Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. mars 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 46 - 7. mars 2001 13 gult cyan magenta svart 12 Nr. 46 - 7. mars 2001 Á fundinum við Anf- inn Kallsberg, løg- mann lovaði bretski varauttanríkisráð- harrin at taka upp føroysk áhugamál í ES-høpi, eitt nú ynski føroyinga um at fáa hækkað útflutnings- kvoturnar av rækjum og fiskafóðuri til ES. Hann heitti annars sjálvur á føroyingar um at seta skjøtil á samráðingarnar um markið uttan fyri 200 fjórðingar ALMENN VITJAN Jan Müller úr London Triði og mest framstand- andi ráðharrin, sum Anfinn Kallsberg, løgmaður hitti á almennu vitjan síni í Bret- landi, var John Battle, vara- uttanríkisráðharri. John Battle er gamal kenningur hjá føroyingum, tí hann var orkumálaráðharri tey árini roynt varð at finna eina semju í marknamálinum. Tað var við honum sum ráðharra, at føroyingar og bretar skrivaðu undir endal- igu marknaavtaluna. – Eg bleiv snýttur fyri mína fyrstu Føroyavitjan, segði ein brosandi og frynt- ligur John Battle við løg- mann, tá føroyska ferðalag- ið hitti bretska varauttan- ríkisráðharran í uttanríkis- ráðnum seinnapartin miku- dagin í farnu viku. Tað var nevniliga maðurin, sum sat í tí sessi John Battle nú sit- ur í, Tony Lloyd, sum fór til Føroya at undirskriva marknaavtaluna. – Eg hevði sæð fram til tann túr- in, men kanska hann verður eina aðru ferð, segði ein skemtandi John Battle, og løgmaður varð skjótur at bjóða John Battle til Før- oya. – Er hann hugaður at koma henda vegin, so skal hann vera hjartaliga væl- komin sigur løgmaður. Eftir fundin við løgmann, sum vardi í góðan hálva tíma, segði bretski varautt- anríkisráðharrin við Sosial- in, at hann hevði ein sera góðan fund við »The Prime Minister of The Faroe Islands« sum hann málber seg á móðurmálinum. John Battle, sum fyrr hevur havt fundir við føroyskar ráð- harrar, eitt nú Eyðun Elttør í sambandi við marknatræt- una á sinni, metir slíka vitj- an eins og var talan um eina forsætisráðharravitjan úr einum hvørjum øðrum landi. John Battle ivast heldur onga løtu í, at talan er um eina forsætisráðharravitjan. – Anfinn Kallsberg hevur heiti sum »Prime Minister« og tað er í tí virðing og tign, at eg taki ímóti honum her í uttanríkisráðnum. Og hann heldur fram: – Vit eru grannar, vit eru tættir og góðir grannar. Tað er tí sera gott at síggja løg- mann og hansara fólk her í London, og tað vit nú eiga at gera er at fylgja upp hesi vitjan við at lata bretskar og føroyskar ráðharrar vitja hvør annan, og sjálvur leiti eg sum sagt eftir onkrum høvi at kunna fara til Før- oya. Olja og gass framtíðin John Battle er sannførdur um – skal man hyggja inn í framtíðini – at tað er olja og gass, sum bæði londini fara at samvinna mest um. – Eg kann í hesum sambandi ikki lata vera við at vísa mína frøði yvir, at tað fyri nøkrum árum síðani eydn- aðist okkum at finna eina loysn í marknamálinum, sum eg síggi longu hevur givið tað úrslit, at oljufel- øgini fara at bora við Før- oyar í summar. John Battle, sum er púra greiður yvir, at tað liggur enn ein marknaósemja og bíðar – um stóru økini sunnan fyri Føroyar og vestan fyri Bretsku oyggj- arnar – sigur, at tað nú skuldi verið greitt til at far- ið og hugt at økjunum, sum liggja uttan fyri 200 fjórð- ingamarkini og sum fevna um krøv frá Írlandi, Íslandi, Føroyum og Bretlandi. – Hetta er tann komandi av- bjóðingin, so eg vil mæla til, at okkara teknisku ser- frøðingar seta seg saman og arbeiða við tí málinum. Høvuðsmálið í hesum er at tryggja okkum og at birta uppundir hugin hjá oljufel- øgunum at