mikudagur 7. mars 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 46 - 7. mars 2001
9
8
Nr. 46 - 7. mars 2001
LESTRARVEGLEIÐARIN
Hvat er betri, HF ella
HH?
Um man hugsar um at læra
til okkurt innan hesi økir:
Dekoratør, pallsmíð, graf-
iskt design, zoneterapi, fys-
ioterapi og pedagog, hvat er
so betri at taka áðrenn, HF
ella HH?
Bæði HF og HH eru
sokallaðar
miðnámsút-
búgvingar, eins og Stu-
dentsútbúgvingin, HT á
Tekniska Skúla og HIF á
Fiskivinnuskúlanum.
Tá
upptøkutreytin til víðari
lestur er ein miðnámsút-
búgving, viga allar mið-
námsútbúgvingarnar tað
sama. Um upptøkutreytir-
nar harumframt eru ávísar
lærugreinir á ávísum stigi,
veldst um, á hvørjari mið-
námsútbúgving tú fært hes-
ar lærugreinir á rætta stigi.
Tú nevnir nógvar og ym-
iskar útbúgvingar, sum tú
kanska kundi hugsað tær at
tikið. Felags fyri tær allar
er, at í upptøkutreytunum er
einki krav um nakra ávísa
lærugrein á nøkrum ávísum
stigi. Til dekoratør og teat-
er- og udstillingsteknisk
assistent (innan pallsmíð)
krevst bert 9. flokkur, með-
an ein upptøkuroynd avger,
um ein sleppur inn til scen-
ograf og grafiskan design-
ara. Fyri at læra til zone-
terapeut eru eingi ávís
skúlakrøv, meðan ein mið-
námsútbúgving ella annað
er treyt fyri at sleppa at
læra til pedagog og fysio-
terapeut.
Bæði HF og HH geva tær
tí teir somu upptøkumøgu-
leikar til tær útbúgvingar,
sum tú nevnir. Hóast hetta
er tað skilagott at kanna,
hvørjum skúla og hvørjum
lærugreinum tú fært mest
gagn burturúr til tær út-
búgvingar, sum tú best
kundi hugsað tær. Hetta
fært tú mest at vita um við
at venda tær til teir ávísu
útbúgvingarstovnarnar.
FERÐSLUTRYGD
Kavarudding
vegarbeiði
Nú veturin av røttum kann
sigast, at verða komin, eru
kavaruddingarmaskinurnar
hjá Landsverkfrøðinginum
aftur vanligar at síggja á
vegnum. Mín spurningur
er: Hava hesar maskinur
loyvi at koyra á vegnum?
Eg hugsi serstakliga um
ljósini á hesum akførum.
Tey eru ikki ætlað mótkoyr-
andi ferðslu og eru blend-
andi fyri hesi. Tað er eisini
alt meiri vanligt, at lastbilar
hava langljósini uppi á tak-
inum. Er hetta loyvt?
Tykir mær eitt sindur løgið
at spyrja um kavarudding-
armaskinur hava loyvi at
koyra á vegnum. Hvussu
skuldu tær annars kunnað
rudda kavan burtur? Ann-
ars er spurningurin sendur
víðari til Landsverkfrøð-
ingsstovninum, sum upp-
lýsir, at kavarudding er at
meta sum vegarbeiði og
maskinurnar, ið verða nýtt-
ar til hetta arbeiði, eru arb-
eiðsamboð, ið eru umtalaði
á ferðslulógini ß 2 C, sum
er soljóðandi: Motordrivið
akfar, sum í høvuðsheitum
er ˙útgjørt sum arbeiðsam-
boð, og gjørt at ganga í
mesta lagi 30 km um tíman
og bert við størri broyting í
tilgerðini kann fáast at
ganga skjótari, eisini mo-
tordrivið akfar, sum ætlað
er at skula stýrast av per-
sóni til gongu, er at skilja
sum motoramboð. Lands-
verkfrøðingurin upplýsir
eisini, at allar maskinurnar
hava gult roterandi ljós og
projektørar, ið lýsa frameft-
ir, so maskinførarin hevur
møguleika at síggja í kava-
roki. Viðmerkt verður eis-
ini, at projektørarnir lýsa
niður á vegin.
