fríggjadagur 18. mai 2007síða 35
‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 94 - 18. mai 2007
35
tíðindi
Alvalon søkir eftir
námsfrøðingum
Vit søkja eftir námsfrøðingum at arbeiða 30
tímar um vikuna, at byrja 13. august 2007
ella eftir avtalu.
Í Alvalon eru tað 6 stovur , 2 vøggustovur, 3
barnagarðsstovur og 1 frítíðarskúli. Í Alvalon
eru uml. 100 børn frá 0-8 ár.
Vit bjóða:
Eitt áhugavert starv í einum umhvørvi tætt
at náttúruni, har tú hevur møguleikan at seta
tín dám á stovnin
Í okkara arbeiði leggja vit dent á:
• Trivnaðin
• Samstarv
• Opinleika
Vit vænta at umsøkjarnir:
• Eru tilreiðar at fara virknir í starvið, og
saman við sínum starvsfelagum menna
tað námsfrøðiliga arbeiði á stovninum
• Hava hug og árræði at skapa ein
fjølbroyttan og tryggan dag, merktan av
virðing fyri børnum, foreldrum og
starvsfólkum
• Hava hugsjónir, tá tað snýr seg um
virksemi í einum barnagarði/frítíðarskúla
• Eru tilreiðar at luttaka í skeiðvirksemi
Setunarviðurskifti.
Løn og setunarviðurskifti eru sambært sátt-
mála millum Føroya Pedagogfelag og Kom-
munala Arbeiðsgevarafelagið.
Umsóknir saman við upplýsingum um útbúgv-
ing, royndum og viðmælum skulu vera:
AlVAlon
Kjóadalsvegur 2
380 Sørvágur
Tlf: 233240
Í hendi í seinasta lagi 21. juni 2007. Viðmerk.
»umsókn«.
Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálp-
arfólk sett ístaðin í tíðaravmarkað starv.
Sørvágs Kommuna
www.sorvag.fo
V A r ð A g ø TA 8 · F O - 3 8 0 S ø r V á g U r
S O r V A g @ S O r V A g . F O · T E L 3 3 2 0 0 4
Fyri at veita brúkarum okkara eina betri tænastu,
fara vit frá 21. mai 2007 at hava opið soleiðis:
• Mánadag
frá kl. 08:00 – 15:00
• Týsdag
frá kl. 08:00 – 15:00
• Mikudag
frá kl. 08:00 – 18:00
• Hósdag
frá kl. 08:00 – 15:00
• Fríggjadag frá kl. 08:00 – 15:00
• Leygardag frá kl. 11:00 – 14:00
Klaksvíkar Sjúkrahús
Røntgendeildin · Tlf 45 45 45
700 Klaksvík
Á hvítusunnu fer
Smyril at sigla Føroya
land og ríki runt og
norðoyingar fáa eitt
heilt serligt tilboð.
Umborð verður góður
matur og góður mus
ikkur
Føroya-rundFerð
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Síðstu páskir gjørdi Smyril
eina sera væleydnaða ferð
runt alt landið við einum
900 ferðafólkum.
Og nú á Hvítusunnu fer
Smyril at gera eina slíka
útferð afturat.
Heini á Borg á Strand
ferðsluni, sigur, at tað er
stórur áhugi fyri at fara við
og nógvir ferðaseðlar eru
longu seldir, hóast tað enn
er meiri enn ein vika, til
útferðin verður
Í hesum sambandi er ætl
anin at geva norðoyingum
eitt heilt serligt tilboð.
Heini á Borg sigur, at ætl
anin er at bjóða norðoying
um at fara til Suðuroyar við
bili leygarmorgun, hvítu
sunnuaftan, 26. mai.
Síðani ber til at fara rund
ferð í Suðuroy leygardagin
og umborð á Smyril at gista
um kvøldið.
Tað ber eisini til at fara
suður um kvøldið og gista
umborð.
Fyrsta hvítusunnudag er
morgunmatur umborð sjálv
andi við í prísinum.
Sigla eftir veðrinum
Sjálv rundferðin byrjar klokk
an níggju um morgunin fyrsta
hvítusunnudag, tá ið Smyril
loysir av Krambatanga á
Trongisvágsfirði.
Síðani verður siglt runt
Suðuroy og til Havnar, har
tey ferðafólk sleppa við,
sum halda, at tað er ov nógv
av tí góða eisini at fara runt
um Suðuroynna.
Á miðdegi verður lagt av
aftur Havnini og síðani
verður siglt runt Føroyar.
Hvønn veg leiðin gongur,
veldst um, hvussu veðrið er
tann dagin, tí siglt verður
bara eftir veðrinum.
Heini á Borg sigur, at
umborð, verður stór buffet,
eins og tann fínara matstov
an verður opin.
Á ferðini verður eisini
skipað fyri undirhaldi til
børnini.
Annars fer legendariska
suðuroyarorkestrið, Sputnik
at spæla á ferðini, so verður
hugurin at strekkja beinini
við einum valsi, fer tað eis
ini at bera til.
Og allan vegin fer Ólavur
Hansen, sum er øgiliga stað
kendur, at greiða frá tí, sum
er at síggja, har Smyril sigl
ur.
Samstundis verður eisini
skipað so fyri, at ferðafólkið
sleppur upp á brúnna og
niður í maskinrúmið at
síggja, hvussu alt sær út.
Tey, sum hava hug at
síggja tað allarheilagasta
umborð á Smyrli, skulu
tekna seg til í móttøkuni á
túrinum og so verður skipað
fyri túrum fyri umleið 20
fólkum ísenn.
Ferðaseðlar til útferðina
eru at fáa frá Strandferðsluni,
umborð á Smyrli og á Kunn
ingarstovuni á Tvøroyri.
Ferðaseðlar skulu verða
keyptir í seinasta lagi mána
dagin.
Nógv fólk vilja sleppa
Føroyar runt við Smyrli
Á Hvítusunnu fer Strandferðslan aftur at skipa fyri útferð runt allar Føroyar við Smyrli. Umborð fer Sputnik at spæla góðan
dansitónleik
Tað verður óstøðugt
veður um vikuskift
ið, og síðani kemur
kuldi, sigur veðurmað
urin, Petur Skeel Jac
obsen
Veður
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Í morgin kemur eitt djúpt
lágtrýst inn yvir oyggjarnar,
og førir hetta við sær, at
tað verður ælaveður allan
leygardagin.
Men tað verður kortini lýtt
í morgin – millum 9 og 12
stig, lovar Petur.
Sunnudagin verður hann
vestan og útsynningur í
ættini, og tá verður helst
turt.
Út á mánadagin verður hann
meiri útsynningur í ættini,
við ælaveðri og sólarglottum
og tað verður heldur kaldari,
kanska niður í 4 til 7 stig.
Somu hitastigini halda fram
týsdagin og mikudagin,
tá Petur eisini væntar
vátasletting og 3 til 7 stig.
Óstøðugt vikuskifti