mikudagur 7. mars 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 46 - 7. mars 2001
11
10
Nr. 46 - 7. mars 2001
Sandoy Seafood í
Sandoynni, hevur
seinasta hálvtfjórða
árið goldið 60 milli-
ónir í lønum. Hetta er
alt úrslit av, at lands-
stýrið setti tríggjar
milliónir í Sandoyar-
ætlanina í 1997
ØKISMENNING
Áki Bertholdsen
Viðhvørt loysir tað seg hjá
at lata almennan stuðul í
vinnulívið.
Tað er Sandoy Seafood í
Sandoynni besta prógvið
um.
Í 1997 setti landskassin
tríggjar milliónir av til eina
Sandoyarætlan, sum tað
varð nevnt.
Sama árið blivu hesar
tríggjar milliónirnar brúkt-
ar til at lata flakavirkini í
Skopun og á Sandi uppaftur
við.
Tað var Delta Seafood á
Tvøroyri, ið saman við øðr-
um, stovnaði Sandoy Sea-
food, sum síðani fekk virk-
semið ígongd aftur á teim-
um báðum flakavirkinum.
Síðani Sandoy Seafood
fór undir virksemið í Sand-
oynni fyri hálvumfjórða ári
síðani, hevur felagið havt
ein umsetning uppá 100
milliónir um árið, ella yvir
300 milliónir tilsamans.
Tað eru eini 130 ársverk
á teimum báðum virkjun-
um í Skopun og heima á
Sandi, og tilsamans eru
yvir 60 milliónir goldnar í
lønum í lønum. Harafturat
kemur alt tað avleiddað
virksemið, sum hetta kastar
av sær.
Marner Lisberg, nevnd-
arformaður í Sandoy Sea-
food, sigur, at sostatt eru
tær tríggjar milliónirnar,
sum tað almenna brúkti í
stuðuli til Sandoyarætlan-
ina í 1997, longu blivnar til
300 milliónir.
– So kann ein og hvør
gera sær sína meting av,
hvønn týdning hetta hevur
havt fyri Sandoynna – og
fyri landskassan, tí hasar
tríggjar milliónirnar eru
komnar fleiri ferðir aftur í
landskassan í skatti og av-
gjøldum av ymsum slag,
umframt í spardum útgjald-
um úr ALS.
Hentur Stuðul
Sandoy Seafood er eitt
dóttirfelag hjá Delta Sea-
food á Tvøroyri.
Delta Seafood á Tvøroyri
varð stovnað í 1995 .
– Tíðliga í 1997 fóru vit
at kanna møguleikarnar
fyri at víðka um virksemið.
Vit høvdu fólkið til at víðka
virksemið við. Men á Tvør-
oyri vóru karmarnir í
trengra lagi. So tað var eyð-
sæð, at ein máti at koma
víðari uppá, var at kanna
møguleikarnar aðrastaðni í
landinum.
– Og tað var rættiliga
skjótt, at eyguni fullu á
Sandoynna.
– Kreppan hevði rakt
Sandoynna ógvuliga meint
og arbeiðsloysið var eitt tað
størsta í landinum. Har
vóru eisini tvey virki, sum
vit hildu, kundu brúkast til
tey fiskivinnuendamál, vit
høvdu í tonkunum, sigur
Marner Lisberg.
Hann heldur eisini, at
Sandoyggin er sera áhuga-
verd í fiskivinnuhøpi.
– Tað er onki sum bendir
á, at Sandoyingar tráað
nakað serligt eftir at sleppa
upp í oljuvinnuna. Tvs, at
tað er onki at ivast í, at tær
menniskjansligar og fíggj-
arligar kreftir, sum eru í
oynni, heldur fara at leggja
seg eftir at royna at menna
fiskivinnuna og tað, sum
oyggin eisini er kend fyri,
nevniliga landbúnaðin.
– Tí fara fiskivinnan og
landbúnaður helst at verða
høvuðsvinnunar í oynni,
eisini í framtíðini.
– Áður vóru fleiri royndir
gjørdar at lata virkini upp-
aftur, men alt varð mis-
eydnað. Fiskavirking átti
bæði virkini, men fekk ikki
lív í tey aftur og tey endaðu
sostatt í tí tiltikna mølpos-
anum hjá Fiskavirking, sum
Føroya Banki síðani yvir-
tók.