LÆKNIN
Hvussu er eitt lúsalív
Eg eri mamma at 9 ára
gamlari gentu, sum síðan
skúlin byrjaði aftur aftaná
summarfrítíðina ferð eftir
ferð er komin heim við lýs.
Tað hevur higartil kostað
nógv í lúsasjampoo, tí øll
familjan má jú viðgerast
hvørja ferð ein innrás hevur
verið, fyri ikki at tala um alt
klædnavaskið av seingja-
klæðum,
handklæðum,
húgvum o.ø.
Tað sum eg kundi hugsað
mær at vita er: Hvussu er
eitt lúsalív? Hvussu leingi
livir ein lús? Hvussu long
tíð gongur frá egg til lús?
Hvussu leingi kann ein lús
liva uttan vert? Hvar eru
lýsnar, tá tær ikki gera inn-
rás í hárinum á dóttir míni?
Passar tað, at ein lús ikki
kann yvirliva í hári sum er
litað. Mær vitandi er tað
ikki hárinum, lýs liva av,
men blóðnum. Ella hvussu?
Nøkur fakta um lýs: Tað
finnast 2800 sløg av lúsum.
2600 av hesum hoyra til
hópin Mallophaga (fjaðra-
og pelslýs), og hinar 200
eru sokallaðar ektaðar lýs
úr hópinum Anoplura. Tað
eru millum hesar seinnu,
vit finna lýsnar, sum kunnu
plága menniskjuni.
Ymsu lýsnar eru so
kræsnar ella vertsspecifikk-
ar, at eitt ávíst lúsaslag bert
trívist á einum ávísum
vertsslagi. Soleiðis verða
menniskjuni sum vertur
bert plágað av trimum
lúsasløgum:
Pediculus
humanus capitis (høvuðlús-
in), Pediculus humanus
corporis (kroppslúsin) og
Phthirus pubis (flatlúsin).
Tað er høvuðlúsin, sum í
heyst og vetur og eisini áð-
ur hevur plágað børn og
barnafamiljur.
Hon er 2 mm long, kann
hvørki flúgva ella hoppa.
Tolir illa temperaturbroyt-
ingar. Honlúsin leggur egg-
ini og klistrar tey fast á
hárið, tætt við húðina rund-
anum oyrað og á nakkan-
um. Eggini klekjast eftir 8
døgum til eina ormveru
(nymfu), sum eftir 8 døgum
verður ein vaksin lús, sum
kann liva ein mánaða. Men
hendan mánaðan eru tær
sera fruktbarar og leggja
fleiri egg.
Alt lívið (allan mánað-
an!) livir hon á ella millum
hárini á høvdinum. Dettur
lúsin av vertinum, doyr hon
skjótt - innan 48 tímar.
Úr munnpartinum stinga
lýsnar evarska smá rør inn
í húðina á vertinum og
súgva blóð haðani. Tær liva
av blóði. Meðan tær súgva
og eina løtu aftaná máltíð-
ina eru tær reyðar á liti av
blóðinum. Í súgvirørunum
eru enzymir, sum forða
blóðinum at storkna, og
lúsin kann ótarnað súgva
blóðið upp, uttan at rørið
tippist.
Eg havi ongantíð hoyrt,
at lús ikki trívist í litaðum
hári. Skuldi tað verið so,
má orsøkin vera okkurt
kemisk evni úr litivætuni,
sum lúsin ikki tolir; hon er
jú so kræsin og eisini við-
kvom.
Tað er ikki neyðugt at
viðgera øll í húskinum, men
bert tey raktu, og tey plaga
at líða av øgiligum skriða.
