Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. mars 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tey fimm árini, Joan Ziskason hevur verið formaður í Sjúkra- systrafelagnum hava verið baldrut og strævin, men eisini lærurí. Nú bjóðar hon seg fram at taka eitt tørn afturat. STRÍÐSVAL Áki Bertholdsen – Vit eru blivin meiri sjónlig og vit hava fingið meiri virðing. Men tað skal eisini síggjast á lønini. Joan Ziskason, sum er forkvinna í Sjúkrasystrafel- ag Føroya, heldur, at lønin hjá sjúkrasystrunum er alt ov lág. – Og tað er langt á mál til eina nøktandi løn. Ein nøktandi løn er ein løn, ið svarar við ábyrgdina, sigur Joan Ziskason Hon hevur verið for- kvinna í Sjúkrasystrafel- agnum í fimm ár. – Hetta hevur verið ein baldrut, men eisini ein spennandi og lærurík tíð. Tað er sera nógv at seta seg inn í sum formaður, bæði lógir, reglugerðir, og ikki minst, hvussu sáttmálin skal tulkast, so ein blívur ein hálvur løgfrøðingur í hesum starvinum, sigur hon. Hon ásannar, at tað sum aðrir formenn søgdu við hana, um at tað tekur minst tvey, trý ár at seta seg inn í formansstarvið, var rætt. – Tað hava verið átta landsstýrismenn í almanna- og heilsumálum í míni for- manstíð, og tað sigur seg sjálvt, at hetta gjørt, at onkur mál eru ikki loyst so skjótt, sum vit hava viljað. Hesi árini, Joan Ziskason hevur verið forkvinna í sjúkrasystrafelagnum eru stórar sparingar framdar í heilsuverkinum, og megin- sjúkrahús okkara, Lands- sjúkrahúsið, lá í leiðslu- loysi. Men júst í málinum um leiðsluviðurskiftini á Landssjúkrahúsinum, vann Sjúkrasystrafelagið ein av teimum stóru sigrunum í formanstíðini hjá Joan Ziskason. Men tað kravdi bæði drúgvar samráðingar, og enntá verkfall: Tað var, tá ið treytaleysa kravið um eina sjúkrasystir í ovastu leiðsluna á Landssjúkra- húsinum, varð gingið á møti. Sjúkrasystrafelagið fekk norðurlendskan limaskap 1. januar 1998. Formaðurin hevur verið fastur fyrilestr- arhaldari og bólkaleiðari á fakpolitisku ráðstevnunum, sum hava verið í teimum ymisku norðanlondunum hvørt heyst. Joan Ziskason er 44 ára gomul. Hon varð útbúgvin sjúkrasystir í 1985 og hevur síðani drúgvar og fjøl- broyttar arbeiðsroyndir, bæði í Føroyum og uttan- lands. Hon hevur verið sjúkrasystir á ymsum deild- um á Landssjúkrahúsinum og á eini deild fyri krabba- meinssjúklingar á Ríkis- sjúkrahúsinum. Hon hevur eisini verið lærari á Sjúkra- systraskúlanum. Seinastu árini hevur hon verið ráð- gevandi sjúkrasystir hjá Føroya Felag móti Krabba- meini, haðani hon hevur farloyvi ímeðan hon er for- maður í Sjúkrasystrafel- agnum. Hon er eisini formaður í sjeymannabólkinum hjá fakfeløgunum. Hetta er ein bólkur, sum umboðar eini 32 fakfeløg. Í hesum ar- beiðsbólki er Sjúkrasystra- felagið við í tøttum sam- starvi við flest øll onnur fakfeløg í Føroyum. Sam- starvið er sera gagnligt tá umræður kjakinum um fak- felagspolitikk, og hevur lætt um arbeiðið, tá við- merkingar skuldu gerast um førdan landspolitik. Nógv á láni Joan Ziskason sigur, at eitt av høvuðsmálunum í kom- andi tíðum, verður sátt- málasamráðingarnar, sum verða um eitt ár. Og tá hugsar hon serliga um løn- ina. – Seinast, vit samráddust, varð ein ávísur bati gjørdur í lønini, men enn liggur nógv á láni. Eitt nú mugu vit gera okkum heilt greitt, um vit skulu royna at fáa eina nýggja lønarskipan, eins og tey hava í hinum norðanlondunum. Hon sigur, at nógv talar fyri eini slíkari