Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. mai 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 100 - 29. mai 2007 100.000 til fornminni Fornminnisfelagið í Fuglafjørði hevur sett sær fyri at varðveita eini hús, sum eru bygd í 1804. Felagið er í ferð við at umvæla húsini, men eftir eru arbeiði sum grótlaðing, at leggja flag á tekjuna og at leggja elveiting í húsini. Harafturat skulu húsini hava hjall. Fornminnis­ felagið søkti Eik Grunnin um stuðul til arbeiðið, og í síðstu viku fekk felagið 100.000 krónur frá grunninum til arbeiðið, tí grunnurin stuðlar tí, sum kann varðveita søguna. Kundu hýst ferðafólki Nógv hús standa tóm á bygd og serliga á smáplássunum, men nú siga fólk í ferðavinnuni, at tað hevði loyst seg betur fíggjarliga fyri eigararnar at leiga ferðafólki húsini. Harafturat kundi hetta verið ein partur av útjaðaramenningini, halda tey. Fríðunn Jacobsen, sum er stjóri í ferðavinnuskrivstovuni Green Gate Incoming, sigur við Útvarpið, at tørvur er á fleiri húsum til gistingarháttin Ból og Bita ella Bed and Brekfast. Tað er ikki nógv nýtt í atfinningunum hjá Búskaparráðnum og onkrum av tí, sum Ráðið førir fram, er landsstýrismaðurin beinleiðis ósamdur í Vinnuligur fiskiskapur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Sjálvandi lurti eg eftir øllum atfinningum og sjálv­ andi taki eg allar atfinningar við í mínum metingum. Bjørn Kalsø, landsstýris­ maður í fiskivinnumálum fekk í farnu viku rættiligar ákoyringar frá Búskapar­ ráðnum fyri uppskotið, sum hann hevur lagt fyri Løg­ tingið um at broyta lógina um vinnuligan fiskiskap. Men hóast Bjørn Kalsø tekur atfinningarnar til sín, merkir tað ikki, at hann er samdur í atfinningunum. Tað merkir heldur ikki, at hann fer at gera, sum Bú­ skaparráðið hevur mælt til. Búskaparráðið heldur, at broytingarnar, sum nú verða gjørdar í lógini um vinnulig­ an fiskiskap, eiga at tryggja, at tilfeingisrentan endaði hjá Føroya fólki, sum eigur tilfeingið. Broytingin eigur eisini at minka um váðan í fiskivinn­ uni, og hon eigur eisini at gera tað lætt hjá ungum før­ oyingum at komið inn í fiskivinnuna. Men uppskotið, sum Bjørn Kalsø hevur lagt fram, lýkur onga av hesum treytum, sigur Búskaparráðið, tí talan er bara um eina staðfesting av, at tað framvegis skulu vera einstakir reiðarar, sum fáa rættin til okkara tilfeingi av fiski og sum fáa rættin at selja fiskiloyvi fyri egnan vinning, ístaðin fyri, at vinn­ ingurin fór í landskassan. Bankarnir ikki upp í Búskaparráðið staðfestir í sínum atfinningum, at fígg­ ingarstovnarnir eiga at fáa rætt til at krevja veð í fiski­ rættindunum. Men hesum er Bjørn Kalsø púra ósamdur í. ­ Tað er onki at ivast í, at fiskitilfeingið er ogn Føroya Fólks og leikluturin hjá Landinum er at útluta vinn­ uni ein brúksrætt til hetta tilfeingið. ­ Men skulu fíggingar­ stovnar kunna krevja veð­ rætt í loyvinum, kann endin vera, at teir koma at liggja inni við fiskiloyvunum og sum sostatt eisini koma at gera av, hvør skal hava rætt­ in at fiska. Tað heldur Bjørn Kalsø hevði verið ein sera óheppin gongd. Landsstýrismaðurin er heldur ikki samdur í, at tað økir um vágan í vinnuni, at fíggingarstovnarnir ikki fáa veðhald í loyvunum. ­ Tað vísir seg at vera nokk so stór kapping um at fíggja fiskiskip, so tað er ongin trupulleiki. Annars ásannar hann eis­ ini, at tað er stórur munur á, hvussu nógv skipini eru verd. ­ Í løtuni eru tað mest skipini uttanfyri 200 fjórð­ ingar, sum eru nógv verd, eitt nú nótaskip og skipini í Barentshavinum. ­ Skipini á landleiðini hava avmarkað virði og smærri skipum er ikki stór­ ur marknaður fyri. Ongin undirtøka Kjarnin í boðskapinum frá Búskaparráðnum er, at ein fiskidagamarknaður skal setast á stovn, har fiskidagar verða seldir hægstbjóðandi. Men Bjørn Kalsø sigur, at hetta er ongin møguleiki til, sum politiska landslagið í Føroyum sær út í løtuni. ­ Vit liva í einum politisk­ um veruleika og tað noyðast vit at góðtaka, hvussu treyð­ ugt vit vilja. Og veruleikin er so einfaldur sum tað, at í hesi samgonguni er ikki politisk undirtøka fyri ein­ um fiskidagamarknaði. ­ Tað er heldur ikki nakað, sum er avtalað í samgongu­ skjalinum. Sjálvur heldur Bjørn Kalsø, at tað er rætt, at tað almenna fær møguleikan at hava ein fiskidagarmarknað í ein ávísan mun. Hann hugsar sær, at stinga nýggj fiskirættindi seg upp, kundi tað almenn havt møgu­ leikan at selt hesi rættindi til hægstbjóðandi. Tað almenna kundi eisini fingið heimild at selt avlopsdagar. Annars heldur hann, at tað er eitt alt ov stórt inntriv í okkara høvuðsvinnu at seta ein rættiligan fiskidaga­ banka á stovn. ­ Veruleikin er eisini, at í løtuni er fiskiskapur ongin dansur á rósum, tí rakstrar­ úrslitini hjá skipunum eru onki at reypa av og tað gongur ikki sum eftir ánni at manna skipini. ­ Sum støðan er nú, er tað tí eitt sindur vági at leggja enn fleiri byrðar á vinnuna, serliga ikki á okkara heima­ flota. Annars vísir hann á, at tað skiftir ógvuliga nógv, hvussu stórur eftirspurning­ ur er eftir skipum. ­ Í seinastuni hava vit frætt um nøkur nótaskip, sum eru handlað fyri stórar upphæddir. Men tað er ikki so langt síðani, at ongin vildi nerta hesi skipini, tí útlitini vóru so vánalig. ­ Annars vísir hann á, at tað er so stórur eftirspurning­ ur eftir skipum allastaðni, at tað er long bíðitíð og tað er við til at trýsta prísin á brúktum skipum upp. ­ Sum borgarligur flokk­ ur hava vit ikki ilt av, at vinn­ an klárar seg væl og kastar nakað av sær og fær møgu­ leika at endurnýggja seg. ­ Hinvegin er tað ein trupulleiki, at peningur verður drigin úr vinnuni, so at tað verður tyngri at end­ urnýggja vinnutólini. Og tíverri hava vit ikki funnið eina nøktandi loysn enn. Bjørn Kalsø sigur, at hetta er ein spurningur, sum sam­ gongan viðgerð, men ikki hevur kunnað samst um enn. Sjálvur ætlaði Bjørn Kalsø, at landið skuldi fáa heimild at álegga reiðarum strangari skyldu at brúka fiskirættindi og at landið samstundis skuldi fáa heim­ ild at selja fiskirættindi, so at yvirskotsdagar kundu verða seldir á einum almenn­ um marknaði. ­ Men hesum var undir­ tøka ikki fyri í samgong­ uni. Annars er eisini ein ávís brúksskylda í vinnuni, tí tað ber ikki til at leggja seg á rættindi í fleiri ár, uttan at brúka tey. Landsstýrismaðurin sig­ ur, at fyri tað ætlaði hann ikki, at reiðarar ikki skuldu sleppa at selja skip og hann ætlaði heldur ikki, at reið­ arar, sum røktu síni rættindi, skuldi missa tey. ­ Tað er eisini torført at binda reiðarar í vinnuni við at nokta teimum at selja skip, sigur Bjørn Kalsø. Hann vísir eisini á, at aðrar treytir eru eisini í fiskivinnuni, tí skip kunnu ikki ótarnað selja uttanlands og føroyskir keyparar skulu hava møguleika at bjóða. ­ Hetta hava vit gjørt fyri at spjaða virksemið og fyri at geva so mongum sum gjørligt møguleika at vera við í fiskivinnuni, sigur Bjørn Kalsø. Bjørn Kalsø ósamdur við serfrøðingar Bjørn Kalsø sigur, at summum atfinningum frá Búskaparráðnum er hann ósamdur í og øðrum atfinningum fær hann ikki politisku undirtøku fyri, tí tað eru hinir flokkarnir í samgonguni ósamdir í