Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. mai 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 100 - 29. mai 2007 tíðindi Stuðul til gongugøtu Tá Eik helt partaeigarafund í Runavík í síðstu viku, handaði Eik Grunnurin Símuni Johannesen, borgarstjóra í Nes kommunu, og Hans Jacob Lamhauge, borgarstjóra í Runavíkar kommunu, 100.000 krónur í stuðuli til at gera eina gongugøtu við ánna Løkin og kring Toftavatn. Ætlanin er at gera ljós og at seta benkur fram við gøtuni, og møguliga verður roynt at fáa laks niðan í ánna. Uppskotið eigur Petur J. Petersen. Jelved fer frá í ár Hevur Berlingske Tidende rætt, fer Marianne Jelved at leggja frá sær sum formaður í radikala tingbólkinum seinni í ár. Sjálv hevur hon ikki nevnt tað við einum orði, men hon ber heldur ikki orð fyri at vera tann, sum avdúkar meiri enn neyðugt. Blaðið sigur seg tó hava fingið at vita frá fleiri radikalum tinglimum, at Marianne Jelved fer at boða frá avgerð síni í heyst. Eingin av tinglimunum vil tó leggja navn til sína meting, skrivar blaðið. Eivør Pálsdóttir er nýggjasta høvuðs­ nav­ni á skránni fyri SPOT-festivalin i Århus, men har­um­ framt skipar G!­Fes­ti­ val­ur­in fyri tiltaki á fest­i­val­in­um. Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Tað er longu greitt at Boys In A Band, Budam luttaka á SPOT-festivalinum í Århus kom­an­di vikuskiftið. Men nú avdúkar festivalurin, at Ei­v­ør eisini luttekur, við so­mu írsku manning, ið hev­ ur spælt á komandi fløguni Hum­an Child og seinni í ár fer á pall við henni á G ­!festivalinum. Lena And­ er­s­sen skuldi eftir ætlan ei­si­ni luttaka á SPOT-festi­ val­in­um, men hevur tí­an­ver­ ri avlýst allar sínar konsertir fram til G !. Um­framt føroysku lista­ fólk­ini verður eitt serstakt G! tiltak, ið verður frígg­ja­ kvøld­ið eftir miðnátt. Tá er G! Festivalurin vertur í væl­ dám­da spælistaðnum Stud­ en­ter­huset, har Boys in a Band, Budam og onnur G!- ak­tu­ell listafólk fara á pall­ in. Samstarvið við SPOT er eitt av mongu sam­bond­un­ um, G!Festivalurin hevur knýtt til tónleikavinnu í Ev­ro­pa, sigur G! Fest­i­val­ur­ in í tíðindaskrivi. G! Festival hevur seinastu ár­ini samstarva við m.a. At­lan­tic Airways, Norð­ur­ lan­da­húsið/AME og Menn­ ing­ar­stovuna í arbeiðinum at skapa tónleikasambond út í heim, so føroyskir tón­ leika­bólk­ar kunnu sleppa út um landoddarnar at royna flog­ið. nevnast kann sam­ starv við Iceland Airwaves í Íslandi, Øya og By:larm í Nor­egi, Eurosonic í Holl­an­ di, eitt komandi GBOB í Lon­don, goNorth og Rock­ ness í Skotlandi, SPOT í Dan­mark umframt onnur. Í ár eru fleiri týðandi fet tik­in hesum viðvíkjandi og G! er tildømis vorðið limur í ETEP (European Talent Ex­chan­ge Program), sum ar­beið­ir fyri, at tónleikarar í Europa ferðast út um síni eg­nu landamørk at spæla. ETEP er rótfest í mest týð­an­di europeiska sýn­is­ glug­ga festivalinum, Eu­ro­ son­ic. Eivør spælir á høvuð­s­pall­ in­um, stóra sali í Musikk­ hús­in­um, fríggjakvøldið 1. ju­ni klokkan 19. Budam spæl­ir konsert í minna sal­in­ um í dansiteatrinum Gran frígg­ja­kvøldið kl 21.15. Leygardagin kl. 13.50 la­ta Boys in a Band størsta pall­in, Officerspladsen, upp. Tað verður ikki nógv hvíld hjá boysunum, tí teir fa­ra beint víðari yvir til Keyp­man­na­havnar, har teir sein­ni um kvøldið spæla kon­sert í operuni í Chris­ti­ an­ia saman við G!