Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-18, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mai 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 [ Nr. 94 - 18. mai 2007 ] Seks pláss niðureftir Á nýggjasta styrkis­ listanum hjá FIFA, er føroyska fótbóltslandsliðið nummar 185. Næsta mótstøðulið okkara er nummar 1! Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað verður stór upp­ gáva, tá Italia kemur á vitjan 2. juni. Italsku heimsmeistararnir eru enn ovastir á styrkis­list­ anum hjá FIFA. Føroyar eru hinvegin farnar seks pláss niðureftir list­a­num síðani apríl mán­að. Einasta europ­ iska land, sum er niðan fyri okkum á listanum, er San Marino, sum er nummar 195. Fýra dagar eftir, at Italia hevur vitjað, er Skotland á skránni hja Føroyum. Eisini skotar standa seg væl á lista­ num, har teir nú hava klintrað upp á eitt 14. pláss. Sterkasta norðan­land­ ið á listanum er Svøríki, sum er nummar 22. Niðanfyri er partur av listanunum endur­giv­ in. Í klombrum er víst ratingin fyri apríl mán­ að. 1 Italia (1) 2 Brasil (3) 3 Argentina (2) 4 Frakland (4) 5 Týskland (5) 6 Holland (6) 7 Portugal (7) 8 Ongland (8) 9 Spania (9) 10 Kekkia (10) 11 Ukraina (11) 14 Skotland (19) 22 Svøríki (24) 23 Danmark (22) 45 Finnland (45) 49 Noreg (49) 92 Georgia (85) 93 Litava (93) 96 Ísland (97) 185 Føroyar(179) SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf. 341800 ítróttur - John dugir væl við fólki, og venjingarnar eru eisini góðar. So stuttleikin er veruliga komin aftur í aftur hjá okkum Alexandur Johansen, Skála Sum skilst er eing­in venjari enn áveg­ is til KÍ. Trygvi Morten­sen stendur aftur við stýrisvølin sunnudagin, tá KÍ vitjar hjá B71. Samstundis skrivar heimasíðan, at tað spøkir á skrivstovuni Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Longu undan uppsøgnini av Tony Paris ljóðaði, at KÍ vildi hava annað hvørt Sig­ fríð Clementsen ella Jó­annes Jacobsen at standa fyri Formula-liðnum hjá felagnum. Sum skilst, so hava hesir báðir tó takkað nei í fyrsta umfari, tá teir í løtuni ikki síggja seg hava umstøður at átaka sær tíðarkrevjandi uppgávuna at standa fyri ein­um liði í fremstu før­ oysku deildini. Eisini hevur verið arbeitt við eini innanhýsis loysn. KÍ hevur í Trygva Morten­ sen, Eyðuni Klakstein og Pæturi Clementsen tríggjar væl útbúnar venjarar, sum allir hava A-prógv. Í fyrsta umfari hevur Trygvi Mort­ ensen játtað at taka við sessinum, til nýggjur venj­ ari er funnin, men eisini hann hevur stóra arbeiðs­ byrðu í borgarliga starvi­ num, og tí skal hann eisini hava sagt nei. Pætur og Eyð­ un eru báðir virknir innan ungdómsvenjingina í KÍ, og tí partinum vilja hvørki teir ella KÍ sleppa uttan víð­ ari. Skal visjón 2009 gerast til veruleika, so er tað fyrst og fremst í yngru røðunum, at arbeiðið skal gerast, og tí vildi tað neyvan gagnað í longdini, um teir skifta sess í so máta. Sjálvandi er eis­ ini møguligt, at allir tríggir A-venjararnir í felagnum í felag lyfta uppgávuna. Men við trimum venjarum kann ábyrgdarbýtið gerast rætti­ liga fløkt, og tí er spurning­ urin, hvørt hetta er nøkur haldgóð loysn. Vit hava spurt Axel Jo­hannes­sen, nevndar­for­ mann í KÍ, hvørt felagið er um at hava eina loysn tøka. - Her og nú eru vit ikki í samráðingum við nakran venjara. Sunnudagin verður tað aftur Trygvi, sum stend­ ur á odda fyri liðnum, og vit royna so at kanna, hvørj­ ir møguleikar eru tøk­ir, sigur hann. Spøkir á skrivstovuni Samstundis eru menn farnir at ivast í, hvørt tað var lagn­ an, sum gjørdi av, at Tony Paris ikki longur skuldi standa á odda fyri felag­ num. Í øllum førum hevur KÍ- heimasíðan fanga eina held­ ur sjáldsama støðu við mynda­tólinum. Tá menn týs­dagin komu inn á skriv­ stovuna hjá Tony Paris, stóð klokkan still á trý korter til fimm. Hvørt battaríini eru steðgað sunnudagin ella seinni, bar illa til at stað­ festa, men notatini hjá Paris stóðu framvegis á talvuni, har klokkan so rámandi lýsti løtuna, har bretin fyri seinastu ferð stóð á odda fyri besta KÍ-liðnum. Fyribils hevur Trygvi Mort­ensen vaskað talvuna reina, og battaríini eru eis­ ini skift. So nú kunnu klaks­ víkingar so spakuliga fara at rokna við nýggju tíðar­ festingini. Eftir brotsspørk megnaði Sevilla at basa Espanyol, sum í lítlan tíma hevði ein mann færri á vøllinum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sevilla var favorittur undan dystinum, og teir tóktust í fleiri førum hava sett sigurs­ kósina. Í fyrstu atløgu javn­ aði Riera leiðsluna, sum Correia hevði givið Sevilla tíðliga í dystin. Men tá Espanyol so misti Moises góðar 20 minuttir fyri leiklok, fekk Sevilla av álvara allar trumfirnar. Teir løgdu eisini trýst á, men kortini kom einki mál afturat í longdu leiktíðini. Alt tóktist tó avgjørt, tá Kanoute skoraði beint fyri steðgin í longdu leiktíðini, men eftir 115 minuttir javnaði Jonatas. Tí mátti brotsspørk til, men har var Walter Pandiani einasti maðurin, sum fekk bóltin í Sevilla málið. Andres Palop bjargaði skotum frá Luis Garcia, Jonatas og Torrejon, og tí gjørdist hann at enda stóra hetjan. Daniel Alves var ein­ asti spælarin, sum misnýtti fyri Sevilla, tá hann skeyt himmal høgt upp um málið. Kanoute, Dragutinovic og Puerta skoraðu. Espanyol-Sevilla 2-2 eftir longda leiktíð. Sevilla vann 3-1 eftir brotsspørk. 0-1: Claro Adriano Correia, 18 1-1: Albert Rieira, 28 1-2: Frederic Kanoute, 105 2-2: Domingos Jonatas, 115 Reytt kort: Hurtado Moises (Espanyol), 68. KÍ leitar framvegis Sevilla endurvann UEFA-Cup Talvan er nú vaskað rein, og klokkan á vegginum hevur aftur fingið streym. Enn er tó ikki greitt, hvør skal standa á odda fyri nýggju tíðarrokningi í Klaksvík Mynd: www.ki.fo Palop gjørdist stóra hetjan, tá hann bjargaði trý av fýra brotsspørkum frá møddu Espanyol- spælarunum