Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-18, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mai 2007síða 39

‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 94 - 18. mai 2007 39 Lesið meira um størvini á www.torshavn.fo Pedagogar til Býlingshúsið á Norðasta Horni Søkt verður eftir tveimum pedagogum til barnagarðsstovu at arbeiða 30 og 35 tímar um vikuna at byrja 1. august 2007 ella eftir nærri avtalu. Setanarviðurskifti: Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF. Umsóknir saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skulu vera Býlingshúsinum á Norðasta Horni, Granagøta 5, 100 Tórshavn í hendi seinast fríggjadagin 1. juni 2007. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Óla Midjord, stovnsleiðara, tlf. 210906. Pedagogar til Dagstovninum Lítlaskógi Søkt verður eftir tveimum pedagogum til barnagarðsstovu at arbeiða 35 tímar um vikuna at byrja 8. august 2007 ella eftir nærri avtalu. Setanarviðurskifti: Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF. Umsóknir saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skulu vera Dagstovninum Lítlaskógi, Postboks 217, 110 Tórshavn í hendi seinast mánadagin 4. juni 2007. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Beintu Dalbø, leiðara, tlf. 319131. Sløkkiliðsfólk til sløkkiliðsstøðina Til sløkkiliðsstøðina hjá Tórshavnar kommunu verður søkt eftir sløkkiliðsfólki. Setanarviðurskifti: Starvið verður sett skjótast til ber og lønt eftir sáttmála millum Starvsmannafelagið og KAF. Førleikakrøv: Neyðugt er, at tann, ið settur verður, hevur førarabræv til akfar yvir 3500 kg. við átekning til vinnuligan fólkaflutning. Umsóknir saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skulu vera Tórshavnar kommunu, Postboks 32, 110 Tórshavn í hendi seinast fríggjadagin 1. juni 2007 kl. 12.00. Merkið umsóknina „Sløkkiliðsfólk“. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Kartna Jacobsen, sløkkiliðsstjóra, ella Hans Dávid Hansen, varasløkkiliðsstjóra, á tlf. 302100. Verkstaðsfólk Til verkstaðið hjá Tórshavnar kommunu verður søkt eftir dugnaligum fólki. Setanarviðurskifti: Starvið verður sett skjótast til ber og lønt eftir sáttmála millum Landsfelag Handverkaranna og Fíggjarmálaráðið. Førleikakrøv: Neyðugt er, at tann, ið settur verður, hevur førarabræv til akfar yvir 3500 kg., er handverkari innan nevndu arbeiðsøki og hevur fyrstahjálparaprógv. Umsóknir saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skulu vera Tórshavnar kommunu, Postboks 32, 110 Tórshavn í hendi seinast fríggjadagin 1. juni 2007 kl. 12.00. Merkið umsóknina „Verkstaðsfólk“. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Símin Jákup Hansen, verkstaðsleiðara, ella Kartna Jacobsen, sløkkiliðsstjóra, á tlf. 302100. Tórshavnar kommuna Leys størv lýsingar Skrá fyri Bátastevnuna í Vestmanna 2007 Fríggjadagin 18. mai: Kl. 09.00 – 22.00 Stubbin hevur framsýning av húsvognum og bátum v.m. Inni á Fjørð. Leygardagin 19. mai: Bjargingarbáturin Ziska fylgir við bátunum, ið koma úr Norðuroyggjum og Eysturoynni. Tjaldri fylgir við bátunum frá Glyvursnesi. Kl. 09.00 – 22.00 Stubbin hevur framsýning av húsvognum og bátum v.m. Inni á Fjørð. Kl. 10.00 – 17.00 Vestmóti hevur Langan Leygardag. Kl. 14.00 Bryggjan hevur opið. FA-Cup finalan verður víst á stórskíggja. Kl. 14.30 Allir bátarnir savnast við Fútaklett. Gamli postbáturin »Ólavur« tekur ímóti og skipar innsiglingina til Vestmanna. Kl. 15.30 Bátarnir koma inn móti keiini, og manningarnar fáa vegleiðing um, hvussu bátarnir skulu liggja. Trygdarnet at spenna millum bátarnar fáast til keyps. Húsvognar møtast við Skipasmiðjuna og motorsúklur møtast á bryggjuni. Gestirnir fáa heita suppu við onkrum góðum afturvið inni á Brandstøðini. Gestirnir kunnu bíleggja morgunbreyð, ið verður borið út sunnumorgunin. Kl. 16.00 Bjargingarroynd verður á vágni við bjargingarbátum og tyrluni. Kl. 15.30 – 19.30 Mini-tivoli í ítróttarhøllini við fiskibrunni, bóltkasti við ferðmátara, HipHop-dansi, kaffisølu, tombola, hoppiborg, hárpríði, andlitsmáling o.m.a. Kl. 18.00 Grilling á keiøkinum. Søla av teimum vælumtóktu Bátastevnubúffunum. Kl. 18.30 Sámal Ravnsfjall og Jóan Jakku Guttesen syngja og spæla. Kl. 22.00 Pylsuvognur letur upp við ítróttarhøllina. Kl. 23.00 Fýrverk á keiøkinum. Kl. 23.00 – 04.00 Dansur í ítróttarhøllini við Thunderbirds og Vestmonnum. 18 ára aldursmark. Kl. 00.30 Náttarbussurin koyrir úr Steinatúni í Havn og steðgar á vanligum støðum. Eftir dansin Náttarbussurin koyrir úr Vestmanna eftir dansin. Fjørðukrógvin hevur opið soleiðis á Bátastevnuni: Leygardagin 17.00 – 24.00 Sunnudagin 12.00 – 17.00 Sunnudagin 20. mai: Kl. 14.00 – 20.00 Stubbin hevur framsýning av húsvognum og bátum v.m. Inni á Fjørð. Svimjifelagið ÆGIR søkir høvuðsvenjara til kappingarárið 2007/2008 Ætlanin er, at høvuðsvenjarin skal venja 1. & 2. lið og annars vera við til at samskipa venjingina fyri allar kappsvimjarar hjá ÆGIR. Løn sambart avtalu. Hevur hetta tín áhuga so send eina umsókn til okkum aðrenn 12. juni 2007 Svimjifelagið ÆGIR · Postsmoga 342 · FO-710 Klaksvík Lutaíbúð í Keyp­ mannahavn til sølu Góð ljós 2-rúm lutaíbúð á Nørrebro til sølu. Íbúðin er á 2. hædd, hon er 56m2, hevur planka- gólv, og høgt er til loftið. Lutaeigarin er limur í vælvirkandi lutafelag. Kostnaðurin fyri lutin er um 950.000 kr. Fasti kostnaðurin til lutafelagið er 2900 kr. um mánaðin. Lutaíbúðin sæst á heimasíðu: nettrold.dk Eru tygum áhugað ringið 42 25 26.