- og SPOT-aktuella ís­lend­ing­in­ um Péturi Ben og føroysku Týr. G! aktuellir bólkar á SPOT í ár: Eivør Pálsdóttir Boys in a Band Budam Petur Ben (IS) Hatesphere (DK) Eigaraviðurskiftini í náttarlívinum í Havn eru nógv broytt seinastu tíðina, og um óroynd fólk við róðrið var orsøkin, vita vit ikki, men bæði byin.fo og Glitnir høvdu gloymt dansiforboðið á Hvítusunnu, og máttu tí í evstu løtu broyta skránna. Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Bæði byin.fo og Glitnir fin­ gu hetta vikuskiftið trup­ul­ leik­ar av Halgi­dags­lóg­ini, Glit­nir skuldi eftir æt­lan havt dans við dansi­bólk­in­ um Bridge leyg­ar­kvøld­ið, meðan byin.fo skul­du hava dansi endabrest við Show­ monn­um í REX og ung­ dóms­disk­o­tek í Cip­po leygarkvøldið. Men dansistøðini kendu eftir øllum at døma ikki nóg væl halgidagslógina, tí hóast tey høvdu lov at hava opið náttina til Hvítusunnu, so var forboðið at dansa eftir miðnátt. - Rúni Djurhuus frá byin. fo, segði við planet.fo í vikuskiftinum, at talan var um eina misskiljing. Í sam­ ráð við Showmenn varð dan­su­r­in tí broyttur til eina akku­st­iska konsert, og av tí, at Showmenn eru ein dan­si­bólk­ur, varð mett, at teir­ra endabrestur í REX át­ti at verða ein dansur, og tí varð gjørt av, at Show­ menn skuldu spæla aftur 2. Hvít­u­sunnu­kvøld og tá var tal­an um dans. Byin.fo flut­ ti ungdómsdiskotekið til frígg­ja­dagin. Glitnir flutti somu­leið­is dansin við Brid­ ge til 2. Hvítusunnukvøld, og skipaði ístaðin fyri Coun­ t­ry Karaoke leygarkvøldið. Eins og í fjør luttekur eysturoyarbólkurin Braquet á Fjarða­festi­ val­in­um í august í ár. Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Braquet hava roynt nógv, síðan bólkurin sá dagsins ljós. Bert fáar mánaðir eftir bólkurin varð stovnaður, ko­mu teir bæði í finaluna í Prix Føroyar ’03 og síðan í Gospel Prix ’04. Í 2005 kom teirra fyrsta fløga út, ið eisini hevur givið teimum nógv jalig aftursvør. Braquet bleiv stovnaður í 2002 av sangarinum And­re­ as Højgaard og git­tar­leik­a­r­ in­um Arna Zachariassen. Eft­ir hetta kom trummu­leik­ ar­in Jóhan á Lakjuni og bass­leik­arin Leivur Vitalis við í tann lívliga bólkin. Braquet eru kendir sum ein orkufullur bólkur í teir­ ra framførðslum, og liminir ge­va teirra alt á pallinum. Á­skoð­arinir fáa óivað eina reyv sparkandi framførslu á fest­ivalinum. Eftir framførsluna hjá Braq­uet í fjør skrivaði um­mæl­arin hjá Planet.fo: Kon­ser­tin hjá Braquet var se­ra góð, og teir vóru eftir mín­um tykki nógv betri enn nógv­ir av teimum útlendsku bólk­un­um. Vitjið Braquet á Myspace. com/braquet Braquet á Fjarða­ festivalin - Tað er ikki loyvt at dansa! Eivør og G! á Spotfestivalin