– Úrslitið bleiv, at lands-
stýrið setti tríggjar millión-
ir av í eina Sandoyarætlan í
eini roynd at fáa virksemi í
oynni á føtur aftur.
Tað vóru fyrst og fremst
løgtingsmenninir Jógvan
Adolf Johannesen og John
Petersen, landsstýrismaður
í fiskivinnumálum, sum
vóru forsprákarar fyri at
seta almennan stuðul í
Sandoyarætlanina og sum
løgdu stóra orku í at fremja
ætlanina.
Endin varð, at felagið
Sandoy
Seafood
varð
stovnað á sumri í 1997.
– Tað vóru Delta Seafood
á Tvøroyri, Havnar Timbur-
handil, Arbeiðsmannafel-
agið og Arbeiðskvinnufel-
agið í Skopun og Vinnu-
grunnurin á Sandi, sum
Sands Arbeiðarafelag eisini
er uppi í, sum stovnaðu
Sandoy Seafood.
Partapeningurin var
tvær milliónir.
– Men vit gjørdust skjótt
greið yvir, at hetta var ov
lítið til at lata virkini í
oynni uppaftur við, tí nú
virkini høvdu staðið still so
leingi, var nógv at gera við
tey, áðrenn tey kundu brúk-
ast aftur. Tað var eisini
neyðugt at keypa nakað av
nýggjari útgerð.
– Tí søktu vit um at fáa
tær tríggjar milliónirnar,
sum vóru settar av til Sand-
oyarætlanina og tær vórðu
so eisini settar í ætlanina.
Tung byrjan
Nevndarformaðurin
í
Sandoy Seafood sigur, at
teir mettu, at tær tríggjar
milliónirnar vóru nóg mik-
ið til neyðugu útgerðina og
til at gera virkini í stand aft-
ur fyri. Ætlanin var so at
brúka tær báðar milliónirn-
ar, sum vórðu settar í felag-
ið í partapengum, til rakstr-
arfígging, saman við aðrari
rakstrarfígging frá Bankan-
um.
–Avtalað varð gjørd við
Føroya Banka um at leiga
flakavirkini í Skopun og á
Sandi. Men, tá vit lótu upp
í september í 1997, høvdu
vit brúkt 5,8 milliónir. So-
statt høvdu vit brúkt allan
partapeningin, allan tann
almenna stuðulin, umframt
800.000 krónur av rakstrar-
kredittinum frá Bankanum.
– Av tí sama var byrjanin
nógv tyngri, enn roknað var
við.
Marner Lisberg sigur, at
tí er tað ongin ivi um, at
virkini í Sandoynni høvdu
aldrin komið ígongd aftur,
hevði landskassin ikki latið
tær tríggjar milliónirnar í
stuðuli.
Síðani hevur rættiliga
nógv virksemi verið á teim-
um báðum virkjunum í
Sandoynni.
– Virksemið er skipað so,
at virkið Heima á Sandi er
saltfiskavirkið burturav, og
har verða skipini eisini
landað. Hinvegin verður
feskt og fryst arbeitt í
Skopun.
–
Tilsamans eru eini
23.000 tons av fiski virkað
á teimum báðum virkjun-
um hjá Sandoy Seafood
hesa tíðina, tað hevur havt
virkini opin.
Síðani er eisini tað hent,
at
DeltaSeafood
keypt
partabrøvini hjá Havnar
Timburhandil, so at tað nú
eru fýra partaeigarar eftir í
Sandoy Seafood: Teir eru
Delta Seafood, Arbeiðs-
manna- og arbeiðskvinnu-
felagið í Skopun og Vinnu-
grunnurin á Sandi.
Fyrimyndarligt
samstarv í allar ættir
Marner Lisberg sigur, at
hesa tíðina, teir hava verið í
Sandoynni, hevur sam-
starvið við allar partar ver-
ið fyrimyndarligt og fólkið
í oynni hevur bakkað felag-
ið 100% upp. Somuleiðis
hevur samstarvið ímillum
tær báðar bygdinar, Skopun
og Sand, verið fyrimyndar-
ligt.
