mikudagur 7. mars 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 46 - 7. mars 2001
15
gult cyan magenta svart
14
Nr. 46 - 7. mars 2001
gult cyan magenta svart
Tað er greitt at Michael
skal spæla við tveimum
bólkum í finaluni, og Niels
í einum, og tað er við hes-
um bólki.
Við kavaódn uttanfyri
stóð Niels Arge Galan við
hanareiki og sólbrillum
innanfyri og rockaði. Rock-
urin
hjá
teimum
var
hampuliga skjótur rockur,
við góðum temposkiftum
og pausum.
Víst er, at bólkurin treivst
øðiliga væl við at framføra
á pallinum. Ljósini bleiktr-
aðu í sama títtleika sum
tónleikurin hjá bólkinum
var í, og ølið, ið tveitt varð
í luftina, matchaði bara fínt,
tá í tey litfagru ljósini
skygdu í dropunum.
Bólkurin dámdi eisini
væl at provokera ymsar
politikarar við niðurgerandi
sangum móti forsætismála-
ráðharranum Poul Nyrup
Rasmussen, javnaðarfor-
manninum Jóannes Eides-
gaard, sambandsformann-
inum Edmund Joensen og
fíggjarmálaráðharra okkara
Karsten Hansen. Eitt lag, ið
teir spældu, høvdu teir giv-
ið heiti Skitni Karsten.
Bólkurin fór av pallinum
við stíli, tí síðsta lag teirra
var Vit eru 200!
Frekt og gott
Tá ið bólkurin MAS steig á
pallin og byrjaði teirra
framúr góða tónleik, var
einki annað at gera enn at
opna munnin og spenna
eyguni og siga WOW! Ein
frálíka góð jammy byrjan
við modernaðum jazz key-
board spæli frá Bárði
Johannesen.
Spurningurin er, hvar
hesir fimm góðu tónleikar-
arnir og studentarnir hava
fingið navnið MAS frá?
Kundi tað verið frá rekti í
Hoydølum?
Áhoyrarnir tóku sera væl
ímóti teimum og teirra ser-
liga góða stíli, sum var ein
blanding av rocki og ný-
mótans jazzi.
MAS vóru sera væl sam-
anspældur, og teir vístu
rættiligt sjálvsálit og dirvi.
Bólkurin var heilt klárt ein
av favorittunum.
-Hetta er ikki ein bólkur,
ið skjótt verður lagdur í
gloymibókina, søgdu nakrir
av teimum villu áhoyrarun-
um.
Heja Þona
Tá ið undanumfarið í Mið-
vági var komi ein bólk
longri enn í helvt. Fóru teir
sjey mennirnir frá miðstað-
arøkinum, ið mannað bólk-
in déjà vu á pallin at royna
seg, við tí detaljeraða væl
gjøgnumførda
rockinum
hjá sær, sum teir sjálvir
kallað tónleik teirra.
Déjà vu byrjaði sera
friðarliga og tendrarnir
vóru á hægsta lofti. Bólk-
urin var eisini væl saman-
spældur, men kanska ikki
so lívligur sum teir, ið
høvdu leikt áðrenn, hetta
kann sigast, tí hýrurin hjá
fólkinum var lækkaður eitt
sindur, ella var tað tí, tey
vóru so troytt aftaná tey
høvdu leikað í aftaná
framførsluna hjá MAS?
Rockurin, ið bólkurin
spældi var góður, og tað
klangaði bara heilt væl.
Serliga tá ið teir koyrdu eitt
sindur av rappi í, sum hósk-
aði væl við trummu og
bassrytmu aftanfyri.
Lagið A long way to Fri-
day var øðiliga pent og
melodiskt, men tað var ikki
júst tað, sum fólkið hopp-
aði mest til.
Aftaná framførsluna var
onkur av tónleikarunum í
bólkinum ikki serliga væl
nøgdir við framførsluna á
pallinum.
Kristiligur
kjálkadansur
Sjeyndi bólkur var helst
tann yngsti av teimum
tíggju bólkunum, sum tóku
lut í tiltakinum. Heitið hev-
ur bólkurin møguliga eftir
lagnum hjá Crash Test
Dummies, nevniliga lagið
mmm mmm mmm, tí hesin
ungi bólkurin æt M.M.M.