Tað ræður um at leita væl
eftir lús og eggum í og mill-
um hárini. Nix-shampoo
verður mest brúkt, og ein
eigur at halda seg neyvt til
vegleiðingina, sum liggur
við. Ivast tú, um tað er egg
ella flus, tú sært, skalt tú
draga hárið millum tveir
fingrar. Tá vil flusið detta
av, men ikki eggini. Sjálva
lúsuni fert tú ikki skeivur
av.
Tað er skilagott at vaska
seingjarklæðini, klæðini,
sum júst hava verið í
nýtslu, toybamsur og líkn-
andi og eisini kambar, bust-
ir, hárspenni, hárbond o.t.
At støvsúgva gólvteppini í
húsinum verður eisini til-
mælt av summum. Er okk-
urt klædnastykki undir ill-
gruna, og hetta ikki ber so
væl til at vaska, kanst tú
ístaðin pakka tað væl inn í
ein plastikkposa og goyma
tað avsíðis einar 10 dagar.
Eftir hetta skuldi eingin
vandi verið fyri smittu.
Mál letur hurðar upp
Europaráðið og
Europasamveldið
hava í felag útnevnt
árið í ár til Europe-
iskt Málár
MÁL
Turið Kjølbro
Endamálið við at útnevna
árið í ár til Málár er fyrst
og fremst at geva málsliga
og mentunarliga ríkidøm-
inum í Europa gætur.
Í sambandi við Málárið
kemur tíðindablaðið Málár
2001 út fýra ferðir í ár. Í
blaðnum
eru
nógvar
áhugaverdar greinir. Mar-
grethe Vestager, kenslum-
álaráðharri í Danmark,
skrivar í innleiðingini, at
vit skulu ikki bert læra
mál, tí vit búskaparliga fáa
nakað burtur úr. Vit skulu
eisini læra mál, tí vit ment-
unarliga gerast ríkari. Mál
víðkar sjónarringin og
gevur
okkum
nýggjar
møguleikar, uttan mun til
um tað snýr seg um okkara
arbeiði ella frítíð. Í hesum
sambandi mugu vit ikki
gloyma, at tað Europa,
sum verður bygt í dag,
gevur okkum møguleika at
búgva og arbeiða alla stað-
ni tvørtur um landafrøðilig
mørk. Eisini eiga vit at
minnast til, at eitt týdning-
armikið mál, um ikki tað
týdningarmesta,
er
at
byggja eitt Europa, har
fólk skilja og virða hvønn
annan. Øll uttan mun til
aldur kunnu og eiga at
ogna sær vitan um mál og
mentan í øðrum londum, tí
sum átakið fyri málárið
ljóðar: Mál letur hurðar
upp.
Í blaðnum Málár 2001
eru upplýsingar um málár-
ið, greinir um mál og týdn-
ing tess fyri samleika, fel-
agskap og betri fatan mill-
um fólk tvørtur um landa-
mørk. Vilt tú vita meiri um
Málár 2001 kanst tú fara
inn á hesa heimasíðina:
www.eurolang2001.org
TIT SPYRJA VIT SVARA
Bergur
Hanusson,
djóralækni
Heri Joensen,
prestur
Heri Krage-
steen, sálar-
frøðingur
Ingi Højgaard,
løgfrøðingur
Jens Andre-
assen, lækni
Jóhanna á
Tjaldrafløtti,
føðslu/húsar-
haldsfrøðingur
Jón Klein
Olsen,
politistur
Jón Krage-
steen. Ferðslu-
trygd
Julianna Næs,
pedagogur
Sjúrður
Johannesen,
sosialráðgevi
Turid Thom-
sen, lestrarveg-
leiðari
Marius
Staksberg,
málfrøðingur
Spyrjið serfrøðingarnar
Hava tit spurningar til
serfrøðingarnar,
kunnu tit senda teir til:
Sosialin
postsmogu 76
110 Tórshavn
ella á fax: 314720
og teldupostadressuna:
spyr@sosialurin.fo
Leirvíkingar heilsaðu
mánakvøldið Sólini
væl afturkomnari og
drukku sólarkaffi í
spildunýggjum, sera
snotiligum bygdar-
húsi
BYGDARBALL
Edvard Joensen
Leirvík: Í spildurnýggjum
umhvørvi, sum leirvíkingar
hava alla grund at vera
stoltir av, drukku tey sólar-
kaffi mánakvøldið.
