Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-07, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. mars 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sigurd Johannesen, sum býr á Oyrabakka, noktar at gjalda fult útvarpsgjald. Hann hoyrir ikki Útvarp Føroya nóg væl og vil tí bara rinda hevltina av gjaldinum. Út- varpsstjórin sigur, at Vinnumálastýrið hev- ur ábyrgdina av send- inetinum, og tí hevur Útvarp Føroya ikki skyldu til at syrgja fyri, at øll í Føroyum hoyra útvarpið nóg væl. Vinnumálastýrið hevur hinvegin onga veitingarskyldu í sambandi við sendi- netið hjá ÚF ÚTVARPSGJALD Stefan í Skorini – Tað er langt úti, at Útvarp Føroya kann krevja fult út- varpsgjald frá mær, hóast eg nóg illa hoyri útvarpið heima við hús, sigur Sigurd Johannesen, skipari av Oyrabakka. Sigurd hevur tvær ferðir goldið helvtina av útvarps- gjaldinum, og hann hevur tí fingið fleiri áminningar frá útvarpinum um at gjalda tær írestandi krónurnar, men hann hevur boðað frá, at hann ikki fer gjalda meira enn helvtina, so leingi hann ikki hevur møguleika at hoyra rødd- irnar hjá útvarpsvertunum í Sortudíki. Sigurd sigur, at hann fer at stríðast fyri hesum sera grundleggjandi máli av øll- um alvi, tí hann heldur seg hava eina nóg góða grund- geving fyri ikki at gjalda. Skiparin av Oyrabakka heldur, at fólk, ið ikki hoyra Útvarp Føroya nóg væl, ikki skulu gjalda fult út- varpsgjald. Tað er skeivt at krevja pening fyri eina vøru, sum ikki verður lev- erað, sigur Sigurd. ÚF onga ábyrgd Jógvan Jespersen, útvarps- stjóri, sigur, at tað ikki er ábyrgdin hjá útvarpinum at syrgja fyri, at sendinetið er nóg gott, til at øll hoyra út- varpið. – Tað er ásett í lógini, at Vinnumálastýrið hevur ábyrgdina av sendinetinum, og tað er Føroya Tele, sum skal umsita netið. Tá vit fáa klagur frá lurtarum, senda vit tær víðari til Føroya Tele. Tí kann eingin lasta okkum fyri, at sendinetið ikki er nøktandi fyri øll, sigur Jógvan Jespersen. Jógvan Jespersen heldur, at tað er sjálvsagt, at øll, ið rinda útvarpsgjaldið, skulu hoyra útvarpið væl, men tað einasta, hann kann gera, er at heita á Føroya Tele um at fáa viðurskiftini í rætt- lag. Kringvarpslógin sigur eisini, at útvarpsgjaldið kann heintast inn við pant- ing, har rætturin krevur gjaldið frá fólki, ið ikki vilja gjalda. Hetta er Sigurd greiður yvir, og hann vil hava málið í rættin beinanvegin, tí hetta er einki at bíða eftir, heldur hann. Sigurd fekk boð um at møta á sýslu- skrivstovuni í Runavík ein av næstu døgunum, men hann boðaði frá, at hann ikki fór at møta, men bað um at fáa málið beint til fútan beinanvegin. Rokningin hevur skeiva adressu Sigurd hevur sent brøv til útvarpið fyri at vísa á, at hoyriviðurskiftini á staðn- um ikki eru góð, men hann sigur, at ÚF hevur víst til Vinnumálastýrið og Føroya Tele. – Eg havi fingið svar frá Útvarpi Føroya, har teir siga mær, at teir eru greiðir yvir, at hoyriviðurskiftini á staðnum ikki eru góð, men hóast tað skal eg gjalda, sigur Sigurd Johannesen. Tí hevur hann eisini sent brøv til hesar báðar stovnar, men hann hevur einki svar fingið frá nøkrum teirra. Sigurd vísir á, at tær írestandi krónurnar á rokn- ing hansara skulu gjaldast av Vinnumálastýrinum ella tí ábyrgdarhavnadi á økin- um, tí tað hevur ábyrgdina av, at hann ikki hoyrir Út- varp Føroya nóg væl. Sigurd hevur ongar ætlanir um at fáa serkøna hjálp frá sakførara í rættar- málinum, tí hann metir, at hann kann verja seg sjálvan í rættinum. Onga veitingarskyldu Hjørdis Gaard, fulltrúi í samskiftismálum á Vinnu- málastýrinum, sigur, at tað almenna ikki hevur ein veitingarskyldu á hesum økinum. Tað er sostatt ikki skyldan hjá Vinnumálastýr- inum at syrgja