skipan, men har eru eisini fleiri vansar. – Men er ein nýggj lønar- skipan einasti vegur til eina munagóða lønarhækking, kunnu vit ikki annað enn taka undir við henni. Men tað verður sjálvandi bara um sjúkrasystrar taka undir við tí. Hon sigur, at í komandi samráðingar mugu eisini onnur mál verða tikin upp, sum tey ongantíð komu til í seinastu samráðingum, eitt nú styttri arbeiðsvika, hægri viðbøtur fyri kvøld- og náttarvaktir, seniorpolit- ikk og mangt annað. – Eitt mál, sum miðvíst má arbeiðast fyri er, tað, vit nevna bilamálið hjá Heima- røktini. Sjúkrasystrafelagið hevur við jøvnum millum- bili tikið málið upp, men hevur tær seinastu ferðirnar fingið at vita, at bilamálið er ein leiðsluspurningur. Málið snýr seg um at út- vega heimarøktini bil at brúka í arbeiðstíðini. – Eg veit ikki um nakar kundi hugsað sær, at post- boðini fóru til arbeiðis í ongum bili, sigur Joan Ziskason. Hon sigur, at gongd kom á málið, tá ið ein bilur bleiv keyptur til heima- sjúkrasystrarnar í Suður- streymoy. – Men so steðgaði upp og nú kemur aftur undan kavi, at Sjúkrasystrafelagið eigur at taka málið upp við Fíggj- armálastýrið, tí nú er tað brádliga ikki ein leiðslu- spurningur longur. Hon heldur eisini, at tíðin er komin at skipa fyri sjúkrasystraráðstevnu aftur. Hon heldur, at hetta eigur at vera fastur táttur hjá felagn- um, annað- ella triðjahvørt ár. – Ein sjúkrasystraráð- stevna, við fakliga sterkum fyrilesarum, vil geva ein mennandi íblástur til limir felagsins. Tað hevði eisini verið mennandi við eini tvørfakligari ráðstevnu, heldur Joan Ziskason. Ann- ars hevur hon eitt valupp- legg í fakblaðnum hjá Sjúkrasystrafelagnum, »Vøku«. Vit eru blivin meiri sjónlig – Eitt, sum vit mugu gera okkum púra greitt, tað er, um vitr skulu hava eina nýggja lønarskipan, sigur Joan Ziskason, sum er annað valevni til formansvalið í Sjúkrasystrafelgnum. Jana H.Dalsgaard hevur bjóðað Joan Ziskason av, nú sjúkrasystrar skulu velja nýggjan for- mann STRÍÐSVAL Áki Bertholdsen – Lønin er ov lág og ar- beiðstíðin ov long. Verður Jana Højgaard Dalsgard nýggur formaður í Sjúkrasystrafelagnum á aðalfundinum 17, mars, eru hetta tvey viðurskifti, sum hon ætlar at bøta um. Jana H. Dalsgaard hevur nevniliga bjóðað Joan Ziskason av, nú sjúkrasystr- ar aftur skulu velja for- mann. Joan Ziskason hevur ver- ið formaður í sjúkrasystra- felagnum í fimm ár nú. Fyrra valskeiðið var tvey ár, men síðani er tað broytt til trý ár. Seinast, Joan Ziskason varð vald, hevði hon onki mótvalevni , men tað fær hon so hesuferð. Jana H. Dalsgaard býr í Havn og er 45 ára gomul. Hon hevur longu drúgvar royndir, bæði sum sjúkra- systir og fakfelagsfólk. Hon varð útbúgvin sjúkra- systir í 1981 og arbeiddi síðani á Landssjúkrahúsin- um til 1997. Í 1997 og 1998 var hon í Danmark, har hon las løgfrøði, og tað helt hon fram við í sjálvlsestri til í 1999. Samstundis er hon sjúkrasystir í læknaviðtal- uni hjá D. P. Højgaard, kommunulækna, har hon eisini arbeiðir í løtuni. Men hon hevur eisini vaktir á Landssjúkrahúsinum og í Heimarøktini. Meðan hon var á Lands- sjúkrahúsinum frá var hon álitisfólk fyri sína deild í sjey ár. Í fimm ár var hon eisini felagsálitisfólk fyri alt landsjúkrahúsið. – Størsta uppgávan hesi árini var var at arbeiða við við viðurskiftunum hjá sjúkrasystrunum, og royna at verja sjúkrarøktina, tá ið tær stóru stóru skerjing- arnar vóru í kreppuárunum. Tá sat hon m.a í einum fýra-manna