Tað fór maður av húsi í
Leirvík mánakvøldið. Tað
serliga leirvíksfyribrigdið,
sólarkaffi, skuldi haldast.
Men tað var nú kanska líka
nógv tað, at bygdarhúsið
skuldi takast í brúk av
nýggjum, sum savnaði ser-
liga nógv fólk. Og tey
mongu, sum komu í húsið
hetta kvøldið, vórðu øll
samd um, at leirvíkingar
hava fingið eitt sera gott og
snotuligt hús.
Leirvíkskøkurnar hava
altíð verið tiltiknar. Minn-
ist, tá vit sum dreingir
plagdu at spæla fótbólt
móti leirvíkingum. Tá var
eingin vøllur í Leirvík, so
spælt varð í Gøtu. Tá komu
tær í ítróttarhúsið í Norðra-
gøtu at geva okkum at eta,
leirvíkskonurnar, við øllum
køkunum. Og tað vóru
nógvar rosinur í.
Og tað var vist, at tað
fyrsta, lagt varð merki til í
bygdarhúsinum
mána-
kvøldið, vóru allar køkurn-
ar.
Men nú vóru tær við
róma. Blomstrutar, fagurt
littar við jarðberum, kiwi,
fersken og Guð viti hvørj-
um. Quark køkur, grøna
køkur, og.... Tað hevði hug
at seta seg á rivjabeinini,
bara at síggja tær.
Og mitt í rúgvuni av kon-
um, sum gingu og stákað-
ust, gekk Kristianna Joen-
sen og sá ógvuliga væl
nøgd út.
Tað var nú ikki bara av
øllum køkunum, segði hon.
Men meira tí, at hetta flotta
húsið var liðugt.
Kristianna Joensen er
formaður i nevndini fyri
bygdarhúsið. Og hon hevur
verið primus motor alla tíð-
ina, skilst.
Vælvild frá
bygdarfólkinum
Kristianna sigur frá, at tey
hava kent eina øgiliga væl-
vild frá øllum bygdarfólk-
inum, alla tíðina, húsið
hevur verð til.
Ætlanin var av fyrstan tíð
at gera eitt hús í tveimum
hæddum, greiðir Kristianna
frá. Men tá niðara hæddin
stóð liðug í 1986, vóru tey
greið yvir, at tey kláraðu
ikki meira fíggjarliga tá
beinanveg. Tí varð avgjørt
at innrætta ta hæddina og
brúka hana, til umstøður
vórðu at byggja út.
Húsið varð so brúkt í 15
ár, og tað hevur verið nógv
brúkt, sigur Kristianna. Og
tað hevur riggað væl.
Útbyggingin er so gjørd í
heyst og í vetur, og nú
stendur hetta snotuliga hús-
ið liðugt, fegnast Kristi-
anna um.
Hendan
útbyggingin,
sum nú er gjørd, varð ætlað
at kosta 2,7 milliónir, sigur
hon. Men tað gjørdist eitt
sindur dýrari, og fór upp
um tríggjar milliónir.
Kristianna sigur, at tey
hava fingið 450.000,- krón-
ur í gávum frá fyritøkum og
privatfólki í Leirvík. Einar
800.000,- krónur átti húsið,
áðrenn farið varð at byggja.
Lán varð tikið, tá fyrra
byggistigið varð tikið í
brúk, men tað var niður-
goldið, áðrenn farið varð
undir hesa útbyggingina.
Nú er so nýtt lán upp á 1,2
milliónir krónur tikið. Og
tað ætla tey at gjalda aftur
yvir 10 ár, sigur Kristianna.
Restina fara tey at royna at
fíggja aðrar vegir.
Stór broyting
Hóast útveggirnir at kalla
eru teir somu, er húsið ikki
til at kenna aftur. Ein lítil
útbygningur
er
komin
oman úr køkinum, annars
eru veggirnir teir somu.
Útbyggingin
er
farin
uppeftir og hevur givið hús-
inum rúm. Fyrr var í grund-
ini talan um ein kjallara,
har viðhvørt kundi tykjast
rongt.
Nú hevur húsið tvær stór-
ar hallir. Onnur fimm metr-
ar høg og hin tríggjar metr-
ar. Umframt hevur høgra
høllin, tann stóri salurin,
hálvt loft við líkasum ein-
um svala, har eisini væl av
fólki fær sitið.
Mánakvøldið var borð-
reitt fyri 308 fólkum segði
Kristianna. Og tey sótu
heilt rúmliga. Bara í stóra
salinum skuldu 300 fólk
sitið væl til vanligar veitsl-
ur, sigur hon.
Og húsið verður heilt
nógv brúkt til veitslur av
øllum slagi. Longu kom-
andi leygarkvøld verður
brúdleyp í húsinum, siga
tey frá.
Sólarkaffi
Sólarkaffi er helst eitt ser-
merkt leirvíksfyribrigdi. Í
hvussu er her á landi, held-
ur Kristianna Joensen.
Í Leirvík hava tey havt
sólarkaffi síðan onkuntíð
umleið 1980, greiðir hon
frá. Men í grundini er tað
helst komið úr Íslandi, sig-
ur hon.
Ein leirvíkskona, sum
býr á Norðurlandinum í
Íslandi, greiddi frá, at har,
hon býr, plagdu tey at hava
eina slíka samkomu, tá tey
sóu sólina aftur um várið.
Og tað hildu tey so, at tey
áttu at gjørt í Leirvík eisini.
Tí her er sólin burtur ein
part av vetrinum.
Tann 11. februar, sæst
hon aftur, sigur Kristianna,
og so hevur verið vanligt
hesi seinnu árini at hava
sólarkaffi tann sunnudagin,
sum liggur næstur 11. feb-
ruar.
Í ár varð tað flutt eitt
sindur, tí tey vildu fegin
leggja tað saman við, at
bygdarhúsið varð tikið í
nýtslu aftur. Ætlanin var, at
tað skuldi verða sunnudag-
in, men tað varð so aftur
flutt vegna veður.
Men ikki bilti. Leirvík-
ingar, bæði nær og fjar,
møttu manssterkir upp at
fáa sær kaffi í nýggja hús-
inum.
Ella kanska vóru tað tær
frálíku
køkurnar,
sum
drógu? Í hvussu er, sigur
Kristianna, høvdu tær, sum
skipaðu fyri, heitt á tær,
sum gjørt hava køkurnar,
um at gera tvær í part hesa-
ferð. Og tað var ivaleyst
skilagott. Men ein av gest-
unum – hann býr í Fugla-
firði – var tó eitt sindur iva-
samur, um hetta nú vóru
rættiligar leirvíkskøkur. Tí
sum hann tók til:
»Eg havi roynt fleiri, men
ikki funnið eina einastu
rosinu.«
Men
føtini
tømdust
skjótt.
Sólarkaffi í nýggjum bygdarhúsi
Gentukórið setti dám á
hátíðarhaldið, tá
bygdarhúsið varð tikið í
nýtslu aftur
Mynd: Edvard Joensen
Køkuborðið freistaði mangan til meira, enn gott var
Mynd Edvard Joensen