Hetta var tann næsti
andaligi bólkurin, sum var
við í Miðvági. Sprundini
Alice Simonsen og Torert
Davidsen sungu væl, at
nakrir áhoyrarar løgdu út í
dans.
Sosialurin spurdi, hví
stemningurin enn ikki var
so góður, og tey spurdu
søgdu, at tað stilla hjá Déjà
Vu hevði eina ávirkan á
fólkið, sum eisini skuldi
lurta eftir M.M.M.
M.M.M. vóru ikki líka
væl samanspældir, sum teir
flestu av teimum bólkun-
um, ið høvdu leikt áðrenn,
m.a. tí at hvør einstaklingur
í bólkinum stóð bert og
passaði sítt, og tað hevði
ikki eina so góða ávirkan á
framførsluna, sum annars
telur nógv í Prix Føroyar
kappingini.
Ahou- Alt Hevur
Okkara Undran
Við royki og bláum ljós-
kasti og spældi triðsíðsti
bólkurin Ahou við Olgu
Joensen, sum flestu ungu
havnadreingir kenna úr
Skálki í SMS. Hon stóð við
sangrøðilin. Olga sang væl,
segði onkur av dómarunum
aftaná Prixið.
Áhoyrarnir veitraðu við
armunum í luftini, og
summi høvdu tendrarnir
uppi. Tónleikastílurin hjá
Ahou var heldur friðarligur
rockur, sum Olga og hini í
bólkinum dugdu væl at
handfara, og tað var til
gagns fyri teir dreingir, sum
júst høvdu fingið sær onkra
fitta vágagellu.
Tann eini guitarleikarin
John Johansen og bass-
spælarin Uni S. Joensen
vóru eisini í sólbrillum
innanfyri veggirnir í bygda-
húsinum í Miðvági, tí utt-
anfyri hevði tað ikki rigga
serliga væl.
Alt varð tangza niður
Vinnarabólkurin
Tangz
vísti, at hetta vóru menn,
sum ikki eru ókendir á
palli. Bólkurin var í Prix
Føroyar
finaluni99,
og
leygarkvøldið vórðu teir
settir at spæla næstsíðst.
Vit kenna m.a. Hall
Johannesen og Rók J. Jak-
obsen úr gamla bólkinum
Lokum, sum sang um ap-
una Charlie.
Við dirvi og sjálváliti fór
hesin megnar bólkurin á
pallin við klædningi og
slipsi. Áhoyrarnir høvdu
ikki skríggja so nógv
leygarkvøldið,
sum
tá
Tangz kom á heita pallin.
Upptraðkanin hjá Tangz
var eksemplarisk uppá ein
vinnarabólk,
sum
bara
dugdi síni ting, og vísti tað
í verki.
Tangz var heilt klárt tann
kendasti bólkurin í Mið-
vági. Farnir av palli geylaði
fólkið TANGZ ! TANGZ !
TANGZ !
Við sveitta og nervum
kom Tangz inn í skiftingar-
rúmið, og teir fimm sum
manna bólkin Hallur, Rók-
ur, Dánjal, Halgir og Rói
vóru sera væl nøgdir við
framførsluna. Rókur helt at
teir aldrin høvdu spælt fyri
so góðum fólkið fyrr, og
allir vóru sera væl nøgdir
við alt tiltakið.
Kom og berjist!
Síðsti bólkurin var havna-
bólkurin, sum hevði ein
tónleikara úr Funningsfirði,
nevniliga trummuspælarin
Magnus Hansen. Onkur
kennir
bólkin Happy frá
Pop Top konsertini í 1997,
og tá vann Flux, sum nú er
finalistur í Prix Føroy-
um01.
Vit spæla fyri sex, pengar
og árligari haruskjóting,
søgdu teir sjey úr Happy.
Tvey kend nøvn vóru við í
bólkinum Happy, og tey
vóru Niklas Thorsteinson,
sum stóð við ljómborið, og
hann var eisini sangari í
gamla bólkinum Mold, og
Rasmus Rasmussen, ið var
ljóðmaður, kenna næstan
øll frá rockstovuni í ÚF.
Við byrjanina á fram-
førsluni, helt sangarin Ári
Rouch eitt ultraviolet rør
ímóti áhoyrarunum, og teir
vóru væl fagnaðir av fólki.