fyri, at send- inetið hjá útvarpinum er nøktandi hjá øllum. Til samanberingar kann nevnast, at Føroya Tele hev- ur ein veitingarskyldu og skal syrgja fyri, at øll í Før- oyum hava atgongd til tele- fon á fastneti. Hetta er hin- vegin ikki ásett við lóg í sambandi við sendinetið hjá almenna útvarpinum og sjónvarpinum. Tað er ásett í lógini, at hevur tú eitt útvarp í húsin- um, so skalt tú rinda útvarpsgjaldið. Útvarps- gjaldið verður ikki sett í mun til, hvussu væl tað ber til at hoyra útvarpið á staðnum, verður upplýst úr Vinnumálastýrinum. Á fíggjarlógini fyri næsta ár er 1 millión krónur sett av til íløgur av útskifting og útbygging. Tað er sostatt ein politisk avgerð at betra um sendinetið. Allur peningur, sum Vinnumálastýrið rindar, er játtaður av løgtinginum, og eingin peningur er játtaður til endurgjald. Tí fer Vinnu- málastýrið ikki av sínum eintingum at gjalda írest- andi krónurnar á útvarps- rokningum hjá fólki, sum ikki hoyra Útvarp Føroya. Skal skjótt í rættin Tað er sendarin á Eiðis- kolli, sum skal syrgja fyri, at fólk í Sundalagnum hoyra Útvarp Føroya, með- an signal frá sendaranum á Húsareyni eisini røkka tann vegin norðureftir. Sendarin á Eiðiskolli hevur eftir øll- um at døma ikki nóg stóra sendistyrki, so at øll kunnu hoyra útvarpið. Sigurd sigur, at hann hoyrir Útvarp Føroya betur á millumbylgju enn á FM, men ljóðgóðskan er verri á millumbylgju. Serkøn fólk á hesum øk- inum siga, at vanligasti trupulleikin, tá fólk ikki hoyra útvarpið, er heilt ein- falt tann, at tey ikki hava antennu ella nóg góða lurti- útgerð. – Eg havi roynt alskyns sløg av antennum, men einki hjálpir. Signalið er framvegis ikki nóg gott, og tað er sama skilið í granna- húsunum, sigur Sigurd, sum vónar, at hann fær fleiri í sín part, ið hava sama trupulleika sum hann. Málið kemur fyri í rættin- um í næstum, og tá verður meira at frætta frá dystin- um, sum Sigurd hevur tikið upp við almennar stovnar. Sigurd Johannesen, ónøgdur lurtari: Rindar bara hálvt útvarpsgjald Sigurd Johannesen roynir av øllum alvi at finna ÚF í útvarpinum. – Lyfti eg armin upp, ella steðgar ein bilur uttanfyri, so órógvar tað signalið frá útvarpinum, sigur Sigurd Johannesen, ið noktar at gjalda fult útvarpsgjald, so leingi hoyriviðurskiftini eru so vánalig. Rás 2 hoyrist betri har norði, og tí verður ofta lurta eftir tí rásini ístaðin Mynd: Jens Kr. Vang Nr. 46 - 7. mars 2001 5 4 Nr. 46 - 7. mars 2001 Sosialurin - 311820 VIT RUDDA!! 29 29 ê Tr—ndarg¿tu tel. 318200 Vit skulu hava pláss fyri øllum tí nýggja frá Tí verður: Alt og Selt fyri1/2 prís. – Stuðla vit einum tiltaki við nógvum pengum, verður minni til onkran annan. Tí er tað ein spurningur um at finna eina hóskandi javnvág í tí stuðlin- um, sum vit lata mentanarlívinum, sigur Jórun Høgnes- en, nýggjur formaður í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar býráð SAMRØÐA Eyðun Klakstein Klaksvík: Komandi fýra árini verður tað ein kvinna og útbúgvin lærari, sum skal standa á odda fyri mentanarnevndini hjá Klaksvíkar býráði. Jórun Høgnesen, sum varð vald í býráðið fyrstu ferð, tá val var í november, hevur fingið mentanarliga álitissessin í Klaksvík. – Uppgávan hjá mær, nevndini og býráðnum ann- ars er at skapa karmar fyri tí mentanarliga virksemi, sum er í býnum. Mentanar- lívið hevur týdning fyri trivnaðin í býnum, sigur Jórun Høgnesen. Borgarliga starv hennara er í kommunala Ósaskúlan- um, har hon er lærari. Hon hevur eisini fingist við pol- itikk í nevndini fyri Norð- oya Tjóðveldisfelag, men hetta er fyrstu ferð, at hon rættiliga sleppur at royna seg í býráðspolitikki. – Eg eri sera spent at sleppa at royna meg, og eg kenni meg longu væl mót- tikna í býráðnum. Eg