Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. mai 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 100 - 29. mai 2007 100.000 til fornminni Fornminnisfelagið í Fuglafjørði hevur sett sær fyri at varðveita eini hús, sum eru bygd í 1804. Felagið er í ferð við at umvæla húsini, men eftir eru arbeiði sum grótlaðing, at leggja flag á tekjuna og at leggja elveiting í húsini. Harafturat skulu húsini hava hjall. Fornminnis­ felagið søkti Eik Grunnin um stuðul til arbeiðið, og í síðstu viku fekk felagið 100.000 krónur frá grunninum til arbeiðið, tí grunnurin stuðlar tí, sum kann varðveita søguna. Kundu hýst ferðafólki Nógv hús standa tóm á bygd og serliga á smáplássunum, men nú siga fólk í ferðavinnuni, at tað hevði loyst seg betur fíggjarliga fyri eigararnar at leiga ferðafólki húsini. Harafturat kundi hetta verið ein partur av útjaðaramenningini, halda tey. Fríðunn Jacobsen, sum er stjóri í ferðavinnuskrivstovuni Green Gate Incoming, sigur við Útvarpið, at tørvur er á fleiri húsum til gistingarháttin Ból og Bita ella Bed and Brekfast. Tað er ikki nógv nýtt í atfinningunum hjá Búskaparráðnum og onkrum av tí, sum Ráðið førir fram, er landsstýrismaðurin beinleiðis ósamdur í Vinnuligur fiskiskapur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Sjálvandi lurti eg eftir øllum atfinningum og sjálv­ andi taki eg allar atfinningar við í mínum metingum. Bjørn Kalsø, lands­stýris­ maður í fiskivinnumálum fekk í farnu viku rættiligar ákoyringar frá Búskapar­ ráðnum fyri uppskotið, sum hann hevur lagt fyri Løg­ tingið um at broyta lógina um vinnuligan fiskiskap. Men hóast Bjørn Kalsø tekur atfinningarnar til sín, merkir tað ikki, at hann er samdur í atfinningunum. Tað merkir heldur ikki, at hann fer at gera, sum Bú­ skap­ar­ráðið hevur mælt til. Búskaparráðið heldur, at broytingarnar, sum nú verða gjørdar í lógini um vinnu­lig­ an fiskiskap, eiga at tryggja, at tilfeingisrentan endaði hjá Føroya fólki, sum eigur tilfeingið. Broytingin eigur eisini at minka um váðan í fiski­vinn­ uni, og hon eigur eisini at gera tað lætt hjá ungum før­ oy­ingum at komið inn í fiskivinnuna. Men uppskotið, sum Bjørn Kalsø hevur lagt fram, lýkur onga av hesum treytum, sigur Búskapar­ráð­ið, tí talan er bara um eina staðfesting av, at tað fram­vegis skulu vera ein­stakir reiðarar, sum fáa rætt­in til okkara tilfeingi av fiski og sum fáa rættin at selja fiski­loyvi fyri egnan vinn­ing, ístaðin fyri, at vinn­ ingurin fór í landskassan. Bankarnir ikki upp í Búskaparráðið staðfestir í sínum atfinningum, at fígg­ ing­arstovnarnir eiga at fáa rætt til at krevja veð í fiski­ rætt­indunum. Men hesum er Bjørn Kalsø púra ósamdur í. - Tað er onki at ivast í, at fiskitilfeingið er ogn Føroya Fólks og leikluturin hjá Land­inum er at útluta vinn­ uni ein brúksrætt til hetta tilfeingið. - Men skulu fíggingar­ stovn­ar kunna krevja veð­ rætt í loyvinum, kann endin vera, at teir koma at liggja inni við fiskiloyvunum og sum sostatt eisini koma at gera av, hvør skal hava rætt­ in at fiska. Tað heldur Bjørn Kalsø hevði verið ein sera óheppin gongd. Landsstýrismaðurin er heldur ikki samdur í, at tað økir um vágan í vinnuni, at fíggingarstovnarnir ikki fáa veðhald í loyvunum. - Tað vísir seg at vera nokk so stór kapping um at fíggja fiskiskip, so tað er ongin trupulleiki. Annars ásannar hann eis­ ini, at tað er stórur munur á, hvussu nógv skipini eru verd. - Í løtuni eru tað mest skip­ini uttanfyri 200 fjórð­ ingar, sum eru nógv verd, eitt nú nótaskip og skipini í Barentshavinum. - Skipini á landleiðini hava avmarkað virði og smærri skipum er ikki stór­ ur marknaður fyri. Ongin undirtøka Kjarnin í boðskapinum frá Búskaparráðnum er, at ein fiskidagamarknaður skal setast á stovn, har fiskidagar verða seldir hægstbjóðandi. Men Bjørn Kalsø sigur, at hetta er ongin møguleiki til, sum politiska landslagið í Føroyum sær út í løtuni. - Vit liva í einum polit­isk­ um veruleika og tað noyðast vit at góðtaka, hvussu treyð­ ugt vit vilja. Og veruleikin er so einfaldur sum tað, at í hesi samgonguni er ikki polit­isk undirtøka fyri ein­ um fiskidagamarknaði. - Tað er heldur ikki nakað, sum er avtalað í sam­gongu­ skjalinum. Sjálvur heldur Bjørn Kalsø, at tað er rætt, at tað almenna fær møguleikan at hava ein fiskidagarmarknað í ein ávísan mun. Hann hugsar sær, at stinga nýggj fiskirættindi seg upp, kundi tað almenn havt møgu­ leikan at selt hesi rættindi til hægstbjóðandi. Tað almenna kundi eisini fing­ið heimild at selt avlops­dagar. Annars heldur hann, at tað er eitt alt ov stórt inntriv í okkara høvuðsvinnu at seta ein rættiligan fiskidaga­ banka á stovn. - Veruleikin er eisini, at í løtuni er fiskiskapur ongin dansur á rósum, tí rakstrar­ úr­slitini hjá skipunum eru onki at reypa av og tað gongur ikki sum eftir ánni at manna skipini. - Sum støðan er nú, er tað tí eitt sindur vági at leggja enn fleiri byrðar á vinnuna, serliga ikki á okkara heima­ flota. Annars vísir hann á, at tað skiftir ógvuliga nógv, hvussu stórur eftir­spurn­ing­ ur er eftir skipum. - Í seinastuni hava vit frætt um nøkur nótaskip, sum eru handlað fyri stórar upp­hæddir. Men tað er ikki so langt síðani, at ongin vildi nerta hesi skipini, tí útlitini vóru so vánalig. - Annars vísir hann á, at tað er so stórur eftirspurn­ing­ ur eftir skipum alla­staðni, at tað er long bíðitíð og tað er við til at trýsta prís­in á brúktum skipum upp. - Sum borgarligur flokk­ ur hava vit ikki ilt av, at vinn­ an klárar seg væl og kast­ar nakað av sær og fær møgu­ leika at endurnýggja seg. - Hinvegin er tað ein trupul­leiki, at peningur verður drigin úr vinnuni, so at tað verður tyngri at end­ urnýggja vinnutólini. Og tíverri hava vit ikki funnið eina nøktandi loysn enn. Bjørn Kalsø sigur, at hetta er ein spurningur, sum sam­ gongan viðgerð, men ikki hev­ur kunnað samst um enn. Sjálvur ætlaði Bjørn Kalsø, at landið skuldi fáa heimild at álegga reiðarum strangari skyldu at brúka fiski­rættindi og at landið sam­­stundis skuldi fáa heim­ ild at selja fiskirættindi, so at yvirskotsdagar kundu verða seldir á einum almenn­ um marknaði. - Men hesum var undir­ tøka ikki fyri í sam­gong­ uni. Annars er eisini ein ávís brúksskylda í vinnuni, tí tað ber ikki til at leggja seg á rættindi í fleiri ár, uttan at brúka tey. Landsstýrismaðurin sig­ ur, at fyri tað ætlaði hann ikki, at reiðarar ikki skuldu sleppa at selja skip og hann ætlaði heldur ikki, at reið­ arar, sum røktu síni rættindi, skuldi missa tey. - Tað er eisini torført at binda reiðarar í vinnuni við at nokta teimum at selja skip, sigur Bjørn Kalsø. Hann vísir eisini á, at aðrar treytir eru eisini í fiskivinnuni, tí skip kunnu ikki ótarnað selja uttanlands og føroyskir keyparar skulu hava møguleika at bjóða. - Hetta hava vit gjørt fyri at spjaða virksemið og fyri at geva so mongum sum gjør­ligt møguleika at vera við í fiskivinnuni, sigur Bjørn Kalsø. Bjørn Kalsø ósamdur við serfrøðingar Bjørn Kalsø sigur, at summum atfinningum frá Búskaparráðnum er hann ósamdur í og øðrum atfinningum fær hann ikki politisku undirtøku fyri, tí tað eru hinir flokkarnir í samgonguni ósamdir í