Happy spældi tungan
rock, sum gjørdi, at tey sum
dáma tann stílin komu heilt
í ekstasu, meðan hini bara
stóðu og hugdu. Ein betri
lýsing av tónleikastílinum
hjá Happy, er tað sum tey
tilkomnu kallað púra ørt.
Tiltakið í Miðvági endaði
við at teir báðir finalu bólk-
arnir Tangz og 200 fóru upp
ein bólkur í senn og spældu
eitt lag í part. 200 spældi
eitt lag sum teir kallað
Hashsigarett, og Tangz
spældi Livin’ on a Prayer
hjá Bon Jovi, men Tangz
kundi ikki halda sær við
bara at spæla eitt lag, so teir
spældu til síðst Thunders-
truck hjá AC/DC.
Næsta Prix Føroyar til-
takið verður finalan í norð-
urlandahúsinum tann 21
apríl.
Leygarkvøldið var
síðsta undanumfarið
í Prix Føroyar kapp-
ingini 2001. Vinnarin
gjørdist Tangz, og á
næsta plássi var bólk-
urin 200. Nú eru so
allir átta finalistarnir
funnir
PRIX-FØROYAR
Torkil V. Rasmussen
myndir: Jens Kristian Vang
Miðvágur: Hóast kavaódn
og jarðrok funnu nógv fólk
til bygdahúsið í Miðvági,
har tann sekstanda undan-
kappingin, síðan Prix Før-
oyar tiltakið byrjaði í 1995,
varð hildin.
Spenningurin var ósteðg-
iligur, tí teir flestu bólkarnir
vóru sera góðir og dugdu
væl at spæla og framføra.
-Eg haldi enn einaferð at
Prix Føroyar tiltakið var
væleydnað, men trupulleik-
in er mest tann, at fólk eru
ov drukkin, tá ið tey koma
til tiltakið, og tey gera ikki
sum reglarnar siga. Tey
taka glasfløskur inn við í
hølið, og tað kann gerast
vandamikið,
um
onkur
dettur, sigur Fróði T. Vest-
ergaard samskipari á tiltak-
inum.
Framgongd
Sosialurin hevði eisini eina
samrøðu við ein av okkara
garvaðu tónleikarum, og
hetta var eingin minni enn
Sámal Ravnsfjall.
Hvat dámar tær tiltakið?
Jú, mær dámar væl.
Hvat heldur tú um bólk-
arnar?
Teir eru góðir, men eitt
sindur rótutir í ljóðinum.
Heldur tú at føroyskur
tónleikur kann samanber-
ast við útlendskan?
Eg vil siga, at hann er í
góðari menning.
Um man hevði teir røttu
menninar at fáa tónleikin
til at sláa ígjøggnum uttan-
lands, heldur tú so at tað
hevði borið til?
Jú, avgjørt.
Vit eita Yst,
og vit spæla fyrst!
Fyrsti bólkur á palli var
bólkurin Yst. Tey seks, ið
mannað bólkin, siga, at
teirra tónleikaslag eitur
dradl, tí tey spæla disco-
rock - annars deiliga líka
til.
Bólkurin
byrjaði
um
somu tíð sum ársins DJ
2000 var, siga tónleikarnir í
bólkinum.
-Tað handlar um at síggja
gott út, meðan man ger tað,
leggur bólkurin aftrat.
Yst fór á pall, og við ein-
um braki rockaði og rapp-
aði Yst fyrst, og tað jamm-
aði nakað so øðiliga væl.
Væl hoyrdist eisini, at
hesin bólkurin fyrr hevur
nomið við ein av okkara
stóru rock-rap bólkum,
nevniliga Prix Føroyar99
finalistarnir MC Hár.
Maningin úr Yst var
ótrúliga væl samanspæld,
og sangarin dugdi væl at
fáa áhoyrarnir við. Hetta
gjørdi hann við at flippa út
á tí roykríka heita pallinum.
Partar av fólkinum stóðu
og hoppaðu í ring, meðan
tann brakandi góði techno-
ljómurin leikaði í teimum
trettan hátalarunum.
– Vakurleiki, tað er tit,
rópti tann filosofilesandi
sangarin, Niels Uni Dam,
út til fólkið á staðnum.
