fríggjadagur 18. mai 2007síða 39
‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 94 - 18. mai 2007
39
Lesið meira um størvini á www.torshavn.fo
Pedagogar til Býlingshúsið á Norðasta Horni
Søkt verður eftir tveimum pedagogum til barnagarðsstovu at arbeiða 30 og 35 tímar um vikuna at
byrja 1. august 2007 ella eftir nærri avtalu.
Setanarviðurskifti: Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF.
Umsóknir saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skulu vera Býlingshúsinum á
Norðasta Horni, Granagøta 5, 100 Tórshavn í hendi seinast fríggjadagin 1. juni 2007.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Óla Midjord, stovnsleiðara, tlf. 210906.
Pedagogar til Dagstovninum Lítlaskógi
Søkt verður eftir tveimum pedagogum til barnagarðsstovu at arbeiða 35 tímar um vikuna at byrja
8. august 2007 ella eftir nærri avtalu.
Setanarviðurskifti: Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF.
Umsóknir saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skulu vera Dagstovninum
Lítlaskógi, Postboks 217, 110 Tórshavn í hendi seinast mánadagin 4. juni 2007.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Beintu Dalbø, leiðara, tlf. 319131.
Sløkkiliðsfólk til sløkkiliðsstøðina
Til sløkkiliðsstøðina hjá Tórshavnar kommunu verður søkt eftir sløkkiliðsfólki.
Setanarviðurskifti: Starvið verður sett skjótast til ber og lønt eftir sáttmála millum Starvsmannafelagið
og KAF.
Førleikakrøv: Neyðugt er, at tann, ið settur verður, hevur førarabræv til akfar yvir 3500 kg. við
átekning til vinnuligan fólkaflutning.
Umsóknir saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skulu vera Tórshavnar
kommunu, Postboks 32, 110 Tórshavn í hendi seinast fríggjadagin 1. juni 2007 kl. 12.00. Merkið
umsóknina „Sløkkiliðsfólk“.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Kartna Jacobsen, sløkkiliðsstjóra, ella Hans Dávid
Hansen, varasløkkiliðsstjóra, á tlf. 302100.
Verkstaðsfólk
Til verkstaðið hjá Tórshavnar kommunu verður søkt eftir dugnaligum fólki.
Setanarviðurskifti: Starvið verður sett skjótast til ber og lønt eftir sáttmála millum Landsfelag
Handverkaranna og Fíggjarmálaráðið.
Førleikakrøv: Neyðugt er, at tann, ið settur verður, hevur førarabræv til akfar yvir 3500 kg., er
handverkari innan nevndu arbeiðsøki og hevur fyrstahjálparaprógv.
Umsóknir saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skulu vera Tórshavnar
kommunu, Postboks 32, 110 Tórshavn í hendi seinast fríggjadagin 1. juni 2007 kl. 12.00. Merkið
umsóknina „Verkstaðsfólk“.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Símin Jákup Hansen, verkstaðsleiðara, ella Kartna
Jacobsen, sløkkiliðsstjóra, á tlf. 302100.
Tórshavnar kommuna
Leys størv
lýsingar
Skrá fyri Bátastevnuna í Vestmanna 2007
Fríggjadagin 18. mai:
Kl. 09.00 – 22.00
Stubbin hevur framsýning av húsvognum og bátum v.m.
Inni á Fjørð.
Leygardagin 19. mai:
Bjargingarbáturin Ziska fylgir við bátunum, ið koma úr
Norðuroyggjum og Eysturoynni. Tjaldri fylgir við bátunum
frá Glyvursnesi.
Kl. 09.00 – 22.00
Stubbin hevur framsýning av húsvognum og bátum v.m.
Inni á Fjørð.
Kl. 10.00 – 17.00
Vestmóti hevur Langan Leygardag.
Kl. 14.00
Bryggjan hevur opið. FA-Cup finalan verður víst
á stórskíggja.
Kl. 14.30
Allir bátarnir savnast við Fútaklett. Gamli postbáturin
»Ólavur« tekur ímóti og skipar innsiglingina til Vestmanna.
Kl. 15.30
Bátarnir koma inn móti keiini, og manningarnar fáa
vegleiðing um, hvussu bátarnir skulu liggja.
Trygdarnet at spenna millum bátarnar fáast til keyps.
Húsvognar møtast við Skipasmiðjuna og motorsúklur
møtast á bryggjuni.
Gestirnir fáa heita suppu við onkrum góðum
afturvið inni á Brandstøðini.
Gestirnir kunnu bíleggja morgunbreyð, ið verður
borið út sunnumorgunin.
Kl. 16.00
Bjargingarroynd verður á vágni við bjargingarbátum
og tyrluni.
Kl. 15.30 – 19.30
Mini-tivoli í ítróttarhøllini við fiskibrunni, bóltkasti við
ferðmátara, HipHop-dansi, kaffisølu, tombola, hoppiborg,
hárpríði, andlitsmáling o.m.a.
Kl. 18.00
Grilling á keiøkinum. Søla av teimum vælumtóktu
Bátastevnubúffunum.
Kl. 18.30
Sámal Ravnsfjall og Jóan Jakku Guttesen syngja og spæla.
Kl. 22.00
Pylsuvognur letur upp við ítróttarhøllina.
Kl. 23.00
Fýrverk á keiøkinum.
Kl. 23.00 – 04.00
Dansur í ítróttarhøllini við Thunderbirds og Vestmonnum.
18 ára aldursmark.
Kl. 00.30
Náttarbussurin koyrir úr Steinatúni í Havn og steðgar
á vanligum støðum.
Eftir dansin
Náttarbussurin koyrir úr Vestmanna eftir dansin.
Fjørðukrógvin hevur opið soleiðis á Bátastevnuni:
Leygardagin
17.00 – 24.00
Sunnudagin
12.00 – 17.00
Sunnudagin 20. mai:
Kl. 14.00 – 20.00
Stubbin hevur framsýning av húsvognum og bátum v.m.
Inni á Fjørð.
Svimjifelagið
ÆGIR
søkir høvuðsvenjara til
kappingarárið 2007/2008
Ætlanin er, at høvuðsvenjarin skal venja 1. & 2.
lið og annars vera við til at samskipa venjingina
fyri allar kappsvimjarar hjá ÆGIR.
Løn sambart avtalu.
Hevur hetta tín áhuga so send eina umsókn til
okkum aðrenn 12. juni 2007
Svimjifelagið ÆGIR · Postsmoga 342 · FO-710 Klaksvík
Lutaíbúð í Keyp
mannahavn til sølu
Góð ljós 2-rúm lutaíbúð á Nørrebro til sølu.
Íbúðin er á 2. hædd, hon er 56m2, hevur planka-
gólv, og høgt er til loftið.
Lutaeigarin er limur í vælvirkandi lutafelag.
Kostnaðurin fyri lutin er um 950.000 kr.
Fasti kostnaðurin til lutafelagið er 2900 kr. um
mánaðin.
Lutaíbúðin sæst á heimasíðu: nettrold.dk
Eru tygum áhugað ringið 42 25 26.