fríggjadagur 18. mai 2007síða 36
‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 94 - 18. mai 2007
Søkt verður eftir
maskinfólki til
fóðurframleiðslu
Havsbrún er eitt av stórstu og tøkniliga mest
framkomnu framleiðsluvirkjunum í Føroyum við
90 starvsfólkum og einum umsetningi uppá
góðar 500 mill. kr árliga. Havsbrún framleiðir
fiskamjøl og lýsi á Mjøldeildini, og alifóður á
Fóðurdeildini. Størri helmingurin av framleiðsluni
fer til útflutnings.
Vegna øktar arbeiðsuppgávur, søkja vit eftir fólki
til fóðurframleiðsluna.
Vit rokna við at tú –
• Er útlærdur smiður, handverkari ella líknandi.
• Hevur gott tekniskt innlit og áhuga fyri
maskintøkni.
• Er bæði sjálvstøðugur og fjøltáttaður.
• Hevur góð samstarvsevni.
• Er sinnaður at arbeiða í vaktarskipan.
• Er eldhugaður, tolin og ágrýtin.
Er tað so, so kunnu vit bjóða –
• Eitt spennandi tekniskt og dynamiskt
arbeiðsumhvørvið, har tú kemur at taka lut í
fóðurframleiðsluni,viðlíkahaldsarbeiði v.m.
• Eitt gott og trygt arbeiðspláss.
• Møguleika fyri góðari løn eftir nærri avtalu
Ljóðar hettar áhugavert fyri teg, so send eina
umsókn beinanvegin, sum bræv ella teldupost
til:
pf Havsbrún
Merki: »Umsókn maskinfólk«
P.O. boks 81
FO-530 Fuglafjørður
Tlf 41 44 00
Fax 41 44 01
Epost: ode@havsbrun.fo
Starvsfólk til
Starvsmannafelagið
Starvsmannafelagið søkir eftir starvsfólki til
umsiting felagsins at byrja eftir avtalu.
Uppgávur:
Starvsmannafelagið er í holtur við at menna
felagið og sóknast tí eftir fólki, ið við ágrýtni
og fakfelagsanda skal røkja áhugamál felagsins
og verða viðspælari hjá nevnd og tæna limum
felagsins. Tú kemur at starvast í umsiting fel
agsins og eisini taka lut í dagliga umsitingarliga
arbeiði felagsins. Høvuðsdentur verður lagdur á
uppsøkjandi arbeiði, tiltøk í húsum okkara og
vera við til at stinga út í kortið framtíðarhugsjónir
felagsskapi okkara at gagni.
Førleikar:
Vit leita eftir einum starvsfólki við kunnleika til
og áhuga fyri fakfelagsarbeiði, ið eisini hevur
góð samstarvsevnir og hevur lætt at samskifta.
Kravt verður, at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt
og undir trýsti.
Fyrimunur er at hava umsitingarligar royndir,
góðan telduførleika, umframt góðan kunnleika
til enskt.
Setanartreytir:
Starvið er fulltíðarstarv, við møguleika fyri niður
settari arbeiðstíð.
Vit bjóða eitt livandi og avbjóðandi starv við
menningarmøguleikum, har tænasta og limarøkt
er í hásæti.
Starvið verður sett og lønt eftir sáttmálanum
millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknin skal vera Starvsmannafelagnum í
hendi 31. mai 2007. Merkið brævbjálvan: Um
sókn.
Meira fast at vita um starvið við at venda sær til
Gunnleiv Dalsgarð, formann felagsins á tlf. 314868.
