Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-18, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mai 2007síða 35

‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 94 - 18. mai 2007 35 tíðindi Alvalon søkir eftir námsfrøðingum Vit søkja eftir námsfrøðingum at arbeiða 30 tímar um vikuna, at byrja 13. august 2007 ella eftir avtalu. Í Alvalon eru tað 6 stovur , 2 vøggustovur, 3 barnagarðsstovur og 1 frítíðarskúli. Í Alvalon eru uml. 100 børn frá 0-8 ár. Vit bjóða: Eitt áhugavert starv í einum umhvørvi tætt at náttúruni, har tú hevur møguleikan at seta tín dám á stovnin Í okkara arbeiði leggja vit dent á: • Trivnaðin • Samstarv • Opinleika Vit vænta at umsøkjarnir: • Eru tilreiðar at fara virknir í starvið, og saman við sínum starvsfelagum menna tað námsfrøðiliga arbeiði á stovninum • Hava hug og árræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan dag, merktan av virðing fyri børnum, foreldrum og starvsfólkum • Hava hugsjónir, tá tað snýr seg um virksemi í einum barnagarði/frítíðarskúla • Eru tilreiðar at luttaka í skeiðvirksemi Setunarviðurskifti. Løn og setunarviðurskifti eru sambært sátt- mála millum Føroya Pedagogfelag og Kom- munala Arbeiðsgevarafelagið. Umsóknir saman við upplýsingum um útbúgv- ing, royndum og viðmælum skulu vera: AlVAlon Kjóadalsvegur 2 380 Sørvágur Tlf: 233240 Í hendi í seinasta lagi 21. juni 2007. Viðmerk. »umsókn«. Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálp- arfólk sett ístaðin í tíðaravmarkað starv. Sørvágs Kommuna www.sorvag.fo V A r ð A g ø TA 8 · F O - 3 8 0 S ø r V á g U r S O r V A g @ S O r V A g . F O · T E L 3 3 2 0 0 4 Fyri at veita brúkarum okkara eina betri tænastu, fara vit frá 21. mai 2007 at hava opið soleiðis: • Mánadag frá kl. 08:00 – 15:00 • Týsdag frá kl. 08:00 – 15:00 • Mikudag frá kl. 08:00 – 18:00 • Hósdag frá kl. 08:00 – 15:00 • Fríggjadag frá kl. 08:00 – 15:00 • Leygardag frá kl. 11:00 – 14:00 Klaksvíkar Sjúkrahús Røntgendeildin · Tlf 45 45 45 700 Klaksvík Á hvítusunnu fer Smyr­­il at sigla Føroya land og ríki runt og norð­­oyingar fáa eitt heilt serligt tilboð. Um­­borð verður góð­ur mat­ur og góður mus­ ikk­ur Føroya-rundferð Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Síðstu páskir gjørdi Smyril eina sera væleydnaða ferð runt alt landið við einum 900 ferðafólkum. Og nú á Hvítusunnu fer Smyr­il at gera eina slíka út­ferð afturat. Heini á Borg á Strand­ ferðsl­uni, sigur, at tað er stór­ur áhugi fyri at fara við og nógvir ferðaseðlar eru longu seldir, hóast tað enn er meiri enn ein vika, til út­ferðin verður Í hesum sambandi er ætl­ an­in at geva norðoyingum eitt heilt serligt tilboð. Heini á Borg sigur, at ætl­ anin er at bjóða norð­oy­ing­ um at fara til Suðuroyar við bili leygarmorgun, hvít­u­ sunn­u­aftan, 26. mai. Síðani ber til at fara rund­ ferð í Suðuroy leygardagin og umborð á Smyril at gista um kvøldið. Tað ber eisini til at fara suð­ur um kvøldið og gista um­borð. Fyrsta hvítusunnudag er morgunmatur umborð sjálv­ andi við í prísinum. Sigla eftir veðrinum Sjálv rundferðin byrjar klokk­ an níggju um morgunin fyrsta hvít­u­sunnudag, tá ið Smyril loysir av Krambatanga á Trong­is­vágsfirði. Síðani verður siglt runt Suð­uroy og til Havnar, har tey ferðafólk sleppa við, sum halda, at tað er ov nógv av tí góða eisini at fara runt um Suðuroynna. Á miðdegi verður lagt av aft­ur Havnini og síðani verð­ur siglt runt Føroyar. Hvønn veg leiðin gongur, veldst um, hvussu veðrið er tann dagin, tí siglt verður bara eftir veðrinum. Heini á Borg sigur, at um­borð, verður stór buffet, eins og tann fínara mat­stov­ an verður opin. Á ferðini verður eisini ski­p­­að fyri undirhaldi til børn­ini. Annars fer legendariska suð­ur­oy­arorkestrið, Sputnik at spæla á ferðini, so verður hugurin at strekkja beinini við einum valsi, fer tað eis­ ini at bera til. Og allan vegin fer Ólavur Hansen, sum er øgiliga stað­ kend­ur, at greiða frá tí, sum er at síggja, har Smyril sigl­ ur. Samstundis verður eisini skipað so fyri, at ferðafólkið slepp­ur upp á brúnna og nið­ur í maskinrúmið at síggja, hvussu alt sær út. Tey, sum hava hug at síggja tað allarheilagasta um­borð á Smyrli, skulu tekna seg til í móttøkuni á túr­i­num og so verður skipað fyri túrum fyri umleið 20 fólk­um ísenn. Ferðaseðlar til útferðina eru at fáa frá Strandferðsluni, um­borð á Smyrli og á Kunn­ ing­ar­stov­uni á Tvøroyri. Ferðaseðlar skulu verða keyp­t­ir í seinasta lagi mán­a­ dag­in. Nógv fólk vilja sleppa Føroyar runt við Smyrli Á Hvítusunnu fer Strandferðslan aftur at skipa fyri útferð runt allar Føroyar við Smyrli. Umborð fer Sputnik at spæla góðan dansitónleik - Tað verður ó­støð­ugt veður um vik­u­­skift­ ið, og síðani kem­ur kuldi, sigur veð­ur­mað­ ur­in, Petur Skeel Jac­ ob­sen VEÐUR Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Í morgin kemur eitt djúpt lágtrýst inn yvir oyggjarnar, og førir hetta við sær, at tað verður ælaveður allan leygardagin. - Men tað verður kortini lýtt í morgin – millum 9 og 12 stig, lovar Petur. Sunnudagin verður hann vestan og útsynningur í ættini, og tá verður helst turt. Út á mánadagin verður hann meiri útsynningur í ættini, við ælaveðri og sólarglottum og tað verður heldur kaldari, kanska niður í 4 til 7 stig. Somu hitastigini halda fram týsdagin og mikudagin, tá Petur eisini væntar vátasletting og 3 til 7 stig. Óstøðugt vikuskifti