mikudagur 7. mars 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 46 - 7. mars 2001
7
6
Nr. 46 - 7. mars 2001
Hans Pauli Strøm vil
hava greiði á, hví
Arbeiðseftirlitið
liggur at kalla lamið,
tí tað ikki hevur
nakrar kunngerðir at
arbeiða eftir, eftir at
nýggja arbeiðs-
umhvørvislógin kom
í gildi í fjør.
ARBEIÐSUMHVØRVI
Magnus Dam
Tað hevur gingið striltið hjá
Vinnumálastýrinum at fylla
út karmarnar í arbeiðsum-
hvørvislógini, sum kom í
gildi í mai í fjør. So striltið,
at málið nú er reist í einum
fyrispurningi í løgtingin-
um.
Sambært nýggju arbeiðs-
umhvørvislógini
skulu
kunngerðir gerast, sum
áseta reglurnar um arbeiðs-
umhvørvi á nógvum økj-
um. Talan er um umleið 40
kunngerðir,
og
nógvar
teirra eru sera umfatandi.
Men uttan kunngerðirnar er
lógin ikki nógv verd, og
hetta hevur Arbeiðseftirlitið
gjørt vart við fleiri ferðir.
Hans Pauli Strøm, løg-
tingsmaður, vil hava lands-
stýrismannin í vinnumálum
at greiða frá, hví arbeiðið at
snikka til kunngerðirnar
gongur so seint. Sambært
Arbeiðseftirlitinum
var
eingin kunngerð lýst við
heimild í nýggju lógini átta
mánaðir eftir, at lógin kom
í gildi. Hetta gongur út yvir
arbeiðið hjá Arbeiðseftirlit-
inum, sum ikki hevur nakað
at halda seg til í sínum
eftirlitsarbeiðið.
Hans Pauli Strøm heldur,
at vit í dag eru verri stødd,
enn áðrenn nýggja lógin
kom í gildi, og hann vil
hava Bjarna Djurholm at
greiða frá, hvussu gongst
við at gera neyðugu kunn-
gerðirnar. Eisini skal Bjarni
Djurholm greiða frá, hvørj-
ar avleiðingar tað hevur fyri
eftirlitið, at ongar kunn-
gerðir eru gjørdar. Hans
Pauli Støm vil eisini hava at
vita, hvussu nógv orka
krevst fyri at fáa arbeiðið
gjørt beinanvegin.
Javnaðartingmaðurin vís-
ir á, at stjórin í Arbeiðseft-
irlitinum hevur sagt, at tað
fleiri ferðir er komið fyri, at
Arbeiðseftirlitið hevur tikið
mál aftur, sum annars vóru
brot á gomlu lógina um ar-
beiðaravernd. Orsøkin er
væntandi
kunngerðir
á
økinum.
– Støðan má tí metast at
vera sera álvarslig fyri ar-
beiðsumhvørvið,
sigur
Hans Pauli Strøm í við-
merkingunum til fyrispurn-
ingin.
Arbeiðseftirlit uttan heimildir
Grundlógarnevndin
verður liðug við ar-
beiðið hjá sær á ólav-
søku, og í seinasta
lagi 1. oktober verður
uppskotið til eina
føroyska grundlóg
latið landsstýrinum.
FØROYSK GRUNDLÓG
Magnus Dam
Enn er ógreitt, um hon
yvirhøvur kemur í gildi.
Men eitt uppskot um,
hvussu ein føroysk grund-
lóg skal síggja út, verður
væntandi latið landsstýrin-
um 1. oktober í ár – meira
enn eitt ár seinkað.
Høgni Hoydal, landsstýr-
ismaður í lógarmálum, hev-
ur skotið upp at broyta lóg-
ina um grundlógarnevnd-
ina, so nevndin fær eitt
longri skotbrá til at gera seg
lidna við umfatandi arbeið-
ið at smíða eina føroyska
grundlóg.
Eftir
ætlan
skuldi
nevndin lata landsstýrinum
uppskotið 1. juni í fjør, men
arbeiðið dróg út, og eingin
møguleiki var fyri at halda
seg til tíðarfreistina, um tal-
an skuldi verða um eitt gott
og gjøgnumarbeitt uppskot.