manna bólki, sum umboðaði alt Lands- sjúkrahúsið. Á vári í 1996 varð hon vald í nevndina í Sjúkra- systrafelag Føroya, har hon sat til hon fór niður árið eftir Hesa tíðina vann Sjúkra- systrafelagið ein stóran sig- ur í ósemjuni um nýggja leiðslubygnaðin á Lands- sjúkrahúsinum, tí úrslitið var, at ein røktarfakligur leiðari kom í ovastu leiðsl- una. Jana Dalsgaard var eisini við til at gera eitt uppskot fyri landsstýrið um nýggjan leiðslubygnað á Landssjúk- rahúsinum, saman við aðr- ari sjúkrasystir og tveimum læknum. Størri vitan Hon sigur, at sum samfel- agið broytist, broytast eisini uppgávurnar hjá sjúkra- systrini. – Í dag eru sjúklingarnir sjálvir førir fyri at søkja sær vitan á alnetinum um sjúk- ur, viðgerðarmøguleikar og røkt. Hetta setur stór krøv til sjúkrasystrina, tí tað krevur, at hon støðugt mennist fakliga og hevur eina dagførda vitan. – Eisini er gongdin tann, at viðgerðir og røkt í nógv størri mun verða givin giv- in ambulant, tvs, at sjúkl- ingurin er ikki innlagdur. Hetta setur so eisini onnur krøv til sjúkrasystrina, og tað krevur eisini, at heima- røktir verður útbygd. – Vit noyðast eisini at brynja okkum til, at tað verða fleiri og fleiri eldri í samfelagnum. – Tað, sum ger sjúkra- systrarnar betur førar fyri at taka ímóti teimum stóru av- bjóðingunum, ið standa fyri framman, er størri vitan. – Vit eiga fyrst og fremst sjálvar at søkja okkum vit- an, tað verið seg við at lesa, vera á skeiðum og annars útbúgva okkum alla tíðina. – Sjúkrasystrafelagið eigur avgjørt at vera við til at geva sjúkrasystrum størri vitan, eisini fakliga. Tað kann gerast við at vit oftari skipa fyri limafundum, evnisdøgum, og skeiðum. Vit eiga at stuðla sjúkra- systrum at útbúgva seg víð- ari. Stuðulin, hon hugsar um, er ikki fíggjarligur, men moralskur. Felagið kann eisini hjálpa til at út- vega upplýsingar, o.s.fr. Hægri løn og styttri arbeiðstíð Jana Dalsgaard sigur, at hon hevur gjørt av at stilla upp, tí hon hevur stóran áhuga fyri viðurskiftunum hjá sjúkrasystrunum og fyri fakfelagsarbeiði. –At vera formaður í Sjúkrasystrafelagnum er strævið. Og tá ið sami for- maður hevur lagt rygg til í fimm ár, haldi eg, at onnur eiga at vísa áhuga og at bjóða seg fram. Og at stilla upp til formansval og nevn- darval er ein máti at vísa áhuga fyri felagsarbeiðn- um, sigur hon. Og tá ið hon bjóðar seg fram, er tað tí, at hon held- ur, at hon kann verða við til at bøta um korini hjá sjúk- rasystrum í Føroyum, og at menna heilsu- og sjúkra- røktina. Eitt nú hugsar hon um ar- beiðsumhvørvið, um fak- liga og persónliga menning og um lønar-, setanar-, og fyriskipanaráhugamál. Men hon hugsar eisini um at savna sjúkrasystrarnar í Føroyum, um at fremja gott samanhald felagsliga og fakliga, um at stuðla teim- um lesandi og um at stuðla teimum eldru. Eitt nú heldur Jana Dals- gaard, at lønin hjá sjúkra- systrum als ikki samsvarar við arbeiðsuppgávurnar og stóru ábyrgdina. – Grundlønin er ov lág og alt eykaarbeiði, eitt nú ar- beiði um kvøldið, um næt- urnar og halgidagar, eigur at geva meiri. Ein máti at lætta um hjá eldri sjúkra- systrum, er at stytt arbeiðs- tíðina hjá teimum við somu løn. Eg haldi eisini, at ar- beiðstíðin eigur at vera 37 tímar un vikuna. Annars hevur Jana Dals- gaard eitt valupplegg í »Vøku« sum er fakblaðið hjá sjúkrasystrunum. Stórar avbjóðingar standa fyri framman Jana H. Dalsgaard heldur, at tað er rætt at vísa áhuga fyri fakfelagsarbeiðnum. Tað ger hon við at stilla upp til formann Nr. 46 - 7. mars 2001 3 2 Nr. 46 - 7. mars 2001 Landsfundur Sambandsfloksins 2001 verður í Havn 23.