týsdagur 29. mai 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 100 - 29. mai 2007
Framyvir fara allir
nýggir tryggingar
takarar at fáa í boði
útgerð til brunatrygd
frá tryggingarfeløg
unum. Ongar ætlanir
eru um at lata útgerð
ina til gomlu kundar
nar
Brunatrygd
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Tað hevur mangan verið
ført fram, at tryggingarfe
løgini áttu at givið viðskifta
fólkunum útgerð til bruna
trygd. Hetta verður partvíst
gjørt í løtuni, men framyvir
fara øll, sum tekna nýggja
trygging at fáa tilboð um
tílíka
útgerð.
Sambært
báðum tryggingarfeløgun
um eru ongar ætlanir um at
bjóða gomlu kundunum
trygdarútgerðina, og eru
grundgevingarnar fyri hes
um millum annað, at tað
ikki er uppgávan hjá trygg
ingarfeløgunum
at
máa
støðið undan teimum, sum
selja trygdarútgerð. Hetta
sigur Edvard Heen frá
Tryggingarfelagnum. Har
umframt eiga flest øll húski
í dag trygdarútgerð, sigur
Ali Celebi frá Trygd.
Í vikuskiftisblaðnum skri
vaðu vit enn einaferð um
ein álvarsligan eldsbruna,
sum kundi verið forðaður,
um roykvarnarar vóru í hús
inum. Her var talan um eina
familju úr Miðvági, sum
bert hevði búð í einum eldri
húsum í eina viku. Tíbetur
var ongin fólkaskaði, men
húsini fórust somikið illa,
at tey nú verða tikin niður
og bygt upp aftur.
Til allar nýggjar
kundar
Hjá
tryggingarfelagnum
Trygd sigur Ali Celebi stjó
ri, at tey síðani á sumri í
2005 hava latið ein sokall
aðan brandpakka til kundar,
sum hava bygt nýggj hús. Í
brandpakkanum
er
eitt
brandteppi, eldsløkkjari og
roykvarnarar. Spurdur, um
tey eisini hava ætlanir um
at lata slíka útgerð til fólk,
sum tryggja eldri hús, sigur
hann, at tað hava tey ikki
gjørt higartil, tí fólkini eiga
ofta útgerðina.
Men hóast tey helst eru
fá, hava vit ætlanir um fram
yvir at bjóða útgerðina til
øll, sum tekna eina húsa
trygging hjá okkum, sigur
Ali Celebi. Hann vísir á, at
tað at bjóða fólki brand
pakkar, er ein liður í tí at
bjóða eina góða tænastu,
sum samstundis gevur mein
ing.
Tað er eisini í okkara
áhuga at minka um vandar
nar og skaðarnar, sum stand
ast av eldi. Um til dømis
eldur kemur í eitt sjónvarp
ella í ein lampuskerm, so
kann eitt brandteppi forða
fyri, at eldurin breiðir seg,
sigur hann.
Skundar undir málið
Hjá
Tryggingarfelagnum
Føroya, sigur Edvard Heen,
varastjóri, at tey higartil
ikki hava givið kundum
trygdarútgerð, men at tey
leingið hava havt ætlanir
um hetta.
Tað hava verið tveir
álvarsligir eldsbrunar í Vág
um seinastu tíðina. Hesir
hava avgjørt skundað undir
málið, og innan leingi fara
vit at bjóða nýggjum kund
um
roykvarnarar,
sigur
Edvard Heen. Tryggingarfe
lagið sigur, at tey hava
keypt nakrar roykvarnarar,
sum fara at verða latnir
kundum í sambandi við
átøk um brunatrygd, sum
verða sett í verk komandi
tíðina.
Ávísur hugburður
Sambært Ali Celebi frá
Trygd stava nógvir trygg
ingarskaðar frá einum ávís
um hugburði hjá fólki, har
tey gloyma at lata aftur og
sløkkja eftir sær.
Eitt nú, tá tú setir bilin í
tómgongd ella letur ljósið
verða tendrað, tá tú fer út.
Tá tú gloymir at sløkkja
fyri ovninum ella kókiplátu
num ella letur vatnið renna.
Hetta eru alt skaðar, sum
kundu verið fyribyrgdir, og
sum, umframt at dálka
umhvørvi og vera kostnað
armiklir, eisini økja um
vandan, sigur Ali Celebi.
Útgerð til brunatrygd
frá tryggingunum
Misbrúka tablettir
Hjá nógvum donskum sjúkrasystrum er arbeiðsdagurin vorðin so
strævin, at tær taka tablettir fyri at doyva møðina, skrivar blaðið
metroXpress. Blaðið hevur fingið at vita, at 25 sjúkrasystrar fáa
í løtuni viðgerð ímóti tablett ella rúsdrekkamisnýtslu, og at fleiri
sjúkrasystrar velja arbeiði, sum gevur teimum atgongd til tær
røttu tablettirnar. Sjúkrasystrafelagið veit um trupulleikarnar og
sigur, at teir eru nógv øktir tey seinastu árini.
Veðrur í býnum
Summastaðni í Føroyum hava fólk framvegis trupulleikar av, at
seyðurin gongur millum húsini um veturin, men hetta er ikki ein
serføroyskur trupulleiki. Sunnukvøldið fekk løgreglan í danska
býnum Tønder boð um, at ein veðrur gekk og mól mitt í býnum.
Veðrurin vísti seg ikki at vera so styggur, so tað eydnaðist
løgregluni at taka hann. Hann hevði merki í oyranum, so tað var
lætt at finna eigaran, skrivar Jydske Vestkysten.
Ali Celebi stjóri hjá Trygd sigur, at tey síðani á
sumri í 2005 hava latið ein sokallaðan brandpakka
til kundar, sum byggja nýggj hús. Framyvir fara tey
helst eisini at bjóða útgerðina til tey, sum tryggja
gomul hús.
Edvard Heen, varastjóri hjá
Tryggingarfelagnum Føroya
sigur, at tey higartil ikki hava
givið kundum trygdarútgerð,
men at tey leingi hava havt
ætlanir um hetta.
- Eldsbrunin í Miðvági
hevur avgjørt skundað undir,
so vit innan leingi fara at
bjóða nýggjum kundum
roykvarnarar, sigur Edvard
Heen.
Oftast letur onkur lív, um ongin
ávaringarskipan er, tá eldur kemur í um
náttina. Vanliga náa fólk ikki at vakna,
tí tey lukta ikki roykin, men sovna burtur
av koltvíiltunni, sum verður upptikin í
blóðinum 200 ferðir skjótari enn vanlig ilt.
Men roykvarnarar varnast eldin, longu tá
hann kyknar, og kunnu soleiðis varskógva
húsfólkunum.
Í Sosialinum um vikuskiftið vísti Marner Hansen, húsaeigari
úr Miðvági á, at tryggingarfeløgini áttu at útflýggjað
roykvarnarar til kundarnar.
- Tað hevði heilt sikkurt loyst seg fíggjarliga, tí tað er sera
kostnaðarmikið at skula lata endurgjald fyri eini hús sum
okkara, segði hann, eftir at alt sum inni var, brendi burtur í
eldsbrunanum í fyrru viku. Sum støðan er í løtuni, hevði hann
ikki fingið í boði trygdarútgerð frá tryggingarfelagnum, men
hetta verður helst broytt innan alt ov leingi.