týsdagur 29. mai 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 100 - 29. mai 2007
Nýggj handilsruta
Grønlendingar halda seg hava fingið væl burtur úr einum
átaki, sum teir júst hava havt í Washington í USA. Millum
luttakararnar vóru Royal Greenland, Air Greenland og
grønlendska ferðavinnu- og vinnuráðið, og endamálið var
at kunna amerikanarar um, hvat tað grønlendska samfelagið
hevur at bjóða. Grønlendingar hava serliga góða vón um,
at tann nýggja flogrutan millum Grønland og Amerika fer
at økja samhandilin við USA.
Burtur við halgidegi
Danski vinnulívsfelagsskapurin Dansk Erhverv heitir nú á
landsins myndugleikar og fakfeløgi um at strika Dýra Biði
dag sum halgidag og frídag. Tað er sum vera man tað
seinna, sum hevur felagsins áhuga, tí allir eykadagar eru
kærkomnir í hesum tíðum,. sigur felagið. Ein búskapar
frøðingur hjá Dansk Erhverv, Jenhs Brendstrup, sigur við
tíðindastovuna Ritzau, at ein strikaður halgidagur svarar til
10.476 fulltíðarstørv hjá tí almenna.
- Blóðroynd av kvinn
uni, sum koyrdi bilin,
ið var á veg norð
ureftir, er send til
kanningar. Hetta er
ein kanning, sum vit
altíð gera undir slík
um umstøðum. Enn
vita vit einki at siga
um orsøkina til, at 25
ára gamla kvinnan
koyrdi so skilaleyst
og fyrilitarleyst hend
an dagin, sigur Rani
Wardum, vaktleiðari
á politistøðini
Vanlukka
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Eftir avhoyringar av vitnum
í sambandi við ferðsluvan
lukkuna við Sandvíkarhjalla
hvítusunnudag, er løgreglan
ikki í iva um, at bilfrørarin,
sum hesa løtu var á veg norð
ureftir, koyrdi rættiliga skila
leyst og fyrilitarleyst. Hetta
var orsøkin til vanlukkuna,
sum kostaði einum eldri
hjúnum lívið.
Kvinnan var einsamøll í
bilinum á veg norður úr
Havnini.
- Vitnir, sum vit hava
tosað við, siga, at koyringin
norðureftir var fullkomiliga
skilaleys. Kvinnan yvirhál
aði fleiri bilar og onkur, sum
koyrdi 80 km/tíman, sum er
mest loyvda ferð á vega
strekkinum, hevur sagt, at
bilurin streyk fram við.
Yvirhálaði í høgru
Rani Wardum sigur, at tey
eisini hava tosað við vitnir,
sum siga, at kvinnan yvir
hálaði tann eina bilin í skeiv
ari síðu á veg niðan gjøgn
um brekkuna eftir omankoyr
ingina til Hvítanesar.
- Hví hon gjørdi tað, vita
vit ikki við vissu. Sambært
vitnum kann orsøkin vera,
at hon hevur havt so nógva
ferð, tá hon er komin inn
aftur eftir eina yvirháling,
at hon hevur valt at yvirhál
að í skeivari síðu fyri ikki at
koyra á bilin frammanfyri.
Tá vit tosaðu við Rana í
morgun, hevði løgreglan
ikki avhoyrt gentuna, sum
framvegis var innløgd á
intensivari deild á Lands
sjúkrahúsinum.
- Vit skuldu frætta aftur
nú um 11-tíðina, nær avhoyr
ingin kann fara fram, sigur
hann.
Vanlukkan hendir
Syndarliga vanlukkan hend
ir, tá gentan fer undir enn
eina yvirháling, og tá er
tað, at bilurin við eldru hjún
unum og einum abbasoni er
komin um hesar leiðir – á
veg til Havnar.
- Kvinnan yvirhálar nú á
einum vegastrekki, har sýn
ið ikki er til yvirháling.
Hon er tí úti í vinstru síðu á
vegnum, tá bilurin við hjún
unum og abbasoninum er á
veg suðureftir – og tá hendir
vanlukkan,
har
bilarnir
renna frontalt saman.
Rani sigur, at tað var eldri
maðurin, sum koyrdi bilin,
ið var á veg suðureftir. Kon
an sat á setrinum við síðuna
av og abbasonurin, sum
slapp við onkrum minni
snuddi, sat aftanfyri. Ungi
maðurin varð útskrivaður av
Landssjúkrahúsinum seinni
um kvøldið.
- Vit kunnu bara staðfesta,
at skilaleys og fyrilitarleys
koyring var orsøkin til hesa
syndarligu ferðsluvanlukku,
sum kravdi tvey mannalív,
sigur løgreglumaðurin.
Blóðroyndin kannast
Rani Wardum sigur, at blóð
roynd er tikin av kvinnuni
og er send til Danmarkar til
neyvar kanningar.
- Hetta er ein kanning,
sum vit altíð gera undir slík
um umstøðum. Vit hava ikki
havt høvi at tosað við kvinn
una enn og vita tískil heldur
einki at siga um, hví hon
koyrdi, sum hon gjørdi.
Hann vísir á, at hetta er
fjórða vanlukkan á vega
strekkinum millum Havnina
og Signabøartunnilin upp á
lutfalsliga stutta tíð.
- Tað nyttar so lítið, at
vegirnir eru góðir, um fólk
ikki eru nóg ansin og vísa
fyrilit í ferðsluni. Orsøkirnar
kunnu vera ymiskar, men
avleiðingarnar
eru
altíð
vanlukkuligar, tá ringast vil
til. Umráðandi er, at allir
bilførarar eru árvaknir og
hugsa um, hvat frammanfyri
er, leggur hann aftrat.
Løgreglan fer í vikuni at
taka støðu til um kvinnan,
sum koyrdi vanlukkubilin,
skal skuldsetast fyri óviljað
manndráp.
- Í Danmark verða fólk,
sum vegna skilaleysa koyr
ing eru orsøkin til slíkar
vanlukkur, altíð skuldsett
fyri óviljað manndráp. Men
tað verður so dómarin, sum
í seinasta enda tekur hesa
avgerðina, sigur Rani Ward
um,
løgreglumaður
og
vaktleiðari á politistøðini í
Havn.
Skilaleys koyring var orsøkin
Enn ein syndarlig ferðsluvanlukka er hend á vegastrekkinum millum Havnina og Signabøartunnilin – og hvítusunnudag kostaði vanlukkan einum eldri hjúnum lívið. Grái bilurin, sum sæst á
myndini, koyrdi í skeivari síðu, tá vanlukkan hendi
Mynd: Álvur Haraldsen