-24. mars. Uppskot til viðgerðar á landsfundinum skulu verða skrivstovuni í hendi í seinasta lagi 13. mars. Øll sambandsfólk eru vælkomin Nærri verður lýst seinni. Landsnevndin DAGSINS MEINING Nú hava vit í 3 ár lurtað eftir retorikkinum um tann søguliga møguleikan. Vit liva í einari søguligari tíð er proklamerað fleiri ferð. Nú er tað tíbetur soleiðis, at tað ikki er samtíðin, ið skrivar søgu, men eftirtíð- in. Leiðslan í Tjóðveldisflokkinum hevur ført fram, at einki er hent á sjálvstýrisleið síðani heimastýrislóg- ina. Hesir menn føra ferð eftir ferð fram, at vit eru alsamt gjørd meira og meira tengd at blokkstuðulin- um frá Danmark. Nú er tað soleiðis, at blokkstuðuls- skipanin ikki hevur meira enn 12 ár á baki, og at hon gjørdi Føroyar minni tengdar at Danmark búskapar- liga enn støðan var við refusiónsskipaninini, ið var áðrenn. Tær yvirtøkur og tær broytingar, ið hava verið tey seinastu nógvu árini skyldast tógvið stríð hjá undan- gongumonnunum hjá núverandi Løgtingi. Postkass- arnir hava ikki altíð verið bláir, og skúlafyrisiting hevur ikki altíð verið føroysk. Tað er týdningarmikið at man ikki tekur alt sum eina sjálvfylgju. Teir ting- limir og landstýrismenn – inklusiv tjóðveldismenn – sum tóku hesi tøk hava heiður uppiborið. At so Høgni Hoydal og nýggi vongurin í Tjóðveldis- flokkinum niðurger sínar egnu, ið gingu undan er sín søk, men enn meira ótrúligt er tað, at sami Høgni Hoydal og hansara vongur í Tjóðveldisflokkinum undirmeta eftirkomarar. Hesir menn blíva við at føra fram, at um fullveldið ikki kemur í hús í hesum val- skeiðnum, so er alt dottið á gólvið fyri altíð. Tað tykist sum um at eingin hevur gjørt nakað á sjálvstýrisleið áðrenn Høgni Hoydal var uppfunnin, og eingin kemur at megna nakað eftir Høgna Hoy- dal. Búskaparargumentið verður mangan ført fram av Tjóðveldismonnum, men hví hettar skal vera sein- astu ferð, vit nakrantíð hava góðar tíðir í Føroyum, hava teir ikki nakað svar uppá. Tað er einki hendan samgonga kann, sum fylgjandi samgongur ikki kunnu. Okkara vón skal vera, at menn gevast við hesari ótrúlligu yvirvurdering av egna leikluti í søguligum høpi. Eitt valskeið er eitt sekund í søguni, og fram- burður og økt sjálvbjargni er ein process, har løgting aftaná løgting standa á herðunum, á teimum, ið und- an fóru. Nú er nokk! Nú er nokk við at ignorera 50 ára framburð. Nú er nokk við at fyrigykla fólki, at man er í einari nú ella aldrin støðu. Nú er nokk við at taka alt, ið hóast alt verður umsitið í hesum land- inum sum eina sjálvfylgju. Nú er nokk við at dyrka undirbrotligheitina, har einki ber til uttan fullveldi. Sum ein av okkara fremstu løgfrøðingum segði her- fyri: Man skal bara trúgva uppá seg sjálvan, so ber alt til. Nú er nokk Norrønt Atlants- samstarv hevur fingið nýggjan stjóra Nýggi stjórin í Norrøna At- l a n t s s a m s t a r v i n u m (NORA) eitur Kaspar Lytt- hans. Hann hevur í mong ár starvast hjá Grønlendska Heimastýrinum, og sein- astu árini í Vinnudeildini hjá Direktoratet for Er- hverv, har hann hevur arb- eitt við vinnumenningar- málum, økispolitikki o.