vilja gera íløgur í hesum stóra økinum í framtíðini. John Battle sigur víðari, at umframt markið uttan- fyri 200 fjórðingar og kom- andi oljuleiting har, so var eisini fiskivinnan á borðin- um á fundinum við løg- mann og her vísir hann á spurningin, hvussu man t.d. í Føroyum kann tryggja og menna sína egnu fiskivinnu og fiskiídnað samtíðis sum londini í ES seta út í kortið sínar reglugerðir og lógir. John Battle sigur, at hann sjálvur hevur sett spurning- ar við nakrar av ES-reglu- gerðunum í hesum sam- bandi og ætlar hann at taka tað upp í ES-høpi saman við starvsfeløgum sínum, nevniliga ráðharrunum fyri landbúnað og fiskivinnu. Spurdur hvussu stóran týdning Føroyar hava fyri trygdina hjá Bretlandi sigur John Battle, at hann sær ikki trygdina sum nakran trupulleika, og metir í hes- um sambandi Føroyar sum ein av góðu grannunum í Atlantshavi. – Markið mill- um okkara kann vera harð- balt og øgiligt, men tað er bara sjógvurin. Eg síggi eingi onnur mørk. Tá vit spurdu John Battle, hvat hann heldur um sjálvstýristilgongdina í Føroyum svarar hann, at tað kann ikki vera hansara uppgáva at siga, hvat er gott ella ringt fyri Føroyar. – Tað mugu vera føroyingar sjálvir, sum evna til sín politikk á hesum øki og meta um, hvat er best at gera. Bretski varauttanríkisráðharrin vil geva Føroyum hjálpandi hond í ES Anfinn Kallsberg, løgmaður her saman við bretska varauttanríkisráðharranum, John Battle í stóru høllini í bretska uttanríkisráðnum. Mynd Jan Müller Nú fyrra marknaósemjan er loyst er ein eftir at loysa. Tað er ognarrættin til stóru økini sunnan fyri Føroyar og vestan fyri Bretland, ið fýra lond gera krav uppá. John Battle heitti á løgmann um at fara undir at finna eina loysn á hesum stóra máli, soleiðis at oljuvinnan slapp at gera framtíðar íløgur í leiting eftir olju og gassi har. Løgmaður heldur fundurin við bretska varauttanríkisráðharr an, John Battle var sera góður og væntar hann sær positivar avleiðingar av fundinum, sum fara at síggjast aftur í samvinnuni millum bæði londini ALMENN VITJAN Jan Müller úr London Anfinn Kallsberg, løgmað- ur er væl nøgdur við vitjan- ina í bretska uttanríkisráðn- um. – John Battle var ógvuliga positivur og gav kanska meira enn hinir ráð- harrarnir eg vitjaði til kenn- ar, at hann kendi meira til Føroyar. Sum orkumálaráð- harri hevur hann havt áhuga í at fáa markið við Føroyar uppá pláss, eisini út frá einum bretskum vinnuligum sjónarmiði. Hann nevndi tí eisini á hes- um fundinum, at hann hevði havt ein fingur við í spælinum at fáa tey viður- skiftini uppá pláss. Hann lat meg eisini vita, at hann var eitt sindur vónsvikin av, at tað ikki var hann, sum fór til Føroya at undirskriva avtaluna, men eg boðaði honum so frá, at tað skuldi hann eiga til góðar, og hann var altíð vælkomin til Føroya. Løgmaður sigur, at teir annars tosaðu um millum- landamál. – Eg greiddi honum frá sjálvstýris- gongdini í Føroyum, og haraftrat tosaðu vit um nak- rar felags trupulleikar vit hava í samskiftinum mill- um ES og Føroyar á hand- ilsliga økinum m.a. við teimum kvotunum vit hava á rækjum og fiskafóðuri. Haraftrat nevndu vit eisini ta paneuropeisku kumulati- ónsskipanina, sum tað ikki hevur borið til hjá okkum at gerast partur av, hóast øll hini europeisku londini eru vorðin partur av henni Hóast tað er avmarkað, hvussu nógv tað ber til at umrøða av málum uppá so stutta tíð, so heldur løg- maður, at John Battle var ein sera opin og fryntligur maður at tosa við og ein maður, sum sýndi sera stóran áhuga fyri føroysk- um viðurskiftum og einum samstarvi millum Føroyar og Bretland. Løgmaður