Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. mai 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 100 - 29. mai 2007 Leygarnáttina brutu tveir mans inn í Føroya Banka á Toftum. Teir ætlaðu at stjala tvær bankaboksir, og høvdu fingið aðra út í tún, áðrenn løgreglan kom á staðið og handtók teir INNBROT Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Klokkan 01.29 leygarnáttina varð ringt til løgregluna, tí onkur segði seg síggja fólk inni í Føroya Banka á Toft­ um. Løgreglan í Runavík fór á staðið, og beinanvegin teir koma, síggja teir ein mann tuska avstað. Hann kom tó ikki langt, tí løg­ reglan bar skjótt at og fekk fatur í honum. Men løgreglan hevði ill­ gruna um, at ein annar mað­ ur var uppi í leikinum eisini. Tískil kom hundapatruljan úr Havnini norður, og eftir eina løtu høvdu teir funnið ein mann, sum fjaldi seg í einum bygningi nærhendis. Royndu at ræna pengaboks Menninir royndu at ræna tvær pengaboksir út úr bankanum. Teir knústu ein rút omanfyri bankan og sluppu sær inn tann vegin. Uttanfyri høvdu teir sett ein Ford Courier vøruvogn, og hesin skuldi helst brúkast, tá teir skuldu rýma avstað við pengaboksunum. Teir báðir menninir, sum eru frá 1981 og 1983, vóru komnir nakað ávegis í brotsgerð teirra, áðrenn løg­ reglan kom. Onnur penga­ boksin var fingin út í tún, meðan hin stóð beint innanfyri hurðina. Kriminalløgreglan yvirtikið málið Kriminalløgreglan hevur nú yvirtikið málið, og teir báðir handtiknu menninir eru avhoyrdir. Annar hevur játtað seg sekan, meðan hin noktar. Tískil er hann varð­ haldsfongslaður til næsta fríggjadag, meðan hin er leyslatin. Eisini hevur løgreglan avhoyrt onnur fólk. Nú verð­ ur arbeitt víðari í málinum og kanningar vera gjørdar av gerningsstaðnum. Løgreglan sigur annars, at teir báðir menninir eru skuldsettir fyri innbrot – ikki bankarán. Talan er bert um bankarán, tá rænararnir so ella so hava hótt seg til pening. Men í hesum førin­ um varð eingin hóttur, og tá menninir brutu sær veg inn í bankan, verður altso talan um innbrot. Ætlaðu at ræna pengaboks Rænarar gjørdu størst skaða á seg sjálvar Deildarleiðarin hjá Føroya Banka í Eysturoynni, Leivur Højgaard, sigur, at rænararnir ikki hava gjørt nakran skaða á bankan, burtursæð frá tí, at teir brutu ein rút fyri at sleppa inn. – Størsta skaðan, teir hava gjørt, er á seg sjálvar, sigur Leivur Højgaard INNBROT Rólant Waag Dam Leivur Højgaard, deildar­ leiðari hjá Føroya Banka í Eysturoynni, ynskir ikki at upplýsa, hvat goymdi seg í boksunum, sum tveir mans royndu at ræna úr deild bankans á Toftum leygarnáttina. – Tað dámar mær ikki at upplýsa, men talan var altso um tvær penga­ boksir, upplýsir deildar­ leiðarin í Eysturoynni. – Men menninir høvdu ikki gjørt nakran skaða á bankan sum so. Teir hava brotið ein rút, og síðani roynt at toga boksirnar út. Nei, størsta skaðan teir hava gjørt, er á seg sjálvar, heldur Leivur Højgaard. Vaktur av løgregluni Leivur Højgaard varð vaktur av løgregluni leyg­ arnáttina, tá innbrotið var. – Innbrot eru altíð keði­ lig, og sjálvandi gjørdist eg eitt sindur kløkkur. Man roknar jú ongantíð við tílíkum, so eg skund­ aði mær avstað, tá boð vóru send eftir mær, sigur Leivur Højgaard, og legg­ ur so aftrat, at innbrotið er nógv størri skandala hjá teimum báðum monn­ unum, enn hjá bankanum. Fjaldu rúsevni Tvær 17 ára gamlar gentur í Íslandi verða nú skuldsettar fyri at hava havt rúsevni uppi á sær og tað í orðsins sanna týdningi. Í einum vanligum eftirliti á hvítusunnu steðgaði løgreglan á Borgarnesi einum bili. Í bilinum vóru tvær ungar gentur og ein maður, sum er miðskeiðis í 20’unum. Tað vísti seg, at genturnar høvdu fjalt 40 gramm av kokaini í hítum, sum tær høvdu stungið upp í seg. Málið er latið barnaverndini, tí genturnar eru so ungar. Spælipláss fekk stuðul Við hjálp frá Runavíkar kommunu hevur ein sjálvboðin áhugabólkur gjørt eitt spælipláss í Rituvík. Plássið, sum er 1700 fermetrar stórt, hevur millum annað sparkivøll, men bólkurin hevur gjørt av at gera eitt felags grillpláss við borðum og bonkum og eina felags grill á plássinum. Tí søkti bólkurin Eik Grunnin um stuðul, og á partaeigarafundi hjá Eik í Runavík í síðstu viku fekk bólkurin 50.000 krónur í stuðuli frá grunninum. Føroya Banki soleiðis sum hann sær út frá vegnum Innanfyri hurðina síggja vit báðar boksirnar, sum ungu menninir høvdu roynt at ræna Omanfyri høvdu rænararnir brotið ein rút, sum teir sluppu sær inn ígjøgnum. Nú er pláta sett fyri Ford Courier vøruvognurin stóð klárur framman fyri hurðina, har pengaboksirnar skuldu koyrast út