Tónleikurin ýddi í break-
um og temposhiftum.
Næstan øll manningin í
Yst hevur fyrr leikt í MC-
HÁR, uttan tey bæði Anna
Kristin Bæk, sum flest av
okkum kenna úr sangleik-
inum Skeyk, og Eyðfinn
Drewsen, sum nógv av
teimum ungu kenna frá
Ársisns DJ kappingum.
Liverpool FC
leingi livi
Næstur at stíða á heita pall-
in framanfyri skríggjandi
áhoyrarum var vágabólkur-
in Masha, ið var skrúvaður
saman við fýra liverpool-
arum.
Bólkurin varð stovnaður
beint undan Prix Føroyar
kappingini 2001, og allir
hava leikt í øðrum bólkum
fyrr.
Teir tríggir, Birgir Joen-
sen, Hans Ravnsfjall og
Jógvan Pauli Joensen, hava
spælt í Prix Føroyar 99
undankappingini við bólk-
inum RUSK, men Jógvan
Pauli Joensen hevur eisini
spælt við í Bimbs, sum hev-
ur verið finalistur í Prix
Føroyum fyrr. Tann síðsti
tónleikarin, Tummas Gud-
mundsen, spældi við í
finaluni í 1997 við bólkin-
um Arrestment.
Stílurin hjá bólkinum var
heldur friðarligur og reinur
við akkustiskum guitartón-
um. Knappliga bleiv stilt,
og ein lumskur ljómur legði
seg út í hølið, úr ljóminum
komu ymsar røddir, og tað
riggaði knasandi væl, og
brádliga kom spanskur
guitartónleikur við rock,
pop of rap tónleiki, um man
so má siga – tað setti rættu-
liga gongd í tónleik teirra.
Masha fekk fólkið til at
rópa umaftur, og tað kann
man siga er gott tekin um,
at teir leiktu væl. Stutt sagt
- ein nýggjur heilt góður
rock bólkur.
Gerist frelst, tí tað
er ein dómadagur!
Christian extremism er orð-
ið fyri henda sera áhuga-
verda havnabólk, sum varð
stovnaður í 1997. Bólkurin
kallast Legacy.
Bólkurin hevur verið á
ymsum fløgum, eitt nú
høvdu teir eitt lag á fløguni
»Ung um aldamóti«, men
sigast kann, at bólkurin
hevur rættuliga skift stíl. Tá
spældu teir friðarliga akk-
ustiskan tónleik, men nú
kann ein kalla tað harðan
rock, men bólkurin dámar
helst betri heitið gospel
rock:
-Ein gamal boðskapur
við nýggjum búna, tí alt
snýr seg um umvending.
Vit ynskja at øll skulu taka
Kristus til harra.
– Tað var einaferð eitt
stað í Miðeystri, har nógvur
turkur var, og vatnið, sum
har var, var skitið, og fólk
doyðu, tá ið tey drukku tað.
Men so kom ein maður og
bað tey um at kóka tað, tí so
var tað ikki vandamikið
longur, og tað smakkaði
nógv betur enn tað skitna,
segði Dánjal Petersen sang-
ari í Legacy.
Bólkurin fór á pallin
klokkan 22.22. Legacy
spældi øðiliga væl, og tordu
ikki minst væl at upp-
traðka, og Dánjal Petersen
fekk fólkið sera væl við.
Við tónleiki teirra og Dán-
jal’sa hátti at sjarmera,
gjørdi tað, at hann varð
kallaður Charmy Boy.
Legacy vísti væl í verki,
at tað sum I Am søgdu var
satt – nevniliga at andaligur
tónleikur ikki noyðist at
vera keðiligur.
Eisini setti Dánjal fólkin-
um spurningin, um tey vóru
við upp á Vágatunnilin, og
fjøldin skrálaði ja! Tað má
gera
vinnumálaráðharra
okkara, Bjarna Djurholm,
enn tryggari í hesi avgerð.
Fullveldi
fyri Føroya fólk!
Havnabólkurin 200 við
kendum nøvnum so sum
Niels Arge Galan, sum
spældi við finalubólkinum
Mold í Prix Føroyum 95, og
Michael Blak úr núverandi
finalubólkinum Clickhaze.
Brak og brotnar fløskur