á ein­ um máli um, at her var tal­ an um eina frálíka fløgu frá einum framúrskarandi sang­ ara. Dj­Neon verður eisini í Cippo fríggjakvøldið og leygarkvøldið er DJ­Eddie í Eclipse. Fløguaktuella Len­a An­derssen­ verður millum n­øvn­in­ á ársin­s G!Festivali, hetta kun­n­ger festi­ valurin­ í dag. Hon­ fer á pall á G! við fullman­n­aðum bólki, og sambært festivalin­um, verður hetta ein­asta høvið at uppliva hetta í sum­ mar. Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Hóast Lena seinnu árini hevur verið millum bestu og best umtóktur tónleika­ nøvnini á føroyska tón­ leikapallinum, so hevur hon ongantíð spælt á festi­ valinum á Gøtusandi. Het­ ta verður tó broytt í ár, tá Lena við bólki kemur á gátt. Lena hevur júst givið fløguna Let Your Scars Dance út. Henda fløga er nógv tann besta útgávan, ið songkvinnan hevur latið úr hondum higartil, og ber boð um eina songkvinnu, ið er vorðin búgvin til altjó­ ða gjøgnumbrot. Seinasta fløgan Can’t Erase It hevur verið nógv spæld í útvarpi uttanlands og hevur sent Lenu á kosertferðir kring heimin. Men nýggja fløgan er somikið nógv betur, at heimurin tykist víðopin fyri Lenu. Gleðir seg Lena fer á pallin á Gøtu­ sandi fríggjakvøldið 20. juli. Hetta verður eisini ein­ asta høvið hjá føroyingum hetta summarið at hoyra Lenu við fullmannaðum bólki. Framførslan hjá Lenu verður startskotið til stóra konsertferð í Evropa, sum føroysk­kanadiski sang­ fuglurin og sangskrivarin fer undir í september. ­ Eg gleði meg ótrúliga nógv at spæla á G! Nakrar av mínum bestu uppliving­ um bæði sum lurtari og performari, hava verið í Gøtu. Eg spældi fleiri ferð­ ir í Losjuni, tá Grót var nýstovnað, og eg minnist aftur á hesi kvøldini sum nakað heilt serligt. Tað er ótrúligt at hugsa sær, at fantastiskir artistar sum Eivør, Clickhaze, Høgni Lisberg, Boys In A Band, Gestir, Knút Eysturstein Háberg og onnur – øll eru sprottin úr hesum umhvørv­ inum eftir bert fáum árum. Og G! festivalurin er "the icing on the cake!", sigur Lena um tað at skula spæla á G! á fyrsta sinni. ­ Tá eg hugsi um hugnali­ gu losjukonsertirnar og so komandi konsertina á Gøtu­ sandi, kennist tað sum at vera komin allan sjónar­ ringin runt. Eg gleði meg, sigur Lena. Droy­mdi heitið Tað var neyvan heldur av tilvild, at Lena droymdi seg fram til heitið "Let Your Scars Dance". Tá hon googlaði tað, fanst ongin setningur á google, ið ljóð­ aði júst so. ­ Eg tók tað sum tekin um, at fløgan skuldi hava hetta heitið, sigur Lena, sum við "Let Your Scars Dance" eisini hevur skriv­ að eitt slag av føroyskari tónleikasøgu. Hon er nevni­ liga fyrsti føroyski artistur­ in, ið hevur spælt inn tón­ leik í heimskendu Abbey Road Studio 2 í London. Len­a An­derssen­ á G! Asfalt kun­n­ger fimm n­øvn­ Alex hevur á seinnu fløgu síni vunni sær nógvar fjeppara bæði millum plátukeyparar og ummælarar Dan­skt Bon­ Jovi og R’n­’B í byin­.fo