fór tí væl rík- ari heimaftur. – Eg haldi tað er týdningarmikið at skapa karmarnar fyri tí víð- ari samvinnuni og at hava góð viðurskifti á politisk- um støði, men fyri at kunna fylla karmarnar út, so er neyðugt at vinnan, embæt- isfólk og fólk, sum arbeiða á altjóða støði møtast. Hevur vitjanin verið við til skapa karmar fyri at koma víðari, so er nógv vunnið sigur Anfinn Kallsberg og sipar við hesum til sam- komuna á donsku sendi- stovuni fyri føroyskum og útlendskum vinnulívsfólk- um. Hann sigur annars, at hetta hava verið nakrir sera strævnir dagar og tekur ser- liga fram mikudagin í farnu viku, tá skráin varð løgd fyri vitjaninar í London. Henda dagin var so eisini stórur politiskur turbolens- ur heima í Føroyum, har tað aftur og aftur vórðu boð eftir løgmanni at greiða politisku fløkjuna, sum hevði tikið seg upp. – Hevur tað ikki verið onkur aktivitetur í skránni, so hevur verið nógv virk- semi í telefonini sigur løg- maður, sum tó ikki vil geva teimum rætt, ið siga, at løg- maður átti als ikki at verið farin til Bretlands undir slíkum umstøðum. – Eg haldi tað hevur ver- ið av stórum týdning fyri henda túrin, at man hevur roynt at skapt vinnulívinum í Føroyum nakrar møgu- leikar til kontaktir til sam- starv frameftir, og tað var m.a. hetta vit gjørdu á donsku sendistovuni í Lon- don. Og hevur tað gagnað føroyskum vinnulívi, so haldi eg nógv er vunnið við hesum túrinum og tá haldi eg tað hevði verið stórt spell, um man hevði verið noyddur at avlýsa alt sigur løgmaður. Hann vísir ann- ars á, at vóru meldingarnar frá Tjóðveldisflokkinum øðrvísi enn tær vóru, tá hann fór avstað, so hevði hann helst avlýst ferðina. Men útmeldingarnar vórðu ikki av slíkum slag, at hetta var neyðugt. At tað so kort- ini kom hartil, tá hann var farin, var so ein onnur søk, og hon varð so avgreidd um telefonina, tó at tað var strævið og torført. – Eg fekk sagt tað eg skuldi bæði við vertir mínar í Bretlandi og samstarvsflokkar mínar í Føroyum. Undir allari vitjanini hjá løgmanni í Bretlandi hevur hann borið heitið »The Prime Minister of The Faroe Islands«. Vit spurdu Anfinn Kalls- berg, løgmaður, um nak- ar trupulleiki hevur ver- ið hjá sær at brúkt heitið forsætisráðharri – Prime Minister – undir vitjan- ini í Bretlandi – um t.d. danskir myndugleikar hava sett seg upp ímóti hesum ella uttan víðari góðtikið tað! – Eg havi fingið eitt pass frá danska uttanrík- ismálaráðnum, undir- skrivað av táverandi uttanríkisráðharra, Niels Helveg Petersen, og har stendur »Prime Minister of The Faroe Islands«, og tað er tað heitið, sum er brúkt undir allari hesari vitjanini. Sjálvur sær løgmaður einki løgið í tí at verða kallaður Prime Minister undir slíkari vitjan. At hetta er sett í pass sítt metir hann sum eina viðurkenning av, at man í Danmark metir løg- mann í Føroyum meira enn ein leiðara fyri eitt heimastýri. Og tað er bara gott heldur Anfinn Kallsberg, sum eisini vísir til orðatakið, at navnið spillir ongan. – Tað er nú heldur ikki júst heitið eg gangi nógv uppí, men meira hetta at fáa nakað burtur úr. Men heitið er so fult í tráð við tann status danskir myndugleikar hava sett um løgmann í Føroyum leggur hann aftrat. Prime Minister of The Faroe Islands Stóran týdning at fáa dialog við bretska varauttanríkisráðharran Fundurin millum løgmann og bretska varauttanríkisráðharran var sera fruktagóður. Mynd Jan Müller Millum vitjaninar hjá teimum ymsu ráðharrunum varð løg- maður noyddur at »tacla« støðuna heima í Føroyum. Og til tess kom fartelefonin sera væl við. Her løgmaður við bretska parla- mentinum í baksýni. Mynd Jan Müller