Starvsmannafelagið
J.H. Schrøtersgøta 9
Postboks 165
110 Tórshavn.
Starvsmannafelagið
Starvsmannafelagið er stórsta fakfelag á almenna arbeiðsmarknaði
num við uml. 1900 limum, sum starvast í teimum 4 sáttmálaøkjum
felagsins, Fíggjarmálaráðnum, Kommunala Arbeiðsgevarafelag
Føroya, S.E.V og Føroya Tele (Føroya Arbeiðsgevarafelag), felagið
hevur í dag tilsamans 116 álitisfólk á arbeiðsplássunum innan
sáttmálaøkini. Starvsmannafelagið gevur út Starvsblaðið og hevur
umframt kunning á heimasíðu felagsins www.starvsmf.fo. Í umsiting
felagsins starvast formaður og skrivari felagsins.
Búsetur
Sethús Virkisbygningar Umvælingar Seruppgávur
Búsetur søkir eftir:
Timburmonnum, byggifrøðingi
og skrivstovulærlingi
Timburmenn/snikkarar
Vit hava størri og smærri byggiuppgávur í gerð og fyri
framman, so talan er um fjølbroyttar arbeiðsuppgávur.
Søkt verður tí eftir timburmonnum, snikkararum og
royndum fólki innan byggiyrkið.
Byggifrøðingur
Vaksandi virksemi okkara hevur viðført, at tørvur er á
byggifrøðingi ella fólki við líknandi førleika.
Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. at gera uppskot,
tilboðsrokning og kostnaðarmetingar í sambandi við
byggiarbeiði umframt at standa fyri verkætlanum,
góðskutrygging og eftirliti í byggiarbeiðum.
Skrivstovulærlingur
Tann, ið kemur í læru, kemur at læra alt vanligt
bókhalds- og skrivstovuarbeiði. Vit brúka nýmótans
telduskipanir sum t.d. Navision Attain, LøttLøn og
Microsoft forrit.
Lærutíðin er vanliga 3 ár, men tað velst um, hvørja
útbúgving ein hevur frammanundan. Vit leggja
dent á at fáa lærling, sum hevur miðnámsprógv og
er fyrikomandi.
Umsøkjarar
Vit liva av nøgdum viðskiftafólki og ynskja tí, at tú ert
fyrikomandi, ágrýtin og hevur góð samstarvsevni. Tað
er ein fyrimunur at hava viðkomandi starvsroyndir.
Vit bjóða
Vit kunnu bjóða spennandi og fjølbroytt størv í
góðum arbeiðsumhvørvi. Løn sambært avtalu.
Búsetur
Búsetur er eitt væl skipað byggivirkið í stórum vøkstri.
Vit hava stór og smá arbeiðir í gerð í meginøkinum.
Vit eru um 30 fólk, sum eru samansett av
handverkarum, arbeiðsmonnum, timburlærlingum,
byggifrøðingi, byggiteknikara og roknskaparfólki.
Tað er mennandi og hugaligt at arbeiða hjá Búsetur,
tí vit hava væl skipað viðurskifti, arbeiða í toymum
og eru í støðugum vøkstri.
Send umsókn
Skrivlig umsókn við viðmælum og prógvum kann
sendast til: Búsetur sp/f, Reynsgøta 14, FO-160 Argir
ella til busetur@busetur.fo í seinasta lagi 25. mai
2007.
Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til
Duritu Djurholm, tlf. 230833, durita@busetur.fo ella
Sjúrður Holm, tlf. 210830, sjurdur@busetur.fo.
Hús til sølu í Vági
Matr. nr. 221b, gamla HF-húsið, í Vági
er til sølu um hóskandi boð fæst.
Vinarliga ring 373710 ella 580954
Sethús á Velbastað til sølu
Hesi húsini (matr.nr. 17) á Velbastað eru
til sølu um hóskandi boð fæst.
Byggiár: í 1979
Miðhædd: Stór stova við útgongd til altan,
køkur, hjúnarrúm, 2 kømur, stórt baði
rúm og eitt lítið wc, tveir gangir, durur og
hjallur.
Loft: Stórt stovurúm við útgongd til altan,
tvey kømur og óinnrættað baðirúm.
Kjallari: Óinnrættaður.
Áhugaði kunna ringja á tlf. 215800
lýsingar