fríggjadagur 18. mai 2007síða 41
‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 94 - 18. mai 2007
41
Starvið
Mentamálaráðið sóknast eftir dugnaligum, ágrýtnum og
engasjeraðum KT-ráðgeva til KT-depilin. Starvið verður
at seta 01. august 2007.
Høvuðsuppgávurnar eru m.a. at:
• umsita ambætarar
• umsita heimasíðu depilsins og stuðla skúlum við
teirra heimasíðum
• skipa fyri skeiðum
• skipa samarbeiði millum skúlar
• menna talgilt undirvísingartilfar og tal gildar
undirvísingargongdir
• veita brúkaratænastu
Førleikakrøv
Vit vænta okkum m.a., at umsøkjarar
• hava útbúgving frá lærdum háskúla ella aðra
viðkomandi útbúgving
• útbúgving ella drúgvar royndir á telduøkinum
• hava royndir í undirvísingarverkinum
• kunnu arbeiða sjálvstøðugt umframt at samstarva í
arbeiðsbólkum o.l.
• eru tænastusinnaðir, fyrikomandi og hava góð
samstarvsevni
• hava áhuga fyri avbjóðingum og vilja til at royna
nýggjar leiðir.
Vit bjóða
Á økinum eru fl eiri spennandi avbjóðingar, sum KT-
ráðgevin kemur at fáa ávirkan á. M.a. verður arbeitt
við at seta í verk skúla fyrisitingarforritið VITANET.
Frammanundan røkir KT-depilin brúkarasamskiftið í
sambandi við Lønar forskipanarforritið.
Starvið er áhugavert, fjølbroytt og sjálvstøðugt við
skiftandi uppgávum og við nógvum samskifti.
Arbeiðið er á einum høgum fakligum stigi, og
møguleikarnar fyri bæði persónligari og fakligari
menning eru góðir.
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Fíggjarmálastýrið og viðkomandi yrkisfelag.
Umsókn
Umsókn við prógvum, c.v. o.ø. skulu sendast til:
Mentamálaráðið
Hoyvíksvegi 72
Postrúm 3279
110 Tórshavn
ella e-post: mmr@mmr.fo
Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi
mánadagin tann 21. mai 2007, klokkan 16.00.
Um tú ynskir fl eiri upplýsingar, ber til at ringja til Regin
Ellingsgaard, leiðara í KT-deplinum, telefon 321220 ella
555015. Regin hevur e-postin reginel@skulin.fo
Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harumframt hevur ráðið uppgávur,
ið viðvíkja kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi.
KT-depilin er staðsettur í Mentamálaráðnum og veitir sjálvstøðuga KT-tænastu í skúlaverkinum. KT-depilin er ráðgevandi hjá
skúlaverkinum viðvíkjandi kunningartøkni og skipar fyri at eftirútbúgva lærarar í kunningar tøkni. KT-depilin rekur samskiftisskipan
skúlaverksins, sum nú hevur 13.970 brúkarar. Eisini veitir KT-depilin skúlum pláss til heimasíður teirra.
KT-ráðgevi
sansir.fo
KT-depilin
DjórahanDilin
søkir starvsfólk
Tann, ið settur verður í starv, skal hava
kunnleika og áhuga fyri djórum.
Vit vænta:
• At tú ert mininum 17 ár.
• At tú ert vinarlig/ur, fyrikomandi og kann
vegleiða og avgreiða viðskiftafólkum okkara,
eftir upplæring.
• At tú ert samvitskufull/ur, møtir til tíðina og
kann arbeiða sjálvsstøðugt.
Reingerð av handli og vasking av akvarium og
búrum er ein partur av arbeiðinum.
Arbeiðstímar: umleið 20 tímar um vikuna – seinni
er møguleiki at fara upp í tíð.
Arbeiðstíð: 15.00 – 18.00 vikudagar og 10.00 –
14.00 leygardagar, umframt avloysing í feriunum.
Umsóknir við avriti av prógvum, viðmælum v.m.
skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 28.05.07
DjórahanDilin
akvariubúðin
Postboks 3274 · Fo - 110 tórshavn
Opel Combo til sølu
Ein sera vælhildin Opel Combo 1.6 persónbilur
til sølu. Bilurin er frá juni 2003 og hevur koyrt
53.000 km. Er økonomiskur, rúmligur og sera
vælegnaður sum familjubilur. Hevur skjótihurð
ar í báðum síðum.
Útgerð: Nýggjar 17” alufelgur/dekk, fjarstýrt
sentrallás, elrútar framman, tokulyktir, radio
við fløguspælara, v.m.
Prísuppskot: 118.000,-
Tel 21 19 96
Ársaðalfundur
Ársaðalfundur verður hildin í Føroya
Heimavirkisfelag 2. juni kl. 14.00, í
Tilhaldinum, Tórsgøta 21, Tórshavn.
Skrá sambært viðtøkum felagsins.
Nevndin
Alirøktarar
Søkt verður eftir 2 monnum til alingina hjá
P/F Faroe Farming í Vági skjótast gjørligt.
Arbeitt verður eftir vaktarskipan.
Áhugaði ringið á tlf. 221447.
P/F Faroe Farming
FO-900 Vágur
lýsingar