ætli mær at gera alt fyri, at mentanarlívið fær so góð kor sum gjørligt, sigur tjóð- veldiskvinnan. Skúlabetringar Jórun Høgnesen heldur, at samanspælið millum ment- anarlívið og onnur umráði í samfelagnum er av týdn- ingi. – Mentanarlívið hevur tað gott, um vinnulívið hev- ur tað gott. Og vinnulívið hevur eisini brúk fyri, at mentanarlívið hevur tað gott, tí fólk skulu trívast í býnum. Í býráðspolitikkin- um mugu vit taka hædd fyri báðum økjunum, sigur Jórun Høgnesen. Eitt av økjunum hjá men- tanarnevndini er samstund- is heimavøllurin hjá Jórun Høgnesen – skúlin. – Seinastu árini hevur ein umbyggingarætlan verið í gongd í skúlanum á Ziska- trøð, og hendan ætlan held- ur fram. Vit eiga eisini at fáa gongd í arbeiðið at betra um umstøðurnar hjá skúlanum við Ósánna, tí har er tørvur á bæði betri plássi og betri umstøðum annars, sigur hon. Eitt annað skúlamál, sum býráðið í Klaksvík verður noytt at gera nakað við komandi árini, er serskúlin, sum í løtuni heldur til í gamla skúla í Klaksvík. Serskúlin hevur brúk fyri nógvum hølum, og í løtuni hevur serskúlin ikki tað plássið, hann hevur fyri neyðini. Hugsa um tey smáu Nýggi formaðurin í ment- anarnevndini heldur, at smáu feløgini í býnum skulu hava umstøður at virka undir. – Tey stóru feløgini duga at gera vart við seg, men vit mugu eisini hugsa um tey mongu smáu feløgini av alskyns slagi, sum gera eitt stórt arbeiði í býnum. Tey mugu fáa eina hjálpandi hond frá okkum, sigur Jórun Høgnesen. – Tað eru ymiskir møgu- leikar hjá kommununi at stuðla, men eisini á hesum øki er neyðugt við eini rað- festing og langtíðarætlan. Tað eru nógv ymisk mentanarlig tiltøk í Klaks- vík, sum høvdu verið fegin um størri stuðul frá komm- ununi, men pengarnir í kommunukassanum eru ikki óavmarkaðir, hóast tíð- irnar eru góðar, og tí fáa øll ikki tað, tey kundu hugsa sær. – Vit skulu eisini gera okkum greitt, at stuðla vit einum tiltaki við nógvum pengum, so verður minni til onkran annan. Tí er tað ein spurningur um at finna eina hóskandi javnvág í tí stuðl- inum, sum vit lata til ment- anarlívið, sigur Jórun Høgnesen. Hendir nógv á ítróttarøkinum Mentanarnevndin hjá Klaksvíkar býráð tekur sær eisini av ítróttarmálunum í kommununi, og har er nógv á skránni. Fótbóltsvøllurin, sum Klaksvíkar Ítróttarfelag fyrst og fremst ger nýtslu av, hevur ikki riggað, sum ætlanin var, tá graslíkið var skift fyri tveimum árum síðani. Klaksvíkar kommuna hevur síðani stríðst fyri at fingið nýtt graslíkið, og drúgvu samráðingarnar við Polytan endaðu herfyri við eini semju, sum førir við sær nýtt graslíkið til Klaks- víkar. – Tað verður gott at gera enda á hesum málinum, tá vit skifta graslíkið í summ- ar, sigur Jórun Høgnesen. Arbeiðið við nýggja skýlinum við fótbóltsvøllin lýður væl, og skýlið skal eftir ætlan takast í brúk í vár. Eisini grannin hjá Klaks- víkar Ítróttarfelag, svimji- høllin, stendur fyri stórum umbyggingum. – Tað kemur illa við, at svimjihøllin skal steingjast í nógvar mánaðir, meðan umvælingar verða gjørdar, men hesar umvælingar eru neyðugar, um vit yvirhøvur skulu hava nakra svimjihøll í Klaksvík. – Tað er eyðkent fyri Klaksvík, at her kemur ikki verulig gongd í eitt mál, fyrr enn ein tørvur er átrok- andi og akuttur. Soleiðis er til dømis við svimjihøllini. Ein brúkarabólkur hevur viðgjørt umbyggingarnar av svimjihøllini og er kom- in við tilmæli, sum Jórun Høgnesen lovar verður gjøgnumarbeitt í mentanar- nevndini. Problembarnið Atlantis Eitt tað fyrsta mentanar- málið, sum Jórun Høgnes- en fór í holt við, tá hon gjørdist býráðslimur á nýggjárinum, var málið um mentanarhúsið Atlantis. Sosialurin kundi í síðstu viku greiða frá, at ein semja er gjørd millum