ø. Hann hevur eisini leingi umboðað Grønland í ym- iskum nevndum undir Norðulendska Ráharraráð- num og er soleiðis kendur í norðurlendskum høpi. Kaspar Lytthans er fólka- lívsfrøðingur og er 52 ára gamal. Hann er dani, men búði í barnaárunum í Grøn- landi, hagar hann flutti aft- ur í 1984 og hevur búð síð- ani. Høvuðsuppgávan hjá nýggja stjóranum verður at seta nýggju langtíðarætlan- ina hjá Norrøna Atlantsam- starvinum í verk. Norrøna Atlantssam- starvið er ein verkætlan undir Norðurlendska Ráð- harraráðnum, ið stuðlar samstarvsverkætlanum millum fyritøkur í Grøn- landi, Íslandi, Føroyum og Strandanoregi. Í langtíðar- ætlanini fyri 2001 til 2006 verður dentur lagdur á at stuðla menningar- og ný- skapanartilgongdum í vinn- uni í samstarvslondunum. Hetta verður millum annað gjørt við at stuðla vinnulig- um menningarætlanum og at stuðla uppundir førleika- menning og netverkssam- starv millum fyritøkur í londunum. Norrønt Atlantsamstarv stendur eisini á gáttini til eitt samstarv við »Northern Periphery« verkætlanina (Norðurmót verkætlanin). »Norðurmót« er ein menn- ingarverkætlan í økisætlan- ini INTERREG IIIB hjá ES. Upprunaligu sam- starvspartarnir í Northern Periphery vóru Skotland, Norra, Svøríki og Finland. Grønland, Ísland og Føroy- ar – luttaka í verkætlanini frá í ár. Í hesum sambandi verður NORA-nevndin ráð- gevingarbólkur hjá Nort- hern Periphery. Samstarvið við Northern Periphery verður ein spenn- andi avbjóðing fyri Norr- øna Atlantsamstarvið og fyritøkurnar í útnorður- londunum, sum við hesum fáa betri møguleikar fyri samstarvi við fyritøkur í grannalondunum fyri sunn- an. NØVN Í VIKUNI Takk En hjertelig takk til alle jer, som fulgte min elskede søn, vores kære bror og svoger Jens Josiassen til hans siste hvilested. Hilsen Gudrun, Siri, Eigil, Tilda, Egon, Seljan og Søren Tøkk Hjartaliga takki eg øllum, sum sýndu mær sam- kenslu og stóra hjálp, tá mín elskaði Jens Josiassen so brádliga varð tikin frá mær.Takk øll somul, sum vístu so ótrúligt hjálpsemi.Takk fyri gávur og takk fyri blómur.Takk fyri alla hjálp í heiminum. Takk til tykkum øll, sum fylgdu.Takk til prest, gravarar, sangarar, klokkara og berarar. Gud vælsigni tykkum øll fyri ta hjálp, tit vístu mær. Mia Christiansen Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marjun Dalsgaard marjun@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo John Johannessen john@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Mentan: Birgir Kruse birgir@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Útgevari/uppseting: Sp/f Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254mm breið og 346mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Ein heil síða í Sosialinum er 254mm breið og 348mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Leguhúsið Lívd selt Kirkjuliga Missións- felagið ætlar at útvega eini nýggj hús í útjað- aranum til legu- virksemi LEGUHÚS Turið Kjølbro Seinastu 20 árini hevur Kirkjuliga Missiónsfelagið átt og rikið leguhúsið Lívd í Haldórsvík. Húsini hava verið brúkt til summarleg- ur, bíbliuskeið og onnur til- tøk. Umstøðurnar hava ver- ið góðar, men av tí at húsini eru vorðin gomul og tí tørva ábøtur, hevur Kirkju- liga Missiónsfelagið gjørt av at selja húsini til Hal- dórsvíkar kommunu. Hetta stendur at lesa í blaðnum hjá Kirkjuliga Missiónsfel- agnum. Enn hevur Kirkjuliga Missiónsfelagið ikki útveg- að nýggj leguhús. Tað er annars ætlanin, og felagið miðjar eftir at ogna sær eini hús ella at byggja eini stór sethús við hampiliga stór- um øki rundan um í einari bygd í útjaðaranum. Sosialurin