Men nú er grundlógar-
nevndin komin so mikið
væl áleiðis, at endi er í
hendi. Formaðurin í grund-
lógarnevndini, Jóan Pauli
Joensen,
hevur
boðað
Høgna Hoydal frá, at tað
ber til at hava uppskotið til
føroyska grundlóg klárt á
ólavsøku, um umstøðurnar
eru til vildar.
Grundlógarnevndin skal
síðani skipa fyri almennum
hoyringum um uppskotið
kring alt landið, og hetta ar-
beiðið tekur nakrar mánað-
ir. Væntandi kann lands-
stýrið hava eitt liðugt upp-
skot í hendi 1. oktober, sig-
ur formaðurin í nevndini.
Av tí at arbeiðið gjørdist
drúgvari enn ætlað, hevur
nevndin eisini brúk fyri
størri játtan. Høgni Hoydal
sigur, at nevndin fær upp til
hálvaaðru millión krónur at
arbeiða við hetta árið av
játtanini tilsjálvstýrismál.
Arbeiðið at smíða eina
føroyska grundlóg er tað
mest umfatandi lógarsmíð-
ið, sum nakrantíð er gjørt í
Føroyum.
Grundlógin liðug á ólavsøku
Grundlógarnevndin fær nú freist til 1. oktober at gera seg lidna við uppskot til eina føroyska grundlóg. Formaðurin í nevndini, Jóan
Pauli Joensen, væntar, at uppskotið verður liðugt á ólavsøku.
Líka síðani arbeiðsum-
hvørvislógin kom í gildi í
fjør, hevur Arbeiðseftirl-
itinum væntað kunngerðir at
arbeiða eftir. Hans Pauli
Strøm, tingmaður, vil nú
hava landsstýrismannin at
greiða frá seinføru
málsviðgerðini.
Samgonguflokkarnir
sessaðust aftur í gjár
til samgongusamráð-
ingar. Løgmaður
hevði vega Fólka-
flokkin við sær eitt
semingsuppskot. Skal
samgonguni vera lív
lagað, skal hon finna
eina semju áðrenn
vikan er liðin
SAMGONGUKREPPA
John Johannessen
Fólkaflokkurin
arbeiddi
fyrrakvøldið og fyrrapartin
í gjár við einum semings-
uppskoti at leggja fyri
Tjóðveldisflokkin í sam-
gongustríðnum, sum leyg-
ardagin var við at forkoma
samgonguni.
Tá Sosialurin fór til
prentingar á middegi í gjár
sat Fólkaflokkurin á fundi
og legði seinastu hond á
uppskotið. Tí eydnaðist
okkum ikki at fáa hendur á
semingsuppskotinum.
Eingin
sjálvsavgerðarrættur
Sosialurin skilir tó, at
Fólkaflokkurin ikki ætlar
sær at góðtaka, at eitt upp-
skot til samtyktar um at
staðfesta sjálvsavgerðar-
rætt føroyinga og at boða
ST frá hesum verður lagt
fyri tingið.
Løgmaður segði leygar-
dagin, at sjálvsavgerðar-
rætturin er so sjálvsagdur,
sum dagurin í dag. Og hann
vil ikki, at tingið skal stað-
festa nakað, sum er sjálv-
sagt.
Somu fatan hevur Óli
Breckmann,
formaður
Fólkafloksins.
– Tað er eingin meingin í,
at vit fara í tingið at stað-
festa sjálvsavgerðarrættin,
sum allir flokkar eru samd-
ir um, at vit hava. Og at vit
kortini bert fáa ein tepran
meiriluta við 18 atkvøðum
fyri at samtykkja tað, sigur
Óli Breckmann.
Mugu taka seg saman
Helena Dam á Neystabø,
forkvinna í Sjálvstýris-
flokkinum, sum frá fríggja-
degnum til leygardagin
royndi seg sum semings-
kvinna
millum
Anfinn
Kallsberg og Høgna Hoy-
dal, hevur nú mist tolið.
