týsdagur 29. mai 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 100 - 29. mai 2007
tíðindi
Stuðul til gongugøtu
Tá Eik helt partaeigarafund í Runavík í síðstu viku,
handaði Eik Grunnurin Símuni Johannesen,
borgarstjóra í Nes kommunu, og Hans Jacob
Lamhauge, borgarstjóra í Runavíkar kommunu,
100.000 krónur í stuðuli til at gera eina gongugøtu við
ánna Løkin og kring Toftavatn. Ætlanin er at gera ljós
og at seta benkur fram við gøtuni, og møguliga verður
roynt at fáa laks niðan í ánna. Uppskotið eigur Petur J.
Petersen.
Jelved fer frá í ár
Hevur Berlingske Tidende rætt, fer Marianne Jelved at
leggja frá sær sum formaður í radikala tingbólkinum
seinni í ár. Sjálv hevur hon ikki nevnt tað við einum
orði, men hon ber heldur ikki orð fyri at vera tann, sum
avdúkar meiri enn neyðugt. Blaðið sigur seg tó hava
fingið at vita frá fleiri radikalum tinglimum, at
Marianne Jelved fer at boða frá avgerð síni í heyst.
Eingin av tinglimunum vil tó leggja navn til sína
meting, skrivar blaðið.
Eivør Pálsdóttir er
nýggjasta høvuðs
navni á skránni fyri
SPOTfestivalin i
Århus, men harum
framt skipar G!Festi
valurin fyri tiltaki á
festivalinum.
Tónleikur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Tað er longu greitt at Boys
In A Band, Budam luttaka á
SPOT-festivalinum í Århus
komandi vikuskiftið. Men
nú avdúkar festivalurin, at
Eivør eisini luttekur, við
somu írsku manning, ið hev-
ur spælt á komandi fløguni
Human Child og seinni í ár
fer á pall við henni á
G !festivalinum. Lena And-
erssen skuldi eftir ætlan
eisini luttaka á SPOT-festi-
valinum, men hevur tíanver-
ri avlýst allar sínar konsertir
fram til G !.
Umframt føroysku lista-
fólkini verður eitt serstakt
G! tiltak, ið verður fríggja-
kvøldið eftir miðnátt. Tá er
G! Festivalurin vertur í væl-
dámda spælistaðnum Stud-
enterhuset, har Boys in a
Band, Budam og onnur G!-
aktuell listafólk fara á pall-
in.
Samstarvið við SPOT er
eitt av mongu sambondun-
um, G!Festivalurin hevur
knýtt til tónleikavinnu í
Evropa, sigur G! Festivalur-
in í tíðindaskrivi.
G! Festival hevur seinastu
árini samstarva við m.a.
Atlantic Airways, Norður-
landahúsið/AME og Menn-
ingarstovuna í arbeiðinum
at skapa tónleikasambond
út í heim, so føroyskir tón-
leikabólkar kunnu sleppa út
um landoddarnar at royna
flogið. nevnast kann sam-
starv við Iceland Airwaves
í Íslandi, Øya og By:larm í
Noregi, Eurosonic í Hollan-
di, eitt komandi GBOB í
London, goNorth og Rock-
ness í Skotlandi, SPOT í
Danmark umframt onnur.
Í ár eru fleiri týðandi fet
tikin hesum viðvíkjandi og
G! er tildømis vorðið limur
í ETEP (European Talent
Exchange Program), sum
arbeiðir fyri, at tónleikarar
í Europa ferðast út um síni
egnu landamørk at spæla.
ETEP er rótfest í mest
týðandi europeiska sýnis-
glugga festivalinum, Euro-
sonic.
Eivør spælir á høvuðspall-
inum, stóra sali í Musikk-
húsinum, fríggjakvøldið 1.
juni klokkan 19. Budam
spælir konsert í minna salin-
um í dansiteatrinum Gran
fríggjakvøldið kl 21.15.
