Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-29, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. mai 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 100 - 29. mai 2007 Framyvir fara all­ir nýggir trygg­ing­ar­ tak­arar at fáa í boði útgerð til bru­na­trygd frá trygg­ing­ar­fe­lø­g­ un­u m. Ongar æt­lan­ir eru um at lata út­gerð­ ina til gomlu kun­d­ ar­ nar Brunatrygd Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Tað hevur mangan verið ført fram, at trygg­ing­ar­fe­ løg­­ini áttu at givið við­skifta­ fólk­un­um útgerð til bruna­ trygd. Hetta verður partvíst gjørt í løtuni, men framyvir fa­ra øll, sum tekna nýggja trygg­ing at fáa tilboð um tí­lí­ka útgerð. Sambært báðum trygg­ing­ar­fe­løg­un­ um eru ongar ætlanir um at bjóða gomlu kundunum tryg­dar­útgerðina, og eru grund­gev­ingarnar fyri hes­ um millum annað, at tað ik­ki er uppgávan hjá trygg­ ing­ar­fe­løgunum at máa støð­ið undan teimum, sum sel­ja trygdarútgerð. Hetta sig­ur Edvard Heen frá Trygg­ing­arfelagnum. Har­ um­framt eiga flest øll húski í dag trygdarútgerð, sigur Ali Celebi frá Trygd. Í vikuskiftisblaðnum skri­ v­­­aðu vit enn einaferð um ein álvarsligan elds­bru­na, sum kundi verið for­ð­að­u­r, um roykvarnarar vóru í hús­ inum. Her var talan um eina fam­il­ju úr Miðvági, sum bert hevði búð í einum eldri hús­um í eina viku. Tíbetur var ongin fólkaskaði, men hús­ini fórust somikið illa, at tey nú verða tikin niður og bygt upp aftur. Til allar nýggjar kund­ar Hjá tryggingarfelagnum Trygd sigur Ali Celebi stjó­ ri, at tey síðani á sumri í 2005 hava latið ein so­kal­l­ að­an brandpakka til kundar, sum hava bygt nýggj hús. Í brand­pakk­an­um er eitt brand­tep­pi, eldsløkkjari og royk­var­n­ar­ar. Spurdur, um tey eisini hava ætlanir um at lata slíka útgerð til fólk, sum tryggja eldri hús, sigur hann, at tað hava tey ikki gjørt higartil, tí fólkini eiga of­ta útgerðina. - Men hóast tey helst eru fá, hava vit ætlanir um fram­ yv­ir at bjóða útgerðina til øll, sum tekna eina húsa­ trygg­ing hjá okkum, sigur Ali Celebi. Hann vísir á, at tað at bjóða fólki brand­ pakk­ar, er ein liður í tí at bjóða eina góða tænastu, sum samstundis gevur mein­ ­ing. - Tað er eisini í okkara á­hu­ga at minka um van­d­ar­ nar og skaðarnar, sum stand­ ast av eldi. Um til dømis eld­ur kemur í eitt sjónvarp el­la í ein lampuskerm, so kann eitt brandteppi forða fy­ri, at eldurin breiðir seg, sig­ur hann. Skundar undir málið Hjá Tryggingarfelagnum Før­oya, sigur Edvard Heen, va­ra­stjó­ri, at tey higartil ik­ki hava givið kundum trygd­ar­út­gerð, men at tey leing­ið hava havt ætlanir um hetta. - Tað hava verið tveir ál­vars­lig­ir eldsbrunar í Vág­ um seinastu tíðina. Hesir hava avgjørt skundað undir mál­ið, og innan leingi fara vit at bjóða nýggjum kund­ um roykvarnarar, sigur Ed­vard Heen. Trygg­ing­ar­fe­ l­a­g­ið sigur, at tey hava keypt nakrar roykvarnarar, sum fara at verða latnir kund­um í sambandi við á­tøk um bruna­trygd, sum verða sett í verk kom­an­di tíð­ina. Ávísur hugburður Sambært Ali Celebi frá Trygd stava nógvir trygg­ ing­­ar­skaðar frá einum á­vís­ um hugburði hjá fólki, har tey gloyma at lata aftur og sløkk­ja eftir sær. - Eitt nú, tá tú setir bilin í tóm­gongd ella letur ljósið verða tendrað, tá tú fer út. Tá tú gloymir at sløkkja fy­ri ovninum ella kó­ki­plá­tu­ num ella letur vatnið renna. Het­ta eru alt skaðar, sum kun­du verið fyribyrgdir, og sum, umframt at dálka um­hvør­vi og vera kos­t­nað­ ar­mik­lir, eisini økja um vand­an, sigur Ali Celebi. Útgerð til brunatrygd frá tryggingunum Misbrúka tablettir Hjá nógvum donskum sjúkrasystrum er arbeiðsdagurin vorðin so strævin, at tær taka tablettir fyri at doyva møðina, skrivar blaðið metroXpress. Blaðið hevur fingið at vita, at 25 sjúkrasystrar fáa í løtuni viðgerð ímóti tablett- ella rúsdrekkamisnýtslu, og at fleiri sjúkrasystrar velja arbeiði, sum gevur teimum atgongd til tær røttu tablettirnar. Sjúkrasystrafelagið veit um trupulleikarnar og sigur, at teir eru nógv øktir tey seinastu árini. Veðrur í býnum Summastaðni í Føroyum hava fólk framvegis trupulleikar av, at seyðurin gongur millum húsini um veturin, men hetta er ikki ein serføroyskur trupulleiki. Sunnukvøldið fekk løgreglan í danska býnum Tønder boð um, at ein veðrur gekk og mól mitt í býnum. Veðrurin vísti seg ikki at vera so styggur, so tað eydnaðist løgregluni at taka hann. Hann hevði merki í oyranum, so tað var lætt at finna eigaran, skrivar Jydske Vestkysten. Ali Celebi stjóri hjá Trygd sigur, at tey síðani á sumri í 2005 hava latið ein sokallaðan brandpakka til kundar, sum byggja nýggj hús. Framyvir fara tey helst eisini at bjóða útgerðina til tey, sum tryggja gomul hús. Edvard Heen, varastjóri hjá Tryggingarfelagnum Føroya sigur, at tey higartil ikki hava givið kundum trygdarútgerð, men at tey leingi hava havt ætlanir um hetta. - Eldsbrunin í Miðvági hevur avgjørt skundað undir, so vit innan leingi fara at bjóða nýggjum kundum roykvarnarar, sigur Edvard Heen. Oftast letur onkur lív, um ongin ávaringarskipan er, tá eldur kemur í um náttina. Vanliga náa fólk ikki at vakna, tí tey lukta ikki roykin, men sovna burtur av koltvíiltunni, sum verður upptikin í blóðinum 200 ferðir skjótari enn vanlig ilt. Men roykvarnarar varnast eldin, longu tá hann kyknar, og kunnu soleiðis varskógva húsfólkunum. Í Sosialinum um vikuskiftið vísti Marner Hansen, húsaeigari úr Miðvági á, at tryggingarfeløgini áttu at útflýggjað roykvarnarar til kundarnar. - Tað hevði heilt sikkurt loyst seg fíggjarliga, tí tað er sera kostnaðarmikið at skula lata endurgjald fyri eini hús sum okkara, segði hann, eftir at alt sum inni var, brendi burtur í eldsbrunanum í fyrru viku. Sum støðan er í løtuni, hevði hann ikki fingið í boði trygdarútgerð frá tryggingarfelagnum, men hetta verður helst broytt innan alt ov leingi.