Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-18, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mai 2007síða 42

‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 94 - 18. mai 2007 Deildarleiðari til Kappingarskrivstovuna og Skráseting Føroya Eitt nýtt starv sum deildarleiðari fyri Kapping­ ar­skrivstovuna og Skráseting Føroya er leyst at søkja. Uppgávan hjá Kappingarráðnum er at umsita løgtingslóg um kapping. Lógin hevur til enda­ mál at fremja kapping og harvið styrkja virkisførið í framleiðslu og handli av vørum og tænastum v.m. Skráseting Føroya umsitur lóggávurnar um partafeløg, smápartafeløg, ársroknskap, skrá­ settar grannskoðarar og løggildar grannskoð­ arar. Virksemið er fíggjað við umsitingar­ gjøldum. Uppgávur hjá deildarleiðaranum fevna m.a. um at: Prioritera uppgávur soleiðis at játtanin til Kapp­ ingarráðið og Skráseting Føroya verður gagn­ nýtt á best møguligan hátt. Samskipa allar uppgávur innan kappingarøkið og Skráseting Føroya. Delegera uppgávur til fulltrúarnar á stovninum Fyrireika mál at leggja fyri Kappingarráðið Virka sum talsmaður fyri Kappingarráðið og hava yvirskipaðu leiðsluna á Skráseting Før­ oya. Samskifta við aðrar føroyskar og útlendskar myndugleikar á økinum. Verða við í arbeiðinum at gerða modell sum skulu nýtast sum amboð í eftirlitinum við føroysku marknaðunum og virkjum, herundir til lýsing av kappingarintensitet, ognarviðurskift­ um o.s.fr. Verða við til at betra um arbeiðsgongd og mannagongdir annars á stovninum. Harumframt kunnu verða líknandi uppgávur at loysa fyri Post­ & Fjarskiftiseftirlitið, Trygg­ ingareftirliðið. Førleikakrøv Umsøkjarar skulu hava: • hóskandu útbúgving frá hægri læristovni • royndir innan privata ella almenna fyrisiting • royndir innan kappingarrætt og málsviðgerð av kappinarmálum • leiðsluroyndir Umsøkjarar skulu vera førir fyri at arbeiða sjálvstøðugt, seta seg inn í lógarviðuskifti á vinnu­ og kappingarøkinum og hava hegni til at leiða og fordeila arbeiði á deildini. Setanartreytir Setanartreytir verða eftir galdandi sáttmála við avvarðandi fakfelag. Setanin umfatar Vinnu­ málastýrið og stovnar undir tí, umframt løg­ mansskrivstovuna og onnur aðalstýrir. Umsóknir, saman við prógvum, CV og møgu­ ligum ummælum, skulu sendast til: Jógvan Thomsen Fjarskiftiseftirlitið Skálatrøð 20 Postboks 73 FO-110 Tórshavn og vera stovninum í hendi í seinasta lagi mána­ dagin tann 18. juni 2007 kl. 12.00. Um tú ynskir nærri upplýsingar, kanst tú ringja til Jógvan Thomsen, stjóra, tlf. 35 60 20 ella 21 60 20. Kappingarráðið og Skráseting Føroya hava felags stjóra og skrivstovu saman við Post- & Fjarskiftiseftirlitinum og Tryggingareftirlitinum. P/F Normek søkir eftir goymslulærlingi til at byrja skjótast gjørligt Arbeiði umfatar innkeyp, sølu, logistik og annars verða við til at optimera lagri. Førleikar tínir: Dentur verður lagdur á, at tú hevur góðan førleika at arbeiða við teldu. Lærutreytir: Lærutíðin byrjar skjóast gjørligt, og arbeiðið og útbúgvingin eru skipað eftir galdandi reglum. Løn: Lønin verður ásett sambært galdandi lærusátt­ mála. Umsókn og tíðarfreist: Umsókn skal sendast til P/F Normek, Tróndagøta 63, FO­512 Norðragøta, og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. Juni 2007. Nýtt teoriskeið byrjar mikudagin 23. mai 2007 kl. 18:00. Tilmelding hjá: Hugo Kristiansen 225225 Jari Lykke 503002 Mikkjal Hansen 722578 Koyrikort? Eysturoyar tEoriskúli Til sølu Mitsubishi L200 árg. 09/01 koyrt 85.000 km. Lastbilurin hevur sleipikrók. Prísuppskot: kr 150.000 Tlf 211269 Hálvdagssettur assistentur til Føroya Náttúrugripasavn í eitt ár Ein av okkara lívfrøðiassistentum fer í farloyvi frá 15. juni 2007 – 15. juni 2008, og søkja vit tískil eftir einum avloysara í hesum tíðarskeiði. Starvið Høvuðsuppgávan hjá asssistentinum er at vera hjálparfólk í samband við verkætlanir um hav­ súgdjór og herundir at savna tilfar til djóradeildina á savninum. Viðkomandi skal eisini kunna taka lut í øðrum arbeiði á Náttúrugripasavninum. Førleikakrøv Fyrimunur er, at umsøkjarin: • hevur kunnleika og royndir viðv. havsúgdjórum • hevur vanligt koyrikort • hevur royndir til sjós • dugir at tosa enskt Treytir Setanartreytir og løn verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið ella avvarðandi yrkisfelag. Setanarøkið er Fiskimálaráðið, og arbeiðsplássið verður Føroya Náttúrugripasavn. Umsókn Umsóknir, við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, mugu vera Føroya Náttúrugripasavni í hendi í seinasta lagi 1. juni 2007. Umsóknir skulu sendast til: Føroya Náttúrugripasavn, Debesartrøð V.U.Hammersheimbsgøta 13, 100 Tórshavn Fyrispurningar viðvíkjandi starvinum fáast við at ringja til Náttúrugripasavnið á tlf. 35 23 20 og tosa við Dorete Bloch, stjóra. Føroya Náttúrugripasavn F i s k i m á l a r á ð i ð DjóraDeilDin FÚTALÁG 40 • 100 TÓRSHAVN Telefon 35 23 20 • Telefax 35 23 21 • doreteb@ngs.fo lýsingar www.sosialurin.fo