partarnar í málinum, so at húsið kann lata uppaftur, og nú eru tað fyrst og fremst tey løgfrøð- isligu viðurskiftini, sum skulu fáast upp á pláss. – Tað er stórt spell, at slíkt hús sum Atlantis ikki verður brúkt til fulnar. Farna býráð kom væl áveg- is við at loysa málið, og nú ætla vit at gera enda á tí. Partarnir eru komnir ásamt um, hvussu trupulleikarnir skulu loysast og hvussu húsið skal skipast framyvir, og tí gongur neyvan long tíð, til Atlantis letur uppaft- ur, sigur Jórun Høgnesen. Atlantis skal rekast sum sjálvsognarstovnur við stýri, sum skal taka avgerð- irnar viðvíkjandi húsinum. Stýrið skal eisini avgera, um leiðari skal setast í hús- inum aftur, og hvussu virk- semið í húsinum skal skip- ast. Klaksvíkar Sjónleikarfel- ag hevur alt sítt virksemi í húsinum, og sjónleikurin fer eisini framhaldandi at hava innivist í húsinum, men greiða skal fáast á øll- um viðurskiftum millum Atlantis og Sjónleikarfelag- ið, so talan veruliga er um tvey ymisk feløg. Jórun Høgnesen roknar við, at Atlantis kann lata upp um ein mánað ella tveir, um alt gongur eftir vild komandi vikurnar. Dansistaðið hvarv Fyri góðari viku síðani lat dansistaðið Lognbrá aftur, tí hølini vóru tikin frá dansistaðnum. Lognbrá hevur hildið til í KÍ-høllini síðani miðskeið- is í 80’unum, og undan Lognbrá var eisini dansur á sama staði líka frá mið- skeiðis í 70’unum. Men nú er einasta dansistaðið, har ung undir 18 ár sleppa inn, afturlatið, og í hesum sam- bandi hevur okkurt skotið verið til kommunalu mynd- ugleikarnar. – Aðrastaðni blandar kommunan seg ikki upp í, hvussu dansiviðurskiftini eru, tí hetta er vanligt eitt mál fyri tey, sum hava hug at reka eitt dansistað. Men kommunan eigur at hjálpa til, um tað er gjørligt, við at finna teimum ungu eitt dansistað, sigur Jórun Høgnesen. – Tá vit tosa um Lognbrá, eru tað fyrst og fremst høl- isviðurskiftini, sum skapa trupulleikar. Tað er ómetal- iga ringt at finna hóskandi høli til eitt slíkt dansistað, og eg kann eingi lyfti geva til nakran um, at kommun- an kann finna eini høli. Men vit eru sinnað at verða við í eini loysn, sigur Jórun Høgnesen. Tónleikabólkar í Klaks- vík gremja seg um vánalig venjingarviðurskifti, og hetta er eisini nakað, sum mentanarnevndin ætlar sær at tosa um – helst í sam- bandi við dansiviðurskift- ini. Neyðugt við javnvág í mentanarstuðli – Tað er eyðkent fyri Klaksvík, at her kemur ikki verulig gongd í eitt mál, fyrr enn ein tørvur er átrokandi og akuttur. Soleiðis er til dømis við svimjihøllini, sigur Jórun Høgnesen, formaður í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar býráði. Mynd: Eyðun Klakstein Nevndin fyri Norð- oyar Frítíðar- og Ítróttarráð er skor- in niður í tríggjar nevndarlimir FELØG Eyðun Klakstein Klaksvík: Á aðalfund- inum hjá Norðoya Frí- tíðar- og Ítróttarráð her fyri var avgjørt at broyta nevndina í felagnum. Framyvir verða trý fólk í nevndini fyri NFÍ, tí trupult hevur verið at manna eina nevnd við fimm limum. Í nevndini hjá NFÍ sita Jan Gardar, sum er for- maður, Símun Michael Sørensen og Nikolas Olsen. – Nevndin hevur fyri tað mesta virkað sum trí- mannanevnd, hóast fimm limir hava verið valdir. Tí hava vit av- gjørt at royna at arbeiða við trimum í nevndini, sigur Jan Gardar. Norðoyastevnan Størsta uppgávan hjá NFÍ er at skipa fyri norðoyastevnuni. Í ár verður norðoya- stevnan frá 8. til 10. juni, og í næstum fer NFÍ at kalla ymisku feløgini í Klaksvík saman til ein fyrireikandi fund um norðoyastevnuna. – Vit ætla at tosa við feløgini fyri at vita, hvørjar ætlanir og hug- skot til hava til norðoya- stevnuna í ár, sigur Jan Gardar. NFÍ-nevndin broytt Jan Gardar er formaður í Norðoya Frítíðar- og Ítróttarráð