– Nú mugu menninir taka
seg saman. Hetta snýr seg
ikki um annað enn eitt
maktstríð millum teir vald-
miklastu persónarnar í Før-
oyum, sigur Helena Dam á
Neystabø.
Helena Dam á Neystabø
vísir eisini á, at politiska
støðan aftur er líka ógreið,
sum leygardagin.
– Føroya fólk stendur nú
enn einaferð og bíðar. Hetta
kunnu Anfinn Kallsberg og
Høgni Hoydal ikki bjóða
fólki, sigur Helena Dam á
Neystabø.
Forkvinna
Sjálvstýris-
floksins vísir á, at Fólka-
flokkurin og Tjóðveldis-
flokkurin
brádliga
eru
vorðnir ósamdir um eina
ógvuliga realistiska ætlan,
sum samgongan leingi hev-
ur verið samd um.
Fyrsti landsstýrisfundur-
in síðani samgongan leyg-
ardagin var um at bresta
varð hildin fyrrapartin í
gjár. Men tá Sosialurin fór
til prentingar, var landsstýr-
isfundurin enn ikki liðugur,
og tí eydnaðist ikki at fáa at
vita, um samgongukreppan
varð viðgjørd á fundinum.
Sambandsflokkurin
skjýtur upp, at farið
verður undir varisliga
at privatisera Føroya
Bank og Føroya Tele.
Júst sama uppskot
varð felt fyri einum
ári síðani.
PRIVATISERING
Magnus Dam
Føroya Banki og Føroya
Tele skulu á privatar hend-
ur, stendur tað til Sam-
bandsflokkin. Eitt ár eftir,
at júst sama uppskot fall í
løgtingininum, mælir flok-
kurin enn einaferð til at fara
undir eina stigvísa og varis-
liga privatisering av al-
mennu partafeløgunum.
Í fyrsta umfari skulu 10-
15 prosent av partabrøvun-
um í Føroya Tele og Føroya
Banka seljast privatum, og
síðani skulu 10-15 prosent
seljast ár um ár.
Hóast arbeitt verður við
at meta um virðið á al-
mennu feløgunum og ætl-
anin er at selja tey einaferð
í framtíðini, so er lítið
sannlíkt, at Sambands-
flokkurin fær savna nóg
stóra undirtøku fyri sínum
uppskoti. Tá ið málið var
fyri í fjør, atkvøddu bert
fimm tingmenn fyri upp-
skotinum, sum sostatt fall.
Eins og í fyrra uppskotin-
um, skjýtur Sambands-
flokkurin eisini í hesum
uppskotinum upp, at parta-
brøvini bara skulu seljast
føroyingum. Men allir før-
oyingar skulu ikki hava líka
góðan møguleika at keypa
partabrøvini.
Flokkurin
heldur, at tað skal kannast,
um teir 6000-7000 parta-
eigararnir í Føroya Banka
kunnu fáa ein fyrimun fram
um onnur, tá ið partabrøv-
ini skulu seljast. Hetta skal
sambært flokkinum gerast
fyri at røkka út til ein breið-
an keyparaskara beinanveg-
in.
Talan er um eitt uppskot
til samtyktar, har heitt verð-
ur á landsstýrið um at
leggja uppskot fyri løg-
tingið um privatiseringarn-
ar.
Sambandsflokkurin
hugsar í fyrsta umfari bara
um Føroya Tele og Føroya
Banka, men onnur feløg
kunnu eisini koma við í
ætlanina.
Samgongan samráðist aftur
Sambandsflokkurin vil privatisera
Anfinn Kallsberg hevur lagt
eitt semingsuppkot fyri
Tjóðveldisflokkin, ið skal
bøta upp á samgongustríðið.
Men Fólkaflokkurin vil
framvegis ikki, at uppskotið
um at staðfesta
sjálvsavgerðarrættin skal fyri
tingið
Mynd: Jens Kristian Vang
Sambandsflokkin vil hava
landsstýrið at fara undir at
privatisera Føroya Tele og
Føroya Banka. Partabrøvini
skulu seljast stigvíst — 10-15
prosent um árið, heldur
flokkurin.