Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. mars 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 46 - 7. mars 2001 gult cyan magenta svart Nr. 46 • mikudagur • 7. mars 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Óli Holm verður varð mánakvøldið valdur til nýggjan formann í VB FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Tá VB fyri stuttum hevði aðalfund, boðaði formaður- in, Mannbjørn Tausen, frá, at hann ikki ynskti at halda fram sum formaður. Í fyrstu atløgu varð eingin nýggjur formaður settur at taka við, men á nýggjum fundi mánakvøldið, varð Óli Holm valdur inn sum nýggjur formaður. Eingin kollvelting Óli hevur í mong ár verið knýttur at VB á ymsan hátt, og millum annað hevur hann eisini áður verið formaður, men seinnu árini hava tað verið nevndarsess- irnir í FSF, sum hava havt gleði av arbeiði hansara. Við Sosialin sigur ný- kosni formaðurin, at nú hann er vorðin formaður hjá VB, noyðist hann í øllum førum at siga sess- irnar í teimum nevndum, sum hava við heimligu kappingina at gera, frá sær. Hesir eru sessirnir í kapp- ingarnevndini og dómara- nevndini, har Óli eisini er formaður. Spurdur, um vágbingar kunnu vænta sær nakrar broytingar, nú nýggjur for- maður er í felagnum, sigur Óli, at tað fær hann so einki sagt um í løtuni. - Fyrst og fremst má eg seta meg inn í tingini. Síggja akkurát, hvussu felagið virkar, hvørjar av- talur vit hava koyrandi o.s.fr. Lat meg tó leggja aft- urat, at mín fatan í øllum førum er, at VB er eitt felag, sum í løtuni koyrir sera væl. Ja, somikið væl, at vit í fjør vunnu FM- heitið, so eg trúgvi neyvan, at fólkið í felagnum fer at merkja nakrar kollveltandi broyt-ingar. Annars vísir Óli eisini á, at hann vónar, at alt tað sjálvbodna arbeiðið, sum fer fram í felagnum, eisini fer at standa við framyvir. – Uttan alla tað sjálv- bodnu arbeiðsmegi, sum VB verður borið av, hevði tað snøgt sagt verið ógjør- ligt at rikið felagið, sigur nýggi formaðurin at enda. Fýra hondbóltsdystir eru á skránni í kvøld HONDBÓLTUR Jákup Mørk Talan er um tríggjar mans- dystir og ein kvinnudyst, sum skulu avgreiðast í kvøld, mikukvøldið, og er einsamalli kvinnudysturin í Vestmanna, har oddaliðið tekur ímóti Tjaldri. Einki er at ivast í, at enn ein sigur bíðar eftir VÍF kvinnunum her, og gongst sum væntað, eru tær bert fimm stig frá eini endaligari staðfesting av FM-heitinum. Tríggir mansdystir Hjá monnunum verður somuleiðis dystur millum VÍF og Tjaldur, og eisini har eru fortreytirnar á leið tær somu. Umframt Tjaldur, sum liggur í botninum, skulu eisini KÍF og H71 royna seg, og hjá báðum er talan um dystir móti liðum, sum er nakað væl ovari stødd á stigatalvuni. KÍF skal til Skála at spæla móti StÍF, meðan H71 skal spæla móti Kyndli, sum eigur heimavøll hendan dystin. Dystirnir eru hesir Kvinnur 18.15 VÍF-Tjaldur Menn 19.45 VÍF-Tjaldur 19.45 StÍF-KÍF 19.45 Kyndil-H71 Í summar verður stór ítróttakapping í Íslandi, har føroyingar eisini hava møguleika at luttaka ÍTRÓTTUR Tíðindaskriv Dagarnar 12.-15. juli 2001 verður Landsmót hildið á Egilsøðum í Íslandi. Landsmóti ber heitið, 23. Landsmót Ungmannafelags Ís- lands UMFI, og fara ungdómar her at kapp- ast í ymsum ítrótta- greinum. roknað verður við, at út við 1.700 fólk fara at luttaka á lands- mótinum. Tað, sum kappast verður í, og sum gevur stig til ymsu feløgini eru greinarar: Frælsur ítróttur, kurvabóltur, hondbóltur, flogbóltur, svimjing, íslendsk glíming, talv, borð- tennis, badminton, bridge, skjóting, golf, ítróttur fyri brekað og hestaítróttur. Harum- framt verða eisini kapp- ingar í sonevndum starvsítróttum so sum traktorkoyring, pannu- køkubaking, greining av utrum, plantan av trøum, egning, hesta- dómar, rættskriving og borðreiðing. Aðrar greinar, sum verða flokkaðar sum einstaklingagreinar eru súkkling, koyra við bili á ósløttum lendi, roysn- istøk, langrenn og marathon. At enda skal sigast, at fýra greinar verða framsýningar- greinar, og eru hesar sigling á Lagarfljóti, ítróttur fyri eldri og unglingarenn fyri 12 ár og yngri. Tá ið gestir og tey, sum taka lut í kapping- unum, hava frí frá ítrótt- inum, kunnu tey stutt- leika sær á staðnum við dansi, sigling, ella kunnu tey eisini fara á jazzhátíð, sum verður Valaskjálf felagsheim- inum á Egilstøðum. Sjálvsagt eru eisini møguleikar at vitja ymsar framsýningar innan menning og list. Tilmeldan er opin fyri øllum, og hevur tú hug at far við Norrønu ella flogfarið til Íslands í døgunum 12.-15. juli, kunnu nærri upplýsing- ar síggjast á alnetinum. www.landsmot2001.is VB nýggjan formann Óli Holm varð mánakvøldið valdur til formann hjá VB Tað gekk ikki sum ætlað hjá Frede- riksberg Volley um vikuskiftið FLOGBÓLTUR Í tí týdningarmikla dystin- um móti Gentofte tapti Frederiksberg, við teimum trimum Alvildu Ólavs- dóttir, Hjørdis Mortensen og Annika Joensen á liðn- um, 3-1 í einum dysti, har serliga móttøkurnar og verjan hjá Frederiksberg ikki virkaði. Um Frederiksberg skuldi varðveita vónina um eitt pláss í semifinal- uni um danska meistara- heitið, skuldu tær helst vinna á Gentofte, men so var ikki. Og tá HIK Aalborg heldur óvæntað vann 3-2 á Holte, sær tað nú rættuliga vónleyst út hjá Frederiks- berg, at náa málið um eitt pláss í semifinaluni. Fre- deriksberg hevur tó enn ein lítlan møguleika, tí tær skulu leika seinasta dystin í hesum umfarinum kom- andi leygardag móti DHG Odense. DHG hevur tó enn ong- an dyst tapt í ár, og hevur vunnið báðar dystirnar, sum liðini hava leikt móti hvørjum øðrum í ár. Støðan í top-6 í elitu- deildini er nú tann, at DHG er á odda við 18 stigum. Holte hevur 12 stig, Gentofte 10, HIK Aalborg 8, Frederiksberg 6 og Hvidovre hevur einki stig. Landsmót á Egilstøðum Dystir í kvøld Uppskriftin hesa vikuna Gjestal Vestlandsgarn SuperwashSport Barnajakkar Tlf. 312727 Føroying- arnir nr. 5 Svimjifelagið í Klaks- vík skal næstu árini hava Norðoya Spari- kassa sum høvuðs- stuðul SVIMJING Eyðun Klakstein Fríggjadagin í farnu viku skrivaði svimjifelagið Ægir undir nýggja stuðulsavtalu við Norðoya Sparikassa. Talan er um eina trý ár avtalu, sum fer at tryggjaði svimjifelagnum í Klaksvík eitt árligt gjalda frá spari- kassanum. John Mikkelsen, formað- ur í Ægi, og Eyðfinn Reyð- berg, stjóri í Norðoya Sparikassa skrivaðu undir avtaluna í svimjihøllini í Klaksvík fríggjadagin, tá nógvir av svimjarunum hjá Ægi eisini vóru til staðar. – Vit eru væl nøgd við hesa avtaluna, sum gevur eitt gott ískoyti til raksturin av felagnum, sigur John Mikkelsen. Eyðfinn Reyðberg sigur, at Norðoya Sparikassa van- liga hevur gjørt stuðulsav- talur av hesum slagi við størri ítróttarfeløgini, men at teir nú tilvitað eisini hugsa um tey smærru fel- øgini. Ægir gjørt stuðulsavtalu Formaðurin í Ægi og stjórin í Norðoya Sparikassa skriva undir stuðulsavtaluna, sum verður galdandi næstu trýárini. Mynd: Eyðun Klakstein