– Men fyri at fáa lønandi
fiskivinnu, krevjast eisini,
at vit hava dugnaligar
fiskaseljarar. Og vit hava
eisini havt sera gott sam-
starv við tey bæði feløgini,
sum selja mesta partin av
fiskinum fyri okkum, Farex
og Fiskasøluna. Vit hava
somuleiðis havt eitt gott
samstarv
við
Føroya
Banka,
sum
framvegis
eigur virkini.
– Tað mesta, vit hava
keypt av fiski, hava vit
keypt frá skipum og bátum
úr Sandoynni og samskiftið
tann vegin i hevur eisini
gingið væl.
– Og ikki at gloyma, hava
vit havt eitt sera gott sam-
starv við Strandferðsluna.
Eini 30% av fiskinum, vit
arbeiða, keypa vit á upp-
boðssøluni og fiskurin, vit
selja, skal førast til Sand-
oynna.
–Flutningstólið,
sum
Strandferðslan hevur at
røkja Sandoynna við, er
Tróndur, og hann er bæði
gamal og sera ótíðarhósk-
andi, og lýkur ikki krøvini,
sum verður settur til nútím-
ans fiskaflutning.
– Men Strandferðslan
hevur gjørt sær sera stóran
ómak fyri at veita okkum
eina so trygga tænastu, sum
gjørligt. Hon hevur verið
ein sera týdningarmikil
samstarvsfelagið fyri at tað
skal bera til at hava virk-
semi í Sandoynni yvirhøv-
ur. Og tað er onki at ivast í,
at tað verður eitt stórt fram-
stig, tá ið nýggja sandoyar-
ferjan fer at sigla nú í vár.
– Tá kann eisini væntast,
at vit fara at keypa meiri
fisk á uppboðssøluni, um-
framt tað, vit keypa frá
skipunum í oynni. Tí talar
alt fyri, at tað nýggja sand-
oyarskipið fer at føra økt
virksemið við sær á teimum
báðum virkjunum í oynni,
sigur Marner Lisberg.
Ein stórur dreymur
Nevndarformaðurin
í
Sandoy Seafood sigur, at
hansara stóri dreymur er, at
tað einaferð kemur so
langt, at tað fer at bera til at
løna teimum, sum dagliga
arbeiða á virkinum, betri
umstøður at arbeiða undir.
Eitt nú vónar hann, at
virkini einaferð fara at
kasta so frægt av sær, at tað
fer at bera til at luta ein part
av yvirskotinum út til
arbeiðsfólkið.
– Vit hoyra dag og
dagliga um, hvussu væl tað
gongur í samfelagnum.
Men eg haldi ikki at tey,
sum arbeiða á flakavirkjun-
um, merkja so nógv til
hendan framburðin, sigur
Marner Lisberg.
Tríggjar milliónir blivu til
300 milliónir upp á trý ár
– Tað er alt, sum talar fyri, at tá ið nýggja sandoyarferjan kemur í sigling, fer tað at føra økt virk-
semið við sær á teimum báðum flakavirkjunum í Sandoynni, sigur Marner Lisberg, nevndarfor-
maður í Sandoy Seafood
Partapeningurin í
Sandoy Seafood á
Sandi er nú hækkaður
eina millión krónur.
Orsøkin er ikki, at
felagið er í trupul-
leikum. Men eigar-
arnir vilja hava størri
rásarrúm.
Samstundis verður
arbeitt fyri at víðka
virksemið
VINNULÍV
Áki Bertholdsen
Síðani tvøramenn stovnaðu
fiskavirkið Delta Seafood
fyri seks árum síðani, hevur
fyritøkan verið í stórari og
støðugari menning.
Eitt stórt lop framá gjørdi
felagið, tá ið tað, saman við
øðrum, stovnaði Sandoy
Seafood í Sandoynni.
Sum tað sæst á grein
aðrastaðni í blaðnum, er
virksemið hjá Sandoy Sea-
food nú komið í eina fasta
legu, hóast byrjanin var væl
dýrari enn ætlað.
Tó eydnaðist árið í fjør
ikki so væl, sum ætlað, ser-
liga teir fyrstu mánaðirnir.
Virkið hevði tó eitt yvirskot
í fjør upp á 500.000 krónur,
aftaná avskrivingar.
Men Marner Lisberg,
nevndarformaður í Sandoy
Seafood, sigur, at gongdin
higartil í ár bendir á, at
hetta árið fer at roynast væl
frægari.
Hækkað partapening
Nevndarformaðurin dylir
ikki fyri, at teir hava verið
fegnir um at teir hava verið
við til lagt lunnar undir eina
vinnuliga menning í Sand-
oynna.
– Tað kemst sjálvandi
ikki minst av, at oyggjar-
fólkið hevur tikið fult undir
við teimum ætlanum, vit
hava havt.
Og hann sigur, at nú
verða lunnarnir lagdir undir
framtíðina hjá delagnum.
– Avtalan við Føroya
Banka um at leiga virkini í
Skopun og á Sandi, gongur
út 1. januar í 2002.
– Tí má sigast, at vit
standa á einum vegamótið í
løtuni. Men tað skerst ikki
burtur, at vit eru fremm-
andir í oynni og spurning-
urin um, hvat vit gera, er
framvegis treytaður av, um
undirtøka er fyri, at vit
halda fram.
– Men vit hava fingið at
vita, at tað er full undirtøka
fyri, at hildið verður fram
við samstarvinum ímillum
okkum og sandoyingar.
– Tá vit fóru undir
Sandoy Seafood, var tað ein
roynd. Men vit eru nøgdir
við gongdina og eru sinn-
aðir at halda fram. Enn hev-
ur hetta ikki kastað nakað
av peningi av sær til íleggj-
ararnar, men vit eru sann-
førdir um, at tað fer tað at
gera sum frálíður.
– Fyrsta stigið var at
hækka partapeningin í fel-
agnum. Tað er nú gjørt við
tað, at teir fýra partaeigar-
arnir, Delta Seafood,
Vinnugrunnurin á Sandi og
tey bæði arbeiðarafeløgini í
Skopun, hava sett 250.000
krónur í virkið afturat í
part. Sostatt er partapen-
ingurin
hækkaður
eina
millión.
Ætla at keypa virkini
Marner Lisberg sigur, at
kappingin í fiskivinnuni er
sera hørð og ein orsøk til at
hækka partapeningin er fyri
at hava eitt tryggari fíggj-
arligt grundarlag undir
virkjunum.
– Somuleiðis eru vit í
samráðingum við Føroya
Banka um at leiga virkini
longri.
– Men báðir partar eru
áhugaðir fyri, at vit keypa
virkini. Tí ynskja vit, at ein
nýggj leiguavtala verður
orðað við keypi fyri eyga.
Marner Lisberg sigur, at
slíkt stig høvdu teir ikki tik-
ið, vóru teir ikki sannførdir
um, at tað er ein framtíð í tí.
– Og sjálvandi er tað altíð
neyðugt at vit fylgja við og
at menna okkum alla tíðina.
Hann vísir á, at nýliga er
eitt áhugavert fiskavirki
komið í Skálavík og hann
sigur, at í framtíðini fer
samstarv at vera ímillum
virkið í Skálavík og Sandoy
Seafood.
– Ein møguleiki er at vit
kunnu levera virkinum í
Skálavík rávøru, sum tað
so kann arbeiða víðari. Ein
annar møguleiki er, at
Sandoy Seafood sleppur
inn á virkið á Skálavík at
hávirka fisk. Allir møgu-
leikar eru opnir, sigur
Marner Lisberg.
Samstundis
er
Delta
Samtakið, sum Sandoy
Seafood er ein partur av,
uppi í ymsum øðrum ný-
skapandi ætlanum á fiski-
vinnuøkinum, sum greitt
verður frá aðrastaðni.
Fyri meiri enn einum
ári síðani, søkti
Sandoy Seafood um
loyvi at fara undir
aling á Sandsvág. Men
enn er onki svar
komið
ØKISMENNING
Áki Bertholdsen
Stendur tað til menninar
aftanfyri Sandoy Seafood í
Sandoynni, verður skjótt
farið undir aling í Sand-
oynni.
Í hvussu so er, er tað
meiri enn eitt ár síðani, at
Sandoy
Seafood
søkti
Landsstýrið um loyvi at
fara undir aling á Sands-
vág.
Marner Lisberg, nevnd-
arformaður í Sandoy Sea-
food, sigur, at teir royna
alla tíðina at menna felagið.
– Og alivinnan er eitt
ógvuliga áhugavert øki.
Hann heldur, at sleppur
felagið undir aling, hevði
tað verið ein stórur vinn-
ingur fyri tey bæði virkini í
Sandoynni, tí so kunnu tey
brúkast til at arbeiða laks í,
tey tíðarskeiðini, tá ið lítil
fiskur er at arbeiða. Og tað
kundi ført til nógv størri
virksemi á virkjunum í
sambandi við kryvjing av
laksi ávísar tíðir, o.s.fr.
Men hann vísir eisini á,
at tað er væl hugsandi, at
samstarv kann takast upp
við Lido Seafood í Skála-
vík, so at alifiskur frá
Sandoy
Seafood
eisini
verður virkaður har.
Onki svar
Marner Lisberg sigur, at
enn er onki endaligt svar
komið frá Landsstýrinum.
– Tað gongur strilti at fáa
loyvi frá Landsstýrinum til
aling í Sandoynni.
Hann sigur, at orsøkin til
at tað gongur so trekt at fáa
aliloyvi frá Landsstýrinum,
er, at lívfiskastøðin er í
Skopun frammanundan.
– Landsstýrið heldur, at
verður aling í Sandoynni,
kann tað fara at darva virk-
seminum hjá lívfiskastøð-
ini. Eitt nú verður stúrt fyri,
at alingin kann smitta lív-
fiskastøðina við ymsum
sjúkum og tað vildi verið
óheppið.
Í hesum sambandi vísir
nevndarformaðurin
í
Sandoy Seafood til nýggju
avtaluna, sum er gjørd við
ES.
– Eftir henni er tað loyvt
at flyta livandi djór til
Føroya.
Og hann hann spyr, hvar
alifiskurin stendur í hesi
avtaluni
– Er tað eisini loyvt at
innflyta alifisk, er grundar-
lagið tikið undan lívfiska-
støðini, tí hon varð júst
bygd fyri at vit skuldu út-
vega okkara egna lívfisk
Men Marner Lisberg sigur,
at alivinnan er avgjørt tann
mest áhugaverda vinnan í
løtuni. Tølini fyri alivinn-
una tala fyri seg.
– Tað eru ymsar meining-
ar um smittuvandan við at
hava eini alistøð á Sands-
vág. Og vit mugu eisini
staðfesta, at tað eru alibrúk
bæði á Gomlu Rætt og
undir Hestoy. Spurningurin
er so, um smittuvandin í
Skopun er størri frá aling á
Sandsvág, enn hann er frá
aling undir Hestoy og á
Gomlu Rætt.
– Men tað kann í øllum
førum ikki vera rætt, at
sandoyingar skulu forðast í
at fara undir aling, bara tí at
tað almenna hevur lagt eina
lívfiskastøð í Skopun. Blív-
ur tað niðurstøðan, so at
landsstýrið ikki vil geva ali-
loyvi á Sandsvág, eiga
sandoyingar at fáa okkurt
slag av endurgjaldi, heldur
nevndarformaðurin
í
Sandoy Seafood.
Sandoy Seafood: Eitt
fiskavirki á vegamóti
– Nógv arbeiði hevur verið á teimum báðum virkjunum í Sandoynni. Føroya Banki eigur
framvegis virkini, og nú verður samráðst um eina nýggja leigiavtalu. Men Sandoy Seafood er
eisini áhugað í at keypa tey bæði virkini í Skopun og Heima á Sand, og Bankin er áhugaður í at
selja
– Ætlanin er nú at fara undir aling á Sandsvág, men tað dregur út at fáa svar úr Landsstýrinum.
Verða sandoyingar útihýstur frá alivinnuni, eiga teir at fáa endurgjald, sigur Marner Lisberg,
nevndarformaður í Sandoy Seafood
Ætla undir aling á Sandi