Leygardagin kl. 13.50
lata Boys in a Band størsta
pallin,
Officerspladsen,
upp. Tað verður ikki nógv
hvíld hjá boysunum, tí teir
fara beint víðari yvir til
Keypmannahavnar, har teir
seinni um kvøldið spæla
konsert í operuni í Christi-
ania saman við G!- og
SPOT-aktuella íslendingin-
um Péturi Ben og føroysku
Týr.
G! aktuellir bólkar á
SPOT í ár:
Eivør Pálsdóttir
Boys in a Band
Budam
Petur Ben (IS)
Hatesphere (DK)
Eigaraviðurskiftini
í náttarlívinum í
Havn eru nógv broytt
seinastu tíðina, og
um óroynd fólk við
róðrið var orsøkin,
vita vit ikki, men
bæði byin.fo og
Glitnir høvdu gloymt
dansiforboðið á
Hvítusunnu, og
máttu tí í evstu løtu
broyta skránna.
Tónleikur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Bæði byin.fo og Glitnir fin-
gu hetta vikuskiftið trupul-
leikar av Halgidagslógini,
Glitnir skuldi eftir ætlan
havt dans við dansibólkin-
um Bridge leygarkvøldið,
meðan byin.fo skuldu hava
dansi endabrest við Show-
monnum í REX og ung-
dómsdiskotek
í
Cippo
leygarkvøldið.
Men dansistøðini kendu
eftir øllum at døma ikki
nóg væl halgidagslógina, tí
hóast tey høvdu lov at hava
opið náttina til Hvítusunnu,
so var forboðið at dansa
eftir miðnátt.
- Rúni Djurhuus frá byin.
fo, segði við planet.fo í
vikuskiftinum, at talan var
um eina misskiljing. Í sam-
ráð við Showmenn varð
dansurin tí broyttur til eina
akkustiska konsert, og av
tí, at Showmenn eru ein
dansibólkur, varð mett, at
teirra endabrestur í REX
átti at verða ein dansur, og
tí varð gjørt av, at Show-
menn skuldu spæla aftur 2.
Hvítusunnukvøld og tá var
talan um dans. Byin.fo flut-
ti ungdómsdiskotekið til
fríggjadagin. Glitnir flutti
somuleiðis dansin við Brid-
ge til 2. Hvítusunnukvøld,
og skipaði ístaðin fyri Coun-
try Karaoke leygarkvøldið.
Eins og í fjør luttekur
eysturoyarbólkurin
Braquet á Fjarðafesti
valinum í august í ár.
Tónleikur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Braquet hava roynt nógv,
síðan bólkurin sá dagsins
ljós. Bert fáar mánaðir eftir
bólkurin varð stovnaður,
komu teir bæði í finaluna í
Prix Føroyar ’03 og síðan í
Gospel Prix ’04. Í 2005
kom teirra fyrsta fløga út,
ið eisini hevur givið teimum
nógv jalig aftursvør.
Braquet bleiv stovnaður í
2002 av sangarinum Andre-
as Højgaard og gittarleikar-
inum Arna Zachariassen.
Eftir hetta kom trummuleik-
arin Jóhan á Lakjuni og
bassleikarin Leivur Vitalis
við í tann lívliga bólkin.
Braquet eru kendir sum
ein orkufullur bólkur í teir-
ra framførðslum, og liminir
geva teirra alt á pallinum.
Áskoðarinir fáa óivað eina
reyv sparkandi framførslu á
festivalinum.
Eftir framførsluna hjá
Braquet í fjør skrivaði
ummælarin hjá Planet.fo:
Konsertin hjá Braquet var
sera góð, og teir vóru eftir
mínum tykki nógv betri enn
nógvir av teimum útlendsku
bólkunum.
Vitjið Braquet á Myspace.
com/braquet
Braquet á Fjarða
festivalin
Tað er ikki loyvt
at dansa